mánadagur 22. apríl 2013síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. apríl 2013 · Nr. 45
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Onnur útvísingin hjá Geza Geza Turi hevur tænt GÍ og Víkingi
væl síðan hann kom til landið í 2006. Hann hevur bara fingið tvey
gul kort og nú tvær útvísingar. Hin kom í fyrsta umfari í 2007,
tá Geza vardi málið hjá GÍ. Annars hevur hann, sum skilst, spælt
næstan allar minuttirnar fyri Víking síðani samanleggingina í 2008.
H E S A V I K U N A
fótbóltur effodeildin
Teitur Gestsson 4
Gjørdi ongan feil og gjørdi tær
bjargingar, sum hann skuldi gera.
Helt eisini mál reint og dirigeraði
óført.
Jógvan Rói Davidsen 4
Var stinnur í verjustøðu móti
kviku og bólttryggu vengrunum
hjá Víkingi. Gjørdi ikki so nógv um
seg í álopspartinum, men átti sín
lut í at einki mál fór ígjøgnum.
Gunnar Haraldsen 4
Hevði gott tamarhald á Finni
Justinussen og greiddi sum oftast
sína uppgávu væl. Er sterkur í
luftspælinum.
Jóhan Troest Davidsen 4
Átti vandamiklastu avleveringina,
tá hann ótrýstur spældi bóltin
fyri føturnar á Víkingi, men skotið
endaði á stongini. Spældi annars
væl.
Alex Jose Dos Santos 4
Hevur betri evnir enn tað hann
vísti frameftir vøllinum í gjár.
Gjørdi annars ongar feilir og
luttók partvís í álopsspælinum.
Heini Vantsdal 5
Dagsins maður í Gundadali. Setti
seg tungt á miðvøllin og var
grundsteinurin undir sigrinum.
Vann nógv nærdystir, slapp sær
væl av við bóltin og skoraði
fyrsta málið.
Fróði Benjaminsen 4
Stóð saman við Heina sterkur í
myndini á miðvøllunum. Vinnur
altíð sínar nærdystir og sleppur
sær lætt og einfalt av við bóltin.
Kristin R. Mouritsen 4
Tuskaði runt allan vøllin og
var eitt gott mótspæl til størru
dreingirnar á miðvøllinum. Átti
skotið, sum gav hornasparkið
til 1-0.
Christian R. Mouritsen 4
Skoraði eitt gott mál, tá hann ein
móti einum megnaði at koma í
góða skotstøðu og skoraði. Hevur
hug at detta út í løtum, men
spældi annars væl.
Símun Samuelsen 4
Hótti støðugt við sínum renninum
afturum verjuna, men megnaði
ikki at koma til teir stóru
møguleikarnar. Átti hornasparkið,
sum Heini stútaði í mál.
Andrew av Fløtum 5
Skoraði eitt framúr mál stutt inn
í seinna hálvleik. Luttók allan
dystin í álopsspælinum og var
tryggur á bóltinum.
Avrik: tøl 1 til 6
HB
3 (2)
Víkingur 0 (0)
Tróndur Arge – Gundadalur
HB er nýtt oddalið í Effo-
deildini. Tað er greitt, eftir at
teir í gjár vunnu 3-0 á Víkingi,
sum undan dystinum sat á
fyrsta plássinum.
Lykilin lá í slagnum um
miðvøllin, har HB hevði Heina
Vatnsdal, Fróða Benjaminsen
og Kristin R. Mouritsen,
meðan Símun Samuelsen og
Christian R. Mouritsen vóru
á kantunum.
Mótspælið hjá Víkingi
var Niclas Niclassen, Hans
Jørgen Djurhuus og Jann
Ingi Petersen. Niclas og Hans
Jørgen á verjukenda miðvøll
inum, og Jann Ingi longur
frammi á vøllinum.
Í
verjustøðu
megnaði
Víkingur í fyrra hálvleiki fyri
tað mesta at standa ímóti,
men í framrættaða spælinum
riggaði ikki. Serliga tí Heini
Vatnsdal og Fróði Benjamin
sen stóðu sum ein blokkur
frammanfyri verjuni.
Miðskieðis í fyrra hálvleiki
legði Heini Vatnsdal HB á
odda eftir hornaspark. Stutt
fyri hálvleik økti Christian
R. Mouritsen, og tíggju min
uttir inn í seinna hálvleik
staðfesti Andrew av Fløtum
dystin við drønskoti til 3-0.
