Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-23, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. apríl 2013síða 15

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. apríl 2013 · Nr. 46 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin 15 Vitorku er, at allir bygningar, og øll hús í Føroyum, skulu verða hitað við vindorku. Tað er ein verkætlan, sum kostar einar tvær milliardir, har­av vindmyllurnar kosta 1,6 til 1,8 milliard tilsamans og vatntangar og annar út­ bún­að­ur kostar. Men í longdini er enda­ málið eisini at útvega grøna orku til bilar og skip og tað er ein verkætlan, sum kostar tvær milliardir afturat. So tilsamans er talan um eina verkætlan uppá fýra milliar­dir, ella gott tað. Hvussu ætlanin at at veita grøna orku til bilar og skip vil hann ikki siga enn. Men undir øllum umstøðum krevur tað eitt undirs­tøðukervi av orku­ støð­um kring landið, orka kann fyllast á bilar og skip. Magni Laksáfoss sigur, at hann hevur fing­ið sam­ starvs­avtalu við ein stór­an, týsk­an sam­starvs­felaga, sum eisini he­v­ur verið í sa­m­ ban­di við peninga­stovn­ar, ið er sinn­að­ir at vera við til at fígg­ja slíkar tann partin av slík­um verk­ætlan­um, sum vind­myll­ur­nar kosta. - Vindmyllurnar eru nógv størsti parturin av ver­k­æt­ lan­ini, tí tær eru 80% av allari íløgu­ni. - Fíggingin verður ikki nak­ar trupulleiki, tí taka før­ oyi­ng­ar undir við at leggja um til grøna orku, eru fleiri bank­ar sinnaðir at vera við til at figgja verkætlanina, sig­ur Magni Laksáfoss. Týski samstarvsfelagin vil ikki verða a­l­manna­kunn­ gjørdu­r fyrrenn tað er heilt greitt, at verkætlanin verður til veru­leika. - Teir vilja ikki vera nevnd­ur í sambandi við eina verk­ætlan, sum kanska ikki verður til nakað, sigur Magni Laksá­foss. Tí vil hann ikki siga, hvør tað er, men hann dylir ikki fyri, at talan er um tann best hugs­a­ndi samstarvsfelagan. - Tað er ein sam­starvs­ felagi har tey eru ser­frø­ð­ing­ ar í stórum orku­verk­ætlan­ um. Tað er eisini eitt felag, sum hevur gott samband við veitarar og sum sostatt fær góð­ar prísir og somuleiðis hev­ur felagið gott samband við íleggjarar, sum kunnu vera við í ætlanini. Nakað bjartskygd Hinvegin ásannar Magni Laksá­foss, at tey hava ver­ið nakað bjartskygd um hvussu skjótt samskiftið við al­men­nu myndugleikarnir fór at taka. - Vit hava ikki enn fingið til­søgn frá tí almenna og kommununum, um almennu og kommunalu bygningarnir verða knýttir í ætlanina. Og tað er neyðugt, áðrenn nak­að kann setast í verk og tí hevur tað drigið út. - Tað er neyðugt, at før­ oyskir myndugleikar binda seg til at knýta al­menn­ar bygn­ing­a­rn í vind­orku­ skipanina. Tað er eisini neyðugt at finna føroyskar íleggjarar. Magni Laksáfoss sigur, at taka føroyingar undir við at gera samfelagið grønt og binda seg til at knýta í eina vindorkuskipan, er ikki neyðugt at tað tekur meiri enn eini 10 ár at leggja alt um til vindorku. - Hvussu langa tíð tað tekur, veldst alt um, væl før­ oy­ingar taka undir við ætlan- ini. Magni Laksáfoss sigur, at verkætlanin á Kirkjubøreyni kost­ar 150 milliónir og í tí sam­bandi er neyðugt at fáa íleggj­ar­ar at seta 25 milliónir í ætlan­ina. - Higartil hevur tað verri enn so eydnast. Men hendan part­in av verkætlanini hava vit lagt á hillina og fara ikki at leita eftir íleggjarum av álvara, fyrrenn vit vit hava fingið avtalurnar við land­ið og kommunurnar í hús um at knýta al­men­nu bygn­ing­ ar­nar í vind­orku­skipan­ina. - Tá ið vit hava fingið tær av­talurnar, vita íleggjarar, hvat teir hava at halda seg til og hava nógv størri trygd fyri íløguni. - Annars hava vit tilsøgn um útlendskar íleggjarar, men tað kann ikki byggja á út­l­endsk­ar íleggjar einsa­ malt. - Føroyingar mugu vísa í verki, at teir vilja leggja um til grøna orku og tískil er eisini neyðugt við munagóðum før­oysk­um íleggjarum, sigur Magni Laksáfoss. Grønar Føroyar - Taka føroyingar undir við eini ætlan um at leggja um til grøna orku, kann tað gerast upp á eini 10 ár, og fíggingin er ongin trupulleikim, sigur Magni Laksáfoss. Landsverk mælir til, at almennir bygningar verða knýttir í eina vindorkuætlan, men enn eru avtalurnar við landið og kommunurnar ikki gjørdar Landsverk mælir til at at almennu bygningarnir binda í vindorkuskipanina