mikudagur 21. apríl 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 75 - 21. apríl 2004
Nr. 75 - 21. apríl 2004
11
Nógv rok stendst av støðuni hjá nýggja innlendis-
málaráðharranum, nú hann hevur gjørt føroyska
ítróttarheiminum greitt, at hann treyðugt vil loyva
nøkrum sum helst útlendingum til landið. Væl at
merkja útlendingum, sum ikki hoyra heima í norðan-
londum.
Undanfarna landsstýri hevði annars í hyggju at gera
greiðari mannagongdir á økinum. Greiðari manna-
gongdir, sum í størstan mun høvdu eina afturhald-
andi ávirkan, men sum hinvegin loyvdi ávísum
bólkum eina smidligari skipan. Eitt nú arbeiðsfólk
við servitan innan sítt øki og ítróttarfólkum.
At nýggi innlendismálaráðharrin hevur eina aðra
støðu í hesum, og ikki vil loyva ítróttarfólkum upp í
serliga bólkin, má so vera hansara søk, men tað má
standa púra greitt, at hetta fer at kosta føroyskum
ítrótti nógv. Bæði fíggjarliga, tí við nýggju manna-
gongdunum verður talan at kalla um yrkisítrótt, og
tað hava feløg at kalla ikki ráð til. Og ítróttarliga, tí
tá feløgini hava ráð til færri útlendingar, verður talan
um lægri støði á ítróttinum.
Piotr Krakowski og Wieslaw Zakrewski mest sum
revolutioneraðu føroyskan fótbolt í allari framtíð, tá
teir í 1989 vóru við til at seta B71 á fótbóltskortið.
Costin Dumitrescu, Ioana Rápa við fleiri hava havt
avgerandi ávirkan á endurvunna popularitetin hjá
hondbóltinum. Marina Popovic, Bobo og Borco Ilic
hava skapt eina veruliga breidd í flogbóltinum kring
landið. Og hvussu stór hevði framgongdin hjá før-
oyskari talvítrótt verið, var tað ikki fyri Ivan Soko-
lov. Ein av heimsins bestu telvarum, sum eitt skifti
búleikaðist her hjá okkum.
Tað er einki at ivast í, at hesir persónar – og nógvir
við teimum – í stóran mun hava drigið føroyskan
ítrótt risafet framá. Bæði hvat viðvíkur hugburði til
ítróttina og ikki minst sum inspiratiónskelda við
nýggjum venjingarhættum, nýggjum spælistíli og
framúrskarandi einmansavrikum. Tey hava verið
fyrimyndin hjá hópin av ungum ítróttafólki og so-
leiðis eggjað hesum til at leggja enn meira fyri í dag-
ligu venjingini. Alt nakað, sum hevur verið føroysk-
ari ítrótt at stórum gagni.
Skal alt hetta nú verða søga, tí politiski viljin ikki vil
hava hesi fólk í landinum? Tað eru ikki hesi fólk, sum
hava skapt nakra spírandi kreppu á arbeiðsmarknað-
inum. Heldur hevur tað verið politiska stýringin – ella
mangul upp á somu – sum ikki hevur virkað sum ein
regulator av búskapinum. Og sum tí ikki hevur kunn-
að gjørt sveiggini í búskapinum minni og bleytari.
Nakað, sum annars vanliga plagar at vera aðalmálið
fyri búskaparstýringini í einum og hvørjum landi.
