Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. apríl 2013síða 8

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. apríl 2013 · Nr. 46 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 heilsa Lagt til rættis: Eydna Skaale Eydna Skaale Tey finnast allastaðni í ger­ andis­degnum, tey vanda­ miklu fluorevnini, sum ávirka okkara børn. Bæði klæðir, pizza­bakkar, teflonpannur, mat­ur og annað er nevniliga fylt av hesum skaðiigu evn­ un­um, og tað í so stórt mát, at granskarar eru skelkaðir. Ein granskingarbólkur frá Syddansk Universitet, sum hevur fylgt 431 føroyskum børnum, sum eru fødd umleið ár 2000, hevur júst kunngjørt síni úrslit í vísindaliga tíðar­ ritinum »Environmental Healt«. Upprunaliga skuldi gransk­ingin kortleggja ávirk­ an­ina av skaðiligu evn­unum í tvøsti, men hon avdúk­aði aðrar og nógv størri vandar. Niðurstøðan er greið: Fluor­ evnini eru sera skaði­lig, og føroysku børnini hava mill­ um 100 og 1000 ferðir ov nógv av evnunum í kropp­inum. Difteritis og stívkrampi Fluorevnini, sum í høv­uðs­ heitum verða nýtt fyri teirra vatnskíggjandi árin, seta immun­verjuna hjá børn­un­ um undir so stórt trýst, at serliga vaksinur móti stív­ krampa og difteritis, sum er ein ring og smittandi háls­sjúka, vikna munandi ella hava als eingi árin, um sjúkan rakar. Sjúkurnar kunnu vera lívshættisligar, og tær eru tí partur av barna­ koppsetingunum, sum flestu børn fáa. Philippe Grandjean er gransk­ingarleiðari, og hann kallar hesi úrslitini fyri eina bumbu undir sjúku­fyri­byrg­ ingini í samfelagnum. – Vit vóru um at detta av stólinum, tá vit sóu, hvussu ógvusliga hesi evnini ávirka immunverjuna og vaksin­ urnar. Tígginda hvørt barn hevði antin als eingi mótevni móti stívkrampa og difteritis - ella eina so lítla nøgd, at tað ikki hevði hildið sjúkunum burtur, sigur hann. Ikki fara í panikk Grandjean vísir tó á, at tað ikki er orsøk at fara í panikk, tí hesar sjúkurnar eru sera spakar fyri tíðina. Øll sjúku­ til­feldi verða skrásett, og einki bendir í løtuni á, at sjúk­urnar fara at herja aftur nú, ella at tað eru fleiri, sum verða rakt av sjúkunum enn vanligt. Sambært kanningum hjá Dansk Seruminstitur er nógv, sum bendir á, at kroppurin hevur aðrar hættir at berjast móti sjúkum, enn bara mót­ evnini. Tað kann vera ein orsøk til, at tað ikki eru fleiri sjúku­dømi. Ráðini eru tó framvegis at lata børnini koppseta, hóast vandi er fyri, at vaksinan vikn­ar av fluorevnunum. – Tað, sum er álvarsamt í hesum úrslitunum er, hvussu ógvusliga evnini ávirka okk­ ara immunverju. Tí um immun­verjan viknar av hesum evnunum, so hevur tað eisini eina ávirkan á vandan fyri øðrum sjúkum, so sum krabbameini, sigur Grandjean. Nýggj gransking av føroyskum børnum: Immunverjan illa skadd av skaði­ ligum evnum Ein spildurnýggj kanning av føroyskum børnum vísir á nakrar skelkandi vandar. Fluorevni, sum finnast í nógvum vanligum gerandisvørum, hava so negativa ávirkan á immunverjuna og ávísar koppsetingar hjá børnum, at tey ikki megna at vinna á smittandi sjúkunum, sum tey verða koppsett fyri Xenia Trier, sum er kemisk­ ur granskari á DTU er púra samd í, at minstumørkini fyri, nær fuorevnini hava neiliga ávirkan á kroppin og immunverjuna, eru alt ov høg. Hon hevur eisini gransk­ að nógv innan fluorevni, og hon heldur, at markið fyri, hvussu stórar nøgdir av fluorevnum kunnu vera í gerandisvørum, eigur at verða lækkað alt fyri eitt. – Vit vita framvegis ikki nógv um, hvør størsta keldan til hesi evnini er. Er tað vatn, støv, tekstil, kosmetik, matvørur, teflon ella impregneringsevni, sum ávirka okkum mest? Vit vita, at hesi evnini savn­ast í fólki, náturuni og í djórum, og vit kenna ikki til fullnar øll tey skaðiligu árinini av evninum. Eg haldi avgjørt ikki, at vit eiga at bíða 10 ár, inntil vit gera nakað við tað, sigur Xenia Trier. Vit kenna enn ikki øll árinini Tað ljóðar ikki serliga hugaligt ella tespiligt, men kanska kann tað avdúka nakrar vandamiklar krabbasjúkur Granskararnir hava funnið útav, at ásettu evropeisku minstumørkini fyri, hvussu nógv skal til av fluror­evnunum, áðrenn tað hevur negativ árin á immunverjuna, eru alt ov lágt sett. Phillipe Grandjean, granskingarleiðari, mælir tí til, at hesi mørkini verða lækkað alt fyri eitt, við teirri fylgju, at fram­leiðarar, sum nýta fluorevni skulu minka mun­andi um nøgdirnar. – Vit hava sæð, at minstu­mørkini eru sett mill­um 100 og 1000 ferðir ov høgt. Man hevur ikki hildið, at hesi evnini vóru so skaðilig, men okk­ara og fleiri onnur gransk­ing­ arúrslit vísa nakað ann­ að. Mørkini alt ov høg Phillipe Grandjean, granskingarleiðari Hetta kanst tú gera: • Nýta svanamerkt mat- og bakipappír, sum eingi fluorevni hevur í sær • Eta minni av keyptum skundmati, tí hann er pakkaður inn í papp og pappír, sum er viðgjørt við fluorevnum. • Ikki eta mat, sum liggur leingi í innpakninginum - ella mat, sum skal upphitast í innpakninginum. • Ikki eta poppkorn til mikro­bylgju­ ovnin. Ein granskingarætlan frá 2012 bendir á, at evnini flyta seg yvir á poppkornini. • Eta færri av keyptum, innpakkaðum køkum. Baka heldur sjálv/ur og syrg fyri, at bolli, formur, bakipappír o.a., sum tú nýtir, er uttan fluorevni. • Vel regnklæði og yvirklæði, sum ikki hava fluorevni. Spyr sølufólki, framleiðaran ella tað virkið, sum flytir vøruna inn. • Velja eitt impregnerinsevni, sum ikki hevur fluorevni í. Hvat eru fluorevni? Tey eru smørt, og tey gera okkara gerandisdag lættari. Tí finnast tey í hópatals geransdisvørum, sum vit dagliga eru í sambandi við. Høvuðsendamálið við fluorevnunum er nevniliga, at pannur, grýtur, møblar og klæðir kunnu vera vatn- og feittskíggjandi. Evnini verða eisini nýtt til papp og pappír, sum matur verður pakkaður inn í. Men tað hava í seinastuni verið alsamt fleiri granskingarúrslit, sum vísa, at evnini eru skaðilig fyri bæði heilsu og umhvørvi. Granskarar eru serlliga bangnir fyri, at evnini ávirka hormonlagið - og nú er eisini prógvað, at tey ávirka immunverjuna og koppsetingar. Illgruni er eisini um, at evnini minka um sáðgóðskuna hjá monnum og barnførið hjá kvinnum, umframt at økja um vandan fyri bróstkrabba og at ávirka kolosterollagið í blóðinum. Ein nýggj kanning av føroyskum børnum, sum skuldi kanna árinini av evnunum í tvøsti, vísti á onnur, meiri alarmerandi evni, sum oyileggja immunverjuna og koppsetingarnar hjá børnunum (tilvildarlig mynd) Vit eiga at áseta framleiðarum at minka um fluorevnini í gerandisvørunum ongantíð ov skjótt, eru fleiri granskarar samdir um