Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-23, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. apríl 2013síða 12

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. apríl 2013 · Nr. 46 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Arbeiðsfremjandi tiltøk Í sambandi við, at løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk í mai 2012 varð skundað ígjøg­num og samtykt av løg­tinginum, gjørdu fleiri áhuga­feløg hjá MBF, Lands­ felag Pensjónista umframt fleiri fak­feløg vart við, at Kapitul 6. og 7. í §§ 21, 22, 23 og 24 - í nevndu lóg – um so­nevnd “tillagað størv” og “meirarbeiði” til fólk við heilsu­ligum breki eru lógar­ ásetingar, sum diskriminera tey, ið hava ella fáa skerdan arbeiðsførleika orsakað av varandi sjúku ella skaða. Løn og pensjónsgjald fleiri túsund krónur lægri um mánaðin Fólk, ið grunda á varandi sjúku ella skaða hava ella fáa skerda arbeiðsorku og sum eru vanligir lønmóttakarar, tað veri seg lærarar, sjúkra­ røktarfrøðingar, pedagogar, skrivstovufólk ella aðrir líknandi starvsfólkabólkar - fáa sambært Kapitul 6. og 7., í lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk, nevniliga ikki arbeiði til vanligar sáttmálabundnar treytir ella sáttmálabundna løn, men fáa løn og pensjóns­ gjald, ið aloftast er fleiri tús­und krónur lægri um mán­aðin enn sáttmálarnir á av­varðandi fakøkjum áseta. Føroya Lærarafelag vísti í hoyringsskrivi sínum, til nevnda lógaruppskot um ar­beiðsfremjandi tiltøk, til, at lærari sum gerst 1/3 óar­ beiðs­førur, sam­bært Kapitul 6. í lóg um arbeiðs­fremj­andi tiltøk fer úr 30.000 kr. um mánaðin niður í 22.800 kr. um mánaðin. Og at lønar­ missurin hjá slíkum lærara sostatt varð heilar 7.200 kr. um mánaðin. Hetta og líkn­ andi onnur dømi vísa, at áset­ingarnar í Kapitul 6. og 7. í lóg um arbeiðsfremjandi til­ tøk á álvarsaman hátt skerja fíggjarliga inn­tøku­grundar­ lag­ið hjá heilsuliga skerdum. Verður lóg um arbeiðs­ fremjandi tiltøk ikki broytt, fer trýstið at fáa passiva fyritíðar-pensjón at vaksa Kunnu varandi sjúk og skadd í framtíðini einans fáa arbeiði til undirløn sambært lóg um arbeiðsfremjandi til­ tøk, verður støðan óiva tann, at insitamentið til at royna at arbeiða hóast sjúku ella skaða og harvið royna at forsyrgja sær sjálvum, hvørvur. Kapitul 6. í Lóg um arbeiðsfremjandi tiltak virkar beinleiðis sum lóg um arbeiðsskjerjandi tiltak. Skerda lønin ger, at heilsuskerd fólk hóast tey arbeiða, ikki hava møguleika at klára seg við avmarkaðu lønini. Verður Kapitul 6. í lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk ikki broytt, fer innbygda lønar­diskriminatiónin og sosiala dumpingin í nevnda kapitli uttan iva at elva til, at trýstið, at fáa passiva fyri­ tíðarpensjón fer at vaksa. Fyrimyndarreglur hjá ST áseta – at lógir og reglugerðir á arbeiðsmarknaðinum mugu ikki gera mismun á fullførum og brekaðum fólki Við at samtykkja Kapitul 6. og 7. í Løgtingslóg um ar­ beiðs­fremjandi tiltøk hevur løgtingið vónandi ikki til­ vit­að men vónandi ótil­vitað ella óviljað gjørt seg inn á STmannarættindini hjá heilsu­brekaðum, tá um­ræður javn­bjóðis treytir viðv. lut­ tøku á arbeiðs­mark­nað­inum. Mint skal, í hes­um sambandi, verða á, at Almanna- og heilsu­mála­stýrið longu í 1999 gav út bókling, har tá­sitandi lands­stýrið tók fult undir við megin­reglu um ikki at gera mismun á frískum og heilsu­brekaðum á arbeiðsmarknaðinum. Bók­lingurin sum Almanna- og heilsumálastýrið gav út í 1999 hevði heitið “Fyri­ myndar­reglur hjá sam­ eindu tjóðum um at útvega Javn­líkar møguleikar fyri Brek­að fólk”. Í nevnda bók­ lingi varð sagt í Reglu 7, s. 23, at “lógir og reglugerðir á arbeiðsmarknaðinum mugu ikki gera mismun á fullførum og brekaðum fólk.” Heilsuliga skerd eiga at fáa arbeiði til vanligar sátt­ mála­bundnar treytir og vanliga sátt­mála­bundna løn og ikki diskriminerandi undir­løn Vísandi til, at Føroyar longu í 1999 tóku undir við Fyri­ myndarreglum hjá ST um, at útvega Javnlíkar møgu­ leikar fyri brekað fólk og har staðfest varð, at lógir og reglugerðir á arbeiðs­mark­ naðinum ikki mugu gera mismun á frískum og heilsu­ brekaðum fólki, verð­ur við hesum