Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-22, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. apríl 2013síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 22. apríl 2013 · Nr. 45 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur av dystinum, at Bogdan Florea vísur sína styrki og sín­ar eginleikar. Hann skjýt­ ur fleiri mál og tey flestu eru góð mál. Hann er ein ein­ mans­herur í álops­part­inum og høvðus­orsøkin til, at H71 fram­vegis var í dystinum. – VÍF skuldi havt gjørt okk­urt við Bogdan Florea. Saman við málmonnunum hjá okkum, so heldur hann okk­um inni í dystinum, sigur Halgir Dahl Olsen, hjálpar­ venj­ari hjá H71. Henrik Gerster, venjari hjá VÍF, hevði eisini hugsað um at taka hann úr dystinum, men sá fleiri vansar við at gera tað. – Eg havi sæð fleiri lið roynt at mansvart Bogdan Florea, men tað hevur ikki eydnast væl. Um tú hyggur eftir liðnum hjá teimum, so hava teir lítlar spælarar, sum flyta seg skjótt. Um tú velur at mans­verja Bogdan, so gev­ur tú teimum meiri rúm at spæla í, greiður Henrik Gerster frá. Ikki fyrr enn fýra minuttir fyri tíð megnar H71 at fáa javn­vág í støðuna, tá Bogdan Florea við einum av sínum 12 mál­um skoraði. Tríggjar minuttir fyri tíð javnar hann til 22-22 við tólvta málinum, fyri síðani at blíva útvístur. Restin er søga og H71 er annað árið á rað klárir at takast við KÍF í FM finaluni. trondur@sosialurin.fo Eli Muller 5 Spældi ótrúliga væl og bjargaði 40% av skotunum. Spældi allan dystin og hevði fleiri bjargingar á høgum stigi. Dagsins maður hjá VÍF. Sámal Joensen 4 Spældi væl í verjupartinum. Fekk eitt mál, men fær fýra talið fyri verjuspælið. Brúkar støddina væl og tað var sjáldan at málini komu í gjøgnum hjá honum. Joen Pauli Høgnesen 3 Hevði ein slakan dyst. Skoraði einki mál og megnaði ikki at skapa nakað av týdningi. Fær eitt trý tal. Agnar Joensen 4 Spældi undir sítt vanliga miðal, men átti lut í fleiri góðum aktiónum. Framtvingaði útvísingar, skoraði avgerandi mál, og tók sær av brotskøstunum. Andrias Eriksen 3 Kviki vongurin kom ikki til sítt rætt í dystinum. Slapp sjáldan í skjótálop, men fekk tvey mál, harav tað eina var sera væl spælt. Bárður Brimvík 4 Klossin í verjuni var mangan í hornatøkum við kviku hoyvíkingarnar. Sum oftast lógu hinir eftir á og saman við Sámali Joensen myndaði hann miðverjuna væl. Magnus Muller 4 Gjørdi tað væl tá hann kom inn. Skoraði trý mál upp á fimm skotroyndir. Onkur av málunum vóru eisini seg góð skot. Sjúrður Poulsen 5 Einki var væntað av vonginum undan dystinum, men hann gjørdi bart. Seks ferðir royndi hann seg við skoti av vinstra vongi og fimm ferðir fór bólturin í mál. Regin Joensen 3 Gjørdist ikki tann jokarin, hann kundi blíva. Hevði tvey skot og fekk eitt mál, men megnaði ikki at gera stórvegis mun, tá hann kom inn. Hanus Christophersen 3 Ungi vongurin skoraði fyrsta málið í dystinum og spældi nógv fyrstu løtuna, men datt úr dystinum og spældi einki í seinna hálvleiki. Filip jojic 4 Skoraði bara trý mál upp á níggju skot, og kundi av tí verið hálaður niður á 2 ella 3. Men skapar nógv pláss til hinar og gavst ongantíð at órógva í álopsspælinum. Sámal Jákup Djurhuus 3 Skoraði eitt mál upp á tvey skot og fekk eina útvísing. Megnaði ikki at seta ferð á spælið tá hann var inni. Rasmus Junker 3 Fekk bara tað eina málið, men gjørdi nógv um seg, tá hann var skiftur inn. Megnaði í alt ov lítlan mun at koppa dystinum. ____________________________ Hernik Gerster 5 Ger nógv rætt, men tað røkkur ikki til ein sigur. Kundi helst havt gjørt okkurt fyri at steðga Bogdan Florea, men greiður frá, at tað hevði bara loyst upp fyri øðrum loysnum hjá H71. Avrik: tøl 1 til 6 Myndir: Álvur Haraldsen H71 - VÍF 24-22 (9-10) H71: Bogdan Florea 12, Rógvi Sørensen 3, Hans Kári Hansen 3, Rúni Højgaard 2, Bogi Davidsen 2, Ári Olsen 2 VÍF: Sjúrður Poulsen 5, Agnar Joensen 4, Andrias Eriksen 3, Filip Jojic 3, Magnus Müller 2, Sámal Joensen 1, Sámal Jákup Djurhuus 1, Regin Joensen 1, Hanus Chrisophersen 1, Rasmus Junker 1 Dómarar: Andreas F. Hansen og Eyðun Samuelsen Atlantic Airways Deildin støðan nr. Lið Dystir Vunnin mál Tapt mál Munur Stig 1 KÍF 24 709 560 149 39 2 H71 24 641 574 67 33 3 VÍF 24 692 621 71 30 4 StÍF 24 598 570 28 25 5 Kyndil 24 619 618 1 24 6 Neistin 24 583 626 -43 17 7 Team Klaksvík 24 520 793 -273 0 Bogdan í essinum Bogdan Florea royndi seg 18 ferðir við skoti. 12 ferðir brast bóltin í netið. Tað er 66,6 prosent av skotunum, sum eru farin í mál. Í fyrra hálvleiki skoraði hann trý mál upp á átt skot, meðan hann í seinna hálvleiki skoraði níggju mál upp á tíggju skot. Tað varð gjørt nógv burtur úr dystinum í høllini í Hoyvík. Høllin var stúgvandi full og fyrireikarnir høvdu eisini sett plattar upp fyri annan endan, so fleiri fólk kundu síggja, umframt at hallarfrásøgumaður var til dystin. Ein góður dagur fyri hondbólt. Einki at seta fingurin á. Væl fyriskipað, góður og fair dystur við spenningi til seinasta bríksl og gott undirhald.