Eitt er, at almennu Føroyar nú royna at avmarka inn-
flutningin av fremmandari arbeiðsmegi, men at
skera alt yvir ein kamb og siga, at útlendsku ítrótt-
arfólkini eru ein trupulleiki fyri samfelagið, er langt
úti. Ískoytið, sum hesi geva okkum, man hava fleir-
falda virði av tí arbeiðinum, sum tey – møguliga –
taka frá føroyskum hondum.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Bumbaðar aftur í tíðina
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Ikki er lætt at spáa um framtíðina
Helgi Abrahamsen
Kai Vágfjall skrivar í
Dimmalætting tann 30.
mars, at tað er ikki sørt, at
eg havi havt hug at gera
gjøldur
burturúr
Knúti
Eysturstein í blaðkjakinum,
sum hevur verið okkara
millum hesa seinastu tíð-
ina. Hetta harmar meg, tí er
tað nakað eg ikki ynski, so
er tað at gera gjøldur burt-
urúr teimum, sum hava eina
aðra hugsjón enn eg havi
sjálvur. Sjálvandi skulu
fólk hava loyvi at vera
tjóðveldisfólk, sjálvt um eg
eri sambandsmaður, og
sjálvandi hava eg og Knút
Eysturstein loyvi at kjakast
í bløðunum, uttan at tað
merkir, at vit gera gjøldur
burturúr hvørjum øðrum.
Men eftir at hava sagt
hetta, roynir Kai Vágfjall
sjálvur at gera gjøldur burt-
urúr mær, við at seta mínar
spurningar inn í orðatakið
"ein býttur kann spyrja
meira enn ein vísur kann
svara" (orðatakið sigur
annars TÍGGJU vísir, men
sama ger. - Higartil hevur
tað hvørki eydnast at fáa
ein ella tíggju fullveldis-
menn at svara mínum
spurningum).
Kai Vágfjall sigur í
greinini, at tað ber snøgt
sagt ikki til at svara spurn-
inginum, hvussu eitt før-
oyskt fullveldi skal fíggjast.
- Tað var løgi !
Vit hava síðani 1999
fingið
Hvítubók,
"ís-
lendsku tølini", og sokall-
aðar "kravsgreiningar", og
harafturat hava embætis-
menn og politikarar ferðast
land og ríki runt, fyri at
sannføra Føroya fólk um, at
við 15 - 20 ára skiftistíð og
tveimum prosentum í bú-
skaparvøkstri, er eingin
trupulleiki at fíggja eitt
fullveldi. Og nú fáa vit at
vita frá einum fullveldis-
manni, at tað ber als ikki til
at gera slíkar útrokningar.
Men kanska hevur Kai
rætt í tí, at tað er hóast alt
ikki so lætt at spáa um
framtíðina. Tann sokallaða
"kravsgreiningin",
sum
løgtingsmenn fingu frá
landsstýrismanninum
í
fíggjarmálum í 2001, hevði
framskrivingar heilt fram
til ár 2016. Men longu í
2003 er landskassaavlopið
meira enn 200 mió. krónur
lægri, enn varisligasta met-
ingin í kravsgreiningini
vísti. - So tað er ikki undar-
ligt, at Tjóðveldisflokkurin
vildi sleppa í andstøðu,
sum støðan var vorðin.
Nógvir feilir í greinini
Annars eru nógvir feilir í
greinini hjá Kai Vágfjall.
Til dømis sigur hann tvær
ferðir, at blokkstuðulin er
600.000 krónur, hóast rætta
talið er meira enn túsund
ferðir so høgt (630 mió.
krónur). Av hesum peningi
sigur Kai, fer ein partur til
tað hann kallar "rindan fyri
donsk áhugamál her á
landi", og sipar hann til
rentur og avdráttir av lán-
um, sum føroyski lands-
kassin skyldar í Danmark.
Men hví skylda vit dønum-
og ikki onkrum øðrum
pengar? Svarið finna vit
millum annað í eini grein,
sum Kai Vágfjall sjálvur
hevði í bløðunum fyri 4 ár-
um síðani. Í henni segði
hann, at danska stjórnin tók
alla uttanlandsskuld okkara
uppá seg. Tí skylda vit
teimum pengar!
Um vit ímynda okkum, at
danir ikki høvdu hjálpt
okkum við lániskuldini, so
hevði Kai ikki kunnað
kallað tað donsk áhugamál.
Men spurningurin er, um
vit høvdu verið ríkari av tí ?
- Eg haldi ikki.
