mikudagur 21. apríl 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 75 - 21. apríl 2004
Nr. 75 - 21. apríl 2004
7
– Eg atkvøddi ikki
fyri samanlegging,
men nú fólkið hevur
talað, hava vit í
bygdaráðnum
staðfest fólkaatkvøð-
una og eru samd um
at fremja samanlegg-
ingina við Runavíkar
kommunu, sigur
Andrias Hammer,
bygdaráðsformaður í
Elduvíkar kommunu
SAMANLEGGING
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Leygardagin var fólkaat-
kvøða í Elduvíkar komm-
unu um samanlegging við
Runavíkar kommunu.
Í Elduvíkar kommunu
eru bygdirnar, Elduvík og
Funningsfjørður. Í komm-
ununi búgva tilsamans 88
fólk, harav stívliga tveir
triðingar búgva í Funnings-
firði.
Atkvøtt varð bæði í Eldu-
vík og Funnigsfirði. Í Eldu-
vík stóð á jøvnum; 10 fyri
samanlegging og 10 ímóti.
Tveir veljarar vóru ikki á
vali, og eingin atkvøða var
blonk. Í Funningsfirði vóru
29 veljarar fyri og 17 ímóti.
Tveir veljarar vóru ikki á
vali, og ein atkvøða var
blonk.
Staðfesting
Mánakvøldið var bygda-
ráðsfundur í Elduvíkar
kommunu, har eitt samt
bygdaráð staðfesti úrslitið
av fólkaatkvøðuni.
Undan
fólkaatkvøðuni
var greitt, at teir fimm
bygdaráðslimirnir vóru ikki
samdir um samanlegg-ing-
ina. Tríggir vóru fyri og
tveir ímóti. Millum tey,
sum vóru ímóti, var bygda-
ráðsformaðurin, Andrias
Hammer, sum býr í Funn-
ingsfirði.
– Nú fólkið hevur talað,
og meiriluti er fyri saman-
legging, er tað eitt samt
bygdaráð, sum hevur stað-
fest fólkaatkvøðuna. Nú
fara vit í felag at arbeiða
fyri at fáa øll viðurskifti í
samband við samanlegg-
ingina uppá pláss, sigur
hann.
Andrias ásannar, at hóast
hann ikki var so heitur fyri
samanleggingini,
gekk
hann kortini ikki og agiter-
aði ímóti.
– Eg helt, at fólkið skuldi
sleppa at tala, og nú fyri-
liggur so úrslitið.
Hann vísir á, at 1. januar
ár 2005 verður Elduvíkar
kommuna tískil løgd saman
við Runavíkar kommunu.
– Hetta verður eftir sama
leisti, sum avtalaður er
millum Skála kommunu og
Oyndarfjarðar kommunu
øðrumegin og Runavíkar
kommunu hinumegin.
Eingin ósigur
Andrias sigur, at úrslitið av
fólkaatkvøðuni kennist ikki
sum ein ósigur, hóast hann
ikki var heitastur fyri sam-
anleggingini beint nú.
– Tá ið fólkið hevur tal-
að, er tað okkara uppgáva
at fremja henda viljan í
verki, og tað fara vit at gera
so væl, sum vit duga.
Bygdaráðsformaðurin
sigur seg vóna, at saman-
leggingin verður til fyri-
munar fyri borgararnar í
Elduvíkar kommunu.
– Vit eru ein lítil komm-
una, og kunnu vit vinna
nakrar fyrimunir við at
verða partur av eini størri
eind, eri eg sjálvsagt fegin
um tað, sigur Andrias
Hammer at enda.
Samd um at fáa tað besta burtur úr
– Tað hevur ómeta-
liga stóran týdning
fyri okkum, at bygda-
ráðið í Elduvíkar
kommunu stendur
saman og einmælt
hevur staðfest fólka-
atkvøðuna, nú fólkið
hevur talað, sigur
Rodmundur Nielsen,
býráðsformaður
SAMANLEGGING
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Býráðsformaðurin í Runa-
víkar kommunu, Rodm-
undur Nielsen, var millum
teirra, sum var hjástaddur,
tá ið upptalt varð í Eldu-
víkar kommunu eftir fólka-
atkvøðuna um samanlegg-
ing leygarkvøldið.
– Fitt av fólk var saman-
komið í skúlanum í Funn-
ingsfirði, og eg haldi, at
stemningurin var rímiliga
góður. Tá ið úrslitið fyrilá,
hevði eg ta kenslu, at fólk
høvdu virðing fyri tí úrsliti,
ið spurdist burtur úr.
Rodmundur er ógvuliga
fegin um, at bygdaráðið í
Elduvíkar kommunu nú
einmælt hevur staðfest úr-
slitið av fólkaatkvøðuni og
er samt um at fremja fólks-
ins vilja í verki. Hann er
eisini fegin um, at samlaða
úrslitið hóast alt gjørdist so
greitt, sum talan var um.
