Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-21, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. apríl 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 75 - 21. apríl 2004 Nr. 75 - 21. apríl 2004 13 fyri vaksin. Annars átti tað at verið heilt natúrligt, at fleiri av okkara fólkum vóru at sæð á vanligum arbeiðspláss- um. Ein møguligur máti at lønt teimum mátti kunna funnist í einum samanspæli millum pensión og samsýn- ing. Fá av hesum fólkum kunnu vera har uttan stuðul og hjálp. Í staðin fyri at havt løntan stuðul við sær til arbeiðis, sum man við- hvørt ger í øðrum londum - tað hevði verið ov kostnað- armikið, og heldur ikki ser- liga virðiligt - kundi okkurt álítandi fólk, sum starvaðist har, fingist at tikið sær ábyrgd av viðkomandi og hjálpt og stuðla honum. Sjálvandi fyri rímiliga sam- sýning. Í uppskotinum til fíggjar- lóg fyri í ár er ongin játtan á fíggjarlógini til nýggjar bústaðir og arbeiðspláss til menningartarnað. Og tað var tað heldur ikki í fjør. Játtandi politiski myndug- leikin hevur ikki prioriterað íløgur til hetta nóg høgt. Men tað kunnu vit ikki liva við, tí vit vita, at fleiri vaks- in menningartarnað - onkur væl komin til árs - og teirra avvarðandi hava stóran tørv á búplássi her og nú. Altso akuttan tørv. Vit vænta og vóna tí, at útvegir kunnu finnast til at seta eitt sam- býli á stovn beinan vegin. Eitt sindur um bygg- ing av nýggjum sam- býlum og viðlíkahald av verandi sambýlum. Og so okkurt annað aftrat Tað frøddi meg at hoyra í útvarpinum, at landsstýris- maðurin í almannamálum nú ætlaði at fáa Húsaláns- grunninum heimild til at kunna fíggja m.a. nýggjar bústaðir til menningartarn- að. Havi skilt, at í tí grunn- inum eru um leið 150 mill. tøkar. Vóni at heimildin eisini fer at fevna um við- líkahald og møguliga eisini umbygging av verandi sambýlum. Tað treingir virkuliga til í fleiri førum. Vóni eisini, at Húsaláns- grunnurin fer at kunna fíggja nýggj sambýlir til tey, sum eru ringast fyri og enn búgva á Eirargarði. Eisini at politiski myndug- leikin finnur útvegir fyri, at øll tey, sum enn búgva und- ir bústovnaforminum, kunnu fáa pensión sum onnur. Hvussu tey eru fyri eigur ikki at vera avgerandi fyri, antin tey skulu fáa pensión ella ikki. Teirra støða er ikki virðilig, sum er. Fari at heita á løgtings- fólk um at skapa landsstýr- ismanninum í almanna- málum møguleikar fyri at kunna lata Serstovnadeild- ina fara undir at byggja nýggj sambýli til menning- artarnað við tí nýggja sam- býlinum í Klaksvík sum fyrimynd. Landskassin eig- ur at bera kostnaðin av tí partinum av bygninginum, sum skal nýtast til felags- rúm og starvsfólkarúm, meðan leiguinntøkurnar frá íbúðunum hjá búfólkunum fíggja restina. Um ein leiga 2000 kr. stór (tað er vanliga leigan í dag) ikki klárar fíggingina yvir tey vanligu 20 ella 30 árini, so má ára- málið leingjast. Ella má pensiónin hækkast, so bú- fólkini orka at gjalda hægri leigu. Eftirskúli fyri menning- artarnaðan ungdóm verður, sum skilst byrjaður í ár. Endamálið við honum er at gera tey, sum skulu ganga har, so sjálvbjargin og sjálvstøðug sum møguligt. Henda skúlagongd gevur onga meining, um ikki bú- staðar- og arbeiðstilboð standa teimum í boði aftaná lokna skúlagongd. Eg noyðist at minna á byggimálið í sambýlinum í Smærugøtu, tí líknandi mál stinga seg upp av og á til stóran ampa fyri okkum. Tá kommunalar byggisam- tyktir kunnu tulkast so- leiðis, at tær diskriminera fólk við breki í at seta búgv í einum øki, sum annars sambært byggisamtykt kommununnar er íbúarøki, so fari eg at heita á tykkum løgtingsfólk um at lóggeva fyri, at hetta ikki skal kunna bera til í framtíðini. Smb. løgtingslóg nr.13 um býarskipanir og byggisam- tyktir § 4, skal landsstýrið góðkenna byggisamtyktir. Tí hava løgting og lands- stýri medábyrgd fyri, at slíkt kann koma fyri. Fari at loyva mær at enda við hesum orðum um míni egnu viðurskifti. Eg eri ómetaliga takksamur fyri, at mín menningartarnaði sonur, sum nú er 30 ára gamal, var so heppin her fyri 1 ári síðani at sleppa at búgva á einum sambýli, har hann hevur tað sera gott undir góðum og tryggum umstøðum. Og tað allar- besta er at fáa loyvi til at uppliva, at hann er í góðum hondum hjá sera dugnalig- um starvsfólki við einum avbera sunnum og med- menniskjaligum hugburði til búfólkið. Tíbetur eru tað fleiri enn eg, sum kunnu siga tað sama. Men eg hevði viljað ynskt, at umstøðurnar vóru soleiðis, at øllum foreldrum kundi unnast at uppliva tað sama, meðan tey enn eru í hampiliga góðum árum. Takk fyri. Á temadegnum Javni skuldi hava fyri løg- tingsfólki mánadagin 19. apríl, skuldi eg havt henda fyrilestur. Men temadagurin varð avlýsur í síðstu løtu vegna ov ringa undirtøku. Vóni at fyrilesturin kortini kann røkka løgtings- fólki - og øðrum áhugaðum gjøgnum blað tykkara. Torfinn Hentze, Starvsnevndarlimur Tá Javni hevði vitjan av Lone Hertz í fjør, og vit í tí sambandi høvdu almennan fund í Norðurlanda-húsin- um m.a. um bústaðarviður- skifti, vóru nøkur løgtings- fólk eisini møtt, og tað vóru vit í Javna fegin um. Men tá nøkur teirra tóku orðið, kendist tað sum um, tey vóru ov illa inni í við- urskiftunum hjá fólki við menningartarni. Tað má vera tekin uppá, at vit í Javna ikki hava verið nóg dúglig til at upplýsa tey. So hetta er helst eitt gott hugskot við hesum upplýs- andi temadegnum fyri tykkum. Kanska fer hetta eisini at gera tykkum upp- aftur betur løgtingsfólk fyri "okkara fólk", enn tit hava verið. Hvør veit. Ætlanin við hesum innleggi er at royna at lýsa bústaðar- og arbeiðsstøðuna hjá fólki við menningartarni. Fyrst, at lýsa støðuna sum hon nú er. Og í tí smb. lýsa nakrar orsøkir til støðuna. Fyri tað næsta, at lýsa hvussu hon átti at verið. Fyri tað triðja, hvussu røkkast kann á mál. Støðan, sum hon nú er Vit skilja ímillum 3 ym- iskar búformar. Bústovnar, sambýli og íbúðir. Og so tey, sum ongastaðni hava at búgva, uttan heima hjá foreldrunum. Hetta er so tann 4. búformurin, men hann átti ikki at verði til. Eg fari at lýsa støðuna fyri hvønn búformin fyri seg. Fyrst tey, sum búgva á bústovni Tann størsti bústovnurin er Eirargarður, har á leið 20 fólk búgva. Umframt eru 5 smærri bústovnar við frá 4 fólkum uppí 8 fólk. Sostatt búgva umleið 45 - 50 fólk undir bústovnaforminum enn. Tað serliga við hesum búformi er, at tey fáa ikki pensión sum onnur við breki. Her hevur hvørt bú- fólk sítt egna kamar, meðan køkur, uppihaldsrúm og bað/wc eru felags. Tað almenna rindar alt, mat, klæðir og alt annað. Eisini bústaðarkostna (ella húsa- leiga), og starvsfólka- kostna. Øll búfólkini fáa hvør sær somu upphædd í lummapengum, sum tey sjálvi kunnu ráða yvir. Hesum bústaðarformi er tíðin langt síðani farin frá, og hann verður heldur ikki brúktur longur í londunum, vit plaga at samanlíkna okkum við. Ein lítið virði- ligur máti at liva og búgva uppá. Arbeiði hjá hesum fólkum Hesi fólk eru í flestu førum rættiliga illa fyri. Tey eru í arbeiðstíðini á virkishúsi ella tilhaldi, egnaði til tey. Eftir teirra umstøðum eitt gott "arbeiðstilboð". Síðan tey, sum búgva á sambýli Tað vanligasta í dag er sam- býli. Ein treyt fyri at kunna búgva á sambýli er, at man fær pensión, ella hevur aðra tilsvarandi inntøku. Tað er eisini tann bústaðarmátin, sum hóskar best til tey allarflestu av "okkara fólk- um". Undantikið eitt nýtt sambýli í Klaksvík, sum varð bygt til endamálið, eru sambýlini ofta í vanligum sethúsum við umleið 6 bú- fólkum. Hvørt búfólkið hevur sítt egna kamar, og í summum førum - ikki altíð - sína egnu lítlu stovu og bað/wc. Harumframt er so felags køkur og uppi- haldsrúm fyri øll búfólkini. Tey gjalda sjálvi allar útreiðslur sum onnur fólk. Tað verið seg mat, klæðir, olju, el og tílíkt, eins og húsaleigu. Tann stuðul teimum tørvar til dagligt, fáa tey frá starvsfólki. Tað gjalda tey tó ikki sjálvi. Starvsfólkatalið er ymiskt frá einum sambýli til ann- að. Tørvurin hjá búfólkun- um avger tað. Búfólkini lut- taka í dagliga húsarhaldin- um eftir førimuni. Tey hava góðan møguleika fyri priv- atlívi. Hava tey brúk fyri at vera fyri seg sjálvan, so ber tað væl til. Hava tey brúk fyri samfelagi við hini bú- fólkini ella starvsfólk, so ber tað eisini væl til. Sam- anborið við bústovnaform- in er tað ein virðiligari máti at búleikast uppá. Tey gjalda fyri seg sjálvan av síni pensión. Tey búgva jú á ein hátt fyri seg sjálvan, men hava góðan møguleika fyri sosialari samveru, stuðli og hjálp, og nýtast tí ikki at kenna seg einsa- mallan. Arbeiði hjá hesum Flestu búfólkini arbeiða á vardum verkstað í arbeiðs- tíðini. Okkara vardu verk- støð eru øll stór og til nógv arbeiðsfólk. Flestu teirra trívast væl har. Men ikki øll. Av ymiskum orsøkum. Summi teirra egna seg ikki har. Onnur klára ikki at vera ímillum so nógv fólk, ella befinna seg ikki har av øðrum orsøkum. Verkstað- ið "Vón" hevur í eina tíð roynt seg við einum "úti- holdi" uppá 4-6 mans, sum hevur riggað væl. Nøkur heilt fá eru á vanligum ar- beiðsplássum - tó ikki fyri vanliga løn. So koma tey, sum búgva í egnari íbúð Nøkur heilt fá, sum eru væl fyri, búgva í egnari íbúð. Hesi gjalda eisini allar út- reiðslur sjálvi av síni pensión. Flestu teirra fáa tó nakað av stuðli nakrar tím- ar um vikuna. (Her er stuð- ulsskipanin fyri vaksin við í myndini - ikki starvsfólk sum á sambýlum). Eisini ein virðiligur máti at liva og búgva uppá - um tey megna tað. Vandi er í hvussu so er fyri, at