Landsbankin fullur av
blokkstuðli
Síðani sigur hann, at sam-
bandslandsstýrið
hevur
kunngjørt, at teir ætla at
"ræna pening, sum undan-
farna samgonga hevur spart
upp í Landsbankanum". Til
hetta er at siga, at Tjóðveld-
isflokkurin hevur eisini
gjørt eitt fíggjarlógarupp-
skot, sum vísir 99 mió.
krónur í halli, umframt at
77 mió. krónur skulu gjald-
ast í avdráttum. Hevur Kai
Vágfjall kannað eftir, hvar
Tjóðveldisflokkurin ætlar
at fáa hesar 176 milliónir-
nar frá, um tær ikki skulu
takast úr Landsbankanum?
Og hevur Kai Vágfjall
roknað út, hvussu stórt
hallið hevði verið á fíggjar-
lógaruppskotinum
hjá
Tjóðveldisflokkinum, um
eingin blokkstuðul var, og
inntøkurnar tí vóru 630
mió. krónur lægri enn tær
eru? Og hevur hann roknað
út, hvussu langa tíð tað
hevði tikið at tømt Lands-
bankan, um hesi tølini vóru
veruleiki?
Kanska skuldi Kai Vág-
fjall eisini roynt at roknað
út, hvussu nógv undanfarna
samgonga hevði klárað at
spart upp í Landsbankan-
um, um inntøkurnar í árun-
um frá 1998 til 2003 høvdu
verið 5.092 mió. krónur
(sum svarar til blokkstuðul-
in hesi árini) lægri enn tær
veruliga vóru.
Eingin niðurgering av
føroyingum
Einastaðni í greinini sigur
Kai Vágfjall soleiðis um
mínar blaðgreinar: "Skriv-
ingin hjá hesum erka sam-
bandsmanni, er, sum ikki
einaferð, ein niðurgering av
føroyingum, sum einki
nytta, einki duga o.s.fr." Eg
fari at enda við at spyrja
Kai Vágfjall, um hann kann
vísa á nakran setning sum
eg havi skrivað í bløðunum,
har føroyingar verða niður-
gjørdir, ella har eg sigi, at
føroyingar einki nytta ella
einki duga?
Ólavsøka í Keypmannahavn
Eisini føroyingar í
útlegd varðveita
føroyskan sið
Eftir at Martin Fjallstein
leiðari í Føroyahúsinum í
Keypmannahavn hevur tik-
ið stig til at samla fólk frá
fleiri av feløgunum í Keyp-
mannahavnarleiðini, er ein
arbeiðsbólkur nú settur til
at kanna møguleikarnar
fyri at halda ólavsøku á øk-
inum í og uttan fyri Norður
Bryggjuna á Grønlands
Handelsplads
í
Keyp-
mannahavn.
Hugskotið er komið, tí
tað nú er eitt stað, ein mið-
depil, har tað er møguligt at
halda eitt ólavsøkulíknandi
tiltak. Hetta er møguligt í
og uttan fyri Bryggjuna.
Til ber at rógva kapp á
sjónum fram við Bryggj-
uni, hava ymisk tiltøk til
gaman á sjálvum bryggju-
økinum
framman
fyri
Bryggjuna og hava onnur
mentanartiltøk í sjálvum
húsinum. Í stuttum kann
sigast, at umstøðunar eru til
góðar, nú føroyingar og
aðrir norðbúgvar hava fing-
ið ein framm úr góðan mið-
depil, har tey kunnu saml-
ast til álvara og gaman.
Bæði Trygvi Johansen,
leiðari á Føroysku Við-
skiftastovuni í Keypmanna-
havn, og leiðarin á Norður
Bryggjuni, Morten Mel-
gaard taka undir við og
stuðla tiltakinum.
Fyrstu fundirnir hjá ar-
beiðsbólkinum hava longu
verið. Ymisk tiltøk hava
verið løgd framm, og ar-
beiðsleiðarar eru settir til at
kanna møguleikanar fyri at
fáa tiltøkini upp á beinini
og síðani skal ein ætlan
gerast fyri at fáa tey mongu
tiltøkini gjøgnumførd.
Royndirnar hjá fólkunum,
ið skulu fáa tiltøkini í lag, so
at tað eydnast at fáa eitt stór-
sligið og vónandi væleydna
tiltak, er í lagi. Í arbeiðs-
bólkinum eru fólk, sum í
sínari tíð vóru við til at fyri-
reika tiltakið Føroyar í Fok-
us, fólk, sum hava staðið fyri
øðrum tiltøkum, m. a. før-
oyska ískoytinum til Keyp-
mannahavn sum Kulturby
´96, Nordatlantisk Kultur
Festiaval í 2002 og tað árligu
Atlantic Airways Færø Re-
gatta í Ishøj Havn, sum í ár
verður hildin fyri 17. ferð á
rað. Alt tiltøk, har tað hevur
verið um Føroyar, føroyska
mentan, føroyskt fólkalív og
føroyskt vinnulív.
Sjálvandi kann eitt tiltak
av hesum slag ikki fáast í
lag einans við tí stóra áhuga
og arbeiðságrýtni, sum øll í
arbeiðsbólkinum
vísa.
Krónur og oyru skula eisini
fáast til vega. Nøkur tiltøk
geva pening og hvíla í sær
sjálvum, onnur krevja pen-
ingaligan stuðul. Her kann
nevnast, at danir síggja før-
oyingar í Danmark og tað,
tey umboða, sum góða um-
boðan fyri Føroyar, før-
oyska mentan og føroyskt
vinnulív.
Arbeiðsbólkurin heldur
tað tí vera eina sjálvfylgu at
venda sær til føroysku
myndugleikarnar, føroyska
vinnulívið og norðurlensku
samarbeiðsfeløgini til tess
at fáa peningaligan stuðul
til eitt ólavsøkutiltak á
Norður Bryggjuni í Keyp-
mannahavn. Eitt tiltak, sum
vónadi verður ein fastur
árligur táttur, so føroyingar
í Danmark stoltir kunnu
siga:" Eisini føroyingar í
útlegd varðveita føroyskan
sið".
Hergeir Nielsen
Tað eru bara heilt fáir dagar
síðan, vit høvdu løgtings-
val, og tá flutti heili 20% av
andstøðuni hendanvegin.
Teir søgdu suðringum, at
undanfarna samgonga einki
hevði fingið av skafti, og at
teir skuldu gera alt so nógv
betri fyri oyggj okkara, tað
sokallaðu háborgina hjá
javnaðarflokkinum.
Teir komu, sóu og sigr-
aðu - og so fóru teir av-
staðaftur.
Nú hava teir so gingið
fjøllini, eisini her um
okkara leiðir, og eru farnir
at drepa niður á rættini.
Miðnámssskúlin- ein
skerdur fuglur
Undir valstríðnum boðaði
javnaðarflokkurin frá, at
hann toldi ikki, at mið-
námsskúli varð bygdur í
Vági. Ja, vit høvdu klovið
teimum oynna, søgdu tey í
javnaðarflokkinum
og
harmaðust um, at vit ikki í
staðin
umvældu
gamla
kommunukontórið til enda-
málið, so sum tey høvdu
skotið upp.
Vit ætlaðu hinvegin, at
miðnámssskúlin í Vági
skuldi gerast nakað heilt
serligt fyri ungdómin í
Suðuroynni. Hann skuldi
harafturat verða eitt tilboð
til ungdóm uttaneftir eisini.
Skúlin verður nú brædd-
ur niður. Hann verður ein
skerdur fuglur, ið als ikki
fær tað flog yvir sær, sum
vit ætlaðu honum.
Vit høvdu játtað honum 6
mió.kr. hetta fíggjarárið,
men teir hava nú skorið
hann niður við 25%, og
harafturat hava teir strikað
meginbókasavnið.
