hósdagur 18. apríl 2013síða 45
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 44 · 19. apríl 2013
9
VIKUSKIFTI
í dag eri eg ótrúliga takksamur fyri,
hvussu stóra vælvild og hvussu stórt
álit varð sýnt mær frá einum hópi
av fólki. Rósing Rasmussen átti høli í
Frantsabrekkuni, og hann lovaði mær
at leiga hesi. »Leiguni finna vit útav
seinni«, segði hann, og so fór eg bara
ígongd. Eg fekk skaffað mær máling,
Marstein var sera lagaligur, tá eg spurdi
um at keypa hvítvørur upp á borg. Ein
elektrikari játtaði at gera el-arbeiðið,
hóast eg bert fekk goldið ein lítlan part
her og nú, og fyrrverandi eigarin av
Zanzibar lænta mær friturur v.m. Tað
var líkamikið, hvørt spurningurin var.
Eg fekk altíð at vita, at hetta klára vit,
og at vit nokk skuldu finna útav, hvussu
gjaldast skuldi, og tað var eitt fantast
iskt álit at fáa.
– Eftir nakrar mánaðir var klárt, men
eg átti ikki eina krónu at keypa vørur
fyri. Og eg kendi ongan á heilsølunum,
og tí bar ikki til at keypa upp á borg.
Eg spurdi onkur vinfólk, um tey høvdu
møguleika at lænta mær 10.000 krónur,
men tey søgdu nei. Eg leigaði um hetta
mundið hjá Eyðun Christiansen, og vit
vóru sera væl. Eg vildi tó ikki spyrja
hann, men at enda sá eg mær ikki
annan veg. Har var ikki hálvtalað orð,
áðrenn hann játtaði at veðhalda fyri
einum lítlum bankaláni, og so var bara
at fara ígongd.
Og so var ein succés fødd í býarlív
inum í Havn. Longu fyrsta vikuskiftið
var stúgvandi fult av fólki, sum vildi
keypa, og eftir bara tveimum vikum
hevði býráðið fingið nokk.
– Eg fekk bræv frá teimum, har
tey søgdu, at um eg ikki fekk skil upp
á óruddið – grillbakkar, matrestir
v.m. – sum sløddist um allan býin,
so varð handilsloyvið tikið frá mær.
Men hetta vísti eisini, hvør tørvurin á
einum slíkum stað var. Eg gjørdi altíð
mat niðurfyri, so alt var kárt til skjóta
avgreiðslu, tá dansurin stongdi og fólk
komu út. Og so var bara at taka pengar
við aðrari hondini, meðan matur varð
útflýggjaður við hinari. Tað gekk skjótt
fyri seg, og tað gingu bert fáir mánaðir,
áðrenn eg hevði goldið alt, sum eg
hevði lænt og fingið upp á borg. Og
longu eftir fyrsta mánaðin søgdu heil
sølurnar, at tað var ikki neyðugt hjá
mær at gjalda kontant. Rósing mundi tó
ongantíð fáa nakað, minnist meg rætt.
Hvørja ferð eg spurdi, segði hann, at nú
hevði eg gjørt so og so nógv við høl
ini, og tí skuldi eg fáa tveir ella tríggj
ar mánaðir afturat. So eg slapp ikki at
betala honum nakað.
Góðskan avgerandi
Bert eitt ár seinni flutti Snack-grill út í
Marknagil. Ashraff var væl fyri fíggjar
liga, og tá Mylnan beyð honum leigumál
við forkeypsrætti úti í Marknagili, tók
hann av. Fyrstu tíðina rak hann so grill
bæði í Miðbýnum og í Marknagili, men
hetta gekk ikki eins væl, og tí gjørdi
hann av at steingja í Miðbýnum.
Hóast Marknagil tá var sannur
útjaðari í høvuðsstaðnum, so nervaði
hetta ikki minsta petti. Ein stórur
partur av býarmentanini í Havn snúi
seg um bilkoyring aftur og fram eftir
røntguni, og hendan ferðslan lagaði seg
bara til veruleikan, at grillbarrin nú var
í Marknagili. Og sjálvur hevur Ashraf
eina púra greiða grundgeving fyri, hví
so var.
– Eg skal ikki reypa, men eg eri sann
førdur um, at hetta snýr seg um góðsku.
Eg plagdi at taka til, at kundu fólk finna
ein betri kylling & chips í landinum,
so skuldi eg geva teimum 1.000 krónur.
