Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-21, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. apríl 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 75 - 21. apríl 2004 Nr. 75 - 21. apríl 2004 19 Tað, ið SISU er fyri Finnland, er KIMIK fyri Grønland. Grønlendska megin er nú komin til Føroya við fyritøk- uni, KIMIK, ið er størsti KT- veitari í Grønlandi KIMIK ger sterkar KT-loysnir. Her lendir ein tyrla í minstu og fjar- skotnastu bygdini í Grønlandi, Ittoqqortoormitt. Við sær hevur tyrlan eina lidna kommunuloysn frá KIMIK. Týdningarmesta uppgávan hjá KIMIK hevur verið at tryggja grønlendska samfelagnum at- gongd til neyðug EDV-grundað umsitingaramboð fyri so lágan kostnað sum gjørligt. Í Grønlandi hevur KIMIK slóðað fyri á kunningartøkniliga økinum. Hesa støðu hevur fyritøkan, sum varð einskild í 1999, vunnið sær við at sameina holla vitan um grønlendska samfelagið og menning av framkomnum KT- loysnum, ið leggja upp fyri av- markaða fíggjarliga tilfeinginum í landinum. Júst at loysnirnar eru mentar og royndar í Grønlandi er áhugavert fyri Føroyar. Undirstøðukervið í velduga Grønlandi er vánaligari enn í Føroyum, og tað vil siga, at loysnirnar skuldu rigga enn betur í Føroyum. Samfeløgini eru ann- ars ógviliga lík. Í báðum londum eru samfelagseindirnar smáar og spjaddar, og m.a. kommunu- støddirnar eru tær somu at kalla. Á KT-stevnuni eru trý áhugaverd øki, ið KIMIK fer at varpa ljós á. Kommunala fyrisitingarskipanin hjá fyritøkuni kann vera áhuga- verd hjá vaksandi kommunu- eindunum í Føroyum. Henda netgrundaða skipan er gjørd við tí fyri eyga, at kommunal starvs- fólk kunnu búgva og starvast í ymiskum støðum (t.d. oyggjum) og kortini arbeiða fyri somu umsitingareind. Grundleggjandi raðfestingin í sjúkrahúsverkinum er, at pening- urin skal brúkast til sjúklingin heldur enn EDV. Men við at skapa fatan fyri sambandinum millum vælferðina hjá sjúklingin- um og rættar KT-loysnir, ætlar KIMIK at varpa ljós á sína skipan til sjúkrahúsverkið. Skipanin er ein sonevnd visitatións- og bí- leggingarskipan. Eitt dømi um hvussu skipanin virkar er, at ein kommunulækni kann instilla ein sjúkling til viðgerð á sjúkrahúsin- um. Sjúkrahúsið fær gjøgnum skipanina hylling á øllum við- gerðartørvinum og tryggjar har- við, at avmarkaða fíggjarliga ti- lfeingið verður gagnnýtt best møguligt. Kommunulæknin kann alla tíðina fylgja við gongdini hjá sjúklinginum og boða honum frá. Triðja økið er tað, ið verður kall- að dátuvøruhús. Hetta er ein supermarknaður í cyperspace hjá teimum einstøku virkjunum ella felagsskapunum, sum gevur møguleika at samanskipa hagtøl og gera greiningar við støði í upplýsingum í egnum umsiting- arskipanum. Eitt annað, sum er eitt av altjóða flaggskipunum hjá KIMIK, er ein skipan til at umsita stórar ítróttastevnur við. Skipan- in fatar um alt frá skráseting av hjálparfólki til úrslit hjá einstøk- um íðkarum. Stjórin í KIMIK Ian N. Wenner- feldt vónar at fáa lýst KIMIK á KT-stevnuni og at fáa samskifti í lag við luttakarar; serliga teir ið umboða kommunala økið og heilsuøkið Vit hava kjarnuskipanir, ið eru bí- ligar, og kunnu so gera serloysn á hesum grundarlagi. Soleiðis slepst undan, at alt er skradd- araseymað og sostatt dýrari. Vónandi síggja øll, at hóast okkara loysnir eru tøkniliga fram- komnar, eru tær lættar at fáast við. Tað er einki fyri at gera okk- urt, sum er framkomið. Verri er at gera eina loysn, sum er løtt at nýta umsitingarliga. Men tað duga vit, staðfestir hann. Á deildini hjá KIMIK í Grønlandi starvast 15 fólk, í Danmørk 10 og í Føroyum er fyribils eitt starvsfólk. Tað er búskapar- og hagfrøðingurin, Magni Laksá- foss. Fakta um Kimik Stovnað: 1989 Stjóri: Ian N. Wennerfeldt Virksemi: Netgrundaðar fyrisitingarskipanir o.a. Starvsfólk: Eitt í Føroyum og 26 tilsamans Skal KT-vinnan gerast ein vinna, ið skapar virði, er neyðugt at tey góðu hug- skotini fáa gróðrarlíkindi. KT-kleking hevur til enda- máls at stuðla uppundir og at fáa samband í lag við íleggjarar, so hugskot kunnu mennast og føra til útflutn- ing Hevur tú funnið ein nýggjan hátt at gagnnýta kunningartøkni? Gongur tú við einum framúrskar- andi hugskoti, sum eingin kennir týdningin av enn? Veitst tú ikki, hvussu tú skalt gera hugskot til veruleika? So er klekingardepilin kanska svarið. KT-kleking veitir eina hjálpandi hond til tey, sum hava hug at menna eitt hugskot. Klek- ingardepilin bjóðar einum per- sóni, sum hevur eitt gott KT-hug- skot, ókeypis skrivstovupláss í hølunum á Bryggjubakka í Havn og hjálp til menning av egnari fyritøku. Tað var landsstýrismaðurin við vinnumálum, sum setti kleking- ardepilin á stovn í 2001. Menn- ingarstovan umsitur skipanina og leggur høli til, og Símun Hammer er depilssamskipari og skrivari í stýrinum. — Endamálið er at skapa nakrar karmar fyri at menna nøkur góð hugskot, sum kunnu føra til løn- andi virksemi. Tað kann vera tungt hjá einstaklingum at menna eitt gott hugskot. Menn- ingarparturin er kostnaðarmikil, og drúgv tíð kann ganga frá hugskoti, til ein vøra kastar pen- ing av sær. Okkara lutur er at ráðgeva og at skapa áhuga hjá íleggjarum at seta pengar í eitt gott hugskot, sigur Símun Hammer, sum hevur hollar royndir sum virkisráðgevi. Pláss er fyri fýra fólkum á klek- ingardeplinum, og sostatt verður tú partur av einum umhvørvi, sum eisini fæst við eina verk- ætlan innan fyri kunningartøkni. Í løtuni er fullsett, men longu í summar verður aftur rúm fyri fleiri ljósum høvdum. Tú kanst hægst vera tvey ár í klekingardeplinum. Fyrstu seks mánaðirnir er talan um búningar- innivist. Tá skal koma kjøt á hug- skotið, samband við íleggjarar skal skapast, og tíðarætlanir skulu leggjast. Yvirlivir tú hetta skeiðið, sleppur tú víðari til annað umfar. Tá ræður um at menna hugskotið til veruleika saman við íleggjarum. Sostatt ræður um hjá klekingar- deplinum at fáa samband millum kapital og hugskot. Vil onkur seta pening í eitt hugskot, er endamálið rokkið. Simprentis við Ólavi Ellefsen er dømi um eina góða søgu hjá klekingardeplinum. Hann hevur yvirlivað fyrstu tíðina og hevur fingið íleggjarar at seta pening í. Hansara hugskot byggir í stutt- um á eina hugsjón um, at menn- iskja lærir við at spæla: Learning by playing. Oljuspælið Xplore hevur vakt ans, tí har kanst tú royna, hvussu alt gongur fyri seg í sambandi við eina oljuleiting. Nú skal tað vísa seg, um tað eisini ber til at tjena pengar upp á hugskotið. Á KT2004 fer klekingardepilin at vísa fram, hvat tey, sum í løtuni eru á KT-kleking, arbeiða við. Hetta er samstundis eitt gott høvi hjá áhugaðum íleggjarum at kanna eftir, hvørji góð hugskot kunnu klekjast í KT-vinnuni. Kanska liggur eitt gullnám bara og bíðar eftir, at onkur letur tað upp. Fakta um KT-kleking Byrjað: 2001 Depilssamskipari: Símun Hammar Tal av fólkum: 4 Tilhald: Menningarstovan á Bryggjubakka Virksemi: Veitir hjálp til teirra, sum vilja menna nýggj KT- hugskot. KIMIK merkir megi Tey klekja hugskot á Bryggjubakka "Møguleikarnir eru óenda- ligir. Bara hugflogið setir avmarkingarnar." Áræði og virkishugur lýsa av Boga Jacobsen og Róa Henriksen. Eigarar av unga felagnum Munin, ið rættiliga hevur tik- ið dik á seg. Fyrstu árini ráddi um at byggja upp. Nú kann sigast at virkið, sum telur fimm starvsfólk, hevur fingið fótin fastan. Og tað stóra frambrotið er ikki so langt burt- uri. Styrkin hjá Munin er servitanin í talgildari kortlegging. Munin ger uppmátingar, framleiðir og út- vegar talgild kort, mennir forrit og ráðgevur. Høvuðsamboðið hjá Munin er GIS, ið er stytting fyri Geografisk Informatións Skipan. Talan er um eitt kort, sum á aðrari síðuni er eitt geo- grafiskt kort og á hinari síðuni hevur upplýsingar. Hesi bæði eru knýtt saman, og tað gevur ótaldar møguleikar. Føroysku kommunurnar eru kjarnukundar. Í løtuni gera 14 kommunur sær dælt av forrit- inum Hugin, sum Munin hevur ment. Forritið ger tað sera lætt at lesa og brúka GIS-kortið og at skráseta upplýsingar á kortið. Í skipanina kunnu kommunurnar skráseta adressur, vatnleiðingar, kloakkir og vegir, og tað er ein stór hjálp, tá ið býarætlanir skulu leggjast. Ein onnur súla í virkseminum er uppmátingar. Munin eigur mest framkomna uppmátingartólið í landinum, sum kann røkjast av einum einsamallum manni. Um- framt vanligar uppmátingar verða gjørdar 3D uppmátingar. Eitt nú kunnu mátingar føra til teldutøka tekning av húsum við rúmd og dýpd, sum kann vera góð hjá arkitektum at brúka, tá ið broytingar skulu gerast í bygningum. Haraftrat kunnu trívíddar-upp- mátingar brúkast til nøgdarrokn- ingar. Tá byggjast skal, kann lendið mátast, so til ber at leggja planeringina í skynsamastu kotuna. Við øðrum orðum kann hendan tøkni útjavna nøgdirnar, sum skulu spreingjast og fyllast í, so sum mest fæst burturúr. Munin er farið undir at skipa eina kunningarskipan á netinum í samstarvi við NORA, tvær ís- lendskar og eina norska fyritøku. Hetta er ein ferðavinnutænasta, sum í fyrstu syftu verður ein royndarætlan. Talan er aftur um eitt kort, ið hevur knýtt nakrar upplýsingar afturat sær. Slært tú t.d. orðið „hotell" upp í skipanini, so verður tú beinanvegin førdur á tey støð, har hotell finnast. Tað nýggja, sum Munin hevur sett sær fyri at fáa gjørt, er at skip- anin kann nýtast við fartelefon- ini. Munin er ikki langt frá einum rættiligum gjøgnumbroti í roynd- ini at víðka um virksemið uttan- lands. Arbeitt hevur verið við at koma inn á danska kirkjugarðs- marknaðin, og nú er ikki langt frá einari stórari avtalu. Møguleikarnir eru óendaligir, og teir røkka heilt til ævinleikan. Stovnað: 1998 Stjórn: Bogi Jacobsen og Rói Henriksen Starvsfólk: 5 Virkisøki: Talgild kortlegging, forritan og ráðgeving Uppmáting frá vøggu til grøv Rói Henriksen og Bogi Jacobsen gera munin. C M Y K 19 18