Ein høvuðsmaðurin fyri
hesum slátrinum er Jacob
Vestergaard, ið sum borg-
arstjóri hevur slóðað undan
og forða einum kommunal-
um samstarvi á hesum øki.
Nú fólkaflokkurin fekk
ræði á mentamálum var
harafturat skjótt at fáa lívið
av meginbókasavninum, og
so varð gjørt.
Saman at halda var ei
okkum givið. Kommunalt
samstarv í Suðuroynni stó
ikki royndina. Tey mest
felagskommunalu omanfyri
hálsvølin vendu ranguna út,
og blakaðu aftur ein tann
stórsta møguleikan fyri
mentanarligum ávøkstri, ið
suðringum kemur at standa
i boði í fleri tíggjuára -skeið
framyvir.
Gransking
Tað er farið at loysa seg at
senda fisk til Kina, og fáa
hann skornan aftur fyri væl
minni, enn vit sjálvi kunnu
skera hann fyri.
Henda gongd setur stór
krøv til okkara, og allir
møguleikar fyri eini skila-
betri úrtøku eiga at verða
kannaðir.
Í øllum vesturheiminum
er dentur lagdur á, at
gransking, menning av vit-
an, tøkni os.fr. er vegurin
fram, men orðaskiftið á
tingi um fíggjarlógini segði
okkum, at menn óttast
gransking og framburð.
Granskingardepilin fyri
økismenning skipaði fyri
stak áhugaverdum fundi í
Vági fyri 3 vikum síðan um
gagnnýtslu av fiski - og
fiskaúrdráttum. Greidliga
kom fram týdningurin av
gransking í gørnum oø.,
sum annars fer burtur.
Hesin fundur var ikki
nakað fyri samgongumenn.
Teir møttu ikki og høvdu
ongan áhuga fyri hesum
fundi. Undir viðgerðini av
fíggjarlógini vildi formað-
urin í vinnunevndini haraft-
urat ikki so mikið sum
hoyra talan um nakra játtan
til gransking yvirhøvur.
Meðan
íslendingar
granska á høgum stigi og
brúka heili 2% av BTÚ til
at menna og virðisøkja
fiskatilfeingi, hevur sam-
gongan skorið alla gransk-
ing niður, og í staðin mann-
að ein serligan bólk av so-
kallaðum
suðuroyating-
monnum.
Allur heimurin heldur nú
ondini, til hesin heilatrust-
urin kálvar og sigur okkum,
hvussu russarafiskur kann
flytast umvegis landskass-
an til Vágs, og síðani aftur
hagar, hann kom, sam-
stundis sum vit ikki hava
ráð at nerta okkara egna
fisk.
Kinasyndromið,
sum
loypir skelk á heims-
búskapin, sæst hava fingið
ein føroyskan mótpart.
Granskingardepilin í
Vági slaktaður
Granskingardepilin í Vági
slakta teir í einum høggi.
Hetta er tann einasti av
slagnum, sum er í Suður-
oynni, og vit ætlaðu at
menna hann enn meira.
Men so skuldi ikki verða.
Javnaðarflokkurin fekk
tað vald hann bað um, og
enn eitt framtak um okkara
leiðir verður sópað burtur
úr oynni í einum nosi, og
vit vera tey 4 almennu
størvini fátækari.
Ætlanin var at knýta enn
fleiri ungfólk, suðringar við
hægri útbúgvingum, at
hesum stovni, men nei. Tað
verður ikki tolt, at almenn
størv, ið krevja útbúgving,
finnast í syðru helvt av
Suðuroynni. Alt, sum luktar
av framburði, skal tyrvast í
modnaroyki..
3 størv í Skørðunum í
Porkeri fóru fyri mánaði
síðani, og roknað verður
við, at eini tvey størv rúka á
almanna-
og
toll-
og
skattstovuni á Tvøroyri.
Morðgírigir menn eru
setstir við reyðu knøttarnar,
og náði finst eingin.
Granskingardepilin
er
skerdur við fleiri enn 30 %
við tilvísing til, at hetta er
sjálvur lønarparturin. Allir
aðrir stovnar í landinum
halda fram við sama lag.