tey gerast einsamøll. Arbeiði hjá hesum Hesi eru flest øll á onkrum vanligum arbeiðsplássi, men ikki fyri vanliga løn. Og so endiliga tey, sum ongastaðni hava at búgva uttan heima hjá foreldrunum Hesi lutfalsliga nógvu hava væl alt barnaheimið meir ella minni at ráða yvir. Tey fáa eisini pensión. Hvussu hon verður brúkt ella, hvat hon verður brúkt til, man vera ógvuliga ymiskt. For- eldrið ella foreldrini eru í høvuðsheitinum stuðlar. Summi hava tó eisini stuðul frá stuðulsskipanini fyri vaksin. Heldur ikki serliga virði- ligur máti at búgva uppá hjá vaksnum fólki - við- hvørt tilkomnum fólki ella fólki væl komnum til árs. Arbeiði hjá hesum Nøkur teirra eru á vardum verkstøðum. Onkur ein- stakur á vanligum arbeiðs- plássi - tó uttan vanliga løn. Og fleiri hava onki at fara til. Kanska tí tað onki kost- ar í starvsfólkaløn at lata tey ganga heima hjá for- eldrunum ella avvarðandi. Samantak At síggja til - yvirfladiskt, so ljóðar alt hetta saman- umtikið kanska ikki so gal- ið, og tað er tað á ein hátt heldur ikki. Fleiri teirra hava jú rættiliga góðar um- støður. Men verður hugt eitt sindur nærri ella djypri, so eru fleiri vansar. Hugsa vit bert um bústaðir, so er størsti vansin og trupulleik- in, at øll als ikki fáa sama møguleika at flyta úr barnaheiminum út at búgva. (tolir at verða lisið einaferð aftrat) Og so er tað man spyr, hvussu ber nú tað til??? Nakrar orsøkir til hesa støðuna Yvirordna - sum man plag- ar at siga - trúgvi eg, at grundleggjandi orsøkin er, at politiski myndugleikin og samfelagið sum heild ikki gjørdu sær greitt í síni tíð, hvat tað fór at føra við sær og krevja í framtíðini, at hesir føroyingarnir í staðin fyri at verða eksporteraðir til Danmarkar í barna- ella ungdómsárunum, nú skuldu verða verandi í Føroyum. Ikki tí, at hetta ikki var tann rættasta avgerðin. Tað var tað. Ongin ivi um tað. Men tað hevur sett nøkur krøv til okkum sum samfelag, sum vit áttu at havt nøktað betri. Ikki tí, fleiri teirra hava, sum fyrr sagt fingið rætti- liga góðar umstøður og møguleikar, bæði til bústað- ir og arbeiði, men ov nógvir hava fingið ov vánaligar ella als ongar møguleikar. Altso, at samfelagið ikki hevur viljað goldið fyri, at øll hava kunnað fingið sama møguleika. Og tað kann ikki vera rætt. Og tí má tíðin nú vera komin til at gera nakað við tað. Vit mugu fáa betri skipaði við- urskifti á hesum økinum nú. Hyggja vit meira undir- ordna og nágreiniliga at or- søkum, so er ein týðandi orsøk uttan iva, at lógar- verkið á hesum øki als ikki er nøktandi. Tað - altso lóg- arverkið - áleggur ikki myndugleikunum og sam- felagnum ábyrgd til at syrgja fyri bústaði og ar- beiði til hesi fólk, tá tey gerast vaksin, men heimilar ella loyvir bara myndugleik- unum at skaffa teimum bústað og arbeiði. Tað vil í roynd og veru siga, at tað er upp til tað til eina hvørja tíð sitandi politiska valdið at avgera, hvussu høgt ella lágt bústaðar- og arbeiðsøki hjá menningartarnaðum skal prioriterast í mun til annað alment virksemi í landinum. Og tað viðførir so, at tað er ógvuliga skiftandi og ósikk- urt, hvussu nógv verður játt- að frá einum ári til annað. Royndirnar seinastu nógvu árini hava í hvussu so er víst tørvandi játtanir á fíggjar- lógini. Hesin problematikk- urin verður annars sera væl lýstur í Álitinum um bú- staðarviðurskifti hjá brek- aðum í Føroyum, sum er frá apríl 2000. Løgtings- fólk kunnu fáa álitið við at venda sær til Javna, um tey ikki longu eiga tað ella hava atgongd til tað. Hesar umstøðurnar koma til sjóndar á tann hátt, at tá tey skula flyta út heiman- ífrá, fáa tey ikki pláss á nøkrum sambýli, tí sam- býlini eru alt ov fá og nøkta als ikki tørvin. Ongir peng- ar verður sagt, tá spurt verður hví. Skuldi eitt eink- ult pláss verið leyst, er ikki sikkurt, at viðkomandi hóskar inn akkurát har. Menningartarnað fólk eru jú líka so ymisk sum vit onnur, og tað eru jú ikki øll sum hóska at búgva saman. Og so kundi tað kanska hugsast, at tað eisini kann vera tað, at tað er bíligari fyri samfelagið - í hvussu so er í fyrstu syftu - at tey búgva heima hjá foreldrun- um ella øðrum avvarðandi. Hesi fáa jú onga starvs- fólkaløn. Men tá so foreldur/av- varðandi fella frá, ella knappliga ikki orka meir, hava vit eina akutta støðu, soleiðis at tá má búpláss skaffast her og nú. Og tað kann ofta gerast rættiliga kostnaðarmikið. Haraftrat gerast rættiliga tyngjandi í aðrar mátar bæði fyri starvsfólk og búfólk. Hvussu áttu so bú- staðar- og arbeiðs- viðurskiftini at verið? Tá barnið er vaksið (umleið 20 ára aldur) vita myndug- leikarnir, at tørvur verður á bústaði og arbeiði, og tá átti tilboðið at verið klárt. Persónurin er jú kendur í systeminum og tí eisini hansara tørvur / tørvir. Stutt, sera einfalt og greitt. Og hvussu røkka vit so tí málinum? Og tað kann afturímóti ikki sigast so stutt, einfalt og greitt. Í fyrsta lagi er neyðugt at broyta lógarverkið soleiðis, at myndugleikarnir hava plikt til at lata hóskandi bústað og arbeiði standa teimum menningartarnaðu í boði, tá tey hava aldur til at flyta heimanífrá. Tað átti ikki at verið neyðugt at lóg- festa hetta, men royndirnar hava tíverri víst tað vera neyðugt. So vita tey og avvarðandi teirra, í hvussu so er, hvat tey kunnu krevja. Sum nú er kunnu tey onki krevja, bara vóna vælvild. Henda veruleika - altso at tað er neyðugt at lógfesta rættindir hjá fólki við breki - hevur man viðurkent t.d. í Noregi og Danmark. Bæði í norsku sosialtjenesteloven og donsku serviceloven er staðfest, at landsins mynd- ugleikar hava plikt til at syrgja fyri bústaði, arbeiði o.l. til fólk við breki. Havi ikki kannað tað aðrastaðni. Játtandi politiski myndug- leikin mátti eisini duga at sæð tað rímiliga og skila- góða í at játta neyðugan pening til bústaðir og ar- beiðspláss so hvørt, sum tørvurin er, t.v.s. alla tíðina ella javnan. Tað er for seint, ella í hvussu so er øðiliga tungt at koma uppundanaft- ur, um hetta økið hjá menn- ingartarnaðum sleppur at sigla líka so langt afturút, sum hetta sama økið hjá teimum við sinnisbreki, nú er. Vit skjóta tí upp, at gjørd verður ein 5 ella 10 ára ætl- an fyri økið, og at farið verður í holt við tað alt fyri eitt. Foreldur, sum av einari ella aðrari grund, kundu hugsa sær at havt nú vaksna barnið heima, kanska so leingi, sum tey orka líka væl sum nú, áttu at verði ráðgivin í, hvussu skilagott tað er at lata vaksna barnið flyta heimanífrá, bæði fyri sína egnu skuld og vaksna barnsins skuld. Aðrar góðar grundir kundu eisini verði nevndar, bæði per- sónligar og samfelagsligar, men lat tað liggja á hesum sinni. Men verður vaksna barnið ov leingi í barna- heiminum, so verður flyt- ingin ofta bæði dýrari og truplari. Havi ongantíð duga at sæð tað rætta og rímiliga ella natúrliga í bara at hava stór vard verkstøð. Smærri vard verkstøð ella arbeiðs- pláss kundu væl verði sett á stovn uttan so stórar íløgur. Samanber við áður nevnda útiholdið, sum er knýtt at verkstaðnum Vón. Kanska hevði hetta eisini kunnað minkað um útreiðslurnar til stuðlar í stuðulsskipanini Bústaðir og arbeiði til menningartarnað fólk Kallað barnið tað tú vilt VIÐMERKINGAR VIÐMERKINGAR Framhald á síðu 13 Framhald av síðu 12 Gunnar K. Nattestad Høgni Hoydal saman við Tjóðveldisflokkinum, held- ur fram við átakinum »Klandur fram um úrslit«. Tað hevur meira at siga, at fáa »góða« (les nógva) umtalu enn gott umdømi. Brotin lyfti Høvuðsendamálið hjá und- anfarnu samgongu (1998- 2003) kann av sonnum sig- ast at hava uppiborið yvir- skriftina "Stór orð, men lítið verk". Vit minnast orð sum fullveldi, fólkaat- kvøða, ábyrgd, rættartrygd, samstarv o.s.v., men nær um einki kom av skafti, hóast 6 ár vóru teimum givin at virka í. Nýggjar tíðir Nú er so nýtt blóð komið til og lagt er frá landi. Tað fyrsta ið stendur á skránni er at fáa rætta skútuna upp eftir fíggjarliga vannstýring hjá Tjóðveldinum. Tjóð- veldið bjóðaði Føroya fólki út at eta, men tá avtornar, stendur gesturin eftir við rokningini. Fíggjarlógin 2003 skuldi hava eitt yvirskot uppá 240 mió., men úrslitið verður helst 230 mió. verri. Upp- skotið hjá undanfarnu sam- gongu fyri 2004, sum á pappírinum vísti yvirskot tá avgjøld á grønar keks o.l. var við, hevði eftir fram- skrivingum hjá fíggjarmála- ráðnum, víst undirskot á uml. 270 mió. Hugsa vit um undirmetingar av útreiðsl- um, sum Karsten Hansen var meistari í, so er ivasamt um hettar forslær. Fyri 2003 var talan um eykajáttanir fyri yvir 200 mió. Tá man ikki longur kann reypa av førdum fíggjar- politikki - so er bara at skifta evni. Tíðindaskrivið Bárður Nielsen hevur fylgt einari mannagongd hjá undanfarna fíggjarmálaráð- harra, og tað er at fara út í býin at leita sær ráðgeving. Hetta fellur Høgna Hoydal fyri bróstið og tí blæsir hann enn eina balón upp. Hon veksur í hvørjum - til hon einaferð brestur og so er einki at fara eftir al- líkavæl. Í Høgna’sa tíð var man "smartari". Tá bleiv fjøl- miðlafólkid (við røttum liti) heldur sett í fast starv. Jú ymsir eru mátarnir! Eingin verri enn ákærin Ákærurnar um politiskar útmeldingar fyri almenna rokning, hava havt góðar dagar seinastu 6 árini. Onki annað Landstýri hevur nakrantíð brúkt so nógva orku og pengar sum Høgna’sa menn, til tað sum sanniliga kann kallast "pol- itiska upplýsing". Dømi um bóklingar, heimasíður, tíð- indafundir og ferðir v.m. eru nógv. Her eru mangan politiskir boðskapir við hálvum og heilum sann- leikum og lygnum