mikudagur 21. apríl 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 75 - 21. apríl 2004
25
24
Nr. 75 - 21. apríl 2004
Zeljko Jotic er ein av
útlendsku ítróttar-
fólkunum, sum hesi
seinnu árini hevur
búleikast í Føroyum.
Hann sigur seg part-
víst skilja orsøkirnar,
sum politiski mynd-
ugleikin hevur sum
grundarlag undir síni
støðutakan, men
hann heldur eisini, at
hetta kann koma at
fáa avleiðingar fyri
ítróttina
ÚTLENDINGAPRÁT
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Skotini milllum Landsstýr-
ið og føroyska ítróttarheim-
in hava verið nógv hesa
seinastu tíðina. Heilt nógv.
Leiðarar av ymsum slag og
politikkarar
úr
ymsum
flokkum hava allir havt sína
fatan av støðuni við útlend-
ingum í føroyskum ítrótti,
men mitt í øllum meldrin-
um eru tað eisini menn-
iskju, sum alt málið snýr
seg um.
Tørvur á smidligari
skipan
Ein av teimum, sum eftir
øllum at døma verður
raktur av nýggju reglunum,
er Neista-málverjin, Zeljko
Jotic. Málverjin, sum fyri
fáum døgum síðani varð
kosin hin besti her á landi,
men sum nú tykist standa í
eini støðu, har tað kann
verða ivasamt, hvørt hann
sleppur aftur til Føroya at
virka.
Týskvøldið
settu
vit
Zeljko - ella Jota sum hann
vanliga verður róptur –
stevnu úti á Argjum, har
hann hevur búleikast hesi
árini, sum hann hevur leikt
við Neistanum. Og hóast
hann sjálvsagt harmast um
nýggju regluna, sum nú
tykist verða sett í gildi, so
sigur hann seg partvíst
skilja
argumentini
hjá
landsstýrismanninum.
– Eg havi sjálvur verið á
Fiskavirking nú í nøkur ár,
og eg dugi væl at síggja
munin, tá vit skulu taka
ímóti fýra og ikki fjúrtan
tonsum. Tað sigur seg
sjálvt, at tað skapar minni
arbeiði, og tá verða tað ofta
útlendingar, sum verða
fyrst raktir. Politikkur er nú
einaferð soleiðis, at polit-
ikkarin alla tíðina vil skapa
eina menning á sín máta, og
so henda slík ting.
– Og eg eri heldur ikki so
øðiliga ósamdur í øllum
hesum, men har eru tó fleiri
onnur ting, sum gera seg
galdandi.
– Er ætlanin at gera eina
smidligari skipan, so taki
eg fult og heilt undir við tí.
Tað hevur víst seg, at hvørt
ár, tá søkjast skal um inn-
ferðarloyvi eru stórir trup-
ulleikar og long bíðitíð. Er
politiskur vilji at hava
ítróttarfólk í landinum, so
mátti mátti tað borið til at
stytt hesa tíðina.
– Og vil politiski mynd-
ugleikin innføra eitt slag av
semi-professinalismu, so er
tað eisini í lagi. Tað vildi í
nógvum førum gjørt tað eitt
sindur greiðari fyri bæði
leikarar og feløg. Tá vildi
feløgini í størri mun verið
fyritøkur, og tað kundi
kanska í ávísum førum
verið ein fyrimunur.
Missa inspiratión
Sjálvur hevur Jota bæði
holla vitan og drúgvar
royndir innan hondbólts-
venjing, og tí hevur hann
kanska eisini eitt størri
grundarlag enn tey flestu til
at meta um ítróttarligu at-
litini, sum eiga at takast í
einum slíkum máli. Sein-
asta árið hevur hann verið
venjari hjá dreingja- og
útlendingaliðnum
hjá
Neistanum, og yvirhøvur
hevur hann fingist nógv við
venjing, síðani hann kom til
landlið fyri fýra árum
síðani.
Og tá vit spyrja, hvørt
hann metir, um talan kann
gerast um ógvusligar ítrótt-
arligar avlieðingar fyri eitt
nú føroyskan hondbólt, so
hevur hann kanska hug at
draga eitt lítið sindur báðar
vegir.
– Tað er klárt, at hetta
kann kosta nógv. Feløgini
fara ikki at hava ráð at hava
fleiri útlendingar í hópin-
um, og tí verður tað eitt
ítróttarligt bakkast fyri
fleiri feløg.
– Onkur vil kanska siga,
at tað verður ein fyrimunur
hjá ungum leikarum, sum
skjótari sleppa framat besta
liðnum, tí útlendsku leikar-
arnir ikki longur standa
fyri, og tað kann í ávísum
førum vera rætt. Men ikki
altíð.
