mánadagur 22. apríl 2013síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. apríl 2013 · Nr. 45
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur fótbóltur effo-deildin
ÍF reisti seg úr øskuni
ÍF venjarin Albert Ellefsen rósar sínum spælarum fyri framúr moral, og KÍ veteranurin Atli Danielsen
heldur ikki, at hann og liðfelagarnir vóru leikliga omaná, hóast teir vóru frammanfyri 3-0
ÍF
3 (0)
KÍ
3 (2)
Jóannes Hansen
Tey, sum seinnapartin í gjár
vóru eygnavitni til undir
haldandi uppgerðina í Fløtu
gerði millum ÍF og KÍ, fingu
gott høvi at fáa staðfest, um
blóðtrýst og hjartarútmur
eru á einari leið.
Tað er sjáldan, at 90 min
uttir eru so hendingarríkir
og skiftandi, sum tað var í 3-3
uppgerðini. Tá ið Ransin N.
Djurhuus hevði bríklsað fyri
síðstu ferð, kendist svarið
ikki liggja raðið fyri, um tað
nú var heimaliðið, sum hevði
vunnið eitt stig og gestirnir,
sum høvdu tapt tvey stig,
ella um tað var heimaliðið,
sum hevði tapt tvey stig.
Orsøkin
var
eyðsýnd.
KÍ økti um leiðsluna til 2-0
dygst undan hvíldini, og lítla
løtu seinni var støðan 3-0 til
klaksvíkingar. Harvið kundi
tað tykjast, at talan fór at
verða um greiðan KÍ sigur,
men soleiðis tørnaði tað ikki
út:
– Hóast vit vóru aftanfyri
við tveimum málum, so var
eg væl nøgdur við leikliga
avrikið hjá okkara monnum
í 1. hálvleiki. Tað segði eg við
teir í hálvleikinum, og eg
legði aftrat, at eg ivaðist ikki
í, at tað fór at eydnast okk
um at vinna, sigur ÍF venjar
in Albert Ellefsen, og hann
leggur aftrat:
– At tað eydnaðist at
javna til 3-3, hóast KÍ stutt
eftir hálvleikin hevði økt um
leiðsluna til 3-0, tænir okkara
monnum til stórt rós. Teir
vístu framúr moral, og við
avrikinum gjørdu teir alt tos
til skammar um, at teir ikki
orka eins væl og hinir.
Tit
vóru
ellivu
ímóti
tíggju síðstu løtuna, men tá
sá tað ikki út til, at tit løgdu
serliga nógv fyri í royndini at
vinna øll stigini?
– Tað var so tætt, og tað
vóru spentar støður í báðum
endum. Tað er rætt, at vit
ikki settu teir undir orduligt
trýst í síðstu minuttunum.
Vit kundu havt vunnið, men
tað var eisini møguleiki fyri,
at teir skoraðu sigursmálið, tí
teir vóru eisini framvið, hóast
teir vóru undirmannaðir.
Undarlig kensla
KÍ veteranurin Atli Danielsen
heldur, at leikliga var ÍF
omaná í 1. hálvleiki, hóast
málmunurin var teimum
bláu til fyrimunar:
– Vit vóru øgiliga effektivir.
Álvur F. Christiansen, sum
hesa ferð var í vinstru, skor
aði til 1-0 eftir innlegg frá Páll
A. Klettskarð, og Páll vísti
aftur í dag, hvussu vanda
mikil hann er, tá ið hann
skoraði bæði til 2-0 og 3-0. Tá
ið vit øktu til 3-0 í 2. hálvleiki,
høvdu vit kanska eina kenslu
av, at hetta var mønusting
urin, men soleiðis vísti tað
seg ikki at vera. Kanska vóru
vit ikki nóg skilagóðir tak
tiskt soleiðis at skilja, at tað
í løtum varð ov langt millum
keturnar. Men ÍF eigur eis
ini sera vandamiklar álops
spælarar.
Clayton
Soares
minkaði um munin við bein
leiðis frísparki, og tá ið hann
lítla løtu seinni minkaði um
munin til 3-2, var alt púra
opið.
Útjavnandi
málinum
syrgdi Øssur Dalbúð fyri
við brotssparki, ið var dømt
ímóti Øssuri, sum var púra
leysur.
– Clayton hevði skorað
tvær ferðir, so eg spurdi hann,
um hann vildi skjóta. Men
hann helt seg til avtaluna,
sum var, at eg skuldi skjóta
brotsspark, greiðir Øssur
Dalbúð frá.
Lítla løtu eftir útjavnandi
málið misti KÍ miðverjan
Jógvan Isaksen, sum nýtti
neyðbremsuna. Tá restaðu
tað tíggju minuttir. Intensi
teturin var øgiligur, men tað
komu ikki fleiri mál, hóast
tað var nær við og næstan í
báðum endum.
KÍ eigur topp
skjúttarnar
Støðutalvan sigur, at KÍ hev
ur skorað flest mál í EFFO
deildini – 14. ÍF hevur skorað
næstflest – 12. Annar av
toppskjúttunum í fjør – Páll
A. Klettskarð – er ovast á
máltindinum. Hann hevur
skorað fimm ferðir. Honum
næstur er liðfelagi hansara,
Álvur F. Christiansen, sum
hevur skorað fýra ferðir. Í
fjørð var Álvur vongverji. Nú
er hann álopsspælari, og tað
hevur higartil víst seg at vera
skilagóð avgerð.
joannes@sosialurin.fo
Meinhard Joensen
Oddmar Marsten Jógvan Isaksen ■
Gunnar Christiansen Heðin á Lakjuni ■
Atli Danielsen ■ Ivan Joensen
Hjalgrím Elttør Kristoffur Jakobsen
(Henry Heinesen, 71.)
Álvur F. Christiansen Páll A. Klettskarð
(Ísak Simonsen, 80. ■)
Jákup Mikkelsen
Bartal Eliasen Høgni Zachariassen
Leivur Joensen Jan Ó. Ellingsgaard
Poul N. Mikkelssen Høgni Madsen ■
Ari Ó. Ellingsgaard Øssur Dalbúð
Nenad Saric Clayton Soares
(Hanus Thorleifsson, 82.)
Myndir: Norðlýsið
Poul á miðvøllinum Leygardagin fylti Poul Nolsøe Mikkelsen átjan ár. Í gjár var
hann fyri fyrstu ferð á verjukendum miðvallarplássi á ÍF liðnum. Fyrr í ár hevur hann
vikarierað í miðverjuni, tá ið Bartal Eliasen ikki hevur verið við. Poul N. Mikkelsen
er ógvuliga skilagóður spælari. Hóast hann ikki ger so nógv um seg, so dugir hann
væl at lesa spælið, og hann dugir ógvuliga væl at sleppa sær av við bóltin.
Flott kempað í dag KÍ. Torført at vinna,
tá ið man spælir 12 ímóti 10
Besta SMS'ið í Triða Hálvliki:
ÍF - KÍ 3-3 (0-2)
0-1: Álvur F. Christiansen 12.
0-2: Páll A. Klettskarð 44.
0-3: Páll A. Klettskarð 55.
1-3: Clayton Soares 60.
2-3: Clayton Soares 70.
3-3: Øssur Dalbúð br 75.
Dómari: Ransin N. Djurhuus