týsdagur 23. apríl 2013síða 14
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 24. apríl 2013 · Nr. 46
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
meldurin
Áki Bertholdsen
Føroyar skulu vera grønar,
allar sum tær eru!
Tað er visjónin hjá Magna
Laksáfoss, búskaparfrøðingi
– og nú eisini íverksetara.
Tað er ein visjón hann
hevur havt leingi og tá ið
hann á sinni var uppi í poli
tikki, har hann umboðaði
Sambandsflokkin á Løgtingi
og í landsstýrið, førdi hann
mangan fram, hvussu stóran
týdning tað hevur fyri før
oyska samfelagið, at vit gera
okkum leys av at brúka olju
at hita hús og bygningar við
og leggja um til varandi orku,
ella grøna orku, sum tað ofta
verður nevnt.
Í hesum sambandi hevur
hann ført fram, at oljuprís
urin er ein tikkandi bumba
undir samfelagnum.
Bara árini frá 2009-2012,
tvífaldaðist innflutningurin
av olju til Føroya og í fjør var
hann komin upp á heila 1,3
milliard.
Men skikkaðar forsagnir
spáa, at hesi næstu sjey árini
fer oljuprísurin aftur at tví-
faldast og hendir tað, verður
innflutningurin av olju til
Føroya 2,6 milliardir longu í
2020.
Vøksturin stendst ikki
av at vit brúka meiri olju,
men einans av tí, at prísurin
hækkar.
Gongdin í oljuprísinum og
útlitini fyri framtíðina, fekk
Magna Laksáfoss at stovna
felagið Vitorka, saman við
verkfrøðingunum
Torkil
Zachariassen og Thormann
Kruse.
Eru á einum krossvegi
Magni Laksáfoss er sann
førdur um, at hvat orku
veiting viðvíkur, standa vit
á einum krossvegi og mugu
velja, hvørja leið, vit ganga.
- Gongdin í oljuprísurin
eigur at sannføra okkum um
at vit eiga tí at brúka allar
møguleikar at flyta okkum
yvir til varandi orku.
Spurningurin er so, hvørj-
ar møguleikar, vit hava?
Tá ið tosað verður um
grøna orku, verður ofta
hugað um vindorku, vatn
orku, sjóvarfalsorku, aldu
orku, sólorku, o.s.fr.
- Men veruleikin er, at
nógvar av hesum orkukeldu
num eru enn á royndarstigi
og eru ikki mentar nóg mikið
til at tær kunnu takast í brúk
fyribils.
- Hvat vatnorku viðvíkur,
hava vit longu tikið tey góðu
økini, so har er ikki nógv
meiri at fara eftir.
- Sólorka riggar væl, men
í Føroyum er ikki nógv ljós
og enn minni sól um veturin,
og tað er akkurát tá, vit hava
mest brúk fyri orku.
Magni
Laksáfoss
vísir
eisini á,at nógv halda, at hita
pumpur er grøn orka.
- Tað er ein keðilig mis
skiljing, tí hitapumpur eru
IKKI grøn orka, tí tær brúka
streym og sum støðan er
nú, verður streymur fyri ein
stóran part framleiddur við
olju.
- So tey, sum leggja um til
hitapumpu, gera ikki annað
enn at flyta oljunýtsluna úr
sínum egna tanga, yvir í olju
tangan hjá SEV á Sundi.
Besta loysnin
Tí er Magni Laksáfoss sann
førdur um, at sum støðan er
nú, er vindorka einasta og
besta loysnin til at hita hús
og bygningar við, tí hetta er
ein orkukelda, sum er væl
roynd í verki.
- Samstundis hevur vind-
orka tann stóra fyrimun,
at tað er mest av vindi um
veturin, tá ið orkutørvurin
eisini er nógv størst, so tað er
næstan fullkomið samanfall
ímillum orkuframleiðslu og
orkutørv.
Tí er endamálið hjá teim
um í Vitorku at menna vind
orku í Føroyum.
- Men vindorka er óstøðug
og kunsturin er tí, at fólk
hava møguleika at framleiða
orku, tá ið ið vindur er og at
goyma orkuna, tá ið stilli er.
- Hitapumpur og elektris
kir radiatorar krevja støðuga
orku, tí tey eru ígongd fleiri
ferðir um tíman, so í tí sam
bandi er vindorka ikki loysn
in.
- Ætlanin við vindorkuni
er sostatt, at hvørt húski hev
ur ein vatntanga í kjallara
num við einum hitalikamið
í, akkurát sum í einum
elektriskum ketli.
- Tá ið vindur er, verður
orka gjørd og vatnið í tanga
num verður hitað og tað
verður so brúkt til heitt vatn
og at hita húsini við.
Tummilsreglan er, at eini
hús skulu hava ein vatntan
ga, sum tekur líka nógv vatn,
sum tey annars brúka í olju
um árið.
Tað merkir, at skal eitt
húski heilt sleppa undan
oljufýriningini, skal tangin
verða einar 3000 litrar, sum
er miðal oljunýtslan.
- Tað nøktar tørvin á heit
um vatni og hita hjá einum
húski í tríggjar dagar.
Eru húsini minni og betri
bjálvað, kann tangin verða
tilsvarandi minni.
Men skipanin við vind
orku kann knýtast í oljufýr
ingina, soleiðis at hon verður
eitt slag av tiltaksskipan, so
at fólk altíð kunnu vera vís
í at hava hita í húsinum og
heitt vatn, hóast eingin vind
ur er í nakrar dagar.
Tangin, og annar útbún
aður, fólk skulu útvega sær
heima, kostar einar 30.00 -
40.000 krónur, men so ert tú
sloppin heilt undan oljuni.
Tað ber eisini til at keypa
minni og bíligari tangar, sum
har tað ber til at sleppa part
vís av við oljuna.
Almenna við
Magni Laksáfoss sigur, at hjá
teimum í Vindorku var fyrsta
avbjóðingin at finna eitt øki
í Føroyum, sum var serliga
væl hóskandi at seta tær
fyrstu myllurnar upp fyri at
fáa gongd á ætlanina.
Vindmyllurnar, ætlanin er
seta upp eru rættiliga stórar,
heili 3 megawatt, so tær eru
yvir tríggjar ferðir so stórar
sum tær, SEV ætlar at seta
upp, tí tær eru 0,9 megavatt.
Magni Laksáfoss sigur, at
fýra myllur av hesum slagi
høvdu klárað at hita alla
Klaksvíkina upp.
Har tað ber til, er ætlanin
at veita orkuna ígjøgnum
netið hjá SEV. Har tað ikki
ber til, verða kaðalir lagdir í
húsini.
Eitt tað besta økið at
leggja til brots við eini vind
mylluætlan, er Kirkjubøreyn,
tí umframt vindin, er tað
slætt og ongin turbulensur.
- Men tað, sum ger hetta
plássið serstakliga væl hósk
andi, er at tað er beint við
Havnina, har nógvir, heilt
stórur orkubrúkarar eru.
Hann hugsar um teir
stóru
bygningarnar
hjá
landinum og kommununi
og í hesum sambandi, nevnir
hann nýggja skúlan á Argja
hamri, Fíggjarmálaráðið og
aðrar stovnar á Argjum, og
ikki minst Landssjúkrahúsið
og alt, sum hartil hoyrir, um
framt stovnarnar á Debesar
trøð o.s.fr.
- Landssjúkrahúsið brúk
ar eina millión litrar av olju
um árið, ella tað sama sum
eini 350 sethús.
Fyri at fáa ein slíka íløgu
í vindorku at forsvara seg,
verður neyðugt at hon hevur
eina ávísa stødd og tí hevur
tað rættiliga stóran týdning,
at landið og kommunurnar
eru við.
Tí hava tey í Vitorku spurt
landið og kommunurnar um
tey eru áhugað í at knýta
almennu
bygningarnar
nærhendis í eina vindorku
skipan, har kostnaðurin fyri
orkuna er nakað minni enn
tað, oljan kostar í løtuni.
