mikudagur 21. apríl 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 75 - 21. apríl 2004
15
200 sangarar í Cristianskirkjuni
Leygarkvøldið var ein
konsert í Christians-
kirkjuni í Klaksvík
við einum kóri við
yvir 200 sangarum.
Konsertin var eitt úr-
slit av einari miðvís-
ari venjing allan leyg-
ardagin, har fólk, sum
hava sungið við
KFUM og K kóri síð-
ani 1960, vóru við
KONSERT
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík:
– Alt eydnaðist væl, og eg
haldi ikki, at nakað kiksaði,
sigur ein glaður og væl-
nøgdur
Tummas
Pauli
Mýri, ein av fyrireikarun-
um av tiltakinum leygar-
dagin.
Hann greiðir frá, at kórið
vandi níggju sangir gjøgn-
um dagin í kirkjuni, og alt
endaði við einari stórari
konsert, har umleið 4-500
fólk lýddu á. So við kórin-
um so mundi talið á fólki í
kirkjuni
leygarkvøldið
sníkja seg upp á tey 700, og
tað eru fyrireikararnir væl-
nøgdir við.
Sangirnir, sum vórðu
sungnir, vóru blandaðir.
Tveir vórðu framførdir aca-
pello og tveir við klaver-
fylgispæli. Og eisini vóru
fimm streingjakórsangir.
Fyrst sang kórið fýra, síð-
ani var andakt við Hans
Eileri Hammer, presti, og
so sang kórið fimm sangir.
Tað var ein vøkur sjón at
síggja eitt so stórt kór inni í
kirkjuni, og fyrireikararnir
høvdu skipað soleiðis fyri,
at
kórið
dekkaði
alla
breiddina framman fyri alt-
arinum, so at øll sóust líka
væl.
Vanliga standa kórini
aloftast upp eftir trappun-
um til sjálvt altarið, men
við yvir 200 sangarum, bar
tað ikki til.
Gamalt hugskot
Hetta at savna sangarar í
KFUM og K kórum síðani
1960 er eitt gamalt hug-
skot, sum Jóhanna Jo-
hannesen er mamma at.
– Hon er primus motor,
sigur Tummas Pauli. Síðani
eru hann og Pól Johannesen
komnir við í fyrireikingar-
arbeiðið, og saman fingu
tey trý hetta tiltakið upp á
beinini til gamans og hugna
fyri mong.
– Í botn og grund verður
slíkt tiltak gjørt fyri at náa
menniskjum, sigur Tummas
Pauli Mýri, og tað heldur
hann avgjørt eydnaðist
teimum hendan leygardag,
tí tað vóru so mong, sum
komu aðrastaðnis frá til
hetta tiltakið.
375 innbjóðingar vórðu
sendar út, og harav komu
gott 200 fólk.
Hugni
Hóast skráin fyri degnum
var hørð, kórið skuldi jú
læra níggju sangir, so var
eisini rúm fyri hugna og
práti. Hetta sigur Tummas
Pauli var sera týdninga-
mikið, tí talan var jú um
fólk, sum kanska ikki
høvdu hitst longi.
Og eftir konsertina var
ein hugnaløta við kaffi, te
og onkrum góðum afturvið
í KFUM og K. Har vórðu
eisini gamlar myndir sýnd-
ar fram, og fólk nýttu høvi
at siga frá góðum og stutt-
ligum søgum ella hending-
um, sum tey høvdu verið út
fyri. Onkur vitnaði eisini,
og alt í alt var hendan løtan
í KFUM og K sera hugna-
lig. Og konsertin eydnaðist
jú eisini væl, so luttakarar-
nir høvdu alla orsøk til at
vera glað og nøgd.
Ikki hvørt ár
Spurdur um hetta verður
nakað, sum tey fara at fyri-
skipa sum eitt afturvend-
andi tiltak, sigur Tummas
Pauli, at tað ikki er óhugs-
andi. Men hann heldur
ikki, at tað so verður á
hvørjum ári.
– Eg trúgvi ikki, at undir-
tøkan hevði verið líka góð,
um tiltakið er á hvørjum
ári, so kanska fimta hvørt
ár. Ongin veit, sigur hann.
Konsertin varð bandað av
Alvini E. Andersen og tikin
upp á video av Ólavi Woll-
es, og er ætlanin hjá fyri-
reikarunum at fáa ein
minnis dvd og fløgu gjørda
- serliga til luttakararnar.
Góð 200, sum hava sungið við í KFUM og K kóri gjøgnum seinastu 44 árini, luttóku á konsertini í Christianskirkjuni leygarkvøldið
Mynd: Bárður Lydersen
Fyrireikararnir av tiltakinum, Tummas Pauli Mýri, Jóhanna Johannesen og Pól Johannesen,
vóru sera vælnøgd við konsertina
Mynd: Bárður Lydersen
Eftir konsertina var hugnaløta í KFUM og K, har fólk sóu myndir og hoyrdu søgur
Mynd: Bárður Lydersen
15
14
Nr. 75 - 21. apríl 2004
UTTAN ÚR HEIMI
Indiánarar í Brasil hava
beint fyri 29 monnum, sum
komu í øki teirra at leita
eftir diamantum.
Brasilska stjórnin hevur
sent 300 hermenn til eitt
øki á markinum ímillum
Brasil og Bolivia, eftir at
uppøstir indiánar hava beint
fyri 29 monnum, sum vóru
komnir hagar at leita eftir
diamantum.
Sambært myndugleikun-
um bendir nógv á, at indi-
ánararnir hava avrættað teir
29 menninar, og at teir hava
nýtt boga og ørv, spjót og
gassar.
Talsmenn hjá indiánun-
um siga, at talan var um
sjálvverju. Ein av tals-
monnunum sigur við eitt
blað í Brasil, at indiánarar-
nir ætlaðu at melda teir 29
diamantgravararnar til løg-
regluna, men at partarnir
brustu saman.
Í 1999 komu myndug-
leikarnir eftir, at nógvir
diamantar eru í økinum hjá
indiánunum við boliviska
markið, og síðani hava
fleiri roynt eydnuna har.
Umleið
1300
indiánar
búgva í hesum partinum av
Brasil.
Indiánar á herferð
Amerikanski uttan-
ríkisráðharrin, Colin
Powell, avsannar, at
hann hevði hug at
halda aftur, tá Bush-
stjórnin tosaði um at
leypa á Irak
USA
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Kendi amerikanski blað-
maðurin og rithøvundurin
Bob Woodward skrivar í
einari nýggjari bók, at Col-
in Powell, uttanríkisráð-
harri, hevði lítlan hug at
leypa á Irak, og at hann
royndi at draga málið út.
Men tað avsannar Powell.
– Eg ivaðist ikki, og eg
royndi ikki at draga málið
út. Eg var líka avgjørdur
sum hinir í spurninginum
um at gera enda á stýrinum
hjá Saddam Hussein og tess
hópgravum, segði Powell í
samrøðu við tíðindastovuna
AP í gjár.
Bob Woodwaard gjørdist
kendur, tá hann saman við
einum starvsfelaga avdúk-
aði Watergate-gøluna, sum
at enda noyddi Richard
Nixon, forseta frá. Nú
hevur hann skrivað bókina
"Plan
of
Attack"
um
amerikonsku avgerðina at
leypa á Irak.
Í bókini skrivar hann
millum annað, at George
W. Bush, forseti, tók avgerð
um at leypa á Irak longu í
januar, og at saudiarabiska
sendistovan fekk boðini um
avgerðina tann 11. januar.
Eisini hetta avsannar Colin
Powell. Hann heldur uppá,
at avgerðin bleiv ikki tikin
fyrr enn í mars, og hann
sigur seg ikki vera í iva um,
at hann visti líka nógv sum
forsetin og hinir ráðharrar-
nir.
Sjálvmorðsbumbume
nn høvdu keypt at-
gongumerki til stór-
dystin á Old Trafford
nú leygardagin ímill-
um Manchester
United og Liverpool.
Ein atsókn at einum
fullsettum Old Traf-
ford við 68.000
áskoðarum kundi
kravt fleiri túsund
mannalív
YVIRGANGUR
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Umleið 400 bretskir løg-
reglumenn
rannsakaðu
mánadagin fleiri hús í Mið-
og Norðuronglandi. Í mið-
býnum í Manchester vórðu
seks menn og ein kvinna
tikin, og í Staffordshire,
South Yorkshire og West
Midlands tók løgreglan trý
fólk afturat.
Tað vísti seg, at tey tiknu
høvdu keypt atgongumerki
til stórdystin á Old Trafford
í Manchester nú leygar-
dagin ímillum Manchester
United og Liverpool. Har-
afturat vísti tað seg, at tey
høvdu keypt atgongumerki
ymsastaðni kring vøllin.
- Ætlanin var, at sjálv-
morðsbumbumenn skuldu
spreingja seg í luftina undir
dystinum. Hevði tað eydn-
ast teimum at fullføra ætl-
anina, kundi hon lættliga
kravt fleiri túsund manna-
lív, sigur ein ónevnd løg-
reglukelda við blaðið The
Sun.
Eitt annað blað, The
Time, vil vera við, at løg-
reglan eisini hevur illgruna
um, at yvirgangsfólkini
ætlaðu at søkja at øðrum
málum í Manchester. Blað-
ið sigur seg hava fingið at
vita frá keldum í løgregl-
uni, at umframt Old Traf-
ford var tann stóra hand-
ilsmiðstøðin Arndale eitt
møguligt álopsmál.
Ikki óvæntað
Sum skilst hevur bretska
løgreglan hildið eygað við
teimum tiknu eina tíð. Hon
hevur eisini lurtað eftir
telefonsamrøðum teirra, og
løgreglan gjørdist at enda
greið yvir, at alt ruggaði
ikki rætt.
Varaløgregluovastin
í
Manchester, David What-
ton, segði við BBC í gjár, at
vandin fyri yvirgangi í
Bretlandi er størri nú, enn
hann hevur verið seinastu
fýra mánaðarnar. Fyri fýra
vikum síðani fann løgregl-
an 600 kilo av spreingievni
í einum húsum sunnan fyri
London. Átta fólk vórðu
tikin, og seks teirra sita
framvegis í varðhaldi. Tey
koma fyri rættin 16. juni.
Sambært teimum bretsku
fjølmiðlunum hevði tað
borið til hjá yvirgangs-
monnunum at sloppið inn á
Old Trafford við spreingi-
evninum. Sambært trygd-
arreglunum verða tey, sum
hava atgongumerki í teim-
um ovastu røðunum, kann-
að, meðan tey, sum sita
longri niðri, kunnu sleppa
inn uttan stórvegis kanning.
Avdúkingin hjá løgregl-
uni kemur ikki óvart á
bretskar
trygdarserfrøð-
ingar.
- Líkt er til, at yvirgangs-
menninir ætlaðu at nýta
sjálvmorðsbumbumenn
hesaferð.
Tað
er
ein
drepandi leikur í talvinum
ímillum trygdartænastuna
og al-Qaeda, sum tykist
hava gjørt av at søkja at
málum í Bretlandi, sigur
trygdarserfrøðingurin Chris
Dobson við The Sun. Hann
hevur skrivað heilar 20
bøkur um yvirgang og
trygd.
Ætlaðu at bumba eitt
fullsett Old Trafford
Old Trafford tekur 68.000 áskoðarar, og ein sjálvmorðsatsókn har kundi lættliga kravt fleiri túsund mannalív, sigur bretska løgreglan
Mynd: Reuters
Ivaðist ikki
Colin Powell avsannar, at
hann hevði hug at draga
málið um at leypa á Irak út
Mynd: Reuters
C
M
Y
K
14