Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-22, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. apríl 2013síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 22. apríl 2013 · Nr. 45 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur AB 2 (1) NSÍ 3 (1) Tróndur Arge - Argir Argjamenn komu annars á odda í fyrra hálvleiki, tá Kristian Joensen í NSÍ mál­ inum var ov djarvur og fór úr málinum eftir bóltinnum. Tað endaði við, at Bjartur Kjærbo var fyrstur á bóltin og sendi hann innfyri til Sorin Anghel, sum prikaði bóltin seinasta pettið um mál­strikuna. Síðani trýsti NSÍ og lønin kom sjey minuttir fyri hálvleik, tá Árni Frederiks­ berg úr vinstru sendi bóltin framvið Heðini Stenberg í AB málinum. Í seinna hálvleiki gekk javnt á leingi. Tjúgu minuttir fyri tíð sendi Dan Petersen bóltin innfyri úr høgru. Inni í brotsteiginum var innskifti Rógvi Poulsen fyrstur á og skoraði. Tríggjar minuttir seinni kom mest umtalaða hend­ ing­ini í dystinum, tá Dan Petersen feldi Árna Frederiks­ berg. Argjamenn vóru í øðini um dømingina. Tað vóru tey flestu kring vøllin eisini, men sjónvarpsmyndirnar vísa, at Eiler Rasmussen hevði fullan rætt at blása í floytuna, tí tað var kontakt millum spæl­ar­ arnar. Klæmint Olsen um­ setti til 2-2. Leingi sá út til, at tað fór at enda við javnleiki, men væl inn í yvirtíðina sendi Karl Løkin hornaspark innfyri og Klæmint Olsen var hægstur og skoraði til endalga úrslitið 3-2. – Tá ið vit ikki skora sigurs­málið fyrrenn í evstu løtu, so kunnu vit ikki siga annað, enn at tað at enda koppaði okkum til fyrimunar, og at vit harvið vóru hepnir. Hetta var ikki ein av okkara bestu dystum, segði Ábraham Løkin, venjari hjá NSÍ, eftir dystin. Venjarin hjá AB, Sámal Erik Hentze, var ikki blíður um brotssparkið, sum NSÍ fekk. – 22 spælarar halda ikki tað er brotsspark, men tað ger dómarin. Eg kann ikki brúka tað til nakað. Vit mugu bara kempa víðari. Tað eru 63 stig eftir at spæla um. Vit flyta ikki niður í ár, segði Sámal Erik Hentze. Hetta er annar sigur­in hjá NSÍ í hesum kapp­ingar­ árinum og í báðum førinum er sigurin komin í evstu løtu. fótbóltur effo-deildin NSÍ vann í evstu løtu Javnleikur lyfti bæði Tað var ikki fyrr enn langt inni í yvirtíðini, at Klæmint Olsen og NSÍ vunnið dystin móti botnliðnum AB At EB/Streymur og TB spældu javnt í gjár, forðaði liðunum í at taka seg so langt fram, sum báðir partar óivað høvdu hugsað sær, men tó munaði eitt stig í part so mikið, at bæði fluttu eitt pláss fram á stigatalvuni EB/Str. 2 (1) TB 2 (1) Hilmar Jan Hansen Hóast tað tvær ferðir eydn­ aðist EB/Streymi at leggja seg á odda í heima­dystinum við Margáir í gjár, tá TB vitjaði, endaði dysturin við javnleiki, sum man vera eitt úrslit, gestirnir betur kunnu liva við enn vertirnir. Trupulleikin hjá EB/ Streymi var kanska, at málini í báðum førum komu so tíðliga, at liðið ikki beinleiðis kendi seg trýst til at skunda sær at fáa eitt aftrat, tí 1-0 bleiv tað bara fimm minuttir inn í dystin og 2-1 bara seks minuttir eftir steðgin. – Vit byrjaðu væl í fyrra hálvleiki, men lovaðu teim­ um inn, tá vit høvdu skorað, og tað sama var í seinna hálvleiki. Aftur í dag høvdu