Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-22, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. apríl 2013síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 22. apríl 2013 · Nr. 45 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Streymorkuverkið hjá FTPP við Uffa Bærendsen varð um vikuskiftið sleipað av Vest­manna út í sundið, har tað varð ankrað.

Brimil, Press­ar­in og ein alibátur hjá Bakka­frosti vóru við í hesum a­r­beiði.

 E­nn verður ein løta, til orkuverkið kemur at fram­ leiða streym, tí kaðlar skulu bind­ast í elkervið hjá SEV. Har­aftrat er ymiskt annað, ið skal gerast við orkuverkið, áðr­enn tað er endaliga klárt. 
 Arbeiðast kann bert á stað­num, tá kyrrindi eru, og streymurin skal vera gó­ð­ur. Orku­v­erkið liggur ankr­að beint út úr gomlu ferju­legu­ ni á Oyragjógv, um­leið 250 metrar úr landi. Radara­ reflekt­ur er á, um­framt eitt hvítt ljós, sum blunk­ar. FTPP hevur víðariment eitt týskt patent, sum ger tað møgu­ligt at framleiða elorku úr sjóvarfalli. Prinsippið í skipanini er eitt hjól, sum verður ankr­ að fast í havbotnin í Vest­ manna­sundi, og sum fer at mala av streyminum. Rokn­ að verður við, at hesin fyrsti part­urin framleiðir umleið 100 KW, tá ið tað rekur harð­ ast. Borgarstjórin í Havn hevði stóra smílið frammi, tá hann sunnudagin fór um­ borð á flogfarið á veg til Stock­holm. Tí í svenska høvuðs­staðnum bíðar Victoria krúnprinsessa á Stock­holms slotti. Ørindini hjá Heð­ini Mortensen eru ann­ars ein ráðstevna fyri norður­ lendsku høvuðs­stað­ir­nar. Ráð­stevn­an hevur heitið ”Vaks­andi býurin – møgu­ leikar og avbjóðingar við urbanisering og global­i­ser­ ing.” Ráðstevnan varar í tveir dag­ar og ætlanin er at skapa samarbeiði og at gera nakr­ar felags niðurstøður.
 Síðani verða teir átta norðurlendsku borgar­ stjór­ar­nir bodnir til eina samkomu við Victoriu krún­prinsessu á Stock­ holms slotti. Illgrunaði bumbumaðurin. Dsjorkhar Tsarnaev er vakn­ að­ur út koma, og fær sam­ skift við FBI skrivliga. Tað er nú komið fram, at Dsjorkhar tók lívið at bróðrinum, tá hann varð um at verða hand­ tik­in av politinum. Tá 19 ára gamli Dsjorkhar sá hetta, koyr­di hann yvir bróðurin við bilinum, og tók harvið lívið av honum. Styttist til sjóvarfalsorku Heðin á veg til Victoriu 311 milliónir So nógv fáa føroyingar í frítíðarløn í ár. Tær 311 milliónir krónurnar skulu býtast millum 27.229 persónar. Tey, sum hava MínBoks, fáa boðini ídag, meðan hini fáa bræv frá Taks við upplýsingum um, hvussu nógv tey fáa útgoldið, umframt hvar pengarnir verða fluttir. - Hvørt ár eru millum 1000 og 1500 brøv, sum vit fáa sendandi aftur. Orsøkin kann vera, at borgarar ikki hava postkassa, navn á postkassanum ella hava latið vera við at boða Landsfólkayvirlitinum frá, at tey hava flutt bústað. Tí vil eg mæla øllum til at fáa hesi viðurskifti í rættlag, so tey fáa boðini um frítíðarlønina til tíðina, sigur Diana Gilstón, leiðari á Kundatænastuni hjá TAKS. Frítíðarlønin verður altíð útgoldin á somu konto sum undanfarna ár, um annað ikki er fráboðað. Um kontan, ið er skrásett hjá TAKS, er uppsøgd, mást tú við brævi ella telduposti venda sær til TAKS við nýggjum kontonummari. Í teldupostinum verður upplýst navn, p-tal og núverandi bústað. Teldupostadressan er fritidarlon@taks.fo

 Tímaløntir løntakarar hava rætt til 12% í frítíðarløn, meðan mánaðarløntir løntakarar hava rætt til 1,5% í frítíðarískoyti. Pengarnir vera á konto 2. mai. 24-22 til H71. Hóast VÍF førdi megin­partion av dysti­num, vórðu tað H71, ið endaðu omaná og sluppu sær í finalu­ na. VÍF kom á odda miðskeiðis í fyrra hálv­ leiki, og har lógu teir fram til seks minuttir vóru eftir. Og tað vóru fegn­ir vestmenningar, ið hugn­aðu sær óført hesa løtuna. Men tá avtornaði, vóru tað hoyvíkingar, ið vóru teir fegnaru, meðan smílini hjá vestmenningum fánaðu. Mynd: Álvur Haraldsen Bumbumaðurin úr koma