Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-22, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. apríl 2013síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 22. apríl 2013 · Nr. 45 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur ítróttartoymi N ú hevur Rás2 á fyrsta sinni fylgt við hondbóltinum gjøgnum ein vetur og tað hevur bæði verið stuttligt og spennandi. Tað eru nógv góð ting við føroyskum hondbólti og tað eru nógv fólk, sum hava uppiborið nógv rós fyri tað arbeiði, ið tey gera. Men tað eru nøkur ting, sum ikki eru nóg góð. Eg lati Vagnur Michelsen, sum rekur heimasíðuna, hvannrok.fo eiga næstu orðini: »Í heyst setti eg mær málið at skriva um dystirnar í bestu deildunum, og eg brúki einar tríggjar tímar seint seinnapartin sunnudag og ella leygardag at fáa fatur í dómaraseðlunum, ringja runt í hallirnar og so skriva um dystirnar. Hetta hevur verið møtumikið men eisini hugaligt arbeiði, men tíverri eri eg komin til niðurstøðuna, at hetta gera eg óivað ikki aftur næsta kappingarár. Orsøkin er, at sjálvt um tú gerst avtalur við persónar, feløg og hallir, so fái eg ikki fatur í øllum dómaraseðlunum, uttan eg ringi til Per og Poul og mangan uttan úrslit. Hetta er alt ov ússaligt.« Vagnur Michelsen hevur rætt í nøkrum ting. Eg skal skunda mær at siga, at tað eru fleiri, ið gera tað tey skulu og eru biðin um. Men tað skuldi verið eitt samlistað, har eitt nú allir dómaraseðlar komu talgilt inn á. Øll sum hava hug at fylgja við og skriva um hondbólt mugu og skulu kunna fáa fatur á dómaraseðlinum skjótast gjørligt. Tað er eisini átalivert, at tað ikki er ein almennur toppskoraralisti. Hetta arbeiði verður bara lagt út til miðlar og einstakar persónar. Eisini eru ov nógvir líkagyldigir dystir, men meiri um tað í klummuni næstu ferð. Tað stutta av tí langa er, at um hondbólturin skal veksa og eiga rúm í hesum internet tíðum, so er týdningarmikið, at øll information er tøk stutt eftir dystirnar. Her verður neyðugt hjá hondbóltsfamiljuni at hjálpa til, so hetta kemur í rætt lag, tí annars tapir hondbólturin dystin við serliga fótbóltin. trondur@sosialurin.fo Hondbólts­ familjan má hjálpa til www.hb.fo: Eitt sindur av roki stóðst av eini hornastøðu, og endin var at Rúni Gaardbo vísti Geza Turi av vøllinum. Ikki var lætt at síggja hvat hendi, men aftaná hevur heimasíðan latið sær fortalt, at handa støðan var rætt taklað av Rúna. www.07vestur.fo: Í dag tapa vit 0-3 á heimavølli ímóti einum B36-liði, ið einki hevur at bjóða uppá og kenslan aftaná dystin er tann, at vit akkurat tað sama kundu vunnið. www.b36.fo: Fleiri serfrøðingar hava havt á munni, at stigatalvan helst fer í tvíningar komandi umførini, og tí var sera umráðandi hjá okkara monnum at fáa stig – og helst trý – burtur úr dystinum á Dungasandi í Sørvági í dag. www.vikingur.fo: Í 75. minutti fekk Geza beinleiðis reytt kort. Hví var ikki lætt at síggja, men dómarin stóð væl fyri, og ikki mótmælti Geza nakað serligt, so helst mundi okkurt vera. Hjartvard fór í málið, og tað uppgávuna megnaði hann væl. www.nordlysid.fo: KÍ eigur báðar toppskjúttarnar. Hyggur ein eftir máltindinum í Effodeildini, so liggja tveir KÍ leikarar á odda. www.h71.fo: Men hvat var tað sum hendi hjá gestunum. Bæði Filip og Sámal vóru uttanfyri stóran part av dystinum, meðan Bogdan fær frið at stórspæla okkum til sigurs. Hví var ongin settur á Bogdan tá hann so sjónliga var størsta hóttanin móti VÍF allan dystin á tamb? www.hvannrok.fo: Seinastu dystirnir í grundspælinum eru spældir seinnapartin og ein dystur fríggjakvøldið. Hóast avtalur, havi eg bara fingið ein dómaraseðil sendandi, og tað er mansdysturin millum H71 og VÍF. Heimasíðurnar skriva: Ítróttar klumman EIRIKUR FEKK 5 MINUTTIR Eirikur Jákupsson Simonsen úr Havn fekk eitt lítið gjøgnumbrot í donskum topphondbólti ígjár. Àtjan ára gamli havnarmaðurin slapp at royna seg í fimm minuttir á ligaliðnum hjá Viborg. Eirikur hevur fleiri ferðir verið úttikin til hópin, men hetta varð fyrstu ferð, at hann slapp at royna seg. Eirikur er fegin um møguleikan, og heldur, at tað gekk á einari leið. Tróndur Arge Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Uni Holm Johannesen Álvur Haraldsen Pætur Eyð. Jensen Vinnara sms'ið í Triða Hálvleiki: ■ Nýtt AB slagorð »vit flyta okkum ikki ein tumma« Vinnur eitt atgongumerki til landsdystin millum Føroyar og Eysturríki Besta sms'ið, vinnur eitt atgongumerki til lands­dystin ímillum Føroyar og Eysturríki 15. oktober 2013 Føroyski landsliðsspælarin Christian Holst var við frá byrjan, tá ið Silkeborg spældi ímóti Brøndby í bestu donsku fótbóltsdeildini í gjár. Nógvu seinastu umførini hev­ur annars Holst sitið á beinkinum. Og Christian Holst gjørdi vart við seg, tí hann skor­aði annað av málunum, sum Silke­borg fekk í 2-2 javn­leik­ inum á Brøndby Stadion. Holst spældi allar 90 minutt­ ir­nar av dystinum. Landsliðsmálmaðurin Gunn­ar Nielsen vardi aftur hesa­ferð málið hjá Silkeborg, og Ári Mohr Jónsson var á beinkinum uttan at koma inn. Í dag skal Ári spæla við eykaliðnum hjá Silkeborg, sum hevur dyst ímóti AC Horsens. eydun@sosialurin.fo Oyggjaleikirnir á Bermuda í summar eru ein stór av­ bjóðing fyri limalondini í Oyggjaleikafelagsskapinum. Tað er dýrt at ferðast til Bermuda, og gistingin er eisini dýr. Tí hava fleiri oyggja minkað munandi um sína luttøku á Oyggjaleikunum í summar, og tað er upp á tal, at onkur oyggj als ikki verð­ ur við. Føroyar senda tó eitt stórt ítróttarlið avstað til Oyggjaleikirnar í summar. Umleið hundrað ítróttarfólk verða við á Bermunda, og tað er á leið tað sama, sum tað var seinast. – Føroyar hava bjóðað seg til at fyriskipa leikunum í 2019, og tí hava ÍSF og land­ sins myndugleikar mett tað hava stóran týdning, at vit vísa áhuga komandi leik­ir­ nar – eisini tá leikirnir eru á fjarskotnum støðum sum Bermuda, sigur Petur Elias Petersen, formaður í Ítróttar­ sambandi Føroya. Føroysku ítróttafólkini fara at kappast í badminton, beach volley, borðtennis, fim­ leiki, flogbólti, fjallasúkkling, frælsum ítróttí, golf, skjót­ing, súkkling, tennis og triath­ lon. – Føroyar tóku í síni tíð undir við, at Bermuda fekk limaskap í Altjóða Oyggja­ leika­felagsskapinum, og tí hevur ÍSF mett tað sum rætt, at Bermuda eisini fær møgu­leikan at fyriskipa leik­ unum. – Føroyski hópurin, sum er á leið eins stórur sum van­ligt, er tann triðstørsti á leik­unum, og hava fyri­ reik­ararnir á Bermuda fleiri ferðir takka Føroyum fyri samhaldsfesti, sum Føroyar hava víst teimum við stóru føroysku luttøkuni, sigur Petur Elias Petersen. At Føroyar kunnu vera so væl umboðaðar kemst av, at landið gav ein serligan stuðul til luttøkuna á júst hesum leikunum, og at Atlantic Airways vísti stóra vælvild við at samskipa flogferðina til Bermuda og heim aftur. trondur@sosialurin.fo Holst skoraði í Brøndby Bermuda fegið um føroyskan stuðul