fríggjadagur 19. apríl 2013síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 19. apríl 2013 · Nr. 44
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hin 21. september 2012
fingu Føroyar tillutað eina
toskakvotu uppá 3.154 tons
á Flemmich Cap, ið svarar
til uml. 22% av samlaðu
toskakvotuni í hesum fiski
øki.
Henda toskakvota er
grundað á søgulig rættindi,
sum serliga línubátarnir
útvegaðu okkum við teirra
fiskiskapi á Flemmich Cap
í 60-70´unum. Sostatt er
tað ein sjálvfylgja, at tað
eru línubátarnir, sum fáa
tillutað alla hesa toska-
kvotu.
Teir skuldu havt fingið
loyvini útskrivaði fyri lang
ari tíð síðani, so teir kundu
fyrireika seg og skuldu
longu havt fiska ein stóran
part av kvotuni. Tí er tað
óforsvarligt og líkist ongum,
at Fiskimálaráðið ikki enn
hevur givið línubátunum
loyvi at veiða henda fiskin,
meðan besta fiskitíðin er.
At nógvur fiskur er á
Flemmich Cap og at línu
bátarnir, sum eru har hava
fingið nógvan fisk, kunnu
øll lesa í fjølmiðlunum,
har sagt verður frá, at td.
norska línuskipið “Atlantic”
hevur fingið fulla last á
tveimum túrum og er nú á
triðja túrinum. Alt í meðan
okkara línuskipini ikki
sleppa á Flemmich Cap,
bara tí, at Fiskimálaráðið
higartil hevur seinkað og
mótarbeitt hesum møgu
leika.
Áheitan á løgmann:
Eg fari tí við hesum alment
at heita á løgmann um at
syrgja fyri, at fiskiloyvini til
línuskipini verða útskrivaði
beinanvegin.
Tað, sum gongur fyri seg
nú, at Fiskimálaráðið ikki
vil skriva út fiskiloyvi til
línuskipini, er óforsvarligt
yvir fyri tí tillutaðu toska
kvotu, sum vit hava á
Flemish Cap. Hetta drálið
er eisini órættvís yvir fyri
línuskipunum,
sum
eru
orsøkin til, at vit hava hesa
toskakvotuna.
Ikki minst er tað ófor
svarligt yvir fyri tí før
oyska samfelagnum, har
flakavirkini tørva rávøru
og arbeiðsfólkini tørva ar
beiði. Hesin fiskiskapur
vildi eisini skapt eitt stórt
útflutningsvirðið fyri før
oyska samfelagið.
Løgmaður
má útskrivað
fiskiloyvi til
línubátarnar á
Flemmich Cap
Alfred Olsen
Tingmaður fyri
Sambandsflokkin
Neyðugt við trimum
sjúkrahúsum?
Anna Elisabeth
í Kálvalíð
Eru trý sjúkrahús grundin til,
at vit sjúklingar muga bíða
alt ov longi eftur ekspertisu?
Er tað grundin til, at vit bert
hava ein reumatolog, sum
arbeiðir seg hálvt í hel, og
vit hava sjúkliga bíðilstar.
Vit hava eitt gott samstarv
við Ríkissjúkrahúsið, og alt
gott um tað. Men nú er tað
soleiðis, at eg skuldi hava
eini tríggjar viðgerðir á
Ríkissjúkrahúsinum, eg havi
verið tvær og eri vælnøgd.
Men viðgerðartíðin frá start
til slut er alt ov long.
At kontakta Ríkishúsið
nyttar onki, man skal jú eis
ini passa inn í teirra væl
organiseraða skema. Men
vita tit hvat? Tað eru faktiskt
menniskju, ið skulu passa
inn í fýrakantin. Menniskju
ið hava ein trupulleika so ella
so. Hevði tað ikki veri smart
ari, at fingið fleiri ekspertar
at komið upp og gjørt fleiri
viðgerðir her?
Hevði hetta verið møgu
ligt, um øll økonomiska ork
an bleiv løgd á LSH? Eg spyrji
bara, tí eg veit tað ikki, eg vil
bara tað, ið er best fyri sjúk
lingin. Og meðan politikarar
ikki kunna taka eina endaliga
støðu um trupulleikan, so
muga vit bara bíða og bíða.