– Tað er nú einaferð so-
leiðis, at tú lærir nógv
meira, tá tú dagliga ert
saman við góðum leikar-
um. Eitt konkret dømi er
ársins stjørnuskot frá í fjør,
Ragnar Stakksund, sum
hevur spælt við okkum í
Neistanum. Hann hevur í ár
kunna vant saman við
Buha, sum kemur beinleið-
is úr bestu jugoslavisku
deildini. Tað er heilt greitt,
at hann til hvørja venjing
hevur kunna lært nakað, og
tað er við til at hækka hans-
ara støði.
– Sjálvandi kanst tú
síggja ein útlendskan leik-
ara í sjónvarpi, og læra nak-
að av tí, men tað verður
ongantíð tað sama, sum tá
tú hvønn dag venur saman.
Her haldi eg, at føroysku
ítróttur kann missa nógv,
um útlendingatalið verður
skorið so kraftiga, sum tað
nú er líkt til.
Finni meira fisk
Sjálvur hevur Jota tó fram-
vegis eina vón um, at tað
skal bera til hjá sær at
spæla aftur í Føroyum, og
hann hevur eisini sítt varis-
liga boð uppá, hvussu hetta
kann loysast politiskt.
– Finni meira fisk. Tað er
so tann einfaldasta loysnin,
sigur hann fyrst við einum
smíli.
– Nei. Heilt erligt, so
dugi eg illa at síggja, at vit
skulu taka so øgiliga nógv
arbeiði frá nøkrum her á
landi. Fyrst og fremst tí
ítróttarfólkini ikki eru so
øgiliga nógv í tali, og var
tað ein trupulleiki, so kundi
tað møguliga verið loyst
við at gjørt tíðaravmarking-
arnar strangari.
– T.d. kundu boðini til
mín verið, at tú spælir
hondbólt frá september til
apríl, og so kanst tú arbeiða
her tann partin av árinum.
Tað vildi kanska ikki veri
tann besti hátturin fyri allar
leikararnar, og kanska eina-
minst hjá mær, nú eg eri
komin eitt sindur upp í ár-
ini, og helst vil hava nakað
av friði í lívinum, men fyri
ítróttin kundi tað kanska
verið ein liviligari loysn.
- Og so er heldur eingin
sum sigur, at vit útlend-
ingar bert kunnu arbeiða í
fiskivinnuni. Sjálvur havi
eg t.d. starvast í átta ár á
einum arkitekt-virki í Jugo-
slavia, so eg meti meg
eisini hava aðrar kvalifika-
tiónir. Tað tykist mær bara,
sum um alt prát um út-
lendska arbeiðsmegi snýr
seg um fisk, og tað er at
seta tingini eitt sindur ov
einfalt upp.
Ítróttur og politikkur
Sum kunnugt, so byrjaði alt
rumblið í útlendingamálin-
um av álvara, tá tað kom
fram, at pappírini hjá
tveimum VB-leikarum ikki
vóru soleiðis, sum tey
skuldu vera.
Sjálvur var Jota tá ein av
teimum, sum noyddist á
politistøðina at skjalprógva
síni rættindi, og tað er lítið
at ivast í, at hetta fyri hon-
um kendist sum ein alt ann-
að enn hugalig støða.
Nú vit nakrar mánaðir
seinni royna at fregnast,
hvussu tað kendist at hálvg-
um verða kriminaliseraður,
tykist málverjin tó hava lítl-
an hug at tosa um hetta.
– Eg kann bara siga, at
hatta virkaði ikki serliga
»fair« fyri mítt viðkom-
andi. Mær vitandi hevur
VB øll árini havt fulla út-
lendingakvotu. Nú hevur
munurin bara verið tann, at
tey eisini høvdu góð úrslit,
og tí vildi onkur royna at
koppa teimum á annan hátt.
– Tað vísir bara enn eina-
ferð, at tá tú blandar ítrótt
og politikk saman, so gong-
ur galið. Tað hava vit alt ov
nógv dømi uppá, og tað er
sum so tað, sum eg havi at
siga um akkurát hatta mál-
ið. Fyri mítt viðkomandi
vóru pappírini eisini í lagi,
so meira enn tað sama
hevði eg ikki við hetta at
gera, sigur hann.
Heimins besta land
Prát okkara um hondbólt og
útlendingapolitikk er at
enda komið, og meðan
kaffikrússið verður tømt og
tubbakkið guvað liðugt,
situr Jota og vísir myndir
frá heimbýnum í norðara
partinum av Jugoslavia.
Úr sama býi – og sama
felag – hava Føroyar fingið
leikarar sum Dorica Tomic,
Iljan Topic, Dejan Lacok,
Blagoje Buha og so Jota
sjálvan, og longu nú hava
fleiri føroyingar eisini verið
har á vitjan. Millum annað
tá Dorica Tomic varð giftur
fyri ári síðani.
