Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. apríl 2013síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 22. apríl 2013 · Nr. 45 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 - Fiskirættindini skulu bjóðast út á einum fríum mark­naði. Tað var boðskapurin hjá Aksel V. Johanne­sen, fo­r­ manni Javn­að­ar­flok­sins, á landsfundinum hjá flokki­ num leyg­ar­morgun­in. Hann staðfestir, at Javn- að­ar­flokkurin vil hava eina fiskivinnunýskipan, sum gevur okkum eina dyn­ am­iska vinnu, soleiðis at okkara høvuðsvinna verð­ ur eitt veruligt lokomotiv í bú­skapi­num. Hann sigur, at hesar seinastu vikurnar er tað vorðið eyðsæð fyri ein og hvønn, at okkara fiskivinnulóggáva er ikki nóg góð. - Dysturin um toskin á Flemish Cap er ikki annað enn eitt tekin uppá eina sjúka skipan. Formaður Javn­aðar­ flok­sins staðfestir, at í dag hava allir føroyingar ikki javn­bjóðis rætt at reka fiski­vinnu og ikki javn­ bjóðis atgongd til okkara fiski­ríki­dømi. Tvørtur ímóti verður tað avgjørt politiskt, hvør skal hava loyvi til at fiska, og hvør ikki skal hava loyvi. - Og verður tað soleiðis, sum onkur flokkur vil, at tað skal verða so trupult at siga fiskiloyvini upp, at tað í veruleikanum ikki er ber til at taka fiskiloyvini aft­ur, eru tað ikki bara vit, sum eru stødd her í dag, sum ikki hava javnbjóðis rætt at reka fiskivinnu. - Tann avgerðin kemur eisini at fevna um okkara børn, sigur Aksel V. Johanne­sen. - Tey børn, sum vóru so mik­ið heppin, at pápin stóð frammar­laga í køini, tá ið fiski­loyv­ini vórðu útlutað, fáa atgongumerkið til okk­ ara fiskiríkidømi í arv, men onnur børn fáa ikki javn­ bjóð­is møguleika at reka fiski­vinnu. Øll rætt at bjóða Tí vil Javnaðarflokkurin, at vit eiga so líðandi fara undir at bjóða fiski­rætt­indi út á einum fríum mark­ naði, har allir føroyingar hava javnbjóðis rætt og javn­b­jóðis atgongd til okkara fiskiríkidømi. - Tað eigur at vera ta góða hugskotið sum vinn­ ur, ikki bara sterkasta lobby arbeiðið. Aksel V. Johannesen stað­fest­ir, at náttúru­til­ feing­ið er ogn Før­oya fólks og inn­tøkur­nar frá nát­ túru­ti­l­feingi­num skulu ko­ma øllum føroyingum til góða. - Javnaðarflokkurin vil at inntøkurnar frá okkara til­feingisrættindum skulu tryg­gja okkum góð­ar væl­ ferðars­kipanir í fram­tí­ð­ini. Kortini ger floks­for­ maðurin greitt, at út­róðr­ ar­flotin skal ikki rinda til­ feingisgjald og fiskiloyvi til útróðrarloyvir skulu held­ur kunna handlast ótarn­að. - Útróður er ein partur av okkara mentan og í fleiri bygdum í Føroyum er útróður einasti vinnu­ møgu­leiki. Tí skal tað fram­ veg­is bera til at rógva út um alt landið. Hinvegin hevur tað eisini týdning fyri Javn­ að­ar­flokkin, at tað ikki er fiski­maðurin, sum rindar fyri keypt fiskirættindi. - Fiskimaðurin er ikki tann, sum fær vinningin, tá ið fiskiloyvi verða seld ímill­um privat, og tí skal fiski­maðurin undir ongum um­støð­um rinda fyri keyp av fiskirættindum, sigur Aksel V. Johannesen. Ongin dumping Hann vil heldur ikki góð­ taka sosiala dumping, har før­oysk manning verður koyrd í land og bílig, út­ lendsk manning fer um­ borð ístaðin. Hann sigur, at tað hend­ur í Føroyum í dag, men avleiðingin er, at ar­ beið­andi fjøldin miss­ur øll rættindi, sum fak­felags­ rørslan hevur stríðst fyri í meira enn 100 ár. Standa vit ikki standa saman við fiski­ monnunum og rópa var­ skó, tá ið traðkað verður á vunnin rættindi hjá fiski­ monnunum, hvør vænt­ ar tú fer at rópa var­skó fyri teg, um tín ar­beiðs­ gevari og skiftir teg út við undirløntan, spyr for­mað­ ur Javn­að­ar­flok­sins. Hann staðfestir, at hetta snýr seg um samhaldsfesti. - Tí er tað altavgerandi fyri Javnaðarflokkin, at fáa staðfest í nýggju fiski­ vinnu­lóggávuni, at fyri at fáa fiskiloyvi, skulu reið­ar­ ar hava sáttmála við mann­ ing­ar­feløgini, sigur hann. Fiskirættindi bjóðast út á fríum marknaði Sjúk skipan Kríggið um kvotuna á Flemish Cap er tekin um eina sjúka skipan, sigur Javnaðarflokkurin Vit skulu byggja tunlar við skili LANDSFUNDUR Javnaðarflokkurin tekur ikki undir við at privat skuluy byggja Eysturoyartunnilin, tí tað fer at gera hann 800 milliónir dýrari Áki Bertholdsen - Verður undirsjóvartunnilin ímillum Streymoy og Eysturoy bygdur soleiðis sum samgongan vil, fara før­oysku skattgjaldararnir at legg­ja 800 milliónir í lumman á útlendskum íleggjarum og bank­um. Soleiðis ljóðar ávaringin hjá Aksel V. Johannesen, for­ manni Javnaðarfloksins, á lands­stevnuni hjá flokkinum leygar­morgun. Hann ásannar, at eitt vælútbygt veganet, og góð skip at røkja sjó­vegis sambandið ímillum oyggj­ar­ nar, hava verið grundarlagið fyri nýtímansgerðini av før­ oyska samfelagnum. Byggjast við skili Aksel V. Johannesen stað­fest­ ir, at nú standa vit á gáttini til tvær av teimum allarstørstu útbyggingunum í Føroya søgu og í hesum sambandi hev­ur Javnaðarflokkurin eina greiða støðu, sigur floks­ for­maðu­rin. - Sjálvandi skulu vit bygg­ ja undirsjóvartunnil til Sand­ oy og sjálvandi skulu vit bygg­ja ein Eysturoyartunnil. - Men lat okkum gera tað við skili, leggur hann afturat. Hann vísir á, at eitt einfalt rokni­stykki frá Landsverk vísir, at lata vit privat byggja Eystur­oy­artunnilin, verður tað 40% dýrari at koyra ígjøg­num tunnilin. Í einum 20 ára skeiði svar­ar hetta til heilar 800 millión­ir krónur og tað er alt peningur, sum enda í lummu­ num á útlendskum íløgu­ feløg­um og bankum. Aksel V. Johannesen sigur, at hesar 800 milliónirnar krónur kundu vit brúkt í Før­ oy­um at útbygt sam­ferðsl­u­ kerv­ið enn meira við. Hann sigur, at stóru verk­ ætlanirnar, sum eru fyri framman, krevja dirvi til at hugsa í øðrvísi mát­um at fíggja okkara sam­ferðslu­ kervi upp á. Hann sigur, at Javn­að­ar­ flokkurin vil hava eina sam­ halds­fasta skipan, har øll, sum brúka vegakervið, eru við at rinda fyri hesar stóru íløg­ur. Sostatt sær hann eina fram­tíð fyri sær, har tú kanst ferðast av Syðradali á Kals­ oynni suður á Tvøroyri - og bert rinda eitt gjald. - Hetta krevur at vit knýta alt veganetið, undir­sjóv­ar­ tunlar og skipini hjá Strand­ ferðslu­ni saman í eina eind. Men afturfyri fer tað at elva til flytiføri virksemi í samfelagnum við heilt nýggj­ um møguleikum at sameina familjulív og arbeiðs­lív, sigur formaðurin í Javn­að­ ar­flokkinum. Greið boð Gerhard Lognberg, ting­mað­ ur fyri Javnaðarflokkin, vil hava, at flokkurin skal taka eina púra greiða støðu til Sandoyartunlinum. Hann tekur undir við at savna allar tunlar í eitt felag og at brúka inntøkur av tunlunum norðanfyri til at fíggja Sandoyartunnil og aðr­ar útbyggingar við. - Tann ætlanin er løgd á ís, men Javnaðarflokkurin eigur at boða greitt frá, hvørja støðu, flokkurin hevur, sigur Ger­hard Lognberg. Hinvegin hildu onnur javn­að­arfólk, at ta greiðu frá­boðan­ina hevði Gerhard Logn­berg longu fingið. Tað vóru enntá tey javn­ að­arfólk sum halda, at Sand­ oy­artunnilin eigur at verða gjørd­ur áðrenn Eystur­oy­ ar­tunnilin, tí Eysturoyggin hev­ur fast samband, men tað hava sandoyingar ikki. 800 milliónir Fólk, sum vóru á landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum um vikuskifti, fingu at vita, at flokkurin tekur ikki undir við, at privat felag skal gera undirsvóvartunnilin, tí tað fer at dýrka hann 800 milliónir og tær fella allar í útlendskar lummar