týsdagur 23. apríl 2013síða 25
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mikudagur 24. apríl 2013 · Nr. 46
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
lýsingartorgið
Arbeiði
MÁLARAARBEIÐI
Skal húsið, takið ella annað málast
í summar ? Kontakta okkum á
malaraarbeidi@hotmail.com um at fáa
eitt tilboð. 298509409
MÁLA HÚS
MÁLA HÚS,
PUSSA,STOYPA,GRAVA,LAGA, V.M.
FLEIRI ÁRA ROYNDIR. PETUR 224910
Pylsuvognurin á kajini
Søktir eftir fólki til kvøld- og
vikuskiftisvaktir. Ert tú røsk, kvik, røkin
og álítandi og yvir 16 ár, hava vit brúk
fyri júst tær. Tlf 227255
SETHÚSATEKNINGAR NÝTAST IKKI AT
VERA DÝRAR
TEKNINGAR TIL SETHÚS,BILHÚS,
UMBYGGING OG TEKNINGAR TIL
BYGGILOYVI
ELISABETH MORTENSEN TLF,517244
Barnaansing
Kvinna søkist ansa eftir 3. gentum.
Kvinna søkist sum er góð við børn. 3.
hvørja viku at ansa eftir trimun gentum.
Løn eftir avtalu + kost og logi. 284141
Bátar og bátaútgerð
Saab motorur til sølu!
22 HK Saab motorur til sølu! 585585
Seksæringur til sølu
Eldri seksæringur(skrokkur),32føtur,
bíliga til sølu! 585585
Bátur Ynskist
Bátur ynskist til keyps, fyri sera laga
liga fýgging? eri fyritíðarpensionist
289380
Bingo
EB/Streymur Bingo
Bingo verður við Margáir mánakvøldið
29. apríl . kl. 19 EB-STREYMUR
Býli í Føroyum
Íbúð til leigu
Ein 30 m2 møblerað íbúð til leigu.
3000 kr um mánaðin íroknað ljós og hiti
. 227224
Hús til sølu í Tórshavn
Bygd 1963, tvær hæddir á 64m2, í
góðum standi Garaga, altan, garður,
stórt tún Grundøkið 430 m2, matr.
1002d Gott útsýni Áhugað at ringja
31 29 16
Gula húsið í Mikinesi
Gula húsið í Mikinesi heimasíða:
gulahusid@kallnet.fo tlf.(+298)
312914 - 512914 - 318458
Bíleggið vinarliga í góðari tíð 512914
Hús/íbúð ynskist til leigu í Tórshavn
Vit eru eini hjún við 3 børnum ið leita
eftir einum húsi at leiga. Má hava 3
kømur ella meir. Vit fara væl um, roykja
ikki og gjalda altíð til tíðina. 212233
Hús bíliga til sølu!
Hús í Skálavík bíliga til sølu, 150.000,-
ella hægsta boð yvir. Sí lýsing á www.
dals.fo 292106
Kamar til leigu
Gott kamar í Havn til leigu frá 1. mai.
Tlf 216363
Kømur Ynskist
Tvey kømur ynskist til leigu. Ring í
millum 15-20 596508
íