Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-19, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. apríl 2013síða 25

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Fríggjadagur 19. apríl 2013 · Nr. 44 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tórshavnar kommuna Tórshavnar kommuna er høvuðsstaðarkommuna. Í kommununi starvast tilsamans 1400 fólk, harav 130 fólk í sjálvari umsitingini. Vit leggja stóran dent á fakliga menning og trivnað. Arbeiðsumhvørvið er fjølbroytt, og vit hava ein nútímans leiðsluhátt, har starvsfólkamenning er avgerandi. Vit hava ein virknan starvsfólkapolitikk og raðfesta innanhýsis samskifti og samskifti við borgaran høgt. Hetta fyri at tú og borgarin altíð skulu kenna tykkum væl í Tórshavnar kommunu. Les meira um starvsfólkapolitikkin á www.torshavn.fo www.torshavn.fo Til búeindirnar verður søkt eftir sjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktarum og heilsuhjálparum – eitt heim har tað er vítt til veggja og rúmd er fyri nýhugsan og nýskapan Brennir tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri húsfólki? Vilt tú verða við at mynda, menna og skapa eitt nýtt røktarheim? • Har 64 eldri fara at búgva • Har fakliga dygdin av veittum tænastum verður sett í hásæti • Sum áhaldandi er við til at menna heilsu- fremjandi og fyribyrgjandi tiltøk til heima- búgvandi pensionistar • Har starvsfólk trívast, mennast og hava tað gott So er tað tær vit leita eftir at starvast á búeindunum á Boðanesheiminum. Førleikakrøv • Prógv og góðkenning, sum sjúkrarøktarfrøðingur • Prógv og góðkenning sum heilsurøktari • Prógv sum heilsuhjálpari • Áhuga at arbeiða innan eldraøkið • Góð evni at samskifta í skrift og talu • Evni at nýta tvørfakliga tilfeingi, sum verður á heiminum • KT-førleika á brúkarastøði Vit bjóða tær • Ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag • Ávirkan á menningina av tænastunum á heiminum • Eitt nýtt arbeiðspláss, har tú ert við til at skapa mentanina • Eitt heim har tað er vítt til veggja og rúmd er fyri nýhugsan og nýskapan Ábyrgdarøkið Tú kemur at verða við til at skapa rammur fyri einum gerandisdegi, sum er merktur av tryggum og heimligum umhvørvi. Afturat tí verður tú partur í einum starvsliði, ið fakliga stimbrar til eginum-sorgan og stuðlar undir einum virknum gerandisdegi, mett út frá støðu og lívssøgu hins einstaka. Setanarviðurskifti Sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Størvini verða sett skjótast tilber. Umsókn Umsókn saman við góðkenning, prógvum og upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast til Tórshavnar kommunu, Postmoga 32, FO-110 Tórshavn ella til teldupost: torshavn@torshavn.fo. Umsóknarfreistin er 24. apríl 2013 kl 12.00. Meira fæst at vita Nærri fæst at vita um størvini við at hyggja á www.torshavn.fo ella við at venda sær til Jóngerð Guttesen, leiðara, telefon 224151. Starvsfólk til Boðanesheimið