Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-22, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. apríl 2013síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 22. apríl 2013 · Nr. 45 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Nú er so loksins avgerð tik­in í Mentamálanevnd Tórs­havnar Býráðs um at fara undir at gera ein fót­ bóltsvøll í Hoyvík. Arbeitt hevur ver­ið við hesum máli síð­ani 2010, og síðani tá er eftir­spurn-ingurin eftir ein­um vølli í Hoyvík er bert vaksin. Á seinasta fundi í Menta­málanevnd Býráð­ sins í vikuni varð avgerð tikin um at fyrireika og at byggja nýggjan fótbóltsvøll í Hoyvík, og at játta pen­ ingin, sum er avsettur til enda­málið. Tað er ein ovurhonds stórur tørvur á vallar- og hallartímum í Tórshavnar Kommunu. Tí er alneyðugt at fremja hesar íløgur nú. Tað ber ikki at út­vega ítróttar­feløg­um og borg­ arum neyðugu møgu­leik­ar­ nar at íðka fótbólt og annan ítrótt í Gundadali longur. Harumframt hava vit fing­ ið ein stóran fólkaskúla afturat í Hoyvík – Skúlan við Løgmannabreyt. Har ganga úti við 400 børn í skúla, umframt at onnur uml. 400 ganga í skúlanum í Hoyvík. Sum forkvinna í Menta­málanevnd Býráð­ sins fegnist eg um, at tað eydnaðist at fáa semju um at fara til verka nú. Bera vit okkum rætt at, so nýtist henda verkætlan ikki at gerast kostnaðarmikil. Men virðið, sum vøllurin fær fyri ungdómin og fyri allar borgararnar í Hoyvík, kann ikki undirmetast. Har búgva uml. 4000 fólk, har eru tveir risastórir fólka­ skúlar, umframt at nýggj stór íbúðarøki leggjast aft­ ur­at alla tíðina. Eisini tørvur á venjingarhøll Nú er so eftir at fáa semju um eisini at økja um talið av venjingartímum í ítróttar­ høll. Tað er eins stórt trot á einari venjingarhøll aft­ ur­at í Havn. Og tað fara vit í Mentanarnevndini og í Býráðnum at virka fyri kann gerast veruleiki sum skjótast, og at tryggja at rúm fæst fyri í langtíðar íløguætlan Býráðsins. Fótbólts­ vøllur í Hoyvík fer nú í gongd Helena Dam á Neystabø forkvinna í Mentanar­nevnd Tórshavnar Býráðs Spell, um vit ikki troyta allar møguleikarnar Pál Weihe yvirlækni Tað byrjaði við, at deCode ella íslendskar ílegu­grein­ ing­ar vendu sær til før­ oyska heilsuverkið í 1998 við fyrispurningi um sam­ starv. Undirritaði, sum tá var læknastjóri fyri sjúkra­hús­ verkið, tók mær av hesum samráðingum við íslendsku ílegugreiningarnar. Eftir drúgt kjak í føroyska al­ menn­inginum og millum før­ oyskar politikarar og eisini eftir fleiri vitjanir í Íslandi gjørdist niðurstøðan tó, at hetta samstarv ikki kom í lag. Í staðin var politiski viljin, at vit skuldu fyrireika okkum væl við einum lógarverki til at verja einstaka føroyingin ímóti at verða misnýttur við ílegugreining. Hetta var drúgt arbeiði, men vit fingu at enda lógina um Ílegusavnið, sum varð sett á stovn í 2005. Ílegusavnið fekk heimild til at savna inn upplýsingar um heilsustøðu føroyinga, at gera ættarbandsskrá, at skipa fyri ílegukanningum og at sam­ráðast við tey, sum vilja gera gransking í føroyskum ílegum um treytirnar. Treyt­ ir­nar kunnu bæði vera flyt­ ing av vitan til Føroyar og/ ella beinleiðis gjald. Longu nú kann sigast, at Ílegusavnið hevur havt stóran týdning fyri før­oyska samfelagið, tí á Lands­sjúkra­ húsinum eru nú komnar fleiri granskingarverkætlanir. Táverandi landsstýriskvinna í heilsumálum, Helena Dam á Neystabø heitti á undirritaða at átaka mær at standa fyri einari deild fyri gransking og menning í heilsuverkinum. Eg havi tikið hesa áheitan í álvara og hildið fram at arbeiða við møguleikum at brúka m.a. ílegugransking til at menna sjúkrahúsverkið, og til at menna okkara land við at geva møguleika til at ung, væl útbúgvin fólk kunnu koma heim aftur og fáa hóskandi starv innan gransk­ ingarvirksemi. Ein fortreyt fyri at granskingarvirksemi kann fáa fígging og eydnast her í landinum er, at hetta er eitt granskingarevni, sum umheimurin heldur er áhugavert. Sjálvur havi eg arbeitt við um­hvørvis­gransk­ ing, tí ein partur av matinum hjá føroyingum hevur ver­ ið so illa dálkaður, at tað bar til at kanna heilsuligu avleið­ingarnar av hesum. Tað hevur í stóran mun ver­ ið fíggjað av almennum fígg­ ingargrunnum í Evropa og USA, men eisini frá okkara egna Granskingarráði. Tað hevur leingi verið mín met­ ing og er tað framvegis, at tær føroysku ílegurnar hava eitt serligt granskingarligt virði, tí vit eru eitt lítið fólk úti í havinum við tættum ætt­ar­bondum, men við ein­ um rættiliga væl virkandi heilsu­verki, sum hevur grein­ að heilsustøðuna hjá før­oy­ ingunum væl. Hetta saman­ hildið við, at vit hava góðar keldur at lýsa, hvussu vit øll eru í ætt, gevur okkum ein serligan møguleika til at gera kanningar av, hvussu íleg­ urnar ella genini hjá okkum ávirka okkara heilsu. Ikki bara í mun til CTD og cystiska fibrosu, men eisini aðrar sjúk­ur, sum t.d. brunasjúkur í tarmunum, Parkinsons sjúku og mangar aðrar. Eisini hava vit ein serligan møguleika til at kanna, hvussu umhvørvið og ílegur samstarva, hvussu umhvørvið ávirkar ílegurnar og hvussu ílegurnar gera fólk mótstøðufør fyri t.d. kyk­silv­ ur árinum. Eivind Warberg sigur “Spurn­ingurin er eisini um FarGen verkætlanin er í tráð við og fylgir, og fer at fylgja galdandi lóggávu um gransk­ ing í mannaílegum bæði nú og í framtíðini.” Hvat hann byggir henda pá­stand á, veit eg ikki, men tað skal eing­ in ivi vera um, at FarGen verk­ætlanin fylgir gald­andi lóggávu, júst sum øll gransk­ ing, sum eg havi gjørt gjøg­ num nærum 30 ár. Í menningini av ílegu­ gransk­ing í Føroyum eru tveir meginvegir at fara. Ein er at gera nógvar ymiskar verkætlanir, sum at enda verða so nógvar í tali, at á leið øll tjóðin er kannað. Hin vegurin er at fara undir at analysera allan arvastrongin hjá øllum føroyingum, sum vilja vera við og so brúka hann í øllum teimum gransk­ ingarverkætlanum, sum vón­andi fara at koma, sum frálíður. Á henda hátt fáa vit eisini ein annan týdningar­ miklan ágóða nevniliga, at tá sjúklingurin er hjá lækna og tað kemur uppá tal, at ein ílega kann spæla við í sjúkumyndini, ber til hjá lækanum at biðja um, at hetta verður hugt eftir í verandi savni. Á henda hátt kann tann goymdi arvastrongurin, bæði kunna brúkast til grans­ king og til at tæna tí einstaka í hansara/hennara serligu heilsu­málum. Ætlanin í FarGen verk­ ætl­anini er í fyrsta umfari bert at greina arvastreingin kemiskt, men ikki at týða arvastreingin fyrr enn, pers­ ónurin er við í eini gransk­ ingarætlan ella at læknin hjá einum persóni biður um, at okkurt ávíst verður grein­að. Hetta merkir, at ætlanin ikki er, at fólk skulu díkjast undir við einari rúgvu av óskilj­ andi upplýsingum, sum lætt­ liga kann elva til ótta. Teirra arvastrongur verð­ur bert lisin, um tey lut­taka í einari vísindaligari verk­ætlan, har tey sjálvi hava tikið støðu til, hvørjar ílegur skulu eftirkannast í teirra arva­ strongi og hin møgul­eikin at hyggja eftir persónligum upp­lýsingum er, tá lækni teirra biður um tað, til tess at greina onkra sjúkustøðu. Eivind War­berg vísir á eina ræðu­sjón, har granskað verð­ur í tínum ílegum uttan títt sam­tykki og hann sigur, at hetta nýtist ikki bert vera ein óveru­ligur tanki, tá hugsa verður um FarGen verk­ætlanina. Men hetta vil eg vísa staðiliga aftur, tí talan verður ongantíð um at granskað verður í tínum ílegum uttan títt samtykki, og úrslitini verða altíð givin tær, um tú vilt hava tað. FarGen verkætlanin hev­ ur vakt ans uttanlands, tí hetta er ein roynd at brúka ílegurnar hjá einum fólki bæði til gransking og til heilsu­tænastu. Heilsuverk í øðr­um londum vita væl, at tað nú ber til at gera hesar kann­ ingarnar skjótt og lutfalsliga bíligt, og tí er tað bert ein spurn­ingur um tíð, áðrenn øll gera tað. Spurningarnir, sum tá stinga seg upp eru, hvussu vit tryggja fólk ímóti misnýtslu ella við øðrum orðum, hvussu vit verja tey ímóti, at upplýsingarnar um tey, kunnu koma teimum aftur um brekku. Her eru vit í Føroyum undangonguland, tí vit hava fingið lógina um Ílegusavnið, sum tryggjar, at føroysku ílegurnar eru á føroyskum hondum. So fyri at svara spurninginum, sum Eivind Warberg setur í yvirskriftini, so verða ílegur føroya fólks altíð ogn føroya fólks. Vit, sum vara av FarGen verkætlanini (projektleiðsla og fylgibólkur), síggja fyri okkum møguleikan hjá Før­ oyum at verða eitt undan­ gongu­land við at nýta henda part­in av okkara kroppi til gagn fyri heilsuna hjá tí ein­ staka, til gagns fyri vís­ind­ ina og til gagns fyri okkara samfelag, sum í ógvuliga stór­ an mun hevur tørv á ar­beiðs­ pláss­um til væl útbúgvin ung fólk, sum ætla sær heim aft­ ur og tey eru mong. Sum leiðari fyri FarGen eri eg sera fegin um, at tað hevur eydnast verk­ætlanar­ leið­aranum Boga Eliasen at finna ein ráðgevarabólk av altjóða úrmælingum og teir eru: Paul Flicek frá European Bioinformatic Institute (EBI), Gilean McVean, Ox­ ford University, James Lupksi og Richard Gibbs frá Baylor College í Houston, Texas og David Bentley frá stóra framleiðarinum av kann­ingarútbúnaði til DNA, Illumina. Tað skal tó sigast, at tað eru eingi fíggjarlig bond ímill­um felagið Illumina og før­oyska heilsuverkið og tí er samanberingin við deCode ikki røtt. Vit stríðast fyri at fáa pening til at seta sjøtul á verk­ætlanina bæði frá almennum føroyskum myndug­leikum, frá privatum íleggjarum í Føroyum og útlendsk­um grunnum, men enn er ikki komið á mál. Í arbeið­in­um at evna FarGen verk­ætlanina, má eg siga, at vit hava haft eitt framúr gott sam­starv við Ílegu­ savnið, THS og leiðsluna á Lands­sjúkra­húsinum, sum hev­ur stuðlað dyggiliga. Tað er okkara vón, at vit skjótt kunnu fáa genetiskt virk­ semi í ta nýggju gransk­ ingarlundina uppi á Hálsi í Tórshavn. Bæði til tann kemiska partin og til tann bioinformatiska partin. Afturlítandi hevur tað verið eitt knoss at fingið heilsu­gransking so frægt fram á veg í Føroyum, sum vit nú eru og eg haldi tað er stórt spell, um vit ikki troyta allar møguleikarnar, sum vit hava. Serliga sæð í ljósinum av tí dapra tosi, sum hevur verið her í landinum teir seinastu mánaðirnar, um at tey ungu fólkini fara og ikki koma heim aftur. Eg vóni framvegis, at vit føroyingar fara at ganga fram í øllum lutum. kjak Í lesarabrævi í føroysku miðlunum nú um dagarnar skrivar starvsfelagi mín, Eivind Warberg hugleiðingar um ílegukanningar í Føroyum. Sum flest føroyingum kunnugt, er hetta eitt gamalt mál í Føroyum.