Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-22, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. apríl 2013síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 22. apríl 2013 · Nr. 45 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jón Brian Hvidtfeldt Løgmaður verður nú drigin inn í málið um einskiljingina av LÍV. Kaj Leo Holm Johannesen fær í dag eitt bræv frá Ognarfelagnum LÍV, har løgmaður snøgt sagt verður biðin um at taka um endan á hesum drúgva máli. Tað váttar Jógvan Mør­ køre, formaður í Ognar­felag­ num LÍV. Jógvan Mørkøre vil tó ikki siga, hvat stendur í brævinum til løgmann, tí móttakarin skal hava møgu­ leika at lesa tað fyrst. Fleiri viðmerkingar hevur hann ikki í løtuni. Orsøkin til stigið er, sum Sosialurin skilir, at Trygg­ ingareftirlitið kann ikki góð­ kenna fakfeløgini sum keyp­ arar av helvtini av LÍV. Við Sosialin fríggjadagin segði Pætur Niclasen, nevnd­ar­ formaður í sp/f Fakfelag, at fakfeløgini framvegis ætla at keypa, hóast Trygg­ing­ areftirlitið enn ikki kann góð­kenna tey sum keyparar. – Vit hava framvegis vónir um, at tað fer at eydnast okk­ um at keypa helvtina av LÍV. Men tað fer at taka longri tíð enn ætlað, helst einar 4-8 vikur, sigur Pætur Niclasen. Men Ognarfelagið LÍV, sum sambært lóg skal fáa avhendað hina helvtina av LÍV, hevur sum nevnt mist trúnna á, at slíkar loysnir kunnu finnast. Á politiskt borð Fyrr í hesum mánaðinum sendi Ognarfelagið LÍV bræv til Vinnumálaráðið, har gjørt varð greitt, at tey tíma ikki at spæla við meira. Í brævinum til Vinnu­ mála­ráðið gjørdi Ognar­ felagið greitt, at tey meta søluna til sp/f Fakfelag at vera dotna niðurfyri, og felagið sigur seg ikki hava hug at leingja freistirnar, soleiðis at fakfeløgini fáa ein kjans afturat. Í staðin mælti Ognarfelagið LÍV enn einaferð til, at TH Holding sleppur at keypa helvtina av LÍV. Brævið til Vinnumálaráðið varð sent tíðliga í apríl, við avriti til løgmann. Ognar­ felagið LÍV bað tá um fund við landsstýrismannin í vinnu­málum, men higartil er eing­in fundur komin í lag. Í brævinum til Vinnu­ mála­ráðið fyrst í apríl metir Ognarfelagið LÍV støðuna so álvarsama, at komið er til eitt markamót. – Avgerðirnar komandi vik­urnar gera av, um LÍV hór­ar undan sum felag, ella bløðir út, skrivaði Ognar­ felagið í brævinum til Vinnu­ málaráðið. Nú er Ognarfelagið LÍV sum nevnt farið eitt stig víð­ ari, og heitir beinleiðis á løg­ mann um at taka um endan. Ognarfelagið mist tolið Felagið, ið umboðar allar tryggingartakarar í LÍV, hevur mist tolið við Vinnumálaráðnum og vil hava løgmann at taka um endan. Ognarfelagið LÍV trýr ikki uppá, at fakfeløgini klára at lofta helvtini av LÍV Sosialurin kundi fríggjadagin avdúka, at fakfeløgini sleppa ikki at keypa helvtina av Føroya Lívstrygging. Tryggingareftirlitið. Tryggingareftirlitið kann ikki góðkenna fakfeløgini sum keyparar, tí tey eru ov veik at lofta eftirlønarmilliardunum. Á síðulinjuni bíðar TF Holding við einum ítøkiligum tilboð. Ognarfelagið LÍV, sum sambært lóg skal fáa hina helvtina av LÍV, hevur mist tolið við fakfeløgini og biður landsstýrið um at selja hina helvtina til TF Holding.