mánadagur 22. apríl 2013síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. apríl 2013 · Nr. 45
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eg endaði í einum kjaki í
farnu viku, har kjakari uppá
helt, at øll vóru ónøgd við
ABDH samgonguni. Varð ikki
beinleiðis bilsin, tí Facebook
er á tremur við vreiðum og
uppøstum dagføringum, ið
eru grundaðar á misskiljingar,
sum andstøðan hevur smíða
og spunnið.
Tað er væl skiljandi, at
ónøgdin bilgist hjá nógvum,
tí tíðindaflutningurin hev
ur verið ov einsíðigur, har
spunnu søgurnar hjá and
støðuni síggjast í alt ov stóran
mun dagsins ljós, meðan
góðu og jaligu søgurnar hja
samgonguni verða køvdar og
lættnar í døkkan ham.
Tað er ikki bara tíðinda
flutningurin,
ið
hevur
ábyrgdina
av
hesum,
tí
hvørki samgongan ella sam
gongulimirnir hava selt jaliga
boðskapin nóg væl.
Ja ókey, tað eru heldur
ikki øll, ið eru nøgd, og tað
eru tíverri nøkur, ið ikki hava
álit á samgonguni. Tað er ikki
nakað nýtt, tí hugsjónarliga
eru vit ymisk. Tað er eisini
ein erlig sak.
Hinvegin, so hevur ABDH
samgongan gjørt eina rúgvu
av góðum og jaligum broy
tingum, sum eingin kann
vera ónøgdur við. Eru fólk
ónøgd við Marknagilsdepil
in? Ein íløga á 524 mió. kr.,
sum ABDH samgongan hev
ur funnið í verandi fíggjar
kreppu.
Fólk eru neyvan ónøgd við
365 nýggju arbeiðsplássini, ið
samgongan hevur skapt við
millum annað at krevja allan
uppisjóvarfisk um føroyskan
kaikant? Ónøgd við, at tað
eru føroyskar hendur, ið
arbeiða og viðgera makrelin,
sum
kinverjar
hagreiddu
umborð á Layfayette í 2011.
Eingin kann vera ónøgdir
við tað!
Fólk kunnu heldur ikki
vera ónøgd við, at arbeiðs
loysið er lækkað við 1,7%
síðani samgongan tók vid.
Ónøgd við, at samgongan
byggir 16 nýggjar íbúðir til
fólk við sálarsjúku. Misnøgd
við, at lesandi sleppa at vinna
10.000 kr. meir um mánaðin
(úr 10.000 kr til 20.000 kr.),
áðrenn studningurin verður
mótroknaður
við
10%.
Hvussu kann nakar vera
ónøgdir við tað? Hvussu kann
nakar vera misnøgdur við, at
tað aftur loysir seg at arbeiða
hjá vanliga arbeiðaranum?
Eingin kann heldur vera
ónøgdur við, at skúlin á
Kambsdali og í Klaksvík
verður útbygdur fyri tíggju
tals milliónir kr. Hetta eru
bara nøkur fá dømi, sum
samgongan hevur samtykt.
Eg ásanni, at tað ikki eru
øll, ið eru samd við borgarliga
politikkinum, men øll kunnu
gleðast um, at ABDH sam
gongan heldur fram við at
menna og útbyggja føroyska
samfelagið. Sanniliga kunnu
vit øll gleðast um fram
burðin.
AdvokAtskrivstovAn
Halgir Winther Poulsen, adv.
Fríða Patursson, adv.
Óla Jákup Kristoffersen, adv.
Christian Andreasen, adv.
Niels Winther Poulsen, adv.
Jógvan E. Winther Poulsen, adv.
Eyðbjørn Larsen, adv.
Birita S. Samuelsen, adv.
Frúutrøð 4 • Postboks 6 • FO-110 Tórshavn
Tel 35 33 35 • Fax: 35 33 36 • www.jura.fo
Sanniliga kunnu
vit øll gleðast!
Hanus Samró
Løgtingslimur fyri fólkaflokkin
kjak
Plus reiggjustativ v/tilbygningi
2.199,-
Plus sandkassi v/lok
120x120 cm.
599,-
1.199,-
Borg l Runavík, tel. 477272 l Klaksvík, tel. 455149 l www.borg.fo
hópin av lekkrum summarvørum
Plus borð/bonksett
155x177x70 cm.
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo