Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-22, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. apríl 2013síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 22. apríl 2013 · Nr. 45 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Javnaðarflokkurin arbeiðir fyri einum rættvísum og grøn­um samfelagi. Hetta er høvuðs­boð­ skap­urin á landsfundi flok­sins, sum hevur verið í Havn um vikuskiftið. Javnaðarflokkurin setir sær sum mál, at øll hús og all­ir bygningar skulu hitast upp við grønari orku. Tøkniliga menningin hev­ur við sær, at longu í dag loysir tað seg betri at hita hús og bygningar við grønari orku. Við dýra og alsamt hækkandi olju­prísi­ num, er vandi fyri at sam­ felags­hjólini steðga. Á fiskivinnuøkinum er tað ikki besta hugskotið, ið vinnur, men sterkasta lobby­ar­beiðið. Stríðið um tosk­in á Flemish Kap er tek­in um eina sjúka skipan. Samstundis álegði land­ fundurin ting­mann­ing­ini miðvíst at virka fyri, at heild­ar­ætlanin um fólka­ fr­á­flyting og fólka­vøkst­ur verður framd í verki. Áki Bertholdsen - Javnaðarflokkurin fer ikki aftur í samgongu við Fólka­ flokk­in so leingi eg eri for­ mað­ur. Tað staðfesti Aksel V. Jo­ hanne­sen, formaður Javn­ að­ar­floksins, púra greitt á landsfundinum hjá flokki­ num leygardagin. Tað var annars í heyst, at hann tók øll á bóli, tá ið hann boðaði frá, at so leingi hann er formaður í Javnaðarflokkinum, fer flokk­u­rin ikki í samgongu við Fólka­flokkinum. Og fyri at beina allan iva av vegnum, staðfesti hann á landsfundinum, sum er hægsti myndugleiki í flokkinum, at tað er ein av­ gerð, hann stendur rimmar­ fast við. Orsøkin til, at hann ikki fer aftur í samgongu við Fólka­flokkin, er púra greið. Og hon er tann, at á nógv­ um grundleggjandi økjum, ar­beiðir Fólkaflokkurin fyri akkur­át tí øvugta av tí, Javn­ að­ar­flokkurin vil. - Meðan Fólkaflokkurin arbeiðir ímóti, at allir før­ oy­ingar skulu hava javn­ bjóðis rætt at virka í okk­ara fiskivinnu, og er ímóti at okkara ovurstóra náttúru­ ríki­dømi skal koma øllum før­o­yingum til góðar, vilja vit tað mótsatta. - Meðan Fólkaflokkurin vil hava stórar skattalættar til tær hægstu inntøkurnar, með­an tey, ið ikki hava so nógv, sleppa at sigla sín egna sjógv, vilja vit fyrst og fremst geva teimum á niðastu rók ein lætta í gerandisdegnum. - Meðan Fólkaflokkurin vil einskilja almennar væl­ ferð­ar­tænastur, og arbeiðir mið­víst at niður­laga sam­ halds­føstu væl­ferðar­skipan­ ir­nar, vilja vit styrkja hesar vælferðarskipanir. Samstundis vísir for­ maður Javnaðarfloksins á, at Fólkaflokkinum vil avmarka leik­lutin hjá tí almenna mest møgu­ligt, men vil skapa eitt sam­felag, har ein og hvør er sær sjálvum næstur, Men har vil Javn­að­ar­ flokkurin skapa eitt sam­ felag, ”har vit ikki bara taka ábyrgd av okkum sjálvum, men har vit eisini taka ábyrgd av hvørjum øðrum”, sum hann tekur til. - Javnaðarflokkurin við styrkja samhaldsfestið í sam­felag­num, har ríkidømið verð­ur býtt soleiðis, at øll kunnu hava rímilig kor. Aksel V. Johannesen sig­ ur, at niðurstøðan er, at tað er meiningsleyst hjá Javn­ að­ar­flokkinum at fara í sam­ gongu við ein flokk, sum ”ynsk­ir okkara hugsjón har pipar­ið grør”. Samd-og ósamd Hetta var ein boðskapur, ið summi Javnaðarfólk taka und­ir við, men onnur ikki Ein av teimum, sum fegnast um hesa greiði støðu­ na hjá floks­for­manni­num, er Sjúrður Skaale, fólka­tings­ maður. - Eg havi oftað tosað um blokkar í føroyskum poli­ tikki, so tey, sum atkvøða fyri Javnaðarflokkinum eisini fær trygt fyri, hvønn politikk, tey fáa fyri atkvøðuna - Við hesi støðuni, er velj­ arin betri kunnaður um, hvat hann fær fyri eina atkvøðu fyri Javnaðarflokkinum -Tað er ótrúliga gott, at at Javn­aðarflokkurin ger greitt, at fer ikki at samstarva við Fólka­flokkin. so tann, sum atkvøður fyri C á næsta vali, veit, at so fær hann ikki Fólkaflokkin, men kanska Tjóðveldi ella Sambandsflokkin. - Tað merkir, at tann, sum atkvøður fyri Javn­að­ar­ flokkinum veit, at hann fær í hvussu so er ikki fólka­floks­ politikk. Hann kann fáa eina sam­ gongu við Tjóðveldi