týsdagur 23. apríl 2013síða 24
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 24. apríl 2013 · Nr. 46
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
merkisdagar
Tøkk
Øllum tykkum, sum gleddu meg á 9 0ára føðingardegnum,
takki eg hjartaliga.
Kærar heilsanir
Elisabeth Jacobsen
Svínoy
Brúdleyp
Leygardagin 27. apríl kl. 14.00 giftast í býráðshøllini í
Klaksvík, Una Olsen og Allan Váðklett. Vælkomst verður í
Skálanum frá kl 19.00 og øll eru hjartaliga vælkomin.
80 ára føðingardagur
Mikudagin 24. apríl verður Leivur Hjalgrím Hansen
í Æðuvík 80 ár. Hann verður burturstaddur á
føðingardegnum.
Í sambandi við víðari lestur
innan yrkið sum sjúkrasystir,
kom eg at starvaðist í bæði i
Kolding og Horsens saman
við mongum sera dugnalig
um sjúkrasystrum, ið høvdu
fakligan førleika á høgum
stigi og myndugleika har
eftir.
Hesar royndir og fyri
myndir hevði eg við mær,
tá ið kom til Klaksvíkar at
starvast í 1987. Men tað var
skjótt, at eg beit merki í Jón
bjørg, sum skaraði heilt fram
úr – uttan at taka nakað frá
nøkrum av hinum. Hennara
líki fannst ikki.
Hon hevði eitt so serligt,
handalag og sinnalag. Altíð
glað og positiv og eingin upp
gáva var ov stór fyri hana.
Ja, satt at siga átók hon sær
kanska ov stórar uppgávur,
men hon megnaði tær væl
og sjálvandi vann hon sær
tí eisini stóra virðing millum
starvsfólkini.
Ikki minst læknarnir, sum
vóru á deildini høvdu stóra
virðing fyri henni. Minnist
at Rajani, tá ið hann skuldi
í holtur við størri uppgávur,
kundi spyrja, hvat sigur Jón
bjørg til hetta? Hevði Jón
bjørg sagt gott, so fór hann til
verka. Ikki tí ivi var ongntíð
um ábyrgdarbýtið; men hann
vildi fegin vissa seg um, at
Jónbjørg ikki helt uppgávuna
vera ov stór.
Jú, sanniliga var Jónbjørg
fakliga sera dugnalig – tikin
úr leikum. Men hennara
menniskjansligu eginleikar
við hóvligum og sáttligum
lyndi, ikki at tala ilt um onn
ur, ikki at breðgja sær av
nøkrum, men stillisliga og
dugnaliga at greiða settan
gerning við góðum yvirbrái,
var hennara styrki. Hetta
vann henni virðing frá okkum
øllum á starvsfólkunum á
skurðgongini á Klaksvíkar
sjúkrahúsi.
Jónbjørg setti tó heimið
í fremstu røð og hvussu
strævin dagurin ella náttin
hevði verið á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi, so fór hon altíð
glað heim til síni kæru at
gleða og fjálga um síni við tí
húsliga. Og har komu eisini
nógv fólk á gátt. Ja, stund
um tyktist heimið sum ein
onnur matstova. Tí maðurin,
dreingirnir og hópin av lær
lingum komu tíðum at fáa
sær døgurða ella ein góðan
drekkamunn og var hetta
altíð av fróum hjarta og stór
um
gestablíðni,
Jónbjørg
beyð innar – og øll kendu seg
væl.
Tí er so mikið tómligari
hjá tykkum, Karl og dreingj
unum nú, hon fekk so stutta
tíð eftir lívsverk sítt á Klaks
víkar Sjúkrahúsið saman við
tykkum, sum hon annars
hevði glett seg til.
Jónbjørg gjørdist illkynjað
sjúk, visti hvønn veg leiðin
bar, men dugdi væl at bera
sjúkuna og best av øllum,
hevði hon alla tíðina tað
góða lyndið og lagið, heilt til
tað síðsta.
Vit, sum starvaðust sam
an við henni og tit, Karl og
dreingirni hava nógv at vera
takksom fyri, góða konu,
mammu og ommu.
Ærað veri minnið um Jón
bjørg Josephsen – ein megnar
kvinna, hvørs stillføra lyndi,
vísa fólkatekkið og frágera
hegnið vann henni virðing
víða.
Annfríð, vegna
Skurðgongina
Jónbjørg til minnis
25. apríl 1942 – 24. september 2011