lagdir á blik. Á heimasíðuni "ful- veldi.fo" eru m.a. hesi brot tykin: Brot 1 "Sum eitt danskt heimastýri eru vit ikki javnsett við onnur fólk, og hava ikki atgongd til beinleiðis sam- starv við heimsins lond og felagsskapir." Viðmerking: Tað er beinleiðis lygn at vit onki beinleiðis samstarv hava við onnur lond og felagskapir. Í øðrum umfari eru vit beinleiðis umboðaði á Fókatingi og kunna so- statt beinleiðis ávirka tær avgerðir ið har vera tiknar. (Hetta staðfesta Høgni Hoydal og Tjóðveldisflokk- urin við at stilla upp til Løgtings- og Fólkatings- val) Brot 2 "Men farnu nógvu árini hava viðurskiftini millum londini verið merkt av stríði um vald, ábyrgd og pengar, og tað hevur altíð verið orsakað av teirri politisku støðuni har Danmark er omaná og Føroyar eru undir." Viðmerking: Heimastýrisskipanin er ikki fullkomin, men tað eru tey sum umsita hana so sanni- liga heldur ikki. Tað er rætt- ari at siga at persónarnir (Høgni, Nyrup v.m.) altíð hava verið grundin til stríð- ini sum hava verið. Danmark er sum ríki (Føroyar, Grønland og Danmark) í nøkrum førum omanfyri Føroyskar mynd- ugleikar - MEN, BERT SO LEINGI SUM VIT SJÁLVI YNSKJA AT VERA PART- UR AV HESI SKIPAN = AVGERÐIN LIGGUR Í FØROYUM!!!!!!!!! Tað er tað sum "sjálvs- avgerðarrættur" merkir. Brot 3 "Uttan eina greiða fatan av hvat tað er, vit vilja, er skjótt at vit enda við onkr- um, sum vit als ikki taka undir við ella vilja kennast við. Tað var tað sum hendi í 1946, tá Føroyar fingu sína verandi heimastýrisskip- an." Viðmerking: Aftur ein beinleiðis lygn. Heimastýrisskipanin hevði ein meiriluta av føroying- um aftanfyri seg tá hon kom og hevur tað eftir øll- um at døma enn. Tað var helst grundin til at undan- farna samgonga fór frá fullveldistøkuni, yvir til framhaldandi at arbeiða við sjálvbjargni og yvirtøkum eftir heimastýrisleisti. Okkara avbjóðing Trupuleikin hjá føroying- um er, at øll vilja ikki akk- urát tað sama. Tí er neyðugt at vit koma til eina semju. Hetta vildi Høgni Hoydal ikki vera við til, uttan so at øll meintu sum hann. Nýggja samgongan hevur gjørt eina breiða semju um ríkirættarliga politikkin (67% av veljarunum aftan- fyri). Breiða semjan minnir nógv um mannagongdina sum undanfarna samgonga endaði við at praktisera, so veruliga undirtøkan liggur ivaleyst nógv hægri. Okkara verk Fyri at vinna Føroyum veruligt sjálvbjargni er ikki neyðugt at brúka stór orð, men heldur at fara til verka. Vit mugu, sum samgongan hevur sett sær fyri, menna okkara samfelag til at greiða okkara egna húsar- hald. Hetta gerst ikki einans við at skera av blokkinum, (søguliga sæð tryggastu inntøku okkara) men held- ur við at vit skaffa okkum aðrar og fleiri inntøkur, so at tað í longdini ikki verður neyðugt at fáa blokkin. GÓÐA EYDNU! Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, ið á ymiskan hátt vístu samkenslu og hjálptu okkum, tá kæri maður, pápi, verfaðir og abbi okkara Holgar Poulsen andaðist og varð jarðaður. Tøkk fyri blómur og kransar og tøkk til tykkum øll, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Brynhild Bjørg, Jógvan, Brynhild, Beinir, Lotte og Rakul C M Y K 13 12