Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. apríl 2013síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 22. apríl 2013 · Nr. 45 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tey, sum verða tikin fyri at koyra bil við lægs­tu promillu, skulu slep­pa undan at fara skeið um ferðslu og rús­drek­ka, tað tey nevna RF skeið. Tað er ein broyting, Kári P. Højgaard, lands­ stýris­maður í inn­ lendis­mál­um, æt­l­a­r at seta í verk, nú hann ætl­a­r at broya ferðslu­ lóg­ina. Hann vísir á, at tá ið rús­drekka­markið varð lækk­að nið­ur í 0,20 pro­millu í 2009, varð sam­stund­is ásett, at tey, sum verða tik­in, skulu á RG skeið fyri at varð­veita rættin at koyra. Síðani hevur tað víst seg at vera óhepp­ ið, at bil­førar­ar við sera lágari promillu, sum gev­ur eina treytaða frá­døm­ing fyrstu ferð, skulu lúka somu treyt­ ir sum bilførarar við høg­ari promillu, og sum vera tikn­ir fyri rús­drekka­koyr­ing að­ ru ella triðju ferð og fáa treyta­ley­sa frá­ døm­ing. Treytað frádøming merk­ir annars, at bil­ før­ar­in skal upp til nýgg­ja koyriroynd fyri at varðveita koyrikortið. Kári P. Højgaard sigur, at lógarbrotið stend­ur ikki mát við treyt­ir­nar fyri at at fáa koyrirættin aftur tá ið frádømingin er treytað, og tí skjýt­ur hann upp at strik­að krav­ið um RF skeið fyri treytaða frá­døm­ ing vegna rús­drekka­ koyr­ing. Hvat heilivági, sum kann ávirka evnini at koyra bil, viðvíkur, verð­ur tað eisini gjørt greitt, at bilførarin skal fylg­ja leiðbeiningini frá lækna. Ger hann ikki tað, men tekur meiri enn lækn­in fyriskrivar, kann bilførarin missa koyri­kort­ið treytað. Nú verður tað eitt krav, at ávar­ing­ar­tríkantur skal vera í øll­um bilum. Tað verður skorið út í papp, nú Kári P. Højgaard, lands­stýris­mað­ur í inn­lend­ is­mál­um fer at leggja upp­ skot fyri Løg­tingið í heyst um at broyta ferðsl­u­lóg­ina. Í ferðslulógini, sum er í gildi, stendur ikki heilt greitt, at ávaringartrýkantur skal vera í bilinum. Men nú verður tað bein­ leiðis sett í lógina at ávar­ing­ ar­tríkantur skal vera í øllum bil­u­m og hann skal brúkast um so er, at eitt ferðsluóhapp hend­ur, ella bilurin steðgar upp einum staði, ella á ein so­vorð­nan hátt, at tað kann vera til vanda ella bága fyri ferðslu­na. Samstundis verður tað nú eisini loyvt at brúka toku­ lykt­ir sum koyriljós. Sum ferðslulógin er í dag, er ikki loyvt at lýsa við toku­ lyktum, uttan í toku og grov­ um avfalli. Men nú kunnu toku­lykt­ir­ nar framman, brúkast ístað­ in fyri koyriljós ella nærljós. Kári P. Højgaard vísir á, at nú á døgum verða nógvir bil­ ar gjørdir við sjálvvirkandi tokulyktum, og hann heldur, at tað er sera óheppið, at tað skal vera neyðugt at broyta bil­a­r, sum koma til Føroyar av tí at tað ikki er loyvt at brúka tokulyktir, sum nú er. Ætlanin er at leggja undirvísingina í sambandi við koyrikortið, í fólkaskúlan, har frálæran í teori og koyring, skal vera valfak í 9. flokki Krevja tríkant og loyva tokylyktum Strika krav um skeið Áki Bertholdsen Nú skal bótin fyri at parkera ólógligt hækka upp í 500 krónur. Tað er ætlanin hjá Kára P. Høj­gaard, landsstýrismanni í inn­lendismálum. Í heyst fer hann at leggja upp­skot fyri Løgtingið um at broy­ta ferðslulógina á yms­ um økjum. Í hesum sambandi hevur hann nú sent uppskotið til hoyringar hjá ymsum pørt­ um, sum kunnu hugsast at hava áhugað í málinum. Ólógliga parkering skal svíða Ein broyting, ætlanin er at seta í verk, er, at nú skal bót­ in fyri at parkera ólógliga meiri enn tvífaldast. Sum støðan er nú, er bótin 200 krónur fyri at parkera ólóg­ligt. Men samstundis hava bæði løgregla og Tórshavnar Kommu­na ásannað, at ólóg­ lig parkering er ein stórur trupul­leiki. Og nógv eru samd um, at ein or­søk til, at bil­før­ar­ar ikki virða parkerings­for­boð­ ini bet­r­i, er, at bótin er ov lág. Tí hava myndugleikarnir leingi mælt til, at bótin skal hæk­ka upp í 500 krónur, sum eisini er minsta bótin fyri at bró­ta á ferðslulógina annars. - Tað einasta, sum veru­ liga munar, er tá ið penga­ pung­ur­in hjá fólki verður rakt­ur, heldur Løgreglan. Tí er ætlanin, at bótin nú skal hækkast upp í 500 krón­ur, so at tað merkist av álvara, tá ið ein bilførari verð­ ur tikin fyri ólógliga park­ ering. Gjald fyri parkering Men hetta er ikki einasta broyt­ingin, sum er á veg. Tí samstundis, sum bótin hækk­ar, er eisini ætlanin, at øll skipanin viðvíkjandi park­ er­ing, skulu leggjast undir kommun­ur­nar at umsitast. Kári P. Højgaard sigur, at bæði fútin og kommunurnar hava ”eitt sterkt ynski” um, at umsitingin av park­er­ings­ skipan­ini verður flutt frá Fúta­num til kommunurnar at um­sita. Frammanundan eru tað kommunurnar, sum løna parker­ingsvørðunum, men tað er fútin, sum fær allar inn­tøk­ur­nar av park­er­ings­ bótunum. Men nú er ætlanin eisini, at kommunurnar skulu fáa inn­tøkurnar av bótunum. Í hesum sambandi hevur Tórs­havnar Kommuna boð­ að Innlendismálaráðnum frá, at ætlanin er at seta inn­tøk­ ur­nnar av park­erings­bótum í ein grunn. Samstundis skal grunn­ urin brúkast til at fíggja park­ eringsautomatir og kanska eitt parkeringshús eisini. Í hesum sambandi er ætl­ ar Tórshavnar Kommuna at taka gjald fyri at parkera í park­erings­h­úsinum. FERÐSLULÓGIN Bótin fyri at parkera ólógliga skal meiri enn tvífaldast og kommunurnar skulu hava inntøkurnar av bótunum Bótin fyri at parkera ólógligt hækkar nógv Tað einasta, sum veruliga munar, er tá ið pengapungurin hjá fólki verður raktur Nú skal bótin fyri at parkera ólógliga meiri enn tvífaldast Gongst sum ætlað, verða stórar broytingar í viðurskiftunum hjá teimum, sum koyra prutl. Aldursmarkið lækkar, men tað verður lættari hjá løgregluni at leggja hald á ólóglig prutl. Og missur ein koyrikortið til prutl, kann tað fáa avleiðingar fyri koyrikortið til bil Linari og strangari