Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-19, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. apríl 2013síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 44 · 19. apríl 2013 10 VIKUSKIFTI Ein stór avbjóðing liggur fyri framman, tí vit ynskja ala meira enn vit gera í løtuni. Hetta er bert møguligt, um vit nýta økið longur úti, ella heilt uttanfyri firðirnar, har alingin nú fer fram. Skal hetta bera til, má meiri vitan fáast til vega um aldu- og streymviðurskiftini í slíkum økjum. Nøkur nýggj kanningarúrslit av alduviðurskiftunum eru nú tøk fær aling at bjóða alduni av VITAN & vísindi Í hesi greinarøð, sum er í 10 pørtum, skriva vísindafólk á Fróðskaparsetri Føroya um evni, tey granska. Bárður A. Niclasen Granskari á Fróðskaparsetrinum Samanbera vit Føroyar við størstu alit­ jóðirnar, Chile og Noreg, eru nakrir av­ gerandi munir. Tað fyrsta er sjálvandi støddin av londunum og mongdin av framleiddum ali-laksi. Hesi londini eru harafturat landafrøðiliga vælsignað við nógvum stórum firðum, ið kunnu takast í nýtslu, um tey ynskja at ala meira. Vit ala harafturímóti longu á vardu økjunum, ið eru til taks og møta tí eini plásstrots-avbjóðing væl áðrenn okk­ara stóru kappingarneytar. Aling á harðbalnum økjum Skulu vit ala meira, uttan at endurtaka gamla mistakið, at pressa meira laks inn í somu øki, so er einki at gera uttan at leita eftir nýggjum hóskandi plássum. Longri úti er streymurin sterkari og aldan hægri. Hetta er partvís gott, tí nótirnar fáa meiri reinan ilt-ríkan sjógv gjøgnum seg, og økini tola meiri fisk, tí botnurin reinsast skjótari. Hinvegin kann rákið verða ov hart fyri smærri fisk, og heilt onnur krøv eru eisini til út­gerð­ina, tí kreftirnar í hægri aldunum eru nógv størri. Fyri at kunna svara, hvussu nógv rák og alda kann vantast á ymisku økju­num, eru granskingarverkætlanir settar í gongd á Fiskaaling. Úrslitini, ið verða víst her, eru frá einum samstarvi mill­um Fiskaaling og Fróðskaparsetur Før­oya um teldusimuleringar av aldu­ viður­skiftunum á landgrunninum. Alda frá DMI Besti mátin at kenna alduviðurskiftini á einum ávísum øki, er við at máta ald­una á staðnum – helst í nógv ár. Hetta gevur hagtøl yvir, hvussu høg ald­an vanliga er, og metingar kunnu ger­ast um, hvussu høg aldan kann gerast. Er talan um eitt stórt øki har aldu­viður­skiftini broytast nógv frá stað til stað, sum eitt nú, tá talan er um allan før­oyska landgrunnin, so ber ikki til at máta seg fram til hagtølini fyri alt økið. Neyðugt er við eini teldu eftirgerð av veru­leikanum, tvs. einum modelli, ið kann meta um alduna allastaðni í økinum, alt eftir hvussu veður og vindur hava háttað seg uttanum Føroyar. Í hesum sambandi vóru vind- og aldu­úrslit keypt frá DMI, ið søgdu hvussu teirra modellir mettu aldan og vindurin vóru uttanum Føroyar tíma fyri tíma í 44 ár aftur í tíðina. Eitt dømi um, hvussu føroyska økið sær út í DMI-modellunum er givið á reydligu myndini høgrumegin. Myndin vísir greitt at modellið er ov grovt (kassarnir eru ov stórir) til at líkast veruligu viðurskiftunum á inn­ aru leiðunum. Tørvur er tí á einum lokalum aldumodellið, ið hevur hægri upp­loysn (endurgevur veruleikan við smærri kassum). Aldumodell fyri Føroyar Fyrsta krav fyri at kunna gera eitt føroykst modell, er at kenna dýpið so neyvt sum gjørligt. Grunda á eitt sam­starv millum Fróðskaparsetrið, Hav­stovuna, Vaktar- og Bjargingar Tænastuna, Landsverk og Jarðfeingi er eitt slíkt talgilt dýpdarkort tøkt. Næsta kravið er at kenna aldu og vind viðurskiftini uttanum Føroyar, og sum nevnt so var henda vitan keypt frá DMI. Síðsta kravið slík modell seta, er at hava sera nógva rokniorku tøka. Um hetta skuldi bera til við teimum teldum ið vóru til taks, var neyðugt at gera trupul­leikan nakað einfaldari. Størsta ein­faldanin lá í at siga, at Føroyar altíð eru smáar í mun til støddina á lág­trýst­ unum um okkara leiðir. Hetta førdi við sær, at allar aldu- og vind-støður kundu lýsast sum ein sameining av áleið 4.000 ymiskum einføldum aldumodell úrs­ litum. Tað man vera væl kent millum før­ oy­ingar, at veðrið ikki altíð hættar sær, Plásstrot Eitt gott dømi um hvussu alarar bjóða alduni av, er á Sørvágsfirði, har P/F Luna hevur ringar liggjandi uttarlaga á fjørðinum Mynd: Martin Sirkovsky