hósdagur 18. apríl 2013síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 44 · 19. apríl 2013
8
VIKUSKIFTI
Tilvera
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
»Tá tú plagdi at keypa í grillini hjá
Ashraf«.
Soleiðis ljóðar eitt av eyðkenninum
í longum facebook-tráði, har spurning
urin var: Tú ert havnarbarn frá
80’unum, tá tú hevur...
Mohammad Ashraf rak í 11 ár tað,
sum uttan iva var best umtókta grill
barrin í landinum, men í mai mánaði
í 1994 var liðugt. Tá snaraði lykilin í
Snack-grill 83 fyri seinastu ferð, og
Ashraf flutti til Danmarkar, har hann
hevur búleikast síðani.
Nú vitjar hann aftur á klettunum,
og tað er ein fegin pensionistur, sum
hesar seinastu tveir mánaðirnar hevur
vitjað vinir og kenningar.
Fann barnadreymin
á Tvøroyri
Sum við so nógvum, so átti tilvildin
sín lut, tá Ashraf yvir høvur kom til
Føroya á fyrsta sinni.
– Vit skulu aftur til 1971, um vit
skulu hava orsøkina, sigur Ashraf, sum
framvegis tosar eins væl føroyskt, sum
hann gjørdi tað fyri 19 árum síðani.
– Eg búði í Danmark, og eg hevði
funnið mær eina føroyska gentu. Á
jólum hetta árið fóru vit til Tvøroyri,
haðani hon var ættað, og fyri meg var
hetta ótrúligt. Umhvørvið í Føroyum,
og tann mátin, sum føroyingar eru sum
fólkaslag, var júst soleiðis, ið eg sum
smádrongur hevðið ímyndað mær, at
heimurin eigur at vera.
– Ferðin vardi bert tríggjar vikur,
men Føroyar høvdu longu vunnið sær
plássið í mínum hjartað. Gott ár seinni
fingu vit møguleikan at flyta til Føroya,
tá táverandi verfaðirin ikki longur
hevði orku at reka kioskina, sum hann
hevði á Tvøroyri. Vermamman spurdi
okkum, um vit høvdu hug at taka við,
og vit søgdu ja til at gera eina roynd.
Eg dugdi ikki eitt orð á føroyskum, so
vit avtalaðu, at vit skuldu royna í hálvt
ár, og at vit so skuldu taka støðu til
hetta.
– Men tað gekk nú ikki heilt, sum
tað skuldi. Sjálvandi havi eg eisini átt
mín part í hesum, men í øllum førum
riggaði alt ikki serliga væl. Og endin
gjørdist, at eg fór frá unnustuni og lítlu
dóttur okkara.
– Eg var á veg til Danmarkar, men í
Havn steðgaði eg á Sjómansheiminum,
og skundurin var ikki meira enn so, at
eg hevði tíð at hugsa eitt sindur. Ein
niðurstøða hjá mær var, at eg ynskti at
vera nær dóttrini. Flutti eg nú av land
inum, so var als ikki víst, at eg kom at
hava nakað samband við hana, og eg
ynskti, at hon eisini skuldi hava góð
minni um pápa sín.
– Frá vermammuni hevði eg fingið
eitt telefonnummar, har eg kundi ringja
at spyrja um arbeiði. Tað eydnaðist
mær at fáa arbeiði hjá Danberg &
Sørensen, sum um hetta mundið
stoyptu við Tórsbyrgi, og so fór eg
ongan veg kortini. Í tríggjar mánaðir
búði eg tó á Sjómansheiminum, og har
fór mest sum øll lønin, so tað endaði
við, at eg leigaði mær eitt kamar í
Havn.
Elefanturin gav trupulleikar
Tilveran fekk spakuliga skap, men tað
var ikki altíð tað skapið, sum Ashraf
kundi hugsað sær.
– Tá mann er ungur, ger mann eis
ini mistøk. Fyri mín part er einki at
ivast í, at eg gjørdi ov nógv við tað
váta slagið. Tað var her í Føroyum, at
eg kom at kenna elefantin, og hóast
mær framvegis dámar elefantin, so
eru fløskurnar nú kanska einar fýra
um árið. Tá vóru teir munandi fleiri,
og at enda kostaði hetta mær eisini
arbeiðið.
– Okkurt mátti eg sjálvandi gera, og
endin varð, at eg fekk kjans við einum
snellubáti – hetta hóast eg ikki hevði
ánilsi fyri, hvat ein snella var fyri
nakað. Eg sigldi nakrar mánaðir, og
hóast eg als ikki treivst við sjórokinum,
so endaði eg á kokkaskúla í Klaksvík.
Síðani gekk leiðin aftur út á havið, og
í nøkur ár sigldi eg sum kokkur.
– Buldruta lívið helt tó fram. Vit
arbeiddu sum hestar, meðan vit royndu
á bæði nær- og fjarleiðum, og frítúrar
nir heima í Føroyum gingu við ballaríi,
so sum so nógvir aðrir við mær høvdu
tað. Hvør króna var brúkt, áðrenn farið
varð útaftur, og at enda sá eg, at hetta
bar ikki til.
Bygdi grillbar uttan pengar
Ashraff sigur, at hann nú setti sær
fyri, at hann skuldi í land, men hann
hevði ikki ánilsi fyri, hvat hann skuldi
gera.
– Eg havi altíð havt hug at vera
sjálvstøðugur vinnurekandi. Heima í
Pakistan hevði abbi ein handil, har eg
plagdi at hjálpa til, og eisini var pápi
mín vinnurekandi handverkari. Tí vildi
eg gjarna hava mítt egna, og eg kom
fram til, at tað mátti borið til at roynt
seg við eini grill-barr í Havn. Tá í tíðini
var einki sum helst, tá dansurin var
stongdur, og eg fór so at kanna møgu
leikarnar.
– Stóri trupulleikin var, at eg mest
sum ongar pengar hevði. Og tann dag
Mohammad Ashraff var í nógv ár kend býarmynd í Havn. Seinastu 19 árini
hevur hann búleikast í Danmark, men sjálvur tekur hann til, at tað er bara
kroppurin, sum er fluttur. Høvdið og hjartað hava altíð verið eftir í Føroyum
Føroyar eru
mítt heim
mynd: álvur haraldsen
Viggo Poulsen
Tað var ikki altíð lætt at Mohammad Ashraf og búgva í Føroyum í 70’unum. Sæð burtur
frá nógvum dønum, so vóru tilflytarar rár sjón, og tilflytarar úr Pakistan var mest sum
ókent fyribrigdi.
Tí var talan um nógvar spurninar, sum Ashraf mátti standa modell til, og tað var ikki
altíð, at hann tímdi at svara hesum.
- Tað endaði við, at eg segði meg vera Viggo Poulsen, og at eg var slektaður av
Selatræð, um fólk spurdu, hvør og hvaðani eg var. Tað var lættari hjá føroyingum at
fyrihalda seg til hetta, og so slapp eg undan at svara øllum møguligum spurningum.
- Hjá fleiri hekk hetta bara við, so í dag eru nøkur, sum kalla meg Viggo, meðan onnur
siga Ashraf, og fyri meg hevur tað ikki tann stóra týdningin.