Restina av dystinum hevði
HB tamarhald á støðuni.
Eitt korter fyri tíð fekk
málverjin
hjá
Víkingi,
Geza Turi, beinleiðis reytt.
Víkingur hevði brúkt allar
útskiftingarnar og tí mátti
Hjartvard Hansen fara í mál
seinasta korterið. HB skifti
fleiri fólk og tók sær av løtt
um restina av dystinum.
Nýggi mortorurin
trívist í HB
Heini Vatnsdal flutti í vetur
til HB frá FC Suðuroy. Hann
hevur leingi verið mettur
sum eitt risa talent í før
oyskum fótbólti. Hann hev
ur spælt seks dystir á U21
landsliðnum og nærkast nú
hálvthundrað í Effo-deildini,
men manglar veruliga at sláa
sítt navn fast í føroyskum
fótbólti. Hann hevur spælt
við FC Suðuroy, sum er flutt
niður bæði árini hann hevur
spælt við teimum í bestu
deildini. Serliga í fjør gekk
illa hjá FC Suðuroy, og tá er
ringt at meta um evnini hjá
einum spælara, tá liðið er so
lítið kappingarført, sum FC
Suðuroy vóru farna kapp
ingarár.
– Eg vildi royna okkurt
nýtt, serliga tí FC Suðuroy
flutti niður. HB vísti stóran
áhuga fyri at fáa meg, tí valdi
eg at skifta, greiður Heini
Vatnsdal frá eftir dystin í
gjár.
Heini er málrættaður og
tekur fótbóltin í álvara. Hann
er komin til HB fyri at menna
seg sum fótbóltsspælara og
hann trívist í leiklutinum
sum oddalið í føroyskum
fótbólti.
– Tað hevur verið heilt
fantastiskt at koma til HB.
Eg hevði ikki væntað, at um
støðurnar vóru so góðar sum
tær eru. Her er alt og tú fær
tað, sum tú hevur brúk fyri,
og hópurin er fantastiskur.
Hetta er nokk tað besta tú
kann koma til í Føroyum,
sigur nýggi motorurin á mið
vøllinum hjá HB.
Tey fyrstu trý umførini
mátti Heini hyggja at, meðan
hinir spældu, tí hann hevði
leikbann frá farna kapp
ingarári.
– Tað var strævið. Eg havi
eisini roynt tað fyrr og eg
havi eisini sitið nógv uttan
fyri við skaða. Tað er ringt at
sita uttanfyri og bara hyggja
at, men tað var tríggjar dystir
og nú er tað so farið, so tað er
gott at verða við, sigur Heini,
sum nú er komin til eitt felag
har meistaraheitið er eitt mál
at kall hvør kappingarár.
– Tað er tað sum eg vil. Tú
spælir fótbólt fyri at vinna
og tað gera vit til hvønn dyst.
Mær dámar eisini væl mátan
vit spæla uppá, men tú skal
venja teg við tað. Millum
annað er leikferðin hægri,
greiður Heini frá, meðan lið
felagirnir ein fyri og annar
eftir kom upp trappurnar í
HB húsinum og antin hála í
buksurnar ella klípa vábingin
í bakpartin.
Kropsliga er Heini væl
fyri, men ásannar, at orkan
ikki er í topp, nú so stutt er
farið av kappingini. Hóast
hann er stórur og kropsliga
væl fyri, so hevur hann góðan
bóltførleika og stendur seg
væl í avleveringsspælinum.
– Eg haldi eg klári at spæla
við í tí skjóta spælinum sjálvt
um eg eri størri og tyngri enn
nakrir av hinum, sigur Heini
og kallar Fróða Benjaminsen
fyri »Captain Fantastic«, tá
á HB liðnum
HB vann í gjár greiðan sigur á Víkingi í oddadystinum
í Gundadali. Hjartað á HB liðnum var í maskinrúminum
á miðvøllurin, har Fróði Benjaminsen, og Heini
Vatnsdal ráddu fyri borgum. – Eg ætli mær á lands
liðið, sigur ungi vábingurin, sum umframt at verða
dagsins maður, eisini skoraði fyrsta málið
Heini Vatnsdal:
Nýggi
motorurin