mánadagur 22. apríl 2013síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. apríl 2013 · Nr. 45
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Lægri aldursmark
fyri at koyra prutl
Tey, sum koma fram á eitt
ferðsluóhapp, hava skyldu
at hjálpa til.
Tað verður skorið út í
papp í ferðslulógini, sum
landsstýrismaðurin í inn
lendismálum, Kári P. Høj
gaard, fer at leggja fyri Løg
tingið í heyst.
Løgtingið hevur sam
tykt, at tey, sum taka koyri
kort fyrstu ferð, skulu hava
skeið í fyrstuhjálp.
Tí heldur hann eisini,
at tað er neyðugt at tað
verður orðað púra greitt,
hvørjar skyldur ein hevur
í sambandi við eitt ferðslu
óhapp, ella –vanlukku.
Tí verður tað nú skrivað
í lógina, at ein og hvør, sum,
sekur ella ósekur, kemur
upp í ferðsluóhapp, skal
steðga beinanvegin.
Hetta merkir, at øll ferð
andi, bæði fólk til gongu og
koyrandi, sum koma uppí
ferðsluóhapp, hava skyldu
til beinanvegin at steðga og
veita fyrstuhjálp.
Tað merkir, at tann ferð
andi skal, eftir førimuni,
veita meiddum, sum kunnu
hava fingið skaða, hjálp
og taka lut í teimum tiltøk
um, sum eru neyðug fyri at
tryggja ferðsluna.
Hetta merkir, at hin ferð
andi skal skapa trygd, tvs,
tryggja seg sjálvan og har
eftir onnur, soleiðis at ikki
fleiri fáa skaða.
Samstundis skal tann
ferðandi, sum kemur fram
á eitt ferðsluóhapp, eisini
kanna um nakar er uttan
vit, við at rista í akslarnar
og tosað hart og týðiliga.
Liggja fólk í óviti, skulu
luftvegir kannast og høvdið
skal boyggjast afturyvir at
tryggja frían luftveg.
- Andar fólkið ikki, skal
ringjast 112 beinanvegin og
eftir hetta verður byrjað
uppá hjarta-lunga bjarging.
Annars skal sjálvandi
ringjast eftir hjálp, alt eftir
umstøðunum.
Tað stendur eisini í upp
skotinum, at tað hevur
týdning at samstarva við
hin skadda, við at vera
róligur og stuðla tí skadda.
- Verður neyðugt at fara
frá fólki, sum hevur meiðsl
að seg, skal tað leggjast í
læsta síðulegu, fyri at trygg
ja fríar luftvegir.
Annars vísir Kári P. Høj
gaard á, at nógv ferðslu
óhapp
verður
fráboðað
løgregluni, hóast tað ikki er
neyðugt.
Í nýggju lógini verður so
statt ásett, at í sambandi við
óhapp, har skaði bert er á
ogn ella lutir, kunnu partar
nir semjast um lata hvørjum
øðrum navn og bústað, og
ikki neyðturviliga boða poli
tinum frá.
Áki Bertholdsen
Aldursmarkið fyri at fáa
koyrikort til prutl, verður nú
lækkað úr 16 ár, niður í 15 ár.
Tað stendur í einum upp
skoti, Kári P. Højgaard, lands
stýrismaður
í
innlendis
málum, ætlar at leggja fyri
Løgtingið í heyst.
Í hesum sambandi er upp
skotið sent alskyns pørtum,
sum hava áhuga í málinum,
til hoyringar áðrenn tað
verður endaliga orðað.
Tvey sløg av prutlum
Higartil hava vit havt eitt
slag av prutli, har aldurs
markið fyri at fáa koyrikort
er 16 ár.
Men ein partur í broyt
ingunum, sum ætlanin nú er
at seta í verk, er, at hereftir
skulu prutlini býtast sundir í
tveir bólkar, lítil prutl og stór
prutl.
Prutlini, vit kenna í dag, og
sum koyra 30 km/t, vera í lítil
prutl og aldursmarkið fyri at
fáa koyrikort til tey, verður nú
lækkað niður í 15 ár.
