Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-22, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. apríl 2013síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 22. apríl 2013 · Nr. 45 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur prát­ið fellur inn á landsliðs og HB-liðskiparanum, sum Heini spælir undir liðini á. Er tað upp til Heina, so ætlar hann sær eisini koma á lands­liðið eins og síðu­maður­ in í HB. – Eg ætli mær á landsliðið. Spælir tú fótbólt seriøst, so haldi eg at tú mást royna at koma á landsliðið. Vónandi eydn­ast tað, um eg klári meg væl og verið skaðafríur, legg­ ur Heini afturat at enda. Spakir víkingar Tað var lítið av villskapi at síggja í annars ágrýtnu víking­inum í Gundadali. Okk­ urt hissini sprell var á vengr­ unum, men fyri utt­an tað, so var lítið veiggj í steypa­vinn­ ar­unum úr Leirvík og Gøtu. Jógvan Martin Olsen, venj­ arin hjá Víkingi, var fá­orð­ aður eftir dystin og ásannaði bara, at hetta var als ikki gott nokk. Hann harmaðist eisini um, at spælararnir, sum komu inn í seinna hálvleiki, ikki fingu møguleikan at vísa hvør dugur er í teimum. Hetta tí Geza Turi fekk bein­ leiðis reytt kort og tí mátti Hjartvard Hansen verja mál­ ið, tí Víkingur hevði onga út­ skift­ing eftir. Fyri Víking er hetta annar dysturin í ár, har teir hava tapt greitt. Hin dysturin var eis­ini í Gundadali, tá móti B36. Hetta er ikki nóg gott fyri eitt lið, sum skal kempa í odd­inum, men heldur Víkingur fram at vinna allar sínar heimadystir, og lærir av dyst­unum í Gundadali, so hava leirvíkingar og gøtu­ menn ikki so nógv at hóttast. Men fleiri avrik sum tey í gjár, so kann tað skjótt gerast minni hugaligt at verða ljósa­ bláur. Geza beinleiðis reytt Ungverki málverjin hjá Víkingi, Geza Turi, hevur ikki roynt at verið útvístur fyri Víking fyrr, men eitt korter fyri tíð fekk hann bein­leiðis reytt kort. Tað var ikki til at síggja hvat hendi, men í samband við horna­sparks­ støðu gav Rúni Gaardbo málverjanum reytt kort fyri, sum skilst, at hava stúta til Andrew av Fløtum, sum tó ikki fekk mein av hend­ ingini. Jógvan Martin Olsen vátt­ aði eftir dystin fyri Rás2, at hann hevði tosað við Geza, sum segði seg verða ósekan í nøkrum líknandi atburði. Nú vísur HB kulør HB hevur meldað í FM, og sigurin í gjár vísti, at hóast liðið seinast bara fekk eitt stig móti einum væl­kemp­ andi 07 Vestur liðið, so hevur høvðusstaðarfelagið fatur á rætta endanum. Heini Vatnsdal kann vísa seg at gerast lykilin til eina dynamiska og sterka miðju, saman við Fróða Benjamin­ sen, og so antin Kristini R. Mouritsen ella Bárði Olsen. Í álopinum spældi Andrew av Fløtum sum ein unglingi, meðan verj­an enn eina ferð megnaði at halda mót­støðu­ lið­num frá at skjóta mál. Teir reyðu og svørtu hava nú hildi málið reint í 420 minuttir. HB hevur bestu verj­una í landinum um hugt verður eftir tølunum. Bara tvey mál eru komin ígjøgnum. Tey bæði málini komu í 1. og 2. um­fari móti ávíkavist B36 og AB. Síðani er ikki skorað móti HB í áleið 420 minuttir í Effo-deildini. Hetta var ein sigur, sum vísur at HB hevur tað, ið skal til fyri at vinna FM. Komandi upp­gáv­an er í Klaksvík móti KÍ, ið helst kundi hugs­að sær at fingið eitt mál ella tvey. Teir eru mest skor­ aði liðið í deildini og hava numm­ar eitt og tvey á topp­ skoraralistanum, meðan HB hevur bestu verjuna. Eitt satt oddbrak millum risar! trondur@sosialurin.fo Fyrstu kortini hjá Rúna Rúni Gaardbo gav á fyrsta sinni kort í Effo-deildini í ár. Hetta var fjórði dysturin hjá honum. Fyrstur at fáa kort var Símun Samuelsen hjá HB. Fimm mans endaðu samanlagt í bókini hjá Rúna. Og fyri aður ferð í ár, fekk Hans Jørgen Djurhuus ikki gult kort. Geza Turi 2 Fekk beinleiðis reytt kort í seinna hálvleiki og virkaði óvanliga ótryggur við bóltinum. Kom sær fleiri ferðir í óføri við bóltinum fyri føturnar. Bárður Hansen 3 Spælir næstan altíð væl og tað