ella Sam­ bandsflokkin, men ikki við Fólkaflokkin. Men fólkatingsmaðurin ávaraði samstundis flokkin um, at hesuferð má hetta ikki enda sum í 1990, tá ið flokk­ urin frammanundan løg­ tings­valinum gjørdi greitt, at hann fór ikki at samstarva við Fólkaflokkin. - Flokkurin fekk 10 løgtingslimir –men fór kort­ ini í samgongu við Fólka­ flokk­in. Sjúrður Skaale sigur, at revs­ingin frá veljarunum var hørð, tí flokkurin fór niður í helvt á løgtingsvalinum aft­ an á. Í ungdómsfelagnum hjá Javnaðarflokkinum, Sosial­ is­t­isk Ung, SU, fegnast tey eisini um avgerðina um at vísa Fólkaflokkinum frá sær. Regin Berg limur í úti­ setanvndini í SU sigur, at hendan fráboðanin hev­ur fest eld í hugan hjá teim­um ungu at virka fyri Javn­að­ ar­flokkinum, tí nú hava tey betri trygd fyri, at tað verður javn­að­ar­poli­tikk­ur, sum eisini fer at verða førdur í verki á Føroya Løgtingi Skeivt Men ein, sum er púra ósamdu­r í hesum, er Gerhard Logn­berg, tingmaður fyri Jav­n­að­ar­flokkin. Hann heldur, at tað er skeivt, at Javn­að­ar­flokk­urin,­ heili trý ár framman­undan einum vali, longu vísir ávís­ um sam­gongu­møgu­leik­um frá sær. - Tað er ikki rætt at útihýsa ein­um ávísum flokki heili trý ár fyri eitt løgtingsval, tí av­ leiðing av tí kann vera, at Javn­aðarflokkurin setir seg uttanfyri alla ávirkan. Hann sigur, at avgerðin um, hvør samgongan verður eftir næsta val, , eigur at bíða til samráðingar vera um samgongu. Úrslitið av teimum samráðingum eigur at vera tað, sum verður av­ ger­ð­andi fyri, hvørjum vit sam­starva við, sigur løg­tings­ maðurin úr Skopun. Kortini skal leggjast aftur­at, at í yvirlýsing frá landsfundinum, varð sam­ tykt at taka undir við at flokkurin eigur ikki at sam­ starva við Fólkaflokkin, tí flokkarnir eru so grund­leggj­ andi ósamdir um, hvør kósin skal vera fyri Føroya framtíð. Javnaðarflokkurin útihýsir samgongu við Fólkaflokkin LANDSFUNDUR Formaðurin í Javnaðarflokkinum, Aksel V. Johannesen, noktar blankt fyri at fara í samgongu aftur við Fólkaflokkin. Summi fegnast, men Gerhard Lognberg heldur, at tað er burturvið Fólkaflokkurin burturvístur Formaðurin í Javnaðarflokkinum, Aksel V. Johannesen, tvíheldur um, at hann vil ikki vita av eini samgongu við Fólkaflokkin, tí hann stendur fyri akkurát øvugta av tí, Javnaðarflokkurin vil Taka seg úr samstarvinum um nýggja pensjónsskipan Áki Bertholdsen Vil samgongan ikki bakka, fer Javnaðaflokkurin nú at taka seg úr politiska sam­ starvi­num um at gera eina nýgg­ja pensjónsskipan Tað gjørdi flokkurin greitt á landsfundinum hjá flokki­num um vikuskiftið. Javnaðarflokkurin vil, at Samhaldsfasti skal krum­ tapp­urin í eini fram­tíð­ar fólka­pen­sjón. Samstundis sigur flokk­ urin, at skulu vit hava eina nýgg­ja pensjónsskipan, má tal­an verða um eina pakka­ loysn, har øll tey við­kom­ andi uppskotini verða løgd fram ísenn. Tí mótmælir flokkurin, at samgongan nú pilkar eitt einstakt mál burtur úr og hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at álegg­ ja øllum løntakarum at rinda 15% av lønini eil eina pensjónskipan, utt­an at greiði er fing­in á leik­luti­ num hjá Sam­halds­fasta, út­gjalds­parti­num, mót­ rokn­ing, pe­n­sjóns­skatt­ing og pensjónsaldrinum. Javnaðarflokkurin ger sam­stundis púra greitt, at setir samgongan tvingaðu upp­sparingina í verk, er flokkurin ikki longur við í samstarvinum um pen­ sjóns­nýskipan. – Javnaðarflokkurin um­hugs­ar at taka seg úr pensjóns­bólki­ num. 

Hesum boðaði Aksel V. Johannesen, formaður Javn­að­ar­floksins frá á lands­fundi í dag. Hann segði, at Javnaðarflokkurin var um at taka seg úr pen­s­ jóns­bólkinum, tá flat­skatt­ urin varð settur í verk í fjør, men gjørdi tað kor­t­ini ikki. Flokkurin hev­ur alla­tíð­ina mett – og held­ur fram­vegis fast um, at pensjóns­ný­ skipan­in er ein samlaður pakki.

– Vit kunnu ikki góð­taka, at sam­gongan pilk­ar eitt mál burt­ur úr ný­ skipan­a­r­up­p­skotinum ­– og um upp­skotið um tving­aða saman­sparing verð­ur sam­ tykt, so tekur Javn­að­ar­ flokk­urin seg úr bólki­num, segði hann á lands­fundi­ num í dag. Grønar og rættvísar Føroyar