Kári P. Højgaard sigur, at
við at lækka aldursmarkið,
fylgir hann eisini eini sam
tykt, sum er gjørd á fleiri
ungdómstingum.
Hinvegin skal talan verða
um eitt rættiligt koyrikort,
har tann, sum vil hava loyvi
at koyra eitt lítið prutl, skal
bæði upp í teori og koyring.
Men ætlanin er at leggja
undirvísingina í sambandi
við koyrikortið, í fólkaskúlan,
har frálæran í teori og koyr
ing, skal vera valfak í 9.
flokki.
Men tað verður Akstovan,
sum skal standa fyri próv
tøkuni.
Men nú verður eisini ein
nýggjur bólkur av prutlum.
Tað er ein bólkur, sum eitur
stór prutl, hetta eru prutl,
sum kunnu koyra 45 km/t
og aldursmarkið fyri at fáa
koyrikort til tey, verður 16 ár.
Samstundis kunnu tey,
sum hava koyrikort til stórt
prutl, motorsúkklu ella bil,
eisini koyra lítil prutl.
Men harafturat kann við
festisvognur nú heftast upp
í stór prutl.
Tann, sum tekur koyrikort
til lítil prutl, fær avsláttur í
teoritímum, tá ið koyrikortið
til stórt prutl verður tikið.
Lætt at missa prutlið
Samstundis um hesar broyt
ingar verða gjørdar, verður
tað eisini hereftir skjótari at
missa prutlið, um so er, at tað
verður útborað, ella á annan
hátt broytt, so at tað koyrir
skjótari enn loyvt er.
Revsingin verður herd so
leiðis, verður eitt lítið prutl
tikið tríggjar ferðir í trý ár, og
tað er broytt, so at tað kann
koyra 43 km/t, ella 13 km/t
skjótari enn loyvt, leggur løg
reglan halda á tað.
Annars verður talan um
bót.
Verður eitt stórt prutl tik
ið tríggjar ferðir í trý ár, og
tað er broytt so at tað koyrir
64 km/t, ella 19 km/t skjótari
enn loyvt, leggur løgreglan
hald á tað.
Annars verður talan um
bót.
Samstundis skal løgreglan
hava rullfelt, so at tað ber til
at máta á staðnum, hvussu
skjótt eitt prutl koyrir.
Skjótt at missa
koyrikortið
Somuleiðis
verður
eisini
skjótari at missa koyrikortið
til prutl.
Koyrikortið til lítið prutl
kann verða tikið treytað,
um so er, at førarin, við stór
um fyrilitarloysi fyri ferðslu
trygdini, hevur volt fólki ella
luti skaða ella elvt til vanda
fyri tí.
Tað merkir, at ger førarin
aftur líknandi lógarbrot í trý
ár, missur hann koyrikortið.
Men revsingin kann eisini
herðast í aðrar mátar, verða
lógarbrot endurtikin fleiri
ferðir.
Annars verður koyrkortið
til stór prutl sum heild við
farin, sum vanlig koyrikort.
Ein avleiðing av tí er, at miss
ur ein koyrikortið til stór
prutl, kann tað eisini ávirka
møguleikan at fáa koyrikort
ið til bil.
Tað merkir, at missur
ein 17 ára gamal koyrikortið
til stórt prutl í tvey ár, ber
heldur ikki til at taka koyri
kort til bil, fyrrenn viðkom
andi er 19 ár.
Verður ein, sum er undir 18
ár, tikin fyri rúsdrekkakoyr
ing, kann viðkomandi eisini
verða dømdur at fara undir
eftirlit av barnaverndini.
Hava skyldu at hjálpa til
Andar
fólkið ikki,
skal ringj
ast 112
beinan
vegin
FERÐSLULÓGIN Aldursmarkið fyri at fáa koyrikortið til at koyra prutl, verður nu
lækkað, men samstundis kann løgreglan skjótari leggja halda á ólóglig prutl
Verður ein, sum er
undir 18 ár, tikin fyri
rúsdrekkakoyring, kann
viðkomandi eisini verða
dømdur at fara undir
eftirlit av barnaverndini