– Semjan, sum nú er í
bygdaráðnum,
hevur
ómetaliga stóran týdning
fyri okkum, leggur hann
dent á.
Býráðsformaðurin sigur
seg vera spentan upp tað
arbeiði, sum nú byrjar mill-
um Elduvíkar kommunu og
Runavíkar kommunu.
– Tað eru nógv ting at
taka fatt um við eini slíkari
samanlegging, og hetta
arbeiði fer í gongd beinan-
vegin.
Rodmundur vísir á, at
fundamentið undir sáttmál-
anum millum Elduvíkar
kommunu og Runavíkar
kommunu er tað sama, sum
lagt er fyri hinar báðar sam-
anleggingarnar, nevniliga
Skála kommunu og Runa-
víkar kommunu og Oynd-
arfjarðar
kommunu
og
Runavíkar kommunu.
3609 fólk
Býráðsformaðurin sigur, at
í løtuni búgva tilsamans
3.609 fólk í Runavíkar
kommunu
og
teimum
kommunum, sum hava av-
gjørt at leggja saman við
Runavíkar kommunu.
Hann vísir á, at tá ið hetta
valskeiðið byrjaði, búðu
2.475 fólk í sjálvari Runa-
víkar kommunu, men 1.
mars í ár var talið komið
uppá 2.657.
– So, her er ein ávísur
fólkavøkstur alla tíðina,
sigur hann.
Rodmundur vísir á, at
høvuðssætið hjá Runavíkar
kommunu og kommunun-
um, sum nú verða lagdar
saman við kommununi,
verður í Saltangará.
Spurdur, um væntandi er,
at umsitingin fer at veksa,
sigur hann, at sjálvsagt
verður meira at takast við,
nú kommunan veksur, men
miðjað verður eftir ikki at
økja umsitingarligu út-
reiðslurnar.
– Hinvegin er ikki óhugs-
andi, at hesar kunnu gerast
nakað hægri so hvørt, sum
arbeiðsbyrðan veksur, men
vit fara at leggja dent á, at
umsitingarútreiðslurnar
verða so lágar sum gjørligt,
sigur býráðsformaðurin.
Rodmundur Nielsen sig-
ur, at nú tíðin, ið eftir er av
hesum valskeiðnum, er so
stutt, er ikki hugsandi, at
fleiri samanlegging verða í
hesum valskeiðnum.
Hann vísir á, at bert í
hesum valskeiðnum hava
tríggjar kommunur gjørt av
at leggja saman við Runa-
víkar kommunu.
– Um talan verður at
fleiri samanleggingar, dugi
eg ikki at meta um beint nú,
sigur Rodmundur Nielsen.
– Nú fólkið hevur talað, er tað okkara uppgáva at fremja henda viljan í verki, og tað fara vit at
gera so væl, sum vit duga, sigur Andrias Hammer, bygdaráðsformaður í Elduvíkar kommunu
Fegnist um at bygdaráðið stendur saman
– Nú tíðin, ið eftir er av hesum valskeiðnum, er so stutt, er ikki
hugsandi, at fleiri samanlegging verða í hesum valskeiðnum,
sigur Rodmundur Nielsen, býráðsformaður í Runavíkar
kommunu
35 mio. í Tema
Kapital
Herfyri skipaðu Føroya
Sparikassi, Kauphing og
Tema-Kapital fyri tema-
degi um at gera íløgur í
partabrøv.
Føroya Sparikassi og
Kauphing samstarva um
íløgufelagið Tema Kapital
og fyrsta tekningarumfar
hjá StockRate-deildini hjá
Tema Kapital var á tema-
degnum. Føroyskir og
danskir Íleggjarar keyptu
íløgubrøv fyri tilsamans
35 mio. krónur í.
Á
heimasíðuni
hjá
Føroya Sparikassa verður
sagt, at góðar fýra mió. kr.
vórðu seldar umvegis
Føroya Sparikassa, sum
eisini keypti ein part
sjálvur bæði sum eina
íløgu og at selja kundum,
ið ikki keyptu, áðrenn
tekningarfreistin var úti.
Fíggjarleiðarin á Før-
oya Sparikassa, Finn Dan-
berg, sigur í stuttari við-
merking, at úrslitið av
fyrsta
tekningarumfari
má metast at vera hampu-
liga gott, tá stutta tekn-
ingafreistin verður havd í
huga.
-páll
Komandi fríggjadag hev-
ur nevndin í Smyril Line
nevndarfund í Hetlandi.
Millum málini, sum skulu
umrøðast á fundinum í
Hetlandi er møguleikin
hjá Smyril Line at bjóða
seg fram til at sigla mill-
um Hetland, Skotland og
Orknoyggjar.
