Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-22, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. apríl 2013síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 22. apríl 2013 · Nr. 45 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 nøvn Í gjár – tann 21. apríl – fylti Eydna Háberg í Havn 70 ár. Hon er dóttur Hjørdis og Pet­ ur Háberg. Tey koma bæði frá kendum ættum. Foreldrini hjá Petur vóru Malla, ættað úr Geil í Havn, og Napoleon Joensen, Poli skómakarin, sum kom av Selatrað. For­ eldr­ini hjá Hjørdis vóru Elisa­beth, ættað úr Sumba, og Jógvan Næsaa, sum var sonur tann kenda Jørgen á Nesi. Mamman, Hjørdis, er 96 ára gomul miðpunkt fyri sína stóru ætt. Eydna vaks upp í Magnus Heinasonargøtu í Havn sam­ an við sínum fimm systkjum, Beintu, Jógv­an Páll, Elmu, Pætur og Mal­uni. Umframt tey vóru eisini omman, Elisa­ beth, og mosturin, Rikka, í húsi. Hetta var eitt heim, har mong vitjaðu, og har øll altíð vóru vælkomin. Eydna kom at velja sær sjúkra­røkt sum lívsstarv. Í fyrsta umfari lærdi Eydna til sjúkrasystur í Havn. Afturat hes­um hevur Eydna fingið bæði ar­beiðsroyndir og víð­ ari út­búgving uttanfyri land­ odd­arnar, í Noregi og Dan­ mark. Hon tók útbúgving inn­an pedagogik og umsiting í Århus. Heim aftur komin hevur hon verið deildarleiðari á Lágargarði, leiðari av Heima­hjálpini, hevur verið við til at byrja sambýli ymsa staðni í landinum. Hon var við í verkætlanini Dalalon, eitt dagtilhald fyri fólk við demens­sjúkum. Eisini hevur hon verið nevndarlimur í Alsheimer­felagnum. Eydna hevur eisini ver­ ið virkin á mongum øðr­um økjum, eisini í fak­fe­lags­ar­ beiði. Tá ið Dansk Syge­pleje­ råd fekk eina føroyska deild í 1976, gjørdist hon fyrsti for­maður, og sat hon fram til 1978. Hetta var eitt full­ tíðarstarv, og sigast kann, at her varð grundarlagið lagt fyri, at henda deild gjørd­ ist sjálvstøðugt felag í 1988. Aftaná 1978 var Eydna næst­ for­maður í nøkur ár. Ikki hevur tað verið sørt av politikki heldur. Eydna hevur verið uppstillað til løg­ tingsval fyri Fólkaflokkin og hevur eisini havt sæti á tingi sum varalimur. Nú er hon limur í eldra­ ráð­num í Havn. Eisini innan kristiligt virk­semi er Eydna virkin. Hon hevur í fleiri ár verið ein vertur í útvarpsstøðini Lind­ini og hevur staðið fyri nógvum áhugaverdum send­ ingum. Í 1974 giftist Eydna við Preben Hansen, sum er dani. Tey valdu at búsetast í Før­ oyum og Preben hevur virk­ að sum verkfrøðingur síðan tá. So hann hevur verið við til at mynda føroyska sam­fe­ lagið. Sum ein av fáu døn­um í Føroyum tosar hann før­ oyskt. Tey eiga tvey børn. Høgni, sum býr í Havn, og Maiken, sum er í London. Eisini eru tvey ommubørn. Vit bæði eru systkinabørn eru javngomul og hava altíð kenst, tí tað hevur altíð ver­ið gott samband millum familj­ urnar. Kenni Eydnu sum eitt skilafólk, sum hevur greiða støðutakan til dagsins mál. Tí hevur hon eisini verið uppi í so mongum ymiskum virk­semi. Ynskt verður henni og hennara hjartaliga tillukku við hesum stóra degi, sum hon ber so væl. ó. Eydna Háberg 70 ár 50 metra svimjihylur og musikk­ skúli í Havn skulu byggjast nú Helena Dam á Neystabø forkvinna í Mentanarnevnd Tórshavnar Býráðs Nú dustið hevur lagt seg eftir býráðsvalið, er tíðin er kom­in at fremja tær verk­ ætl­anir, sum tørvur er á, og at gera tað so skynsamt sum møguligt við fyriliti fyri fíggja­rorkuni hjá Tórshavnar Kommunu, sum sjálvandi eisini skal rúma, at vit loysa aðrar átrokandi uppgávur – eitt nú at gera íløgurnar í fólkaskúlan í Havn lidnar. Tað er einki at ivast í, at bæði 50 metra svimjihylur í Havn eins og ein nýggjur musikkskúli eru so átrokandi íløgur, at tær mugu fremjast í beinan vegin. Og tað var eis­ ini tað, sum varð viðgjørt í Mentamálanevnd Býráðsins á seinasta fundi. 50 metra svimjihylur Á hesum fundi varð avgjørt at taka undir við tilmælinum frá bygginevndini, sum fyri­ reikar ein nýggjan svimji­ hyl. Hetta tilmælið snýr seg í stuttum um at gera sátt­ mála við ráðgeva, ið kann standa fyri útbjóðing av pro­jekteringini, at gera hug­ skots­upprit, byggiskrá og út­bjóðingartilfar annars. Ráð­gevin skal taka sær av ráð­gevara­uppgávuni til út­ bjóð­ing hevur verið, og støða er tikin til innkomnu upp­ skotini. Tað eru í løtuni uml. 160.000 vitjandi um árið í svimjihøllini í Havn, og bæði almenningur og serstakliga svimjifeløgini hava í nógv ár gjørt vart við, at her er talan um ein fløskuháls ið forð­ar bæði almennari svimj­ing, motónssvimjing og ser­ stakliga úrvalssvimj­ing­ina. Vit vita, at Føroyar hava rokkið høgum málum inn­ an svimjing á altjóða stigi, og hesari gongd eiga vit ikki at steðga. Vit vita eis­ ini at motónssvimjing hev­ ur ein alstóran týdning í fólkaheilsupolitikki okk­ara. Og tá tað kemur til trivn­ aðar­tiltøk, so er tað at fara við familju og børnum at svimja nakað av tí besta og stutt­ligasta, sum er. Tí er at fegnast um, at næsta stigið í hesari verk­ ætlan nú er tikið. Nýggjur musikkskúli Og soleiðis er eisini við einum nýggjum musikkskúla. Síðani 2009 hevur arbeitt verið við at byggja ein nýggjan musikk­skúla í Havn. Og nú røkist fyri at farið verður til verka. Bygginevndin fer nú saman við Tórshavnar Kommunu undir at laga skipanaruppskotið til nýggj­ an musikkskúla soleiðis til, at tað kann fremjast innan teir fíggjarkarmar, ið eru settir av til endamálið, og soleiðis at spakin kann setast í jørðina fyri nýggjum musikkskúla sum skjótast. Góðir vinningar verða burtur- lutaðir hvønn mánað Haldara kapping Um so er at tú ikki ert haldari, kanst tú fylla lepan út og senda hann inn til Sosialin Hotel Føroyar Vikuskifti fyri tVey við morgunmati iPad frá nema Einasta góðkenda Apple umboð í Føroyum Vinningar: aPríl mai Verður sent ópostað. Sosialurin rindar postgjaldið 64 Eg bindi meg hervið til at halda: ■ sosialin ein ársfjórðing fyri kr. 380,- ■ Vikuskiftisblaðið ein ársfj. fyri kr. 300,- ■ Virkishald ein ársfjórðing fyri kr. 550,- Tel. 341800, Tórsgøta 1, Boks 76, FO-110 Tórshavn ...ella send mail til bokhald@sosialurin.fo NavN: BúStaðUr: tel: teldUpoStUr: Prísirnir eru galdandi fyri haldarar í Føroyum Kappingin er bæði fyri nýggjar og verandi haldarar kjak