Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-21, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. apríl 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 75 - 21. apríl 2004 Nr. 75 - 21. apríl 2004 9 Borgarstjórin á Tvøroyri vil ikki byggja sambýli, tí tað er ein landsuppgáva. Borgarstjórin í Vági heldur, at kommun- urnar mugu sjálvar taka um endan ELDRADAGUR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Á Tvøroyri fer kommun- an hvørki at byggja røktar- heim, ella sambýli til tey eldru, soleiðis sum støðan nú er. Tað gjørdi borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michel- sen, púra greitt á eldradeg- num á Tvøroyri leygar-dag- in. Landsfelagið hjá pen- sjónistinum skipaði leygar- dagin fyri eldradegi í Suð- uroy og har vóru borgar- stjórarnir í teimum báðum størstu kommunum í oynni, Vági og Tvøroyri, bjóðaðir at greiða frá eldrapolitikk- inum í teirra øki. Og tað kom týðiliga til sjóndar at borgarstjórarnir báðir, Kristin Michelsen á Tvøroyri og Jógvan Krosslá í Vági, eru grundleggjandi ósamndir um, hvønn eldra- politikk, kommunurnar eiga at føra. Men samstundis avdúk- aðu teir báðir eisini, hvussu neyðugt tað er hjá lands- myndugleikanum at gera eitt púra greitt ábyrgdarbýti ímillum landið og komm- unurnar á eldraøkinum, so at tað verður skorið út í papp, hvør hevur ábyrgdina av hvørjum. Onki bygt Tvøroyri Á fundinum gjørdi Kristin Michelsen púra greitt, at tað verður hvørki røktar- heim, ella sambýli til eldri bygt á Tvøroyri, sum støð- an er. – Eldrasambýli og røktar- heim eru beinleiðis lands- uppgávur, bæði hvat við- víkur bygging og rakstri. Og nú landið eigur upp- gávuna, helt hann, at sam- gongan má gera púra greitt, hvat hon ætlar at gera, fyri at menna eldraøkið. Hann vísti á, at undan- farna hevði sett pening av, sum kommunurnar kundu søkja um til eldraøkið. – Men hetta var bara fyri at sleppa landinum undan at betala stórar upphæddir, tí stuðulin var bara ein lítil partur av tí, sum tað kost- aði. Kristin Michelsen legði tó dent á, at hetta skuldi ikki skiljast sum um at Tvøroyrar Kommuna var ímóti at byggja røktarheim og eldrasambúli. – Men skal kommunan byggja, skal peningur frá landinum fylgja við. Hann legði eisini dent á, at fyri tað um kommunan ikki fór at byggja røktar- heim ella eldrasambýli nú, merkti tað heldur ikki, at kommunan onki gjørdi. – Kommunan arbeiðir sanniliga við málinum. Vit hava projekt til eldrasam- býli klárt og vit fyrireika okkum eisini at byggja røktarheim. Hann segði eisini, at kommunan hevur sett pening av á fíggjarlógini ti leldraøkið. – Verður eldraøkið lagt undir kommunurnar at umsita, er Tvøroyrar Kommuna væl fyrireikað at átaka sær uppgávuna. Men skulu kommunurnar hava økið, skal tað bæði vera við gjaldi og við valdi, segði hann. – So tá ið eldraøkið verð- ur lagt út, er kommunan til reiðar, segði hann. Hann væntaðu tó ikki, at eldraøkið verður ikki tað fyrsta, sum verður lagt út. Borgarstjórin vísti eisini á, at landsstýrismaðurin skal eldraøkið dagførast, fer tað at kosta 200-300 milliónir krónur – At fáa kommunurnar at betala hetta við eini saml- aðari inntøku av skatti uppá 800 milliónir, verða tað nógvar kommunur, sum aftur koma líka illa fyri, sum í nítiárunum og tað haldi eg, at øll vilja sleppa undan, sigur Kristin Michelsen. Mugu taka um endan Jógvan Krosslá, borgar- stjóri í Vági, er grundleggj- andi ósamdur við starvs- felaga sínum á Tvøroyri. Men hann vísti á, at veru- leikin er, at landið røkir ikki sínar skyldur á hesum øki og tí noyðast kommun- urnar at taka um endan. – Tað eru okkara borgar- ar, tað snýr seg um. Tær kommunur, sum síggja tørvin hjá teimum eldru, mugu sostatt sjálvar byggja eldrasambýli. – Nógvar kommunur hava bygt sambýli, hetta eru kommunur, sum hugsa um síni eldru og sum ikki vilja lata standa til, hóast landið hevur ábyrgdina. Hann vísti á, at í Vági hevur kommunan bygt sambýli. – Hetta er eitt tiltak, sum bæði kommunan og allir vágbingar eru ómetaliga fegnir um. Sambýlið er komið sera væl við hjá nógvum eldri fólki, men sanniliga eisini hjá teirra avvarandi, segði borgar- stjórin í Vági. – Sama, hvør hevur ábyrgdina av eldraøkinum, eri eg ómetaliga fegin um, at Vágs Kommuna hevur bygt eitt eldrasambýli til sínar eldru borgarar, segði hann. Men í hesum sambandi vísti hann eisini á, at eisini feløg og einstaklingar í Vági hava gjørt eitt øgiligt arbeiði fyri at útvega pen- ing til sambýli við bingo- spølum og innsavning av ymsum slagi. Verður best røkt hjá kommununum Jógvan Krosslá vísti eisini á, at í Suðuroy eru útvið 60 pláss á røktarheimum og á teimum sambýlum, sum eru. Hann metti, at tørvur var á umleið 50 plássum afturat beint nú. – Tað fer at kosta 200- 250 milliónir at byggja eldraøkið í øllum landinum út fyri at nøkta tørvin. Samstundis fer tað at kosta 150-200 milliónir at reka hesi sambýli, røktarheim og ellisheim í øllum land- inum, tá ið tørvurin er nøkt- aður. – Hetta eru stór tøl, men tað er neyðugt at gera eitt ordiligt hol í sjógvin nú, fyri at koma uppundan, tí so verður lættari at fylgja við tørvinum so hvørt Jógvan Krosslá, sum eisini er formaður í Komm- unusamskipan Føroya, iv- aðist ikki í, at tað var rætt at leggja eldraøkið út til kommunurnar at umsita. – Tað er best, at málið verður lagt undir kommun- urnar at umsita, tí tá er umsitingin nærri borgarun- um og tað er lættari hjá borgarunum at gera vart við síni krøv. Men hann helt, at sjálv- sagt skal landið seta treytir og krøv til kommunurnar á hesum øki. Hann segði eisini, at sama, hvør umisitur økið, er tað skattaborgarin, sum skal betala. – Liggur økið hjá landin- um, vera tað allir skatta- borgararnir, sum koma at betala, eisini teir, sum lítla ella onga eldrarøkt fáa. Verður økið undir komm- ununum, verða teir borg- arar, sum fáa eina tænastu frá kommununi, sum betala til at nøkta sín egna tørv. Hann sigur, at verður økið lagt undir kommunur- nar, kann fíggingin útveg- ast á tann hátt, at lands- skatturin lækkar eini 3%, so at kommunurnar kunnu hækka sín skatt tilsvarandi, sigur Jógvan Krosslá. Í øllum er tað neyðugt, at landið og kommunurnar semjast um eina skipan so at verulig ferð kann fáast á at útbyggja eldraøkið. Borgarstjórar í Suðuroy ósamdir um eldrarøkt Tá ið landið ikki røkir sínar skyldur, mugu kommunurnar taka um endan, heldur Jógvan Krosslá, borgarstjóri í Vági, sum her er avmyndaður á eldradegnum leygardagin í práti við Niclas Akraberg Poulsen, formann í Vágs Pensjónistafelag, í miðjuni og Andrias Djurhuus úr Vági – Pensjónistar skulu síggjast, sum ein fjøl- broyttur bólkur og eldrapolitikkur er ikki bara ein spurn- ingur um heimarøkt og røktarheim, segði løgmaður á eldradeg- num í Trongisvági leygardagin ELDRADAGUR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Eldrapolitikkur skal taka útgangsstøði í pensjónist- unum sjálvum. Og pen- sjónistar er ein fjølbroyttur aldursbólkur, akkurát sum allir aðrir aldursbólkar. Tað segði Jóannes Eides- gaard, løgmaður við teir gott 100 pensjónistarnar, sum vóru møttir í skúla- høllini í skúlanum í Trong- isvági leygardagin. Landsfelagið hjá pen- sjónistunum skipar eina- ferð um ári fyri einum til- takið, tey nevna eldradagur. Og í ár var eldradagurin í Suðuroy leygardagin. Á eldradegnum fekk løg- maður høvi til at greiða frá, hvønn eldrapolitikk, hend- an samgongan hevur sett sær fyri at reka. – Bæði vit politikarar, og samfelagið sum heild, hava ofta hug at skera yvir ein kamb. Og tað ger tað so nógv lættari at hava eina støðu, um øll tey gomlu verða bólkað eins og um tey øll vóru ein stórur, gráur, einsamallur og hug- tungur bólkur, sum ikki hevur áræði og áhuga fyri lívinum, sum keðir seg, og sum ikki dugur at stytta sær stundir. – Men allir pensjónistar eru ikki eins og tí er tað avgerandi, at vit síggja pen- sjónistarnar sum ein fjøl- broyttan bólk, júst sum aðrir aldursbólkar, segði Løgmaður. Hann legði dent á, at eldrapolitikkur er ikki bara ein spurningur um heima- røkt og røktarheim. – Men eldrapolitikkurin eigur at taka útgangsstøði í pensionistunum sjálvum. Og høvuðsmálið má vera, at fólk skulu hava eina virkna tilveru í heimligum umhvørvi. Arbeiða niðursetta arbeiðstíð Jóannes Eidesgaard legði dent á, at eitt, sum hann hugsar um, tá ið hann tosar um eina virkna tilveru, er, at frágongdin frá arbeiðs- marknaðinum verður so smidlig sum gjørligt. – Vit hava brúk fyri ein- um seniorpolitikki, har frá- gongdin frá arbeiðsmarkn- aðinum verður tengd at, hvussu umstøðurnar hjá tí einstak eru. Tað merkir, at tú kanst fara yvir til eitt nú niðursetta arbeiðstíð bæði fyri og eftir 67, alt eftir hvussu umstøðurnar hjá tær eru. Hann segði, at hetta vil so eisini gera, at arbeiðs- pláss kunnu læra av teim- um drúgvu royndum, sum eitt langt og virkið arbeiðs- lív gevur. Løgmaður legði eisini dent á, at sjálvandi eigur ein góður eldrapolitikkur eisini taka hond um tey av okkara eldru, sum ikki longur orka sjálvi. – Tey skulu hava tey tilboð, sum eru neyðug fyri at tey kunnu verða verandi heima sum longst. – Men tá ið tey ikki kunnu kunnu vera heima longri, skulu tey fáa tilboð um eldrasambýli og røktar- heimspláss. Pensjónin hækkast munandi Jóannes Eidesgaard segði, at onkuntíð verður sagt, at um nøkur ár kemur ein eldrabylgja, sum hóttir við at taka samfelagið av fótm. – Hetta er litið virðilig tala. Tey eldru skulu tvørt- urímóti uppfatast sum eitt aktiv og ikki ein hóttan. Einasta hóttanin er politik- arar, sum ikki vilja ella skilja rætta samanhangin. Hann segði, at ein annar týdningarmikil partur av eldrapolitikkinum er pen- sjónin og í hesum sambandi hevur samgongan gjørt av at gera eitt rættiligt fram- tak. Eitt framtak. – Sam- gongan hevur avtalað, at umframt sjálva fólkapen- sjónina, verður samhalds- fasti eftirlønargrunnurin munandi styrktur. Sostatt fær pensjónin í framtíðini trý bein at standa á: Fólkapensjónin, sam- haldafasti eftirlønargrunn- urin og so tær fakfelags- pensjónir, sum fleiri og fleiri fáa sær. – Tilsamans fare hesi trý at lyfta pensjónina upp á eitt virðiligt og nøktandi støði, segði løgmaður. Hann segði, at tey tiltøk, sum samgongan hevur sett sær fyri, er at trýfaldað inngjaldið í samhaldsfasta eftirlønargrunnin, so at arbeiðsgevarar og løntakar- ar hereftir skulu betala hvør síni 3% av lønini í grunnin. Tað fer at gera, at um eini fýra til fimm ár, fer ein stakur pensjónistur at fáa einar 10.000 krónur í eftir- løn um mánaðin og eini hjún fara at fáa 16.000 krónur. Miðsavning neyðug Í røðu síni fyri pensjón- istunum kom Løgmaður eisini inn á spurningin um at leggja eldraøkið út til kommunurnar at umsita. – Onkur vil vera við, at tað er neyðugt, at avgerð- irnar verða tiknar so nær borgarunum sum gjørligt, og tað er ivaleyst eisini rætt. Men álvaratos, hvussu stórt er okkara land, spurdi Løgmaður. Hann spurdi í sama við- fagni, sum vit ikki yvir- mettu støddina á landinum eitt sindur, tá ið vit siga, at landsmyndugleikarnir eru ov langt burtur? Sjálvur er hann sannførd- ur um, at ein ávís mið- savning er neyðug fyri at forða fyri, at vit ikki fáa ymiskt tænastustøði í eldrapolitikkinum, alt eftir hvussu kommurnar gera av at raðfesta økið. Skulu vera sjónligari Pensiónistafeløgini hava fingið stóra undirtøku kring landið og Jóannes Eidesgaard helt, at tey hava prógvað, at tey liva upp til endamálið. – Nógv av feløgunum eru sera virkin og syrgja fyri, at limirnir ikki sleppa at fella í fátt, við at halda teimum virknum við ymsum tiltøk- um. Hann helt eisini ,at pen- sjónistafeløgini hava stóran týdning fyri ein góðan eldrapolitikk. – Nú skal eg ikki siga, at bingo ella ein ferð uttan- lands eru einasta eydnan í aldurdóminum. Sjálvur vildi Jòannes Eidesgaard fegin, at feløg- ini at feløgini gjørdu sína ávirkan munandi meira galdandi í samfelagsspurn- ingum. – Tað, besta hevði verið um tey eldru vóru sjónlig- ari í vanliga kjakinum, ikki bert um eldrapolitikk, men um øll vanlig samfelagslig mál. Hann segði, at tey eldru hava lívsroyndirnar og ávirkan frá teimum hevði verið ein tiltrongdur partur av samfelagskjakinum. – Menniskju trívast best saman við øðrum menn- iskjum, og hetta skapar røtt lívsvirði. – Men lívsvirði er eisini tað, at fyriskipa sjálvi í gerandisdegnum og at hava eina greiða meining um samfelags viðurskifti. – Tey gomlu hava at- kvøðurætt alt lívið. Hesar atkvøður leggja eisini grundarlagið undir polit- iska virkseminum. – Sostatt mugu tey gomlu ikki flýggja undan sam- felagstrupulleikunum, men eiga sum medábyrgdarar at luttaka í kjakinum, segði Jóannes Eidesgaard. Tey eldru skulu hava tilboð um at arbeiða niðursetta tíð Um eini fýra ella fimm ár, fer ein stakur pensjónistur at fáa 10.000 krónur í pensjón og eini hjún fara at fáa 16.000 krónur. Harafturat eru tað fleiri ,sum fáa aðrar, privatar pensjónir, fortaldi Jóannes Eidesgaard, løgmaður, teimum, sum vóru møtt á eldradegnum í Trongisvági leygardagin C M Y K 9 8