Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-21, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. apríl 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 75 - 21. apríl 2004 Nr. 75 • mikudagur • 21. apríl 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Aleksandar slapp at spæla! Í farnu viku fingu runavíkingar loksins staðfest, at teir hava loyvi at nýta jugoslav- iska Aleksandar Jove- vic. Saman við Marcello Marcelino var Aleks- andur annars partur av útlendska styrkinum, sum NSÍ hevði útveg- að sær til hetta kapp- ingarárið, men broytta kósin í útlendingamál- inum hevði við sær, at NSÍ ætlaði at tveita alt frá sær hesum viðvíkj- andi. Aleksandar og fel- agið samdust tó um at bíða eina tíð afturat, og beint undan viku- skiftinum vórðu sein- astu pappírini so fing- in í rættlag hesum við- víkjandi. Sambært heimasið- uni hjá NSÍ, so er talan um eitt sokallað ítrótt- arvisum. Tað vil við øðrum orðum siga, at Aleksandar nú er á lønarlista hjá NSÍ, og at hann ikki kann tak- ast við annað arbeiði, nú hann er í Føroyum. -jm Føroying- arnir skoraðu Hans Fróði Hansen og Fróði Benjaminsen vóru málskjúttarnir, tá íslendska Fram um vikuskiftið vann 2-1 á Þrótti í íslendsku steypakappingini. Sambært heimasíð- uni hjá Fram, so var føroyska útisetafelagið betra liið í dystinum. Fróði legði Fram á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki, men gestirnir javnaðu tó fyri steðgin. Dygst undan steðg- inum var Hans Fróði tó hægstur eftir horna- spark, og við hesum helt hann lív í vónini hjá Fram um at koma víðari í steypakapp- ingini. Um so er, so skulu teir tó vinna seinasta dystin í bólk- inum, og verður hesin leiktur hóskvøldið. -jm – Avgerðin hjá lands- stýrinum um arbeiðs- loyvini hjá útlendsk- um ítróttafólki loysir ongar trupulleikar á arbeiðsmarknaðin- um, og innlendis- málaráðið hevur veruliga skotið spurvar við kanón- um, sigur Gestur Hovgaard, samfelags- frøðingur og formað- ur í KÍ og Stjørnuni ÚTLENDINGAMÁLIÐ Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Arbeiðsloyvini til útlendsk ítróttafólk. Hetta evnið hev- ur í stóran mun sett dags- skránna í føroysku fjøl- miðlunum, síðani nýklakti landsstýrismaðurin í inn- endismálum, Jógvan við Keldu, úttalaði seg um arbeiðsloyvini til útlendsk ítróttafólk í Føroyum. Kjakið tók síðani veruliga dik á seg í vikuskiftinum, tá semja var um í landsstýrin- um, at feløgini skulu gjalda minst 60% av lønini hjá útlendsku ítróttafólkunum. Ein fíggjarlig byra, mong feløg ongan møguleika hava at bera. Útlendsk ítróttarmegi er vorðin ein so stórur og týð- andi partur fyri støðið og menningina í fleiri føroysk- um ítróttagreinum, og t.d. varð henda sannroynd enn einaferð staðfest á galla- veitsluni hjá hondbóltsleik- arunum leygarkvøldið, tá ársins leikarar vórðu valdir. Her fingu útlendskir leik- arar og venjarar ikki minni enn níggju av 14 steypum, meðan føroyingar fóru av- stað við hinum fimm, og tað sigur ikki so lítið um týdningin av útlendska ískoytinum. Loysir ongan trupulleika Gestur Hovgaard hevur ein sentralan leiklut í kjakinum um útlendingapolitikk landsstýrisins, tí hann hev- ur nevniliga tilknýti til bæði føroyskan ítrótt sum formaður í KÍ og Stjørnuni, sum hoyrir undir KÍ, og so er hann eisini samelags- frøðingur. – Avgerð landsstýrisins