mikudagur 21. apríl 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 75 - 21. apríl 2004
Nr. 75 - 21. apríl 2004
21
Góð 300 virki hava skift til
Kall, og tað sigur ikki so lít-
ið. Kall hevur ment seg bæði
á fastnet- og fartelefon-øki-
num, og í næstum verður
eisini farið at bjóða fast
ADSL-samband til inter-
netið
Tann lítli fiskurin noyðist altíð at
flyta seg. Hann noyðist at vera
kvikari, snildari og smidligari.
Annars etur stóri fiskurin hann.
Soleiðis er kapping. Eisini á tele-
økinum. Kall noyðist alla tíð at
røra seg, at kvika sær og vera
vinarligari.
Kall setti beinanvegin tænastuna
í miðdepilin, tá ið farið varð til
verka. Tað er stuttur vegur mill-
um kundan og Kall, og virkini
hava sín persónliga virkisrøkt-
ara. Tí hava so nógv virki valt at
skifta. Síðan politiski myndug-
leikin skipaði soleiðis fyri, at
einkarætturin varð tikin av, eru
góð 300 virki vorðin kundar hjá
Kalli, og pláss er fyri fleiri.
Tað skerst ikki burtur, at síðan
kapping kom í, eru útreiðslurnar
sum heild minkaðar á telefon-
nýtslu. Men Kall bjóðar ikki bara
lægri prís. Góðskan er dygdar-
góð, og tænastutilboðini eru
mong, er greiði boðskapurin av
Óðinshædd, har Kall hevur
høvuðssæti.
Kall bjóðar sum er bæði ISDN og
analogt samband til internetið.
Næsta stigið verður at bjóða fast
samband við ADSL-tøkni. Tað
fer at økja ferðina og kapasitetin
munandi, og tryggleikin verður
munandi størri. Tøkniligi parturin
av fyrireikingunum er í gongd, og
helst verður fast internetsam-
band bjóðað kundunum einaferð
seinni í ár. Nýggi FARICE-kaðalin
gevur stórar møguleikar, sum
Kall eisini fer at gera sær dælt
av. Á KT-stevnuni fer Kall at vísa,
hvørjar ætlanir og hvørji tilboð
verða, tá ið ADSL eisini verður
ein partur av útboðnum hjá Kalli.
Á KT2004 fer Kall eisini at sýna
fram alt tað nýggjasta innan
fartelefoni og víst verður, hvørjar
tænastur Kall hevur at bjóða á
økinum. Tað er ein sannroynd, at
síðan Kall kom á marknaðin og
fór at bjóða tænastur við fartele-
fonum, er prísurin nógv lækkað-
ur og nógv fleiri tænastur eru í
boði enn áður.
14 fólk starvast á Kalli, sum fór
at bjóða tænastur í 2001. Tað
hevur eydnast at fingið tann
stóra kappingarneytan at fylgja
aftaná, so hvørt nýggj tilboð eru
bjóðað fram. Kall setti prísirnar
niður, bjóðaði ókeypis internet
og postkassar, og kappingar-
neytin fylgdi aftaná. Kall fór undir
at bjóða Vinarkall, og seinni
komu líknandi skipanir undan
kavi.
Soleiðis er tað. Tann lítli fiskurin
fær tann stóra fiskin at svimja
skjótari. Tann lítli fiskurin finnur
upp á ráð, og tann stóri fiskurin
kemur í form. Vinnarin er kundin.
Stovnað: 1999
Starvsfólk: 14
Stjóri: Bjarni Askham Bjarnason
Virksemi: Telefontænastur og
internet
Kapping er sunn sum ein frísk appilsin
Kall hevur sett lív í føroyska telefonmarknaðin.
C
M
Y
K
21
20