vit kjansin at lukka dystin, men kláraðu tað ikki, hóast vit vóru á odda tvær ferðir, og so javnaðu hinir til síðst, ásann­aði liðformaðurin hjá EB/Streymi, Hans Pauli Samuelsen, eftir dystin. Reyð fyrigeving Sum sagt, byrjaði dysturin væl hjá EB/Streymi, tí minni enn fimm minuttir vóru farnir, tá Leif Niclasen fór allan vegin frá vinstra bakki og fram, til hann inni í TB-brotsteiginum sendi bóltin í málið. Leiðslan helt sær, til bara tveir minuttir vóru eftir til hálvleiks, tí tá javnaði Rógvi Joensen fyri TB við einum skoti frá brotsteigarmarkinum. Seinni hálvleikur byrjaði upp á sama máta, tí eftir eina sending úr vinstru síðu og eitt sindur aftur og fram inni í brotsteiginum, fekk Gunnar Zachariasen skot á og legði EB/Streym á odda aftur. Hesaferð helt leiðslan sær til góðir 10 minuttir vóru eftir, tá Poul Ingason fekk skallað bóltin í mál til 2-2, sum eisini bleiv endaliga úrslitið. – Tað var øgiliga gott at fáa sett handa bóltin í málið, tí tað tryggjaði okkum eitt stig. EB/Streymur hevði helst fleiri kjansir enn vit, men vit brúktu okkara betur, segði Poul Ingason, sum í seinasta minutti av vanligu tíðini fekk sítt seinna gula kort og tí mátti út. – Hetta var nokk skjótari fyrigivið, enn tað plagar, tí eg stutt frammanundan hevði skorað til 2-2. Sum dysturin gekk, vóru vit nøgdir við at fáa eitt stig frá føroyameistarunum, hóast vit sjálvandi helst vildu havt øll trý. Men ein javnleikur er eisini eitt gott úrslit, so eg haldi, at vit eru nøgdir við tað. Skora ov lítið Nú seks dystir eru spældir, hevur EB/Streymur fingið ta vanligu byrjanina, ið sjáldan er serliga góð. Fimm stig eru á kontuni, men málúrtøkan lyfti sundalagsmenn upp um niðurflytingarstrikuna, so liðið býtti um pláss við 07 Vestur, ið eisini hevur fimm stig, men verri málúrtøku. – Ofta byrja vit kappingina illa, og soleiðis sær eisini út nú, men tað má bara ikki gerast ein vani hjá okkum, sigur Hans Pauli Samuelsen, ið kundi hugsað sær, at fleiri stig komu til høldar. – Trupulleikin er bara, at vit skora ikki nóg nógv, og hesaferð høvdu vit so eisini tann trupulleika, at seinna málið hjá teimum, sum kostaði okkum tvey stig, var eitt kiks hjá okkum sjálvum. hilmarjan@sosialurin.fo Mynd: Álvur Haraldsen Tað gongur ikki vid streyminum hjá EB/Streymi Besta SMS'ið í Triða Hálvliki: TB betri í ár TB er í ár eitt stig og eitt pláss fremri enn eftir seks landskappingarumfør í fjør, tá tað tó eisini bleiv til framgongd á stigatalvuni. Í sætta umfari í fjør vann TB 1-0 á ÍF, sum annars til tað seinasta var við í kappingini um føroyameistaraheitið. Minnir um 2010 Eftir nøkur ár við tveimum føroyameistaraheitum og fýra steypasigrum, eru fleiri sundalagsfólk órógvað av, at liðið er komið so illa frá byrjan í ár. Men í 2010 hevði EB/Streymur eisini bara fimm stig eftir seks dystir – og tá endaði liðið sum silvurvinnari… EB/Str. - TB 2-2 (1-1) 1-0: Leif Niclasen 5. 1-1: Rógvi Joensen 43. 2-1: Gunnar Zachariasen 51. 2-2: Poul Ingason 79. Dómari: Rói Jacobsen AB - NSÍ 2-3 (1-1) 1-0: Sorin Anghel 16. 1-1: Árni Frederilksberg 37. 2-1: Rógvi Poulsen 70. 2-2: Klæmint A. Olsen 73. 2-3: Klæmint A. Olsen 90.+4. Dómari: Eiler Rasmussen