fríggjadagur 19. apríl 2013síða 47
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 44 · 19. apríl 2013
11
VIKUSKIFTI
Sum tað sæst, so kann aldan vestanfyri
kann gerast sera høg. Her manglar ikki
nógv í at Bøsdalafossur rennur hin
vegin. Myndin er tikin í vetur av Andreas
Mouritsen, tyrlu-flogskipara
sum veðurforsøgnin sigur. Hetta er
eisini satt fyri alduviðurskifti. Tað er tí
sera umráðandi, at aldumodellir verða
rættaði, so samsvar er í mest møguligan
mun við lokalar aldumátingar. Í hesum
sambandi hava aldumátingar hjá
Landsverki og Data Quality Systems
verið eitt avgerandi íkast, ið hevur sikra,
at modellúrslitini líkjast veruleikanum
so nógv sum gjørligt.
Aldu metingar
Úrslitið frá hesum samankoyringum av
data frá DMI við aldumodell og aldu
mátingar, gevur tað sum svarar til eina
44-ára langa aldumáting fyri hvørjar
100 metrar á øllum Landgrunninum.
Tískil ber til at siga rættuliga nógv um
alduviðurskiftini á ymisku plássunum.
Hetta er sjálvandi bert satt við hóskandi
fyrivarni, tí talan er um modell og ikki
um veruligar mátingar. Ssum dømi
síggja vit á myndunum til høgru
niðast, hvussu hvussu hægsta alda er
eitt miðalár í ávikavist januar- og juli
mánað.
Tað sæst, at flestu øki eru at rokna
sum vard um summarið (eitt miðalár),
meðan bert tey innastu hava lívd, tá
vetraródnirnar leika á. Á sama hátt
eru úrslit tøk, ið vísa ringasta førið, í
vantast kann yvir longri áramál. Hesar
kanningar geva sostatt ábendingar um,
hvar ringarnir kunnu liggja, og hvat
fyri alduhædd teir skulu halda til.
Handan aldukambin
Nú tá einfaldaðu útrokningarnar eru
tøkar, sum lýsa hvussu aldan ferðast
úti frá havinum og inn á firðirnar,
ber eins væl til at brúka tær fram í tíð
heldur enn aftur í tíð, sum gjørt varð
í hesi kanning. Á hendan hátt kunnu
hesi úrslit endurnýtast til at gera
alduforsagnir ið ikki krevja stórvegis
rokniorku. Tað ,ið manglar, er bert
at fáa eina avtalu upp á pláss við ein
metereologiskan stovn, ið ger aldufor
sagnir fyri okkara leiðir.
Samanberingar við fleiri styttri
aldumátingar hjá Fiskaaling, gjørdar
inni á ymiskum aliøkjum, standa fyri
framman. Vónin er, at aldumodellið
kann gerast enn neyvari, so tað mennist
til eitt virðismikið amboð hjá vinnuni
og fólki annars.
Aldumodellið gevur vitan um, hvør
alduhædd kann vantast ymsa
staðni til ymisk tíðarskeið. Til vinstru
sæst mettað hægsta alduhæddin
ein miðal januarmánaða, meðan
tilsvarandi alduhædd fyri julimánaða
er givin til høgru. Litbjálkin í
miðini vísir alduhædd í metrum
Hetta er eitt dømi um hvussu føroyska økið
sær út í DMI-aldumodellinum. Alduhæddin er
givin sum litir, har bjálkin til høgru vísir, hvat
litirnir svara til í metrum, tó er myrkasti blái
liturin land. Pílarnir vísa meðal aldurættning