fríggjadagur 19. apríl 2013síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Fríggjadagur 19. apríl 2013 · Nr. 44
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Uni Holm Johannesen
Ábendingar høvdu verið leingi,
men tann 15. desember 2010 varð ill
grunin váttaður, tá Sosialurin kom
á gøtuna við feskari veljarakanning.
Dómurin varð feldur. Í Kvíggjartúni
á Argjum sat formaðurin, Jóannes
Eidesgaard, við nýprentaða tíðinda
blaðnum, ásannandi at veljararnir
góvu sínum flokki ein
frammaná.
Flokkurin, hann
stjórnaði, var í
kreppu. Úrslitið talaði sítt greiða
mál.
Javnaðarflokkurin
hevði
mist fótafestið. Undirtøkan var
søguliga lág. Ikki síðani 1932 hevði
Javnaðarflokkurin fingið so lítla
undirtøku, sum flokkurin hevði í
hesari veljarakanningini. Bara 14,4
prosent ætlaðu sær at atkvøða fyri
flokkinum.
Ein flokkur í spønum, var heitið
á oddagreinini í blaðnum henda
seinnapartin.
– Fyri Javnaðarflokkin er kata
strofan so stór, at um flokkurin
ikki ger onkrar grundleggjandi
broytingar her og nú, so kann
hann
tað
sama
pakka
saman. Tað hevur so at
siga bara gingið afturá
hjá flokkinum, síðani
Jóannes Eidesgaard tók
við sum formaður, skriv
aði ábyrgdarblaðstjórin
Eirikur Lindenskov.
Kósin,
sum
Eid
esgaard hevði sett,
hevði elvt til mikla øsing í bak
landinum. Floksleiðslan fekk javn
an av grovfílini. Tónin var harður.
Politiska kósin var fremmand.
Javnaðarflokkurin førdi ikki jav
naðarpolitikk. Tað var trupult at
síggja mun á Javnaðarflokkinum
og borgarligu flokkunum. Eingin
greið støða var tikin til ríkis
rættarliga spurningin. Flokkurin
hevði góðtikið privatiseringar og
skattalættar, men gav samstund
is tekin um, at tað bar ikki til at
varðveita støðið á vælferðarsam
felagnum. Eitt nú varð stuðulin til
heilivág skerdur, deild 1 á psyki
atrisku deild varð latin aftur vegna
sparingar, og fyrilit varð ikki fyri
vánaligu korununum hjá børnum
og ungum við serligum tørvi.
Javnaðardansurin hevði mist
stevið, og tað var trupult at sissa
revsandi røddirnar.
– Vit hava ikki dugað at selt
okkara boðskap, var fáliga aftur
vendandi umberingin hjá floksfor
manninum, sum hevði hildið um
stýrisvølin í Javnaðar
flokkinum í 15 ár.
Tað hevði áneyðir
at venda rákinum.
G r u n d l e g g ja n d i
broytingarnar
komu
eisini skjótt. Tveir mán
aðir seinni, fríggjakvøldið
18. februar, var tíðindafundur á
Hotel Hafnia. Har boðaði Jóannes
Eidesgaard frá, at hann legði frá
sær bæði sum floksformaður og
landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Avloysarin var 38 ára gamli Aksel
V. Johannesen. Aksel kom sum eitt
skot inn á politiska pallin í 2008. 30
ár eftir, at gamla javnaðarkempan,
Vilhelm Johannesen, varð tilnevnd
ur landsstýrismaður í millum ann
að heilsumálum, uttan at vera
valdur tingmaður, tók sonurin við
starvinum, somuleiðis uttan at vera
valdur tingmaður. Trý ár seinni
gjørdist hann formaður í flokk
inum. Tá batnar.
Eitt nýtt ættarlið. Og byrjanin til
eitt nýtt tíðarskeið. Tað vóru yvir
skriftirnar, tá Aksel V. Johanne
sen fór til verka. Hann elti ikki
slóðina hjá sínum undanmanni.
Javnaðarflokkurin skuldi nú halda
rimmarfast um sosialdemokratisku
røturnar. Broytingarnar skuldu
koma frá grasrótunum í flokkinum.
Javnaðarflokkurin skuldi aftur til
vinstru og á sambandsbógvin sum
samríkisflokkur. Flokkurin skuldi
hava samband við fakfelagsrørsluna,
tí stættarstríðið var ikki av, sum
Jóannes Eidesgaard hevði ført fram
sjey ár frammanundan.
Tað vísti seg at taka væl styttri
tíð enn væntað at fáa Javnaðar
flokkin aftur á føtur. Seinastu 12
mánaðirnar hevur Javnaðarflokk
Høgrasnaringin styrkir
Javnaðarflokkin
GREINING Javnaðarflokkurin hevði søguliga lítla undirtøku fyri tveimum árum síðani. Nú
er hann størsti flokkur á tingi, sambært veljarakanningum. Óvæntaða høgrasnaringin,
formansskiftið og innanhýsis friðurin eru meginorsøkirnar, halda politiskir viðmerkjarar
Nýggj tingmanning
Stór útskifting var í tingmanningini hjá
Javnaðarflokkinum
á
løgtingsvalinum
tann 29. oktober 2011. Gerhard Lognberg
var tann einasti, sum varð afturvaldur. Jó
annes Eidesgaard og Katrin Dahl Jakobsen
takkaðu fyri seg í politikki, og John Jo
hannessen, Helena Dam á Neystabø og Hans
Pauli Strøm rukku ikki inn um tinggátt.
Hesaferð vóru Eyðgunn Samuelsen,
sum hevði verið varafólk í farnu tingsetu,
Henrik Old, sum ikki bjóðaði seg fram á
valinum í 2008, borgarstjórin á Tvøroyri
Kristin Michelsen, Rigmor Dam og Aksel V.
Johannesen vald.
Framhald á næstu síðu