Eru lønirnar kanska nak
að høgar hjá onkrum? Veit
ikki eg spyrji bara.
Suðurtunnilin
Zakarias Wang
Nú er Landsverk komið við
einari leysligari meting av,
hvat ið Suðurtunnilin fer at
kosta.
Talan er sjálvandi um tveir
tunlar, tann fyrri til Sandoyar
og hin til Suðuroyar. Vit hava
vant okkum við, at Sand
oyartunnilin kostar umleið
tvær milliardir, og nú fáa vit
at vita, at tann til Suðuroyar
liggur um átta milliardir.
Hetta eru stórar upp
hæddir, men tær skulu met
ast í mun til kostnaðin av at
reka tær báðar farleiðirnar,
sum vit í løtuni hava til hesar
oyggjar. Talan er um tvey
skip (sum viðhvørt noyðast
at fáa avloysaraskip). Har
afturat koma útreiðslur til
havnir (sum kanska høvdu
kunna verið nýttar til annað
inntøkuskapandi virksemi).
Ein eyka kostnaður er, at
hetta samband ikki er so ofta,
at tað ber til at koma aftur
og fram eins skjótt og vit
eru von við í meginøkinum,
har vit kunnu koma millum
bygdir eftir einum tíma.
Hóast ikki verður hugsað
um hetta síðsta, men bert
sjálvan kostnaðin av at reka
og avskriva verandi far
leiðir, so er talan um eina
árliga útreiðslu, sum nærk
ast eini hálvari milliard um
árið og støðugt veksur. Við
at gera íløguna støðga vit
útreiðsluvøkstrinum og fáa
støðugt meir og meir burtur
úr.
Í løtuni er rentan á altjóða
kapitalmarknaðinum metlág.
Við eini rentu upp á 2,5%
kunnu 250 milliónir krónur
renta eina íløgu upp á 10
milliardir. Hetta kundi bent á,
at tað beinleiðis loysir seg at
gera Suðurtunnilin. Vit skulu
hava í huga, at tá verður
strekkið millum Hvalba og
Tinganes ikki longri enn tað
millum Tinganes og Vest
manna!
50 metrar hylurin nærkast
Bogi Andreasen
Limur í mentanarnevnd
Tórshavnar Býráðs
Bygginevndin
fyri
50
metra hylin í Tórshavnar
Kommunu fer nú at útvega
byggiskrá og skitsuuppskot.
Tað hevur týdning at fáa
gongd á verkætlanina skjót
ast gjørligt
Fyrsta uppgávan hjá okkum
í bygginevndini, sum er sett
at fyrireika nýggja svimjihøll
við 50 metra hyli, er at útvega
byggiskrá og skitsuuppskot
til eina høll, sum lýkur al
tjóða krøv.
Ov lítið vatn er í gomlu
svimjihøllini
í
Gundadali
til tey nógvu vitjandi og
ítróttasvimjararnar, so her
eigur at verða borið skjótt at.
Vit kunnu ikki halda fram
at kroysta okkara kapp
svimjarar inn í eina ov lítla
svimjihøll ella av landinum
at venja.
Nýggja
høllin
verður
mennandi fyri ítróttasvimj
ingina her á landi, og hendan
ítróttagreinin hevur skjótast
gjørligt
uppiborið
bestu
karmar at virka innanfyri.
Vit eiga longu nógvar fram
úr góðar og stinnar svimj
arar, og tó at tað er í seinna
lagi at geva teimum góðar
umstøður, so standa yngri
ættarlið klár at brúka nýggju
høllina. Tað er mær ein stór
gleði at verða við til at bera
hesa verkætlanina á mál
– svimjingini og føroysku
fólkaheilsuni at gagni.
Góða gamla svimjihøllin
í Gundadali hevur tænt
okkum væl, og henda reina
og snotiliga høllin fer fram
haldandi at verða eitt fjálgt
stað at vitja. Nýggja høllin
við 50 metra hylinum er
eitt stig víðari á leiðini, har
svimjingini kann fara fram
á einum hægri ítróttarligum
stigi. Sjálvandi eigur ein høv
uðsstaður at kunna bjóða
sínum borgarum og sínum
gestum hesar báðar møgu
leikar innan svimjing.
kjak