Tann einasti av teimum,
sum liggur íVági verður
slaktaður. Hví?
Hetta eru einastu størv
við hægri útbúgving, sum
eru komin til Vágs í nýggj-
ari tíð frásæð Miðnáms-
skúlanum.
Greitt er, at teir partar av
landinum, sum hava bjóðað
fólki við hægri útbúgving-
um størv, hava ment seg
skjótast.
Suðuroyggin hevur hin-
vegin bara havt fiskivinn-
una á dúva á, og hevur hetta
eisini merkt, at ein einvegis
burturflyting av ungfólki
hevur verið av oynni. Nøk-
ur venda aftur, men tey við
hægri útbúgving búseta seg
aðrastaðni.
Suðuroyingar hava
ikki skil fyri umsiting
Søguliga sjáldsom uppskot
vóru viðgjørd á tingi um
dagarnar, men eisini her
varð dripið niður, so skjótt
menn vóru komnir á rætt.
Teir tríggir sokallaðu
suðuroyatingmenninir
blóðgaðu
knívarnar
og
forðaðu saman við øðrum
samgongumonnum fyri, at
umsitingin av Strandfar-
skipum Landsins kundi
flytast til Suðuroyar. Ikki
talan um nøkur almenn
størv til suðringar, søgdu
teir ráðandi.
Formaðurin
í
vinnu-
nevndini fór enntá so langt,
at hann noktaði fyri einari
sámuligari nevndarviðgerð
av málinum.
Í øðrum lagi skutu vit
upp, at suðringar sluppu at
umsita Smyril. Ikki talan
um, søgdu suðuroyarting-
menninir í samgonguni.
Teir vóru skjótir á reyðu
NEI-knøttunum og skutu
niður allar møguleikar fyri,
at suðringar sluppu so frægt
sum at umsita sína egnu
ferju.
Eiðasørir fyri hugskotum
vóru teir sjálvir í andstøðu,
og púrgeldir í samgongu
síggja teir niðurbrótingina
av Suðuroynni sum eina
uppgávu í sjálvum sær.
Skattalættin fíggjar
tað sum manglar í
"Ábyrgdarloysi" er eitt
hugtak, sum ofta verður
nýtt í politikki.
Orðið er munandi meira
álvarsamt
enn
mangur
gevur sær far um. Hinvegin
er torført at finna nakað
annað heitið fyri tí pol-
itikki, sum henda sam-
gonga hevur sett sær fyri at
reka.
Vit skulu hava eina kvart
mia. kr. í halli á fíggjarlóg-
ini, siga teir í fyrsta lagi.
Í øðrum lagi siga teir, at
tey sum hava serliga góð
ráð at fíggja hallið, skulu
sleppa undan.
Og í triðja lagi siga teir
ikki so nógv, men fara sum
tjóvar á nátt eftir innistand-
andi, sum vit løgdu eftri
okkum, at fíggja ein polit-
ikk, sum teir ikki hava dirv-
ið til at rinda fyri sjálvir.
Okkara fíggjarlóg
Í okkara upppskoti til fíggj-
arlóg hava vit dirvi til at
reka politikk.
Vit vilja fjálga um útjað-
aran,
miðnámsskúlan,
gransking og Vágs havn, og
og tað sæst aftur í uppskoti
okkara.
Havnir og vegir, sum vit
hava givið tilsøgn til, halda
vit fast um, og strika ikki
hesa íløgur, so sum sam-
gongan ger í fleiri førum.
Ella rættari sagt bert í teim-
um førum, har teir kunna
vinna okkum suðuroying-
um neisir.
Vit vildu hildið áfram
móti einum sjálvberandi
búskapi, men hesir trokaðu
okkum av, og skuldu gera
alt so nógv betri.
Einki, absolutt einki,
bendir tann vegin - tíverri.
VIÐMERKINGAR
Nú drepa teir niður á rættini
C
M
Y
K
11
10