Hetlendski nevndarlim-
urin í Smyril Line, Morg-
an Goodlad, sigur, at tað
er ov tíðliga at siga um
Smyril Line fer at gera
álvara av at bjóða upp á
siglingina. Morgan Good-
lad váttar kortini, at
nevndin í Smyril Line fer
umrøða møguleikan á
fundinum um vikuskiftið.
-páll
Smyril Line
umhugsar nýggja
sigling
Komandi
fríggjakvøld
verður
mótasýning
á
Platform. Handlarnir, ið
fara at sýna fram eru Siri,
Diva, Juniik, Bonnie og
Clyde, Deres og Trend
Floor. Mótasýningin byrj-
ar klokkan 22 og tað er
ókeypis atgongd.
Atgongumerkið eru at
fáa frá luttakandi handl-
unum og í Kunningar-
stovuni í Havn. Á Plat-
form siga tey, at tað er
avmarkað atgongd. Gest-
ir, ið møta áðrenn klokk-
an 23 kunnu nýta at-
gongumerkið til disko-
tekið eftir mótasýningina.
-páll
Mótasýning á
Platform
Sølan av persón- og vørubilum
minkar
Hagtøl frá Bileftirlit-
inum, fyri fyrsta árs-
fjórðing 2004, vísa, at
sølan av nýggjum
akførum framvegis er
minkandi. Sølan av
persónbilum er
minkað við eini 23
prosentum í mun til í
fjør
AKFØR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Bileftirlitið hevur sent út
tíðindaskriv við hagtølum
yvir skráseting av nýggjum
akførum fyrsta ársfjórðing
2004.
Tølini vísa, at sølan av
persónbilum og vøruvogn-
um minkar mest. Í ár eru
seldir 305 persónbilar í
mun til 234 sama tíðarskeið
í fjør, og av vørubilum eru
seldir 49 í mun til 74 í fjør.
Annars er ikki tær stóru
broytingarnar í søluni av
nýggjum akførum.
Bjargingarskipið,
Tjaldrið, er í løtuni á
beding á Tórshavnar
Skipasmiðju. Orsøkin
er ein róðurskaði, ið
Tjaldrið fekk Langa
fríggjadag, tá bjarg-
ingarskipið tók við
Kirkjutanga í Nólsoy
UMVÆLING
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Seinastu
vikuna
hevur
bjargingarskipið, Tjaldrið,
verið á beding á Tórshavnar
Skipasmiðju.
Langa
fríggjadagin var Tjaldrið á
Nólsoyarfirði, og bjarg-
ingarskipið var so óheppið
taka við Kirkjutanga í
Nólsoy.
Tjaldrið fekk ein róður-
skaða og í løtuni verður
róðrið umvælt á Tórshavnar
Skipasmiðju. Sum skilst
verður róðursstamman skift
og sambært stjóranum á
Vaktar- og Bjargingartæn-
astuni, Elmar Højgaard, fer
Tjaldrið væntandi aftur í
sigling seinni í vikuni.
Umframt umvæling av
róðursskaðanum
hevur
Tjaldrið eisini verið til sýn
á Tórshavnar Skipasmiðju.
Tjaldrið tók við Kirkjutanga
Bjargingarskipið, Tjaldrið, er í løtuni á beding á Tórshavnar Skipasmiðju
Mynd: Álvur Haraldsen
Í hesum døgum er altjóða
bilaframsýningin, Copen-
hagen Motor Show 2004, í
Bella Center á Amager, har
fleiri hundrað nýggir bilar
verða sýndir fram
Mynd: Álvur Haraldsen
Hagtøl fyri skráseting av nýggjum akførum fyri fyrsta ársfjórðing í 2004 og 2003
Mars
Mars
Broyting Jan-Mar Jan-Mar
broyting
%broyting
Akfaraslag
2004
2003 Mar 03/04
2004
2003 2003/2004 2003/2004
Bussar
0
2
-2
0
2
-2
-100,00%
Hýrubilar
7
1
6
8
5
3
60,00%
Lastbilar
0
0
0
6
1
5
500,00%
Leguvognar
0
1
-1
0
3
-3
-100,00%
Motorsúkkla
1
4
-3
2
4
-2
-50,00%
Neyðsendakfar
0
0
0
0
1
-1
-100,00%
Persónbilar
102
115
-13
234
305
-71
-23,28%
Smábussar
1
0
1
2
1
1
100,00%
Tangabilar
0
3
-3
0
3
-3
-100,00%
Viðfestivognar
7
4
3
20
16
4
25,00%
Vøruvognar
22
25
-3
49
74
-25
-33,78%
Samlað
140
155
-15
321
415
-94
-22,65%
Tað eru skrásett 36 nýggj prutl í fyrsta ársfjórðingi 2004
C
M
Y
K
7
6