Og eg kom ongan tíð at betala nakran
1.000 krónuseðil! Loyndarmálið var, at
eg tilgjørdi høsnarungarnar, áðrenn eg
steikti teir, har tað vanliga er, at teir
bara verða grýttir frystir í frituruna.
Eg skal ikki avdúka, hvussu eg gjørdi,
men hetta var tann lítli munurin, sum
hevði alt at siga.
– Og so kendi eg eisini føroysku
matmentanina. Sjálvur dámar mær
allan føroyskan mat – tó ikki garnatálg
– og tí helt eg meg vita, hvat føroyingar
vildu hava. Og har haldi eg, at eg rakti
væl.
Hetta er mítt heim
Býarmyndin stóð við fram til 1994. Í
síni tíð var dóttirin avgerandi fyri, at
Ashraf ikki rýmdi av Sjómansheiminum
og landinum, men nú var hon millum
tann hópin av føroyingum, sum nomu
sær útbúgving uttanlands.
– Tað gjørdi, at eg ikki kendi meg eins
knýttan at Føroyum. Eg var í Pakistan
eitt skifti, og eftir hetta kom ongantíð
ferð á aftur í Marknagili. Eg giftist
konu úr heimlandinum, og hon vildi
ikki hoyra talan um at flyta til nakrar
lítlar oyggjar langt úti á havinum. Vit
fluttu tí til Danmarkar, men eg haldi
ikki, at eg veruliga havi trivist. Í øllum
førum havi eg havt tað soleiðis, at hóast
skinnið er flutt, so hevur høvdið alla tíð
verið eftir í Føroyum.
– Og so eru vit við dagin í dag. Eg
var á lítlari vitjan í fjør, og nú havi eg so
verið tveir mánaðir í hesum umfarinum.
Partvíst við tí endamáli at vita, um tað
hevði borið til hjá mær at flutt aftur til
Føroya. Men sum stakur pensionistur
er stórur munur á at búgva í Danmark
og í Føroyum. Eg kundi sjálvandi roynt
meg við nýggjari grillbar, men eg eri
altso vorðin 68 ára gamal, og í dag
eru matstovur á hvørjum horni her
í Havnini, so fíggjarliga hevði hetta
neyvan riggað eins væl, sum tað gjørdi
á sinni.
– So eg flyti helst ongan veg úr Dan
mark, men eg meti Føroyar sum mítt
heimland. Tað er her eg havi mínar
vinir og tað, sum eg kalli familju. Eg
fari altíð at vera æviga takksamur fyri
tann mátan, sum føroyingar góðtóku
meg uppá, og vónandi verður talan
um nógvar Føroya-ferðir afturat, sigur
Mohammad Ashraf.
mynd: álvur haraldsen
Størsta avbjóðingin, sum Ashraf hevði í
Føroyum, var at læra seg málið. Tá hann
flutti til Tvøroyri dugdi hann hvørki danskt
ella føroyskt, og støðan var lítið mætari, tá
hann flutti av Tvøroyri og eitt skifti búði á
Sjómansheiminum.
– Eg hevði ilt við at laga meg til føroysk
viðurskifti, men eg ásannaði, at skuldi eg klára
meg í Føroyumk, mátti eg duga at samskifta.
Sjálvandi kundi eg lært meg danskt ella enskt,
men tað hevði verið fremmandamál hjá bæði
mær og føroyingum, so eg gjørdi upp við meg
sjálvan, at eg skuldi læra føroyskt.
– Eftir var bara at finna útav, hvussu eg
skuldi læra tað. Eg gjørdi so tað, at eg hvørt
kvøld gekk runt í Havnini. Fólk her høvdu
nóg illa sæð ein brúnan mann fyrr, so tað var
sjálvandi eitt ávíst forvitni. Eg prátaði við høg
og lág, og ikki minst tosaði eg ofta við fólk, tá
møti hevði verið í Ebenezer.
– Tað gingu einir seks mánaðir, men
brádliga dugdi eg tað mesta av føroyskum, og
eg var púrasta bilsin av, hvussu skjótt hetta
hevði gingið.
– Samstundis bar hetta eisini við sær, at eg
kom at kenna nógv fólk. Eg fekk nógvar vinir,
sum vóru mær til stóra hjálp, tá eg byrjaði
við grill-barrini, og hóast fleiri ikki longur eru
millum okkum í dag, so eru eisini fleiri, sum eg
havi vitjað, nú eg havi verið í Føroyum eina tíð.
Lærdi føroyskt á gøtuni
Mohammad Ashraff