gjørdi hann sum so eisini. Var ikki eins sjónligur í álopsspælinum, men gjørdi sítt fyri at verja fyri Símuni Samuelsen Erling Jacobsen 2 Miðverjan hjá Víkingi kom ikki væl frá uppgávuni. Erling er sterkur í mann móti manni, men tapti dystin móti Christiani R. Mouritsen tá hesin økti til 2-0. Atli Gregersen 2 Megnaði ikki sum liðskipari at fáa verjupartin og miðvøllin at rigga. Kom ikki beinleiðis í óføri, men miðverjan og miðvøllurin tapti slagið. Hanus Jacobsen 3 Átti helst dagsins dribbling, tá hann rak frá miðjuni og inn í 16-meturin. Er sum altíð sjónligur í álopspartinum. Hans Jørgen Djurhuus 2 Tapti saman við restuni av miðvøllinum slagið móti HB miðvøllinum. Megnaði ikki at seta seg ígjøgnum. Niclas Niclassen 2 Var skiftur út í hálvleikinum eftir eitt minni gott avrik. Vann ikki nærdsytirnar og var lítið sjónligur í framrættaða spælinum. Jann ingi Petersen 2 Megnaði ikki at verða bindiliðið millum miðvøllin og álopið. Gjørdist tann lítið í dystinu móti Fróða og Heina. Filip Djordjevic 3 Royndi og stríddist við bóltinum, men fekk ov lítið burturúr. Gekk bara og grenjaði ein stóran part av dystinum. Kaj Leo Í Bartalsstovu 3 Skuldi havt skorað, tá hann fekk stóran møguleika tíðliga í seinna hálvleiki, men bíðaði ov leingi. Hevði onkrar góðar aktiónir, men spældi nakað undir tað hann kann. Finnur Justinussen 2 Slapp til okkurt einstakt skot, men varð annars væl eftiransaður av verjuni hjá HB. Heðin Hansen 2 (inn 46.min) Megnaði heldur ikki at fáa skil upp á miðvøllin. Var lítið eyð­sýndur í hálvleikinum hann var inni. Avrik: tøl 1 til 6 Heini Vatnsdal, deiligt at síggja unga mannin vísa seg fram á miðvøllinum. Sær út sum ein ungur maður, ið veruliga hevur nakað at bjóða føroyskum topp-fótbólti. Tómu setrini. Alt ov fáir áskoðarar høvdu leitað sær í Gundadal til dystin. Plagdu tað ikki at verða fleiri áskoðarar fyrr? Geza Turi ■ Atli Gregersen Erling Jacobsen Bárður Hansen Hanus Jacobsen (Hjartvard Hansen, 72.) Niclas Niclasen Hans Jørgin Djurhuus (Heðïn Hansen, 46.) (Andeé Olsen, 72.) Jann Ingi Petersen Filip Djordjevic Kaj Leo í Bartalstovu Finnur Justinussen ■ Teitur M. Gestsson Jóhan T. Davidsen Gunnar Haraldsen Jógvan Rói Davidsen Alex J. dos Santos ■ Heini Vatnsdal ■ Fróði Benjaminsen Kristin R. Mouritsen Christian R. Mouritsen (Bárður Olsen, 83.) Símun E. Samuelsen ■ (Pál Mohr Joensen, 82.) Andrew av Fløtum (Bárður J. Heinesen, 82.) HB - Víkingur 3-0 (2-0) 1-0: Heini Vatnsdal 22. 2-0: Christian R. Mouritsen 45. 3-0: Andrew av Fløtum 55. Dómari: Rúni Gaardbo Hjá Víkingi er tað øgiliga enten eller, har manglar 100% stabilitetur í hópinu, fáa vit skil uppá tað so er onki óført Besta SMS'ið í Triða Hálvliki: – Heini er ein spælari við nógvum styrkjum og fáum veikleikum. Hann er sterkur í luftspælinum og tað sært tú bæði við 1-0 málið, og hvørja ferð tað er málspark, so er hann hægstur. Hann hevur eitt ótrúliga gott »drive«. Tað sær kanska ikki soleiðis út, men tað eru fáir, ið taka hann í ferð, tá tað fyrst sleppur avstað. Sjálvt um tú ikki hugsar tað tá tú sær hann, so er hann næstan tann skjótasti á liðnum. – Hann líkist Fróða Benjaminsen á tann hátt, at hann er góður til bæði tað verjukenda og tað framrættaða spælið. Hann luttekur í spæl­ inum í báðum endum og orkar at gera tað. – Hann hevur eisini eitt evni til at taka rættar av­gerðir við bóltinum. Ikki tí hann velur tað løttu a­vgerðina, tí hann torir eisini at satsa við bólt­inum, men tað eydnast sum oftast. – Tað er ein spælari, sum eg eri glaður fyri at hava á liðnum. Við honum og Fróða á miðvøllinum, so verður tað torført hjá øðrum at bróta ígjøgnum. Hugsi eisini um, tá vit spæla á útivølli. – Tað er ongin ivi um, at hann er ein komandi lands­liðsspælari. Hann hevur alt, sum skal til fyri at spæla altjóða fótbólt, sigur Símun Samuelsen at enda um Heina Vatnsdal. Símun Samuelsen um Heina Vatnsdal: Myndir: Álvur Haraldsen