mikudagur 21. apríl 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 75 - 21. apríl 2004
Nr. 75 - 21. apríl 2004
17
Turrur fiskur,
voodoo, føroyskar
yrkingar, spillolja…
Framsýningin hjá
Anniku á Lofti hevur
eitt sindur av hvørj-
um. Og so hongur
hon júst har, hon skal
- beint í larmi, tosi og
sigarettroyki, sum eitt
øðrvísi boð uppá
vanliga gerandis-
sjaggið.
Framsýningin á Café
Jinx verður at síggja
hendan mánaðin út.
LISTAFRAMSÝNING
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Tá Annika á Lofti í fjør
kom ovast á breddan við
listaverkinum "Oljan og
Vinnan", vóru vit ivaleyst
fleiri, ið bíðaðu í spenningi
eftir, hvat meir lá og
goymdi seg í hesi higartil
ókendu listakvinnuni úr
Sandavági.
Síðani
tað,
hevur tað verið rættiliga
friðaligt rundanum bert 20
ára gomlu listakvinnuna,
men nú ger hon aftur um
seg. Og vit hava ikki bíða
til fánýtis. Framsýningin
hjá Anniku á Café Jinx
boðar frá einum ósmæd-
num hugflogi, ið ikki aftrar
seg við at rykkja føroysk
listarlig "halgimenni" og
gand niður aftur á jørðina
og inn í eina nýggja, øðr-
vísi listaverð.
19 listaverk eru við, og
tilfarið
er
oljumáling,
akryl, spillolja og turrur
fiskur.
Brotpetti av list
Málningurin "Eitt dýpi av
dýrari tíð" er ein roynd at
endurskapa
huglagið
í
yrkingini hjá Jens Paula
Heinesen á lørifti. Hvítu og
bláu litirnir geva myndini
ein djúpan fjarleika, sum
kortini togar í teg. Eisini
ítøkiliga, tá orðini "Tá
barmur mín spentur av
undran …" úr yrkingini
gerast meir og meir ótýði-
lig, og tú mást nærri og
nærri at myndini fyri at lesa
tey. Tað er, sum stendur tú
ytst á eini egg og riðar
millum vandamikla dýpið
og trygga fótafestið.
"Mjørki" er eitt spæl við
litum og ljósi, kámað av
mjørkanum, sum avskeplar
hav og aldur, so tað nærum
verður eitt eldhav. Við eini
neyvari
kumpass,
sum
sendir snórabeinar strikur
gjøgnum alla myndina,
spælir listakvinnan við
ørkymlaðu kensluna hjá
áskoðaranum. Og sum eitt
provokerandi punktum er
fyrsta ørindi í yrkingini hjá
Christiani Matras "Sigl
oyggj fram úr mjørka …"
skrivað við barnsligari,
ovurtýðiligari fagurskrift út
yvir myndina.
Týdningurin í hesum
báðum myndunum liggur
hvørki í mynd ella teksti
men í millumtekstliga sam-
bandinum teirra millum og
í samskiftinum við áskoð-
aran. Eitt argandi samskifti,
tí tað minnir okkum á, at øll
list er úrslit av og tilsiping
til aðra list. Eisini yrkingin
hjá Christiani Matras, sum
hevur brent seg fast í huga-
heimin hjá flestu føroying-
um sum ein órørilig ikon.
Men eisini hon kann nýtast,
endurnýtast og misnýtast
um tú vilt. Tí hon er bara -
ja, eitt brotpetti av aðrari
list.
Gandur ella
roknistykki?
"Elskandi" er eisini eitt
spæl millum tekst og mynd.
Reyð/gulu litirnir, mjúku
strikurnar og ótýðiliga,
nakna parið fáa myndina at
osa av glóðheitum erotikki.
Gandakenda megin, sum
ongin kann verja seg fyri
ella stýra, verður lýst við
voodoo teknum og aftur-
vendandi kumpassini, sum
hesuferð er broytt og ríslað
út yvir. Og so, best sum tú
veruliga byrjar at kenna
hitan úr myndini, varnast tú
teir - hesar løgnu og neyvu
upplýsingarnir, sum við eitt
rykkja teg úr gandheimin-
um: "During lovemaking,
sexual stimuli travel 170
miles per hour - The
Human Body has 45 miles
of nerves". Kanska er ero-
tikkur bara eitt rokni-
stykki?
Ein nagla í oljurúsin
Síðsta ár spáddi onkur, at
Annika á Lofti fór at gerast
ársins kjakevni við lista-
verkinum "Oljan og vinn-
an". Og eina stund í hvussu
er elvdi verkið til kjak. Tí
meðan flestu føroyingar
dirraðu í spenningi eftir
úrslitunum frá oljuboring-
unum,
smurdi
Annika
nakrar turrar fiskar inn í
spillolju, nelgdi teir á eina
plátu og ein nagla ígjøg-
num okkara oljurús.
Nakrir av oljudálkaðu
stertunum
rúmast
ikki
rættiliga innanfyri rammu-
na, sum ein tilsiping til eitt
slag av list, ið røkkur út um
listaheimin fyri heldur at
vera ein viðmerking til tann
veruliga heimin. Tað er
kanska at taka nakað rívan
til at samanbera "Oljan og
vinnan" við aðra hugskots-
list sum "Ein og tríggir
stólar" hjá Kosuth ella
"Gullfiskar í hvirlu" hjá
Evaristti, men Modern Art
eyðkennini eru týðilig og
tankin aftanfyri listaverkini
tann sami - týdningurin
liggur í hugskotinum.
Speisk viðmerking
Við barrina á Café Jinx
liggur ein skrá yvir fram-
sýningina. Slíkar geva, sum
kunnugt,
ymsar
hentar
upplýsingar um millum
annað tilfar og prís, ella
hvat nú fólk fegin vilja vita
um listaverkini, tey síggja.
Men hendan skráin er øðr-
vísi - og næstan fornerm-
andi - tí til hvørja mynd
fylgir ein neyv og sam-
vitskufull frágreiðing, um
myndevni, íblástur, og hvat
málningurin skal ímynda.
Hvat nú við øllum mín-
um ansaligu tulkingum av
ímyndum og listarligum
rákum? Um tað er tilætlað,
veit eg ikki, men okkurt
gevur mær varhuga av, at
hesar frágreiðingar eru
speiskar viðmerkingar til
nettupp háfloygdar yvir-
tulkingar av list.
Listaverkini hjá hjá Ann-
iku á Lofti eru hugtakandi.
Og tað er tað eftir øllum at
døma eisini onnur, ið halda,
tí tey vórðu øll seld eftir
fáum døgum. Men tað ber
framvegis til at síggja tey á
Café Jinx fram til 30. apríl.
Olja og
erotikkur
Er erotikkur eitt roknistykki?
Naglar ígjøgnum okkara oljurús
Eitt spæl millum mynd, tekst og áskoðara
Annika á Lofti hevur listaframsýning á Café Jinx
Gunnar Mikkelsen og
Guðrun Sólja Jacob-
sen høvdu fríggja-
kvøldið heiðurin av at
byrja konsertrøðina í
Tivoli, sum verður
hvørt fríggjakvøld
fram til 19. septem-
ber. Yvir 30.000 fólk
høvdu leitað sær í
Tivoli hetta kvøldið
KONSERT
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Myndir: Álvur Haraldsen
Tivoli, Keypmannahavn:
Fríggjakvøldið var tann
fyrsta konsertin av 21. sum
Tivoli í Keypmannahavn
skipar fyri hvørt fríggja-
kvøld fram til 19. septem-
ber.
Hetta er áttanda árið á
rað, at skipað verður fyri
sokallaðum fredagsrock-
konsertum, og fyrstur á
pallin var Gunnar Mikkel-
sen – hálvi føroyingurin,
sum vann seinastu Stjerne
for en aften-kappingina hjá
Danmarks Radio.
Fyrsta konsertin var ein
serlig »Stjerne for en aft-
en« konsert við fleiri lut-
takarum frá stjørnukapp-
ingunum. Eftir Gunnar
kom Guðrun Sólja Jacob-
sen á pallin og henni næstur
var Jakob Andersen.
Har var mikil fagnaður –
og har vóru yvir 30.000
fólk og lýddu á hetta
kvøldið.
– Hetta var sera stórsligið
og ein tann størsta konsert-
in, eg havi verið við til,
segði Guðrun, tá vit hittu
hana back stage eftir kon-
sertina.
Gunnar Mikkelsen var
eisini fegin um konsertina,
hóast onkur kiksari var, tá
hann skuldi trína á pallin –
eitt nú var eingin gittar at
spæla uppá, tí helt hann
kanska, at hann hevði virk-
að heldur fjálturstungin,
men hetta var ikki tað, sum
áskoðarin legði til merkis.
Gunnar er rættuliga kom-
in í eldin eftir at hava vunn-
ið seinastu stjørnukapping-
ina. Hann var tá farin til
Kanada, har hann arbeiddi
á einum bóndagarði, men
kom so heim aftur til Dan-
markar og gjørdist verulig
stjørna. Seinni í ár kemur
Gunnar út við fløgu.
Tað eru annars ikki hiss-
ini nøvn, ið verða at hoyra á
hesum fríggjadagskonsert-
unum á plenuni í Tivoli. Úr
rúgvuni kunnu vit nevna
Suzi Quatro, TV-2, The
Cardigans, Dodo And The
Dodos, Kim Larsen &
Kjukken, Lisa Ekdahl, Shu-
bi-dua, Eran DD, Jokeren
o. fl
30.000 lýddu á Gunnar og Guðrun
Fagnaður var stórur í Tivoli fríggjakvøldið, tá
føroysku stjørnuvinnararnir vóru á pallinum
Gunnar Mikkelsen á pallinum á
plenuni í Tivoli fríggjakvøldið
Guðrun varð væl fagnað í
Tivoli fríggjakvøldið, tá hon
trein á pallin og sang
»Promise Me«…
C
M
Y
K
17
16