mánadagur 22. apríl 2013síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. apríl 2013 · Nr. 45
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur hondbóltur
Góðir málmenn Ári Dam og Tóraldur Kollsker bjargaðu í felag
45 prosent av skotunum hjá vestmenningum, meðan Eli Dam
bjargaði áleið 40 prosent av skotunum hjá hoyvíkinginum. Mett
verður, at um ein málmaður tekur á triðing, so hevur hann spælt
væl. Tað er 33,3 prosent. So allir málmenninir stóðu væl.
H71 tveitti bóltin vekk oftast H71 hevði
fleiri tekniskar feilir enn VÍF. serliga í fyrra hálvleiki
misti hoyvíkingar bóltin oftani. Heilar tíggju ferðir.
Samanlagt gjørdu teir 16 tekniskar feilir, meðan VÍF
gjørdi 14. Mett verður, at 12 til 14 feilir er góðkent.
Ári Dam 5
Hevði fleiri framúr bjargingar
og var ein av høvðusorsøkunum
aftanfyri sigurin. Serliga tann
eina dubultbjargingin var í
heimsflokki.
Tóraldur Kollsker 4
Bjargaði øllum fyrstu løtuna í
seinna hálvleiki. Tað var eisini
serliga í seinna hálvleiki, at hann
stóð væl. Var somuleiðis ein
høvðusorsøk til, at H71 er í FM
finaluni.
Rógvi Sørensen 4
Spældi heilt niður til eitt tvey tal
fyrstu 40 minuttirnar, men eigur
stóran lut í, at H71 megnar at
venda dystinum. Gjørdi annars
ov nógv tekniskar feilir, men
seinastu tjúgu minuttirnir hála
hann heilt upp á eitt 4-tal
Rúni Højgaard 3
Nokk størsta vónbrotið hjá
H71. Megnaði ongantíð at seta
sítt fingramerkið á dystin, men
spældi væl avgerandi løtuni í
endanum.
Bogi G. Davidsen 3
Var heldur ikki av sjónligastu
monnum hjá H71. Fekk eitt
gott mál upp á skjótálop, men
hevur meiri í sær enn hann vísti
hesaferð.
Ári J. Olsen 3
Kempar sum altíð væl og
er stinnur í verjustøðu. Tað
gjørdi hann eisini leygardagin,
men brendi eisini onkran risa
møguleika.
Hans Kári Hansen 5
Skoraði avgerandi málið úr
óvandari støðu. Var tryggur á
bóltinum og spældi allan dystin.
Ein fjølbroyttur spælari, sum
røkti fleiri uppgávur væl.
Bogdan Florea 6
Dagsins spælari. Skoraði ikki
færri enn 12 mál. Trý í fyrra
hálvleiki upp á átta skot, og
níggju upp á tíggju skot í
seinna hálvleiki. Helt H71 inni
í dystinum og skoraði nøkur
ótrúliga góð mál.
Sigmundir Dahl 4
Stríddist manniliga á strikuni og
kom væl frá uppgávuni. Fekk gott
ikki nakað mál, men átti sín lut í
at skapa rúm fyri hinum og lukka
fyri í verjuni.
Tróndur Arge 3
Spældi ikki so nógv, men gjørdi
ikki nógv um seg. Gjørdi sum
so heldur einki gali. Hevði eina
roynd av vinstra bakki, men
málverjin bjargaði.
____________________________
Petur Mittún 5
Hevði lagt eina greiða ætlan
og helt høvdið kalt seinastu
minuttirnar av dystinum. Var við
til at skapa ein minniligan og
spennandi dyst.
Avrik: tøl 1 til 6
Tróndur Arge - Hoyvík
Tá minni enn tveir minuttir
resta av dystinum, sum er
blivin dóptur »FM hálvfinal
an«, verður málslúkurin og
stóra stjørnan á H71 liðnum,
Bogdan
Florea
útvístur.
Støðan er 22-22 og VÍF skal
hava mál fyri at koma í FM
finaluna, men nú hava teir
ein gyltan møguleika við ein
um manni í yvirtal.
VÍF spælir upp og so verð
ur skotið. Í málinum bjargar
Tóraldur Kollsker og H71 fer í
álop. Tað gongur illa at bróta
ígjøgnum, men brádliga er
Hans Kári Hansen endaður á
vinstra vongi. Hann sleppur
í gjøgnum og úr spíksum
klárar hann at tveita bóltin
millum beinini á Eli Muller
og í mál.
– Eg roknaði faktist ikki
við, at eg fór at skora. Tað var
úr so spískum, men eg royndi
bara skrúva hann, sigur Hans
Kári Hansen um um avger
andi málið.
Hetta var løtan, tá tað
gjørdist øllum greitt, at H71
hevur enn eina ferð framt
eitt bragd. Teir hava vunnið
seg í FM finaluna við einum
liðið, sum á pappírinum ikki
er eins gott og tað, sum vann
seg í finaluna í fjør.
Sterkar verjur
og góðir málmenn
Undan dystinum høvdu báð
ir venjararnir lova at leypa
á við fullari ferð. Tað lyftið
varð ikki bortið og tað var
full ferð á frá byrjan. Men
tað komu fá mál og aftaná
níggju minuttir var støðan
framvegis bara 1-1. Ári Dam
í málinum hjá H71 og Eli
Muller í málinum hjá VÍF
stóðu sum brandar, meðan
verjurnar tóku sær av rest
ini. Hóast bara tvey mál, so
var talan um ferðmikla og
hendingarríka byrjan upp á
dystin.
Síðani var VÍF eitt fet
frammanfyri til hálvleiks.
H71 gjørdi fleiri tekniskar
feilir. Í fyrra hálvleiki gjørdi
H71 heili 10 tekniskar feilir,
meðan VÍF gjørdi seks. Hóast
tað, so var munurin bara eitt
mál, tá farið var til hálvleiks.
– Tað stendur nógv á og
tí blívur tað ein intensur
dystur. Vit gera ov nógvar
tekniskar feilir, men tað eru
nógvir nervar upp á spæl í
dag og eg haldi onkir av okk
ara vóru merktir av tí í dag,
sigur Petur Mittún við Rás2.
VÍF førir – H71 vinnur
Vestmenningar vóru omaná
at kalla allan seinna hálvleik.
Teir vóru á odda við einum
og
tveimum
málum,
og
onkra hendingaferð á odda
við trimum. Hvørja ferð H71
gjørdi eina roynd at hála upp
á javnleik, so svaraðu vest
menningar aftur.
Tað er í hesum partinum
Ári Dam, Tóraldur Kollsker og
Bogdan Florea áttu lívið í H71
í avgerandi dystinum móti VÍF
leygardagin í Høllini í Hoyvík.
Bogdan Florea skjeyt ikki færri enn
tólv mál, meðan Ári Dam og Tóraldur
Kollsker bjargaðu næstan øðrum
hvørjum skoti hjá vestmenningum
H71 - VÍF 24-22 (9-10)
í FM finaluna
Trio’in sum
sendi H71
VÍF skuldi havt gjørt okkurt við
Bogdan. Saman við málmonnunum,
so heldur hann okkum inni í dystinum