- Men sum frálíður, so
hvørt sum vindmylluparkin
veksur, fáast eisini stór
rakstrarfyrimunir
burtur
úr og tá eru góð útlit fyri,
at prísurin helst at lækkað,
samstundis sum forsagnir
nar siga, at oljan fer at dýrka
rættiliga nógv.
Magni Laksáfoss leggur
dent á, at tey hava ikki biðið
um almennan stuðul. Men
hann nevnir, at hevði land
ið givið varandi orku sama
stuðul, sum Danski lands
kassin letur fyri at leggja um
til varandi orku, hevði vind
orkan í Føroyum verðið upp
aftur nógv bíligari enn oljan
er nú.
Viðmæla ætlanini
Áðrenn tað almenna tekur
støðu til eina slíka ætlan,
hevur
landsstýrið
biðið
Landsverk um eitt tilmæli
og tað tilmælið er stovnurin
komin við akkurát nú.
- Landsverk mælir til at
at almennu bygningarnir
binda í vindorkuskipanina,
treytað av, at landið ikki skal
ikki koma undir stórvegis
útreiðslur av hesum og har
afturat skal landið fáa trygd
fyri einum føstum orkuprísi
í eitt áramál, 10-20 ár.
Magni Laksáfoss sigur,
tað er onki spøri í at ganga
undir hesar treytirnar og
nú eru samráðingar við
myndugleikarnar um eina
endaliga avtalu.
- Kommunan hevur ikki
svarað, men ábendingar eru,
at kommunan eisini er sinn
að at binda í skipanina.
Magni laksáfoss vónar
tískil, at ein avtala við landið
og kommunurnar kann ger
ast rættiliga skjótt.
hann leggur afturat, at
sum so hevur Vitorka onki
ynski um at eiga og reka
vind-myllur.
- Vindmyllur skulu í út
boð og tað hevur Vitorka
einki ímóti, tí vit hava ongan
serligan áhuga í at vera heild
arveitarar av útbúnaðinum.
Tvørtur ímóti sær hann
eitt modell fyri sær, at onnur
feløg seta myllurnar upp,
men at Vitorka so verður eitt
slag av hitafelagi, sum keypir
orkuna frá vindmyllunum og
stýrir henni inn í tangarnar
hjá fólki.
- Men eru eingir veitarar
sinnaðir at vera við, eru
vit eisini til reiðar at seta
myllurnar upp, sigur Magni
Laksáfoss.
Ein stór avbjóðing hevur
verið at seta eina stýring á
skipanina, sum heldur eyga
við,
nær vindmyllan ger orku
og sum samstundis heldur
eyga við hvørji hús hava tørv
á orku.
- Tá ið ongin vindur er,
verður heldur ongin orka,
so tá skal vatntangin verða
sløktur. Men er vatntangin
hinvegin sløkt, tá ið nógvur
vindur er, sleppur myllan
ikki av við orkuna, og so
brennur hon saman.
- Tí skal vindorkan stýrast
neyvt, men tað er ein spurn
ingur, sum er loystur, sigur
Magni Laksáfoss.
Hann leggur kortini aftur
at, at skal Vitorka seta myllur
upp, verður byrjað á Kirkju
børeyni, tí tað er eitt sera
hóskandi pláss at fáa gongd
á eina slíka ætlan.
4 milliardir
Magni Laksáfoss sigur, at
teirra yvirskipaða endamál í
Vilja gera allar Føroyar
grønar fyri 4 milliardir
VINDORKA Okkara endamál er at fáa allar Føroyar at leggja um til grøna orkum sum vit sjálvi
framleiða. Tað fer at kosta einar fýra milliardir, sigur Magni Laksáfoss, sum hevur stovnað felagið
Vitorka, sum hevur til endamáls at útvega grøna orku til setús, bygningar, bilar og skip
Magni Laksáfoss sigur, at hann
hevur fingið samstarvsavtalu við ein
stóran, týskan samstarvsfelaga