mánadagur 22. apríl 2013síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 22. apríl 2013 · Nr. 45
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Fótbóltur
KÍ vann odda
dystin móti HB
HB trýsti KÍ í seinna hávleiki, men tá samanumkom, so vístu KÍ at tær aftur í ár eru favorittar at
vinna FM. Rannvá B. Andreasen fekk sítt seinna gula í evstu løtu og har við reytt kort.
Tróndur Arge
Tað hevur ligið í kortunum,
at HB í ár skal geva KÍ kvinn
unum ein skarpan gang. HB
hevur mannað seg við bæði
royndum og ungum gávu
ríkum spælarum, og undan
dagsins uppgerð í Gundadali
høvdu bæði KÍ og HB fingið
fult í trimum teimum fyrstu
umførunum.
Toppdysturin var tættur
og spennandi, og tað endaði
við, at KÍ vann 2-1 og harvið
staðfesti sína støðu – fyribils
í hvussu so er.
Malena Josephsen legði
KÍ á odda miðskeiðis í 1. hálv
leiki, og stutt undan steðg
inum bar KÍ yvirvágin økta
leiðslu við sær. Tað málið
skoraði Rannvá B. Andrea
sen.
Eftir steðgin royndi HB
at svara aftur. Stutt eftir
hvíldina minkaði munurin,
tá ið tær úr Klaksvík vóru so
óhepnar at gera sjálvmál.
HB trýsti fram ímóti dyst
arenda, men tað eydnaðist
KÍ at halda tørn, eisini eftir
at Rannvá B. Andreassen
hevði sæð gula kortið fyri
aðru ferð og harvið var víst
av vøllinum.
- Vit vinna mikudagin
Tað sigur Allan Dybczak,
venjari hjá HB, sum miku
dagin skal spæla móti KÍ
í steypakappignini. Hann
metir ikki, at KÍ er á sama
stigi, sum tær hava verið fyrr
og vónar, at hansara lið kann
vinna á KÍ.
– Eg havi sagt at vit tapa
ikki báðar dystirnar móti KÍ.
Eg gjørdi nakrar broytingar
í dag og má taka ein part
av tapinum á meg, men vit
vinna mikudagin, sigur Allan
Dybczak, sum er venjari hjá
HB á triðja ári.
Bára Skaale Klakstein,
sum spældi í miðverjuni hjá
KÍ, metti, at KÍ samanlagt
hevði verið betra liðið og tí
var sigurin uppiborin. Hon
metti, at KÍ kundi taka nógv
við frá dystinum í Gunda
dali til steypadystin miku
kvøldið.
trondur@sosialurin.fo
Toppliðini í næstbestu fót
bóltsdeildini B68 og HB hitt
ust leygardagin á Svanga
skarði. Úrslitið var málleysur
javnleikur, og harvið hevur
einki lið fulla úrtøku eftir
seks umfør. Teir næstbestu
hjá HB bitu síðstu løtuna
orduliga frá sær, og B68
málverjin Ragnar Lindholm
bjargaði onkra ferðina meist
arliga væl.
Heimaliðið var síðstu løt
una undirmannað, tí topp
skjútti í 1. deild, Haraldur R.
Højgaard, sum skoraði í øll
um teimum fyrstu fimm um
førunum, varð vístur av vølli.
FC Suðuroy hevði í gjár
vitjan av B71. Heimaliðið
vann 3-0. Hóast leikliga
yvirvág alla tíðina, so var
tað ikki fyrrenn fram ímóti
dystarenda, at spenningurin
fór úr uppgerðini. Palli Au
gustinussen staðfesti trygga
sigurin í evstu løtu, eftir at
Patrik
Johannesen
hevði
skorað tvær ferðir. Sigurin
ber við sær, at FC Suðuroy
nú aftur er á uppflytingar
plássi.
Skála hevði vitjan av KÍ,
sum undan hesum umfar
inum var á triðja plássið.
Heimaliðið
var
leikliga
omaná, og Skála vann 2-1.
Síðstu løtuna, eftir at KÍ hevði
minkað um munin, royndu
klaksvíkingar at leggja trýst
á, men heimasigurin var ong
antíð í vanda.
Undan hesum umfarinum
var B36 næstaftast, og EB/
Streymur var á 8. plássi.
Hesi bæði liðini hittust í
Gundadali, og har var eingin
ivi. B36 vann dyggan 6-1 sigur,
eftir at hálvleiksstøðan var
4-0. EB/Streymur misti ein
mann, tá ið støðan var 3-0.
Víkingarnir vóru undan
ferðini til Suðuroyar botnlið.
Gestirnir við Stórá vunnu
í tættari uppgerð og í ikki
serliga góðum líkindum 1-0.
Harvið lyfti Víkingur seg
upp um EB/Streym og B71,
sum eftir tapið á Vágseiði er
aftast.
FC Suðuroy er við aftur
Toftamenn hava fingið fult fýra tær fyrstu ferðirnar, og nú sær tað út til, at
FC Suðuroy og Skála fara at kapprenna afanfyri toppliðið
B68-HB 0-0
Reytt kort: Haraldur R. Højgaard,
B68, 73.(beinleiðis reytt)
Skála-KÍ 2-1 (1-0)
1-0: Edvin Jacobsen 35.
2-0: Ólavur Mikkelsen 59.
2-1: Ísak Simonsen 79.
B36-EB/Streymur 6-1 (4-0)
1-0: Robert Heðin Brockie 25.
2-0: Tóki á Lofti 26.
3-0: Sandri Færø 28.
4-0: Heini í Skorini 45.
4-1: Ólavur F. Ejdesgaard 54.
5-1: Tóki á Lofti br 72.
6-1: Sandri Færø 90.
Reytt kort: Hans Egil Trygvason, EB/
Streymur, 32. (2 gul)
TB-Víkingur 0-1 (0-0)
0-1: Magnus Jarnskor 61.
FC Suðuroy-B71 3-0 (1-0)
1-0: Patrik Johannesen 35.
2-0: Patrik Johannesen 60.
3-0: Palli Augustinussen 90.
Støðan
B68 16 stig
FC Suðuroy 12 stig
HB 10 stig
Skála 10 stig
KÍ 9 stig
B36 7 stig
TB 7 stig
Víkingur 6 stig
EB/Streymur 5 stig
B71 4 stig
FC Suðuroy og B71 hava spælt fimm
dystir, og hini liðini hava spælt seks
dystir.
7. umfar
Leygardagin 27. apríl
HB-TB
EB/Streymur-FC Suðuroy
KÍ-B68
Víkingur-B36
Sunnudagin 28. apríl
B71-Skála