mánadagur 22. apríl 2013síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. apríl 2013 · Nr. 45
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
Tað
er
eftirspurningurin
eftir tilfari um føroyska
fiskiveiði, ið hevur fingið
Jens Christian Olsen, stjóra
á Fiskamarknaði Føroya, at
tikið stig til góða 20 minuttir
langa filmin, sum í morgun
var vístur fyri miðlunum.
Filmurin verður tikin við
til stóru fiskivinnumessuna,
European Seafood Exposi
tion, ið verður hildin í Brússel
í Belgia í døgunum frá 23. til
25. apríl.
– Eg haldi, at vit í stóran
mun hava manglað nakað
ítøkiligt at víst á, tá talan er
um føroyska fiskivinnu. Hes
in filmurin lýsir væl, hvussu
føroyingar ansa eftir tí til
feingi, vit hava, sigur Jens
Christian Olsen.
Filmurin, sum er góðar
20 minuttir langur, vísir før
oyska mentan og hugburð, tá
tað snýr seg um at røkja teir
stovnar, ið vit troyta.
Filmsmanningin
hevur
eisini verið víða um. Teir
hava verið við línuskipi, teir
hava verið við Brimli og teir
hava gjørt tann langa túrin
niður til Spania, at tosa við
spanskan fiskakeypara, sum
hevur keypt fisk úr Føroyum
í fleiri enn 20 ár.
Tað er ikki bert hesin
spaniólin, ið rósar serliga før
oyska fiskinum. Eisini er eitt
innslag við føroyska kokk
inum, Leif Sørensen, sum
greiðir frá konsistensinum í
føroyska fiskinum.
Á fleiri málum
Innslag er eisini við Eilif
Gaard, stjóra á Havstovuni,
sum greiðir frá um stovns
røkt, eins og víst verður á
øki kring Føroyar, sum eru
stongd partar av árinum, ella
økir, ið verða stongd í styttri
tíðarskeið, um ovn ógvur
ungfiskur er í veiðini.
Eisini verður greitt frá um
føroysku fiskidagaskipanina,
sum verður regulerað á hvørj
um ári og sum ger, at eingin
útblaking kemur fyri.
Fyri líkasum at undir
strika tað ansni, sum føroy
ingar hava mótvegis teimum
stovnum, teir troyta, verður
víst á haruskjóting og ikki
minst seyðahaldið.
Upptøkur eru gjørdar um
borð á føroyskum línubáti,
har brot eru frá draging og
reingerð, og upptøkur eru
gjørdar umborð á Brimli,
eisini tá teir eru umborð
á trolara og kanna eitt nú
meskavíddina.
Filmurin, sum varð vístur
í morgun, hevði enska talu,
men hann finst eisini á fleiri
øðrum tungumálum, eitt nú
fronskum, sponskum, hol
lendskum, belgiskum, itali
enskum og kinesiskum, fyri
at nevna nøkur.
Í stuttum kann sigast, at
hann finst á øllum teimum
málum, har føroyingar út
flyta fisk av týdningi.
Tað er Kovboy film, við
Thomas Koba, ið hevur fram
leitt filmin.
Nakað ítøkiligt
– Talan hevur verið um eina
spennandi uppgávu, sum vit
hava arbeitt við í eitt hálvt
ár. Tilsamans hava eini 20
fólk verið inn um filmin, so
tað hevur verið ein rímiliga
stór uppgáva, sigur Thomas
Koba.
Filmurin ber heitið »Faroe
Islands Responsible Fishe
ries«, og framleiðararnir hava
sum nevnt verið rættiliga
víða. Eitt nú í Spania, har
fiskakeypari sigur soleiðis
um føroyingar: »Eitt fólk,
sum hevur tað íborið at vita,
at náttúran er livandi. At hon
hevnir seg og verður lívssør,
um hon verður eyðrænd. Eitt
fólk, sum veit, at tað missir
alt, um tað ikki hvønn dag
ansar eftir og verjir sítt hav
tilfeingi«.
Filmurin er vorðin til í
tøttum samstarvi við Føroya
Ráfiskakeyparafelag og Før
oya Ráfiskaseljarafelag, og
filmurin verður frumsýndur
á ESE messuni í Brússel undir
tiltakinum, »Fresh from the
Faroes«, sum verður á før
oyska básinum mikudagin
24. apríl.
– Tað er jú sera avmarkað
við formligum altjóða góð
kenningum sum til dømis
MSC, tá tað snýr seg um
føroyska fiskivinnu, og á
undanfarnum ESE messum
eri eg ofta spurdur um, hvat
vit so hava at vísa á í staðin.
Men eg havi ikki havt nakað
ítøkiligt at víst teimum. Tað
hava vit nú við hesum filmin
um, staðfestir Jens Christian
OIsen.
Gjørt film um
burðardygga veiði
Vit hava mangla nakað at vísa á, tá vit verða spurdir um burðardygga veiði, og tað hava vit
fingið við hesum filminum, sigur Jens Christian Olsen, stjóri á Fiskamarknaði Føroya
Filmurin lýsir, hvussu føðiketan hjá fiskinum er uppbygd, og til fiskurin endar á døgurðaborðinum
Mynd: Álvur Haraldsen
Fjølmiðlarnir vórðu bodnir at fíggja filmin í morgun í snotuligu
hølunum hjá Norðoya Sparikassa í Miðlon
Mynd: Álvur Haraldsen