um, at feløgini skulu gjalda minst 60% av lønini til út- lendsk ítróttafólk, er tápu- lig, og hon tænir als ongum endamálið á arbeiðsmarkn- aðinum, eru fyrstu við- merkingarnar hjá samfel- agsfrøðinginum. Formaðurin í KÍ vísir á, at trupulleikin í veruleik- anum er strukturpolitiskur og arbeiðsmarknaðarpolit- iskur, og tískil er talan um ein nógv størri og meiri grundleggjandi trupulleika, enn hann av landsstýrinum er gjørdur til. – Í staðin fyri at leggja skuldina á nøkur einstøk útlendsk ítróttafólk, skuldi veruligi og grundleggjandi trupulleikin verðið tikin upp og viðgjørdur, undir- strikar Gestur Hovgaard. Hann vísir víðari á, at nýggi útlendingapolitikkur- in fer á ongan hátt at loysa nakran trupulleika. – Trupulleikarnir á ar- beiðsmarknaðinum verða als ikki loystir av at halda nøkrum fáum útlendingum aftur, og tískil hevur polit- iski myndugleikin nýtt heilt skeivar grundgevingar í hesum máli, heldur Gestur Hovgaard. Útlendingarnir onga skuld Í løtuni vísa arbeiðsloysis- hagtølini sambært Hag- stovu Føroya, at 1256 før- oyingar eru arbeiðsleysir, og arbeiðsloysi hevur sein- astu mánaðirnar verið í vøkstri. Høvuðsgrundgev- ing landsstýrisins fyri av- gerðini hevur verið, at tað er skeivt, at útlendingar taka arbeiði hjá føroying- um, tá føroyingar ganga arbeiðsleysir. Men Gestur Hovgaard er rúkandi ósamdur við hesum grund- gevingum fyri at sýta út- lendskum ítróttafólkum ar- beiðsloyvi. – Tað er als ikki orsakað av útlendingum, at arbeiðs- loysi í Føroyum er í vøkstri. Tað snýr seg í veruleikan- um um so fáar útlendingar (60-70 um árið, blðm.), at tað ger so lítlan mun, sigur Gestur Hovgaard. Hann nevnir sum dømi felagið VB, sum so nógv hava kast- að ljós á, har talan í veru- leikanum bert er um tveir útlendingar. – At tveir litaviskir fót- bóltsleikarar skulu vera or- søkin til, at 2-300 fólk eru arbeiðsleys í Suðuroy, er púra burturvið, og lands- stýrið hevur veruliga skotið spurvar við kanónum, sigur ein avgjørdur Gestur Hov- gaard. Størri trupulleiki skaptur Sostatt hevur samfelags- frøðingurin og formaðurin í KÍ sína greiðu áskoðan um nýggju avgerðina hjá inn- lendismálaráðnum um ar- beiðsloyvini hjá útlendsku ítróttafólkunum. – Hon er stutt sagt tápu- lig, og eg taki undir við Heðini Mortensen í fjøl- miðlunum mánadagin, sig- ur ein avgjørdur formaður í KÍ. Gestur Hovgaard vísir á, at hetta er eitt stórt aftur- stig fyri føroyskan ítrótt, sum tó í størstan mun kemur at raka smærru feløgini. – Fyri KÍ og Stjørnuna fær hetta helst ikki eins stórar avleiðingar saman- borið við smærru feløgini, og í løtuni gangi eg út frá, at hondbóltskvinnur okkara úr eystureuropa framhald- andi vera at síggja á Stjørnuliðnum næsta ár, sigur Gestur Hovgaard. Formaðurin og samfel- agsfrøðingurin heldur at enda, at landsstýrið við avgerðini hevur skapt ein nógv størri trupulleika, enn roynt hevur verið at loysa, og tískil tekur hann á ongan hátt undir við avgerðini. Gestur Hovgaard: Landsstýrið skjýtur spurvar við kanónum – At tveir litaviskir fótbóltsleikarar í Vági skulu vera orsøkin til, at 2-300 fólk eru arbeiðsleys í Suðuroy, er púra burturvið, og við nýggju avgerðini hevur landsstýrið veruliga skotið spurvar við kanónum, sigur ein avgjørdur Gestur Hovgaard, samfelagsfrøðingur og formaður í KÍ C M Y K 23 22