heitt á lóg­gevandi myndugleikan lands­stýrið og løgtingið at taka av/ strika Kapitul 6. og Kapitul 7. í løgtingslóg um arbeiðs­ fremjandi tiltøk. Landsstýrið og Løg­tingið eiga í staðin at koma við og samtykkja løgtings­lóg, sum staðfestir at heilsu­liga skerd fólk skulu hava arbeiði til vanligar sátt­ mála­bundnar treytir og van­ liga sáttmálabundna løn og ikki sum nú ein­ans arbeiði á vanliga arbeiðs­markn­aðinun til avtalaða og dis­krimi­ner­ andi undirløn. Ingrid S. Henriksen Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin Fróðskaparsetur Føroya er eitt universitet, har gransking og undirvísing eru kjarnin í virkseminum. Endamálið hjá Fróðskaparsetri Føroya er sambært løgtingslóg at inna gransking, geva frálæru á hægsta stigi og breiða út kunnleika um vísindalig úrslit og háttaløg. J.C. Svabos gøta 14 • Postrúm 272 FO-110 Tórshavn • Føroyar Tel.: +298 352500 • setur@setur.fo • www.setur.fo Vísindastarvsfólk í samfelagsvísindum Á Megindeildini fyri hugvísindi, samfelagsvísindi og námsvísindi er eitt vísindastarv sum lektari ella adjunktur leyst at søkja. Starvsøki Tann, ið sett/ur verður, skal virka fyri at menna gransking og undirvísing á raðfestu samfelagsvísindaligu økjunum á deildini. Granskingarøkini á deildini eru býtt í trý temu: 1) Tilfeingi, umhvørvi og nýskapan. 2) Fólkaræði, umsiting og vælferð. 3) Identitetur, mobilitetur og samskifti. Sí http://setur.fo/ soegu_og_samfelagsdeildin/gransking/evnisoeki/ Umsøkjarar verða bidnir um í umsóknini at skilmarka sín granskaraprofil og møguligar granskingarætlanir ella ynski innan fyri temuni omanfyri. Undirvísingin verður knýtt at verandi útbúgvingum á Søgu- og samfelagsdeildini. Undirvísingarskyldan kann eisini fevna um aðrar útbúgvingar og útbúgvingarøki á Setrinum. Harumframt kann starvsøkið fara at fevna um arbeiði við nýggjum útbúgvingum. Á Søgu- og Samfelagsdeildini verður dentur lagdur á tvørvísindaliga praksisorienteraða gransking, har samstarv við aðrar mentanarstovnar og onnur fakøki innan- og uttan- seturs hevur stóran týdning. Førleikar Lektaraumsøkjarar skulu hava ph.d.-prógv ella samsvarandi førleika og skjalprógvaðan granskingarførleika á altjóða stigi. Teir skulu hava góðan pedagogiskan førleika og fyri- sitingarroyndir í sambandi við hægri undirvísing og gransking. Adjunktstarv er 4-ára útbúgvingarstarv. Fyri at verða sett/ ur í starv sum adjunktur krevst ph.d.-útbúgving ella sams- varandi granskingarførleiki. Umsøkjarar, ið hava skjalprógv- að granskingarevni og hava ítøkiliga ætlan um at skriva ph.d.-ritgerð, kunnu eisini søkja starvið. Umsøkjarar skulu í minsta lagi hava viðkomandi kandidat- ella masterútbúgv- ing. Út frá eini heildarmeting tilskilar Fróðskaparsetrið sær rætt til at seta ein adjunkt í starv fram um ein lektara, um profilurin v.m. hjá adjunktinum hóskar betur saman við inni- hald og ætlan við lýsta starvinum. Viðkomandi fyri starvið eru førleikar frá eitt nú umsiting, sosialvísindum, planlegging, frá politikki, búskapi og kvant- itativari metodu. Umsókn Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir útbúgvingargongd og arbeiðsroyndir umframt lýsing av granskingaráhugamálum og framtíðarætlanum. Undirvísingarroyndir skulu skjalprógvast við yvirlitum yvir framda undirvísing saman viðviðmæli og eftirmetingum, um tær eru til taks. Við umsóknini skulu vera í mesta lagi 10 vísindaligar greinir og yvirlit yvir vísindaligu avrik umsøkjarans. Umsóknin og øll skjøl skulu sendast talgilt umsokn@setur.fo Setanargongd Stavið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála við Akademikarafelag Føroya. Sett verður metingarnevnd at meta um førleikar umsøkj- aranna. Hvør umsøkjari fær sendandi metingina av sínum førleikum. Umsóknarfreistin er 1. mai 2013. Miðað verður eftir at seta starvið 1. august 2013. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda tær til Hans Andrias Sølvará, deildarleiðara (tlf.292583; has@setur.fo), til Gest Hovgaard, lektara, telefon (tlf. 292595, gesturh@setur. fo) ella til Maluna Marnersdótt ur, dekan, malanm@setur.fo. Upplýsingar um virksemi á Fróðskaparsetrinum eru at finna á heimasíðuni: www.setur.fo