Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-22, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. apríl 2013síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mánadagur 22. apríl 2013 · Nr. 45 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eiga at bróta almennu monopolini Helgi Abarhamsen løgtingsmaður Um samstarv við landsstýrið Sjúrður Skaale Fríggjadagin var eg saman við Jørgen Niclasen á fundi við danska vinnumálaráðharran um tvey ymisk mál. Fleiri hava spurt hvussu hetta ber til, tá nú Jørgen er landsstýrismaður, og Javn­ aðarflokkurin er í andstøðu. Á tingfundinum mikudagin bleiv hetta eisini tikið upp til kritiska viðgerð. Eg skal tí greiða frá. Samstarv við meirilutan Upp undir fólkatingsvalið søgdu vit, at fekk Javnaðar­ flokkurin annan av sess­ unum, fóru vit ikki bara at um­boða Javnaðarflokkin, men allar føroyingar. Vit søgdu eisini, at vit ikki fóru at draga føroyskar ósemjur til Dan­markar. ”Vit fara ikki at heingja okkara skitnu klæði á snór á Christiansborg”, sum tað bleiv sagt. Harumframt søgdu vit, at tá tað snýr seg um mál, sum eru "gagnlig fyri Føroyar", fara vit at samstarva við tann meiriluta, sum situr í Før­oyum – eisini, um Javn­ aðar­flokkurin ikki er partur av samgonguni. Tað er gjørt í fleiri førum – og eg skal her greiða frá, hví tað bleiv gjørt fríggjadagin. SIFI Høvuðsmálið var um teir so­ nevndu SIFI-bankarnar. Danska stjórnin fyrireikar eina skipan sum skal gera, at ávísir bankar, sum eru púra avgerandi fyri samfelagið, ikki skulu kunna hvørva. Hes­ ir verða á donskum nevndir “systemiske banker”. Aksel Johannesen reisti spurningin um, hvørt før­ oyskir bankar kunnu koma við í skipanina - fyrst sum landsstýrismaður og síðani tá hann hevði sæti á fólkatingi í fjør. Málið er trupult, tí før­ oysku bankarnir kunnu ikki vera við eftir somu treytum sum teir donsku. Bæði tí føroyska samfelagið er so nógv øðrvísi, og tí okkara bankar, samstundis sum teir eru sera stórir í Føroyum, eru smáir í mun til teir stóru í Danmark. Tí havi eg, saman við Jørg­ eni Niclasen og hansara fólki, virkað fyri at fáa í lag eitt samstarv sum ger, at fíggjar­ málaráðið frá byrjan kann vera við í arbeiðinum við hesi skipan. Tað var hetta, sum bleiv avtalað fríggjadagin. Føroyingar høvdu lítla ávirkan á tað sum hendi, tá bankakreppan rakti í 1992. Vit høvdu heldur onga ávirkan á bankapakkarnar - og tá Eik fór, var kreppustýringin merkt av iva og ótryggleika. Nú kann landsstýrið – í samráð við allar viðkomandi føroyskar partar - ávirka nýggju skipanina, so Føroyar kunnu fáa lut í tí tryggleika, sum endamálið er at skapa. Tað er als ikki avgjørt, um føroysku bankarnir skulu vera við í skipanini. Tað skal løgtingið sjálvsagt gera av, tá tann dagur kemur - og tað hendir bert, um skipanin verður nøktandi fyri okkum. Men nú kunnu vit fáa kunn­ing og ávirkan frá byrjan. Og tað er avgjørt ”gagn­ligt fyri Føroyar”. Flogvøllurin Hitt málið snúði seg um at taka pening úr Íleggingar­ grunninum at rinda fyri at beina burtur dynamittið, sum varð funnið við flogvøllin. Landsstýrið kundi kravt, at Danmark rindar fyri hetta, tí dynamittið varð lagt, meðan Danmark hevði ábyrgd av vøllinum. Men sum eg skilji er málið ógreitt juridiskt. Verður ein sak reist, tekur hon drúgva tíð – og tað er ikki vist, at landsstýrið vinnur. Um bíðast skal eftir einum rættarmáli, má peningurin fyri at gera terminalin lidnan tí antin takast úr landskassanum – ella má arbeiðið steðgast. Eg havi ikki havt ávirkan á hesa avgerð landsstýrisins. Eg havi heldur ikki verið heit­asti talsmaður fyri út­ byggingini í Vágum. Men tað hevði ikki verið ”gagnligt fyri Føroyar”, um hon steðgaði nú. Og við loysnini, landsstýrið hevur valt, er møguleikin fyri rættarmáli framvegis til staðar. Tí havi eg boðað stjórnini frá, at eg stemmi fyri hesum - treytað av, at meirilutin á Løg­tingi eisini ger tað. Summa summarum: At sam­starva við landsstýrið um ávís mál er at halda eitt vallyfti. At nokta at sam­ starvað við landsstýrið hevði verið at brotið eitt vallyfti. At Javnaðarflokkurin á Fólkatingi samstarvar við landsstýrið um ávís mál, er í samsvari við givin lyfti Spurningurin um at privati­ sera almennar tænastur er aftur kyknaður, nú lands­ stýrið hevur lagt uppskot til fíggjarkarmar fyri løgtingið. Í uppskotinum mælir lands­ stýrið nevniliga til at gera privati­seringar. Nakrar royndir hava verið gjørdar, bæði í Føroyum og í okkara grannalondum, at privatisera almennar tæn­ astur. Misjavnt er, hvussu hetta hevur eydnast, og ofta hevur tað verið soleiðis, at vinstrivongurin hevur víst á dømi, har privatiseringin hevur gingið illa, meðan høgri­vongurin hevur víst á dømi, har tað hevur gingið væl. Veruleikin er, at tað eru dømi um bæði væl­eydn­aðar og miseydnaðar privati­ser­ ing­ar. Privatiseringin má hava eitt endamál Endamálið við eini privati­ sering er í fyrstu atløgu at bróta tað almenna monopolið. Harvið fáa vit kapping, og tað er til fyrimuns fyri brúkaran. Og júst tí gevur tað onga meining at privatisera, um einasta broytingin er, at tað almenna monopolið verð­ur gjørt til eitt privat mono­ pol. Um úrslitið ikki verður kapping, so kunnu vit akku­ rát tað sama lata mono­polið vera alment. Tað er eisini sera umráð­ andi, at privatiseringin verð­ ur soleiðis løgd til rættis, at krøv verða sett til dygd og tænastu, og at ikki alt verður ein spurningur um prís. Kappingin gagnar brúkaranum Tað er eingin ivi um, at kapp­ ingin gagnar brúkar­an­um, og tí eiga vit at privatisera, har tað er møguligt, men tað skal gerast við skili. Tað eru ikki allar almennar tænastur, sum hóska seg at verða privatiseraðar. Við tí sera avmarkaða fólkata­li­ num, sum vit hava í Føroyum, er ikki pláss fyri kapping á øllum økjum, tí tað eru nakrar almennar tænastur, sum vit ikki fáa havt fleiri av. Men har tað kann ger­ ast við fyrimuni, eiga vit at privatisera, soleiðis at kapp­ ingin kann skapa eina betri tænastu og helst eisini lægri prísir. Almenna bilparkin er eitt dømi Eitt øki sum eg ofta hugsi um, sum er væl egnað at privati­ sera, er almenna bilparkin. Almennu Føroyar eiga sera nógvar bilar. Lat okkum siga, at hvør bilur kostar einar 200.000 krónur at keypa, og hann kostar eisini nógv í rakstri. Samtíðis standa taksa­bilar ymsastaðni í land­ inum í longum røðum og bíða eftir kundum. Sjálvandi hevði borið til at gjørt góðar avtalur við privatar bilstøðir um at tikið sær av almenna flutninginum fyri ein nógv lægri kostnað. - Bilarnir standa kortini og bíða eftir at sleppa at koyra onkran túr. Sjálvandi ber ikki til at avskaffað alla ta almennu bilparkina, men eg ivist ikki í, at tað hevði borið til at lækka talið av almennum bilum munandi. Tað almenna hevði spart og bilførararnir høvdu sloppið at koyrt, heldur enn at bíða. Eisini á øðrum økjum høvdu vit kunna vunnið nógv við at privatisera. Í summ­um førum ber bert til at privatisera partar av tænastuni, men lat okkum so gera tað. Uppskotið um at privati­ sera ávísar almennar tæn­ ast­ur skal í hvussu so er fáa mín fulla stuðul – sjálvandi treytað av, at tað verður gjørt við skili. Málið eigur at vera at skifta monopolini út við fría kapping. kjak At hoyra Jóhan Dahl í munn­ligum fyrispurningi í løgtinginum frá Henrik Old ávara leiðsluna í Bakka­frost um at flyta liva­ndi laks úr Suðuroynni inn á meginøkið at slakta er ræðandi at hoyra. Hann sigur, at hettar verður ikki góðtikið og fer Bakkafrost undir hettar, fer hann rætt og slætt at broyta lógina fyri at forða tí. Orsøkin skal vera ábyrgdin fyri samfelags- og økismenning. Uttan at kenna støðuna hjá Bakkafrost, kann tað hugsast at um tey ynskja at flyta laksin aðrastaðni til víðari viðgerð er tað tí at ber seg betri fíggjarliga. Hvussu Bakkafrost verður rikið mest skynsamt er ikki uppgávan hjá lands­ stýrismanninum og verð­ ur tað aldrin. Ístaðin fyri at geva Bakka­frost forboð ímóti at flyta laksin úr Suður­ oynni, mátti uppgávan held­ur verið at viðvirka til at vinnulívið hevur so mikið góðar karmar at virka undir, at tað var ikki neyð­ugt at flyta laksin av oynni. Atlit skal takast til økis­menning, men for­ boð kunna lætt enda við einum mótsetningi av hes­um og møguliga minni framburði. Tað kann gerast trupult at virka undir bæði verkliga og fíggjar­liga. Landsstýrismaðurin í vinnu­málum eigur ikki at verða ein mótspælari hjá vinnuni og forða henni, men ein viðspælari, stuðla henni og skapa neyð­ugu karmarnar. Tað vil skapa nýhugsan, íverk­setan, fram­brot, fram­burð og økismenning fyri útjað­ar­ in eins væl og megin­økið. Lands­ stýris­ mað­ur­in í vinnu­ mál­um mót­ spælari Jógvan Andersen vinnurekandi