fríggjadagur 19. apríl 2013síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 19. apríl 2013 · Nr. 44
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
SløkkiliðS- / arbeiðSfólk
til Vága floghaVn
www.floghavn.fo
Vága Floghavn er í eini menningartilgongd.
Leingingin av flogbreytini er liðug og komandi
tvey árini standa farstøðin, tænastubygningar
og annað fyri tørni. Útbyggingin letur upp
møguleikar fyri at røkka nýggj ferðamál og
tilboð til verandi og nýggjar marknaðir.
Við hesum verður søkt eftir fólki til rakstrar
deildina hjá Vága Floghavn. Rakstrardeildin
tekur sær í høvuðsheitum av tænastum so
sum sløkkiliði, sjóbjarging, security, kava
rudding, reinhaldi, viðlíkahaldi av akførum,
bygningum og uttanumøkjum, eins og nakað av
umsitingarligum arbeiði er partur av uppgávuni.
Sløkkiliðs / arbeiðsfólkið skal, við tilvísing
til rakstrarleiðaran, saman við starvsfeløgum
sínum luttaka í teimum uppgávum, sum
rakstrar deildin tekur sær av, umframt øðrum
uppgávum í sambandi við virksemi felagsins.
Tað er umráðandi, at tú í starvi tínum er
smid lig/ur og hevur jaligan hugburð, bæði
til starvsfelagar og uppgávur. Neyðugt er, at
sløkkiliðs / arbeiðsfólkið hevur heilsuváttan,
sum lýkur krøvini ið sett verða til sløkkiliðsfólk.
Góður kunnleiki til føroyskt, danskt og enskt
er avgjørt ein greiður fyrimunur, eins og tað er
ein fyrimunur, um tú hevur koyrikort til stór
akfør. Somuleiðis er vanlig litsjón ein fyrimunur.
Telduførleiki á brúkarastøði er ein treyt.
Vága Floghavn strembar eftir, at starvs fólka
samansetingin endurspeglar saman setningina
í samfelagnum. Vit taka tí gleðiliga ímóti
umsóknum frá báðum kynum.
Umsøkjarar, sum ikki hava allar neyðugar
førleikar, verða at fáa hesar til vega skjótast til
ber eftir setanina.
Vit bjóða eitt spennandi, áhugavert og
avbjóðandi starv við fjølbroyttum arbeiðs
uppgávum. Arbeiðið er í skiftandi vaktum. Løn
og setanarviðurskifti vera eftir sáttmála við
avvarðandi yrkisfelag.
Miðað verður eftir at starvið verður sett
skjótast gjørligt ella í seinasta lagi 1. juli 2013.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til:
Finnboga Niclasen á telefon 354400 ella við
telduposti á fini@fae.fo
Umsóknir saman við prógvum, C.V og øðrum
skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi
10. maj 2013. Allar umsóknir við neyðugum
fylgiskjølum verða viðgjørd í trúnaði og skulu
sendast til:
Finnboga Niclasen, teldupost: fae@fae.fo
sansir.fo