mánadagur 22. apríl 2013síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 22. apríl 2013 · Nr. 45
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
07V
0 (0)
B36
3 (1)
Hilmar Jan Hansen
Ikki kann sigast, at tað hevur
gingið sum eftir ánni hjá B36,
ið annars byrjaði kapping
arárið sera væl. Skaðar og
karantenur hava órógvað,
og nú árstalsfelagið úr Havn
í gjár fór vestur til Sørvágs,
var tað uttan Suna Olsen,
sum hevur karantenu, men
hinvegin við monnum sum
Lukasz Cieslewicz, Adeshina
Lawal og Høgna Eysturoy
aftur í hópinum.
Serliga skuldi hesin væl
styrkti álopsparturin borgað
fyri onkrum, men einki
bendi tó á, at so skuldi verða,
tí heldur var tað 07 Vestur,
ið vísti tenn ta fyrstu longu
løtuna.
Longu beinanvegin buldr
aði eftirí, tí vágamenn raktu
træverkið, og eisini mátti
Tórður Thomsen í B36-mál
inum vísa síni kynstur, so 07
Vestur ikki legði seg á odda.
Tað var ikki bara í møguleik
um, at heimaliðið var við
yvirlutan, men eisini í sjálv
um spælinum, og ikki fyrr
enn í seinnu helvt av fyrra
hálvleiki byrjaði B36 at røra
seg.
Fimm
minuttir
fyri
steðgin
bleiv
Adeshina
Lawal koyrdur um koll í
brotsteiginum hjá 07 Vestur,
og sjálvur setti hann brots
sparkið í málið, so B36 hevði
hálvleiksleiðsluna, 1-0.
Avgerandi týdning
– At vit ikki fingu mál burtur
úr okkara kjansum í fyrra
hálvleiki, skuldi vísa seg at
fáa avgerandi týdning fyri
dystin og úrslitið, segði lið
formaðurin hjá 07 Vestur,
Tór-Ingar Akselsen, ið ikki
helt hálvleiksleiðsluna hjá
B36 siga nakað um fyrstu trý
korterini av dystinum.
– Vit skuldu so koyra á
eftir steðgin, og tað gjørdu
vit eisini, har vit vunnu
fleiri hornaspørk og fingu
onkrar kjansir aftrat. Men
vit skoraðu bara ikki upp á
kjansirnar, og tí endaðu vit
tíverri við at tapa dystin. Tað
eru vit ótrúliga skuffaðir av,
tí vit høvdu ætlað okkum at
vunnið dystin.
Eftir eina fína byrjan
upp á seinna hálvleik, kom
tað hinvegin sum ein vát
pøs út yvir spælararnar hjá
07 Vestur, at teir miðskeiðis
hálvleikinum fingu ein mann
útvístan, tá Tehe Aristide
fekk reyða kortið fyri eina
harða takling.
– Eg vil ikki siga, at tað var
henda útvísingin, ið avgjørdi
dystin, tí tað kostaði okkum
nógv meira, at vit ikki skor
aðu upp á kjansirnar. Men
sjálvandi bleiv tað ótrúliga
ringt hjá okkum at vinna
okkum uppaftur, og serliga
ímóti endanum, tá so orkan
eisini fór at ganga undan,
segði Tór-Ingar Akselsen.
Samband við toppin
Hóast 07 Vestur hevði bæði
ein og tveir góðar møguleikar
til at svara aftur, áðrenn
Aristide
bleiv
útvístur,
eydnaðist hetta ikki, og tá
vágamenninir so komu í
minniluta á vøllinum, bleiv
mótbrekkan so líðandi ov
tung, og ímóti endanum fekk
B36 skotið avgerandi málini.
– Tað er altíð stuttligt
hjá einum ungum manni
at skora, og Rasmus Dan
Sørensen skoraði við síni
fyrstu nerting, umframt at
Høgni Eysturoy fekk stað
fest sigurin, tá hann hesa
einu ferðina kom fram um
miðjuna, segði B36-málverjin,
Tórður
Thomsen,
eftir
dystin.
– Vit vóru sjálvandi øgiliga
glaðir fyri sigurin, tí vit fóru
eftir at vinna. Nú fingu vit
Lukasz og Lawal við aftur,
umframt Høgna, og tað
munaði væl, nú Súni ikki var
við. So alt í alt kundu vit bara
vera øgiliga væl nøgdir við,
hvussu tað gekst.
Fyri B36 merkti úrslitið,
at liðið er oman fyri miðjuna
og framvegis hevur samband
við ovaru liðini, meðan tað
fyri
07
Vestur
hinvegin
merkti, at liðið datt niður um
niðurflytingarstrikuna.
Vágamenn stóðu einki
aftan fyri havnarmenn á
Dungasandi í gjár, men sum
so ofta fyrr, so endaði tað
liðið sum vinnari, ið kendi
sína vitjunartíð. Tað gjørdi
heimaliðið ikki hesaferð, og
tí kom heldur einki burturúr,
meðan
gestirnir
fegnir
kundu fara aftur til Havnar
við øllum.
hilmarjan@sosialurin.fo
fótbóltur effo-deildin
Vitjunartíð í Vágum
Tórður Thomsen
Hørður Askham Martin Pedersen
Høgni Eysturoy
Ámund Nolsøe
Róaldur Jacobsen Niels Joensen ■
Høgni Midjord Gilli Sørensen
(Robert Heðin Brockie, 90.)
Lukasz Cieslevicz
Adeshina Lawal (Rasmus Dan Sørensen, 82.)
(Benjamin Heinesen, 73.)
Andras Gango
Emil Mikkelsen Tehé Aristidé ■
Torstein Mýlingstind Petur G. Dalbø
(Gunleif Olsen, 77.)
Jovan Radinovic-Panic Evrard Blé
Eli Falkvard Nielsen Holgar Durhuus
(Ásmund Hansen, 88.)
Ibrahima Camara Tór-Ingar Akselsen
(Jákup S. Olsen, 77.)
07 Vestur hevði bæði spæl og møguleikar ta fyrstu løtuna, men tá B36 kom í gongd eftir steðgin
og Aristide síðani bleiv útvístur, vendist ikki aftur hjá vágamonnum, ið sótu eftir við ongum
07Vestur - B36 0-3 (0-1)
0-1: Adeshina Lawal br 40.
0-2: Rasmus Dan Sørensen 83.
0-3: Høgni Eysturoy 90.+4.
Dómari: Alex Troleis
Adeshina Lawal skoraði við brotssparkið sítt fyrsta mál fyri B36
Mynd: Álvur Haraldsen
B36 eittans tap Hóast tað verri enn so hevur gingið
eftir vild hjá B36, hevur byrjanin ikki verið ein størri
katastrofa enn so, at verjan hevur hildið tætt. Bara fýra
mál eru farin ígjøgnum og bara ein dystur er taptur, og
bara HB og KÍ hava betri hagtøl við enn ongum tapi.
Skaðalið hittast Flaggdagin tekur B36 í Gundadali
ímóti grannunum úr AB, og er her talan um tvey av liðunum,
sum hava verið harðast rakt av skaðum. Á Argjum sita einir
10 mans uttanfyri, og nú teir skaddur byrja at koma fyri
seg hjá B36, eru tað hinvegin karantenur, ið kosta fólk.
07 VESTUR HEVUR BROYTT
NAVN TIL 03 VESTUR
Besta SMS'ið í Triða Hálvliki: