mikudagur 21. apríl 2004síða 14
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 75 - 21. apríl 2004
27
26
Nr. 75 - 21. apríl 2004
Eftir ein steðg í fýra
ár er hann aftur at
síggja við borðið.
Henrik Petersen, sum
áður hevur vunnið
seks FM heiti fyri
staklingar, gjørdist
nýggjur Føroya-
meistari í billard í
Kagganum leygar-
dagin. Hann vann í
finaluni á Krisjan
Suna Høgnesen
TÍÐINDASKRIV
Billardsamband Føroya
Hann kom, sá og sigraði.
Tað kann við røttum sigast
um nýggja føroyameistaran
í billard, Henrik Pedersen,
sum seinasta vikuskiftið
aftur vísti, at hann er okk-
ara frægasti billardspælari.
Hóast mótstøðan varð hørð
til tíðir, og hóast Henrik
eisini
tapti
ein
av
innleiðandi dystunum, so
megnaði hann kortini, sum
so oftani áður, at taka tað
longra stráið. Hann vann
suverent í finaluni á tí tá
verandi føroyameistaran-
um, Krisjan Suna Høgne-
sen.
Atlantic Airways Cup
2004, hvørs heiti føroya-
meistarakappingin bar í ár
og helst komandi árini við,
varð fyriskipað av Billard-
sambandi Føroya. Hon varð
hildin í Kagganum, men
innleiðandi umfarið varð
eisini spælt í tí sera hugna-
liga billardumhvørvinum í
Havnar Klubba.
8 mans vóru við í finalu-
umfarinum: Henrik Peder-
sen, Krisjan Sune Høgne-
sen, Ólavur Kjølbro, Bjarni
Skaalum, Anfinnur Hjalm-
arson, Johannes Skaarup,
Niels Nielsen og Carsten
Hansen. Kappingin um at
koma í hálvfinalurnar var
spennandi, og tað var eina
løtu um reppið, at táverandi
føroyameistarin
Krisjan
Sune Høgnesen kom við.
Hann fekk eitt nú harða
mótstøðu
frá
Carsten
Hansen og eitt skifti eisini
frá Anfinni Hjalmarson.
Men tað vórðu so teir
fýra: Henrik, Ólavur, Bjarni
og Krisjan Sune, sum komu
víðari til hálvfinalurnar, og
tað var eisini mest rættvísa
úrslitið. Í innleiðandi um-
farinum vóru annars fleiri
sera stórir dystir. Henrik,
sum ikki hevur verið við í
FM-kappingini
seinastu
fýra árini, vísti seg ikki at
hava gloymt billardfiness-
urnar, tá hann legði út við
einum dysti uppá fleiri enn
1000 eygu, nakað, sum er
nærum óhoyrt í føroyskum
billard. Men eftir tað vísti
ungi klaksvíkingurin Ólav-
ur Kjølbro, at hann so av-
gjørt hoyrir til elituna í bill-
ard, tá hann skoraði fleiri
enn 800 eygu.
Í hálvfinaluni millum
Bjarna og Henrik vann
Henrik, og hina hálvfinal-
una vann Krisjan Sune á
Ólavi. Stóri dysturin var
sjálvandi finalan millum
Henrik og Krisjan Suna.
Henrik, sum ikki hevur
verið við í billardkapping-
unum í fleiri ár, hevur áður
megnað at vinna ikki færri
enn 6 FM heiti. Krisjan
Sune, sum vardi heitið,
hevur vunnið tað seinastu
tvey árini.
Finaludysturin gekk sera
javnt á. Í hálvleikinum vóru
bert 30 eygu á muni. Men
tað skuldi vísa seg sum so
mangan áður, at Henrik
hevur størsta talentið og
eisini bestu psykuna til
avgerandi dystir í billard.
Sum leið móti endanum av
dystinum gjørdist munurin
millum teir báðar størri og
størri og endaliga úrslitið
varð, at Henrik vann við
698 eygum móti 498.
Nervarnir spældu inn hjá
báðum, so dysturin var ikki
millum teir størstu. Báðir
hava teir fingið nógv fleiri
eygu í FM-kappingunum í
ár fyri lið.
Í dystinum um 3. plássið
vísti Bjarni Skaalum, at
hann kann spæla gott
billard, tá hann vil og
alspenti skjótleikin ikki
tekur ræðið av honum.
Hann fekk 774 eygu móti
Ólavi, sum datt heilt niður-
ímillum í teimum seinastu
dystunum. Hann fekk 350
eygu í hesum dystinum.
Ólavur hevur annars víst
seg at vera millum teir
frægastu spælararnar, og tá
tað rullar, so er tað bara út
eftir Landavegnum, sum
tikið verður til. Men hesa-
ferð rullaði tað ikki nóg
væl, tá ástóð. Og soleiðis er
tað so oftandi í avgerandi
dystum í billard – hjá teim-
um flestu. So tá avtornaði
var munurin kanska ikki
tann heilt stóri millum
hesar fýra av okkara bestu
spælarum.
Eftir
eina
spennandi
kapping handaði formaður-
in í Billardsambandinum,
Steinbjørn í Dali steyp,
sum Atlantic Airways hevur
latið. Harumframt fekk
føroyameistarin eina ferð
frá flogfelagnum fyri tvey.
Liðkappingin
Endaliga úrslitið av lið-
kappingini í ár gjørdist
hetta:
1. deild: Føroyameistari
Klaksvíkar
Billardfelag,
104 stig og 22.32 eygu í
meðal, nr. 2 Kaggin 1, 82
stig og 18.99 eygu í meðal,
nr. 3 Havnar Klubbi 66 stig
og 18.93 eygu í meðal, nr. 4
Tvøroyrar Klubbi 56 stig
og 15,70 eygu í meðal og
aftastur Kaggin 2 við 52
stigum og 15.95 eygum í
meðal. Á vinnandi liðnum
spældu
Krisjan
Sune
Høgnesen, Ólavur Kjølbro
og Sonhard Johannessen.
2. deild: Vinnari Klaks-
víkar Billardfelag 2 við 102
stigum og 10.24 eygum í
meðal, nr. 2 Klaksvíkar
Billardfelag 1 við 78 stig-
um og 10.33 eygum í með-
al, nr. 3 Havnar Klubbi við
69 stigum og 9.17 eygum í
meðal, nr. 4 Kaggin við 65
stigum og 8,44 eygum í
meðal og aftast Tvøroyrar
Billardfelag við 10 stigum
og 4.94 eygum í meðal. Á
vinnandi liðnum hava verið
rættiliga nógvir spælarar,
eitt nú Flemming Isaksen,
Óli
Biskupstø,
Tórður
Andreassen og Ingi Isak-
sen.
Teir fimm bestu spælar-
arnir í liðkappingini í ár
vóru: Henrik Pedersen við
26,80 eygum í meðal, nr. 2
Krisjan Sune Høgnesen við
26,52 eygum, nr. 3 Bjarni
Skaalum við 22,62 eygum,
nr. 4 Ólavur Kjølbro við
22,1 eygum og nr. 5 Son-
hard Johannessen við 20.39
eygum í meðal.
Billardsamband Føroya
fylti 25 ár í fjør og í tí
sambandi hevur verið tosað
um at skipa fyri eini jubile-
umskapping í vár ella
seinni í heyst. Meira um
hetta seinni.
Henrik Pedersen føroyameistari í billard
Teir tríggir bestu í Atlantic Airways Cup í ár: Henrik Pedersen, Krisjan Sune Høgnesen og Bjarni
Skaalum
Henrik Pedersen, nýggjur føroyameistari
Henrik Pedersen í sínum eyðkenda stíli
Liðformaðurin í Klaksvíkar Billardfelag 2, Flemming Isaksen
tekur ímóti gullinum vegna lið sítt
Ólavur Kjølbro vísti framúr gott spæl í fleiri av dystunum. Tá tað rullaði, so var tað út eftir
landavegnum, men tó ikki tá ástóð
Krisjan Sune Høgnesen mátti lúta fyri Henriki Pedersen hesaferð
Bjarni Skaalum náddi ikki finaluna men brillieraðir í dystinum um 3. plássið
Nú stendur nógv á Krisjan
Suna – man Henrik fara við
meistaraheitinum!
Formaðurin í Billardsambandinum Steinbjørn í Dali handar føroyameistaranum fyri lið,
Klaksvíkar Billardfelag steyp. Á liðnum Ólavur Kjølbro, Krisjan Sune Høgnesen og Sonhard
Johannessen, sum vantar á myndini
C
M
Y
K
26