Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-19, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. apríl 2013síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 19. apríl 2013 · Nr. 44 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 urin verið størstur í veljara­kann­ ingum. Men hvat er hent? Spurningurin hevur einki einfalt svar. Øðrvísi formaður Tað var skjótt, at Aksel V. Johannesen vann sær viðurkenning. Hann er av góðum javnaðarbergi brotin, og vísti seg eisini at vera væl grundaður ideologiskt á vinstravonginum í eini tíð, tá Javnaðarflokkurin var í samleikakreppu. Dámligur og hóv­ samur var hann í politiskum kjaki, og hann dugdi mest sum altíð at svara fyri seg, vóru skoðsmálini. Í mong ár vóru annars greið tekin um, at fyrrverandi sjónvarps­ maðurin John Johannessen fór at taka við sum javnaðarovasti eftir Jóannes Eidesgaard. 26 ára gamal var hann stóra stjørnuskotið á javn­ aðar­listanum á løgtingsvalinum í 2004. Javnaðarkrúnprinsurin fekk tó ongantíð væntaða leiklutin. Hans­ara máttur í flokkinum vik­n­ aði við árunum. Tá Jóannes takkaði fyri seg, varð skjótt greitt, hvør eftirmaðurin skuldi vera. Leygardagin 5. mars í 2011 varð Aksel V. Johannesen vald­ ur til formann. Sjey mánaðir seinni fekk Javn­ aðarflokkurin einki serligt úrslit á løgtingsvalinum, hóast tað var væl frægari enn veljarakanningar bendu á mánaðir frammanundan. Tað eydnaðist heldur ikki flokk­ in­um at sleppa í samgongu eft­ir minnilutasamgonguna við Sam­ bands­flokkin og Tjóðveldi. Luturin hjá flokkinum er nú í and­støðu, samstundis sum Kaj Leo Johanne­ sen, løgmaður, og Fólka­flokkurin hava snarað sína politiska kumpass til høgru. Jóannes Eidesgaard langaði út eftir báðum andstøðuleiðarunum í tíðargrein fyri einum ári síð­an. Teir minna mest um sunnu­dags­skúla­ dreingir, sum næstan umbera seg, tá teir tala makthavarunum ímóti, var ábreiðslan hjá gamla formanninum av Tvøroyri. Úr Havn var Aksel V. Johannesen skjótur at svara ákæruni. Sum per­ sónar vóru hann og Jóannes Eides­ gaard ymiskir. Hann ætlaði sær at vinna fram við skilagóðum sjónar­ miðum. Hóvliga kom flokkurin eins langt, segði hann. Men tað er ikki einasti mun­ur­ in. Uni Arge, journalistur og rit­høv­ undur, heldur, at við for­mansskift­ inum framdi Javnaðarflokkurin eitt ættarliðsskifti, sum gav flokkinum ein nýggjan profil. ­– Jóannes var ein markantur for­maður, sum dugdi væl at bera síni sjónarmið fram, men tá hann ikki gjørdist løgmaður aftur, vikn­ aðu bæði hann og flokkurin. Hann hevði tá rokkið sínum evsta máli at gerast løgmaður, og tørvur var á endurnýgging. Aksel fekk 1200 atkvøður á valinum í 2011, so per­ sónliga hevur hann stórt álit mill­ um veljararnar. Hann tosar greitt, tá hann finst at samgonguni, og vísir, at hann hevur tamarhald á teim­um politisku og búskaparligu sam­anhangunum. Løtan hevur eisini verið honum lagalig, tí aldrin hevur so høgravendur politikkur verið førdur í Føroyum. Tað er ein gáva til ein sosialdemokratisan for­mann, sum skal endurreisa sín flokk, sigur Uni Arge. Høgrasnaringin At ein óvæntað høgrasnaring er farin fram, meðan Javnaðarflokkurin hev­ur verið í andstøðu, er ein av meg­inorsøkunum til, at flokkurin hevur so stóra undirtøku nú. And­støðan hevur verið virkin við alternativum uppskotum til upp­skotini hjá samgonguni, men hevur talað fyri deyvum oyrum. Upp­skotini hjá Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn hava ikki rinið við hjá samgonguni. Løgtingið hevur av somu orsøk arbeitt í tveim­um bólkum. Flatskatturin, forskattingin av pensjónum og avtøkan av Lands­ bankanum eru bestu dømi um tað. Andstøðan hevur lovað, at ver­andi skattaskipan og avtøkan av Lands­ bankanum eru bara fyribils. So skjótt henda samgongan er farin frá, verða hesar samtyktirnar broytt­ar aftur. Stjórnmálafrøðingurin og jour­ nalisturin Beinta Løwe heldur, at tað eru bæði borgarligi politikkurin hjá samgonguni,og politikkurin hjá Javnaðarflokkinum, sum eru or­søk til, at flokkurin stendur seg so væl í veljarakanningum nú. Fólk eru ovfarin av, at poli­tikk­ur­in hjá samgonguni er so borgar­lig­ur, sum hann er. Tað elvir í sjálv­um sær til, at veljarar flyta frá sam­ gonguflokkunum til Javnaðar­ flokk­in, sum verður eitt sjálvsagt alterna­tiv á vinstravonginum. – Tað er politikkurin hjá sam­ gong­uni, sum fær Javnaðar­ flokk­in at stíga fram sum ein javn­aðar­flokkur, heldur enn Javn­ aðar­flokk­urin í sjálvum sær. Hin­ vegin megnar Javn­aðarflokk­urin betur at gera vart við seg sum ein javn­aðar­flokk­ur nú enn í ABC-sam­ gonguni, tá hann hevði ilt við at føra javnaðar­politikk, sigur Beinta Løwe. Hon heldur ikki, at Javnaðar­ flokk­urin er nýskapandi sammett við hinar flokkarnar. Aksel V. Jo­ hannesen hevur markerað flokkin sum ein sambandssinnaðan flokk á vinstravonginum, og tað ger, at flokkurin fær eisini fatur á sam­ bands­veljarum, sum hella til vinstra­vongin, men ikki til loys­ing­ ar­vongin. – Tær atkvøðurnar, ið Javnaðar­ flokkurin misti til Sambandsflokkin á løgtingsvalinum seinast, eru farn­ar aftur til Javnaðarflokkin eftir valið, sigur Beinta Løwe, sum minnir á, at tað er munandi lættari hjá Javnaðarflokkinum at reka reinan og góðan flokspolitikk, tá flokkurin er í andstøðu. Flokstrúgvu orðini síggjast sjáldan í úrslitum, tí ávirkanin er lítil og eingin. Av stóru andstøðuflokkunum er tað Tjóðveldi, sum hevur verið meira virkin og ágangandi, men Hoydal, Háfoss og hini hava ikki havt somu framgongd í veljarakanningum sum Javnaðarflokkurin. Stjórnmála­frøð­ ingurin Hallbera West heldur, at Tjóðveldi sum flokkur er ikki eins greiður á vinstra-høgra ásanum, og tað er helst ein vansi í hesum borgarligu tíðum. Tjóðveldi hevur í Óskilið í Javnaðarflokkinum var helst í hædd­ini tann 7. januar í 2011, tá sjey frustrerað javn­aðar­fólk sendu út almenna eftir­lýsing eftir Gerhardi Lognberg, løg­ tings­manni. Eftirlýsingin bar heitið »Kom til arbeiðis, Ger­hard!” Ósemjan kom, tí Lognberg hevði sagt sína hugsan alment um politikkin hjá flokkinum, og tað tók ráðandi klikan, sum sand­oyartingmaðurin málbar seg, illa upp. Eirikur Lindenskov, ábyrgd­arblaðstjóri á Sosialinum, var skjótur at viðmerkja støð­ una. – Tann stóri trupulleikin er bara tann, at Javnaðarflokkurin hevur mist sítt trúvirði. Flokk­urin er longu í sori í veljara­kann­ ingum, og tá øll tey valdu fólkini í flokkinum bera seg soleiðis at, hvør skal so tora at velja flokkin?, spurdi hann. Eftirlýsingin Løgtingsvalið okt 2011 29-10-2011 22,5 24,7 17,8 4,2 18,3 6,3 6,2 8 8 6 1 6 2 2 19 14 Gallup desember 2011 30-11-2011 19,2 24,9 20,2 2,7 18,9 5,9 8,4 7 8 7 0 6 2 3 17 16 Gallup februar 2012 21-02-2012 19,0 24,4 20,2 3,3 20,8 4,9 7,4 6 8 7 1 7 2 2 17 16 Gallup juli 2012 03-07-2012 15,7 22,2 23,1 2,9 22,1 7,2 6,8 5 8 8 0 8 2 2 15 18 Gallup november 2012 09-11-2012 19,6 23,5 20,8 2,7 21,8 5,8 5,9 7 8 7 0 7 2 2 17 16 Gallup februar 2013 25-02-2013 19,3 21,7 22,5 2,6 22,0 6,9 5,1 7 7 8 0 7 2 2 16 17 Undirøtka í mun til valið -3,2 -3,0 4,7 -1,6 3,7 0,6 -1,1 Fólkaflokkurin Sambandsflokkurin Javnaðarflokkurin Sjálvstýrisflokkurin Tjóðveldisflokkurin Miðflokkurin Framsókn Fólkaflokkurin Sambandsflokkurin Javnaðarflokkurin Sjálvstýrisflokkurin Tjóðveldisflokkurin Miðflokkurin Framsókn Samgongan tils. Andstøðan til s. Løgtingsvalið okt 2011 29-10-2011 57,8 42,2 19 14 Gallup desember 2011 30-11-2011 52,6 47,4 17 16 Gallup februar 2012 21-02-2012 51,6 48,4 17 16 Gallup juli 2012 03-07-2012 48,0 52,0 15 18 Gallup november 2012 09-11-2012 51,6 48,4 17 16 Gallup februar 2013 25-02-2013 50,5 49,5 16 17 Mundur valið/í dag -7,3 7,3 Samgonga Andstøða Sessir sam. Sessir and. Lutfall samgonga/andstøða Fólkaflokkurin 7 8 Sambandsflokkurin 7 8 Javnaðarflokkurin 8 6 Sjálvstýrisflokkurin 0 1 Tjóðveldi 7 6 Miðflokkurin 2 2 Framsókn 2 2 Kanning februar 2013 Løgtingsvalið 29. oktober 2011 Sperrumark: 1/33 av atkvøðunum Tingsessir Fólkaflokkurin 19,3 Sambandsflokkurin 21,7 Javnaðarflokkurin 22,5 Sjálvstýrisflokkurin 2,6 Tjóðveldi 22,0 Miðflokkurin 6,9 Framsókn 5,1 Úrslit Framhald av síðu 17