Um góðar tvær vikur
setir Jota so eisini sjálvur
kósina tann vegin, og tað er
einki at ivast í, at honum nú
leingist eitt sindur heim.
Ikki minst hava seinastu
mánaðirnar verið drúgvir, tí
konan og børnini hava ver-
ið í Jugoslavia, men tað
tykist kortini, sum vónar
hann, at tey øll kunnu koma
aftur til Føroya næsta ár.
– Tit hava í øllum førum
heimsins besta land. Ser-
liga hjá børnum. Her er at
kalla eingin kriminalitetur.
Børnini kunnu spæla úti, tá
teimum lystir, og tær nýtist
næstan ikki at óttast nakað
sum helst. Eg sigi ikki, at
veðrið ikki kundi verið eitt
sindur betri, men tað er so
tað einasta. Í allar aðrar
mátar hava tit tað eina-
standandi, sigur jugoslavin
at enda, áðrenn prátið aftur
fellur á forvitnisligu mynd-
irnar úr jugoslavia, og
landakortið, har til ber at
fylgja rutuni, sum hann nú
fer undir at koyra.
Duga eisini annað enn fiskaarbeiðið
Zeljko Jotic hevur seinastu fýra árini verið partur av føroyska
ítróttarheiminum, og leygarkvøldið varð hann kosin besti
málverjin í manshondbólti. Hann er samdur í, at ítrótturin
hevur tørv á eini greiðari skipan við útlendsku ítróttarfólkun-
um, men viðurkennir samstundis, at hetta kann fáa avleið-
ingar fyri feløgini
mynd: Álvur Haraldsen
”
» Tað er klárt, at hetta kann kosta
nógv. Feløgini fara ikki at hava ráð
at hava fleiri útlendingar í hópin-
um, og tí verður tað eitt ítróttarligt
bakkast fyri fleiri feløg«
”
»Tað er nú einaferð soleiðis, at tú
lærir nógv meira, tá tú dagliga ert
saman við góðum leikarum«
”
» Tað tykist mær bara, sum um alt
prát um útlendska arbeiðsmegi
snýr seg um fisk, og tað er at seta
tingini eitt sindur ov einfalt upp«
”
» Mær vitandi hevur VB øll árini
havt fulla útlendingakvotu. Nú
hevur munurin bara verið tann, at
tey eisini høvdu góð úrslit«
Føroyar á
UEFA-
netinum
Hesa vikuna eru tað
Føroyar, sum eru í fokus
á heimasíðuni hjá UEFA
Hetta er partur av føð-
ingardagshaldinum hjá
europeisku fótbóltssam-
gonguni, sum fyllir 50
ár í ár.
Tað hevur nevnliga
lagað seg soleiðis, at tað
eru júst 52 limalond í
UEFA, og so var skjótt
at fáa tað hugskotið, at
hvørt limaland skuldi
fáa eina viku í fokus á
heimasíðuni.
Á heimasíðuni, sum
hevur
slóðinha,
www.uefa.com, kunnu
vitjandi hesa vikuna
lesa um m.a. Abraham
Løkin og hansara leiklut
á landsliðnum. Eitt prát
við Birgir Enghamar,
formann í HB, Óli
Holml sigur sína hugsan
um føroyskan fótbólt og
UEFA, Jógvan Arge sig-
ur frá, at hann framvegis
roknar við føroyskari
framgongd, og so er
sjálvandi eisini nakað
um føroyska fótbóltsæv-
intýrið, sum byrjaði við
sigrinum á Eysturríki á
sinni.
-jm
Maradona
berjist fyri
lívinum
Argentinski fótbóltsúr-
mælingurin
Diego
Maradona sum í áttati-
árunum bergtók allan
heimin
við
sínum
kynstrum fekk fyrra-
náttina eitt hjartaslag.
Fyrstu søgurnar boðaðu
frá, at hetta var orsakað
av einari yvirdosis av
kokain, men hetta verð-
ur afturvíst av læknan-
um hjá Maradona. Hes-
in sigur, at talan er um
lungnabruna.
Diego Armando Mara-
dona varð alt fyri eitt
innlagdur
á
privat-
sjúkrahús í argentinska
høvuðsstaðnum Buenos
Aires, men eftir at hann
hann fyrst varð lagdur í
respirator, soleiðis at
týdningarmestu funkti-
ónirnar vorðu hildnar
ígongd, gjørdist støðan
væl betri mánadagin, og
nú verður sagt, at Mara-
dona eftir umstøðunum
hevur tað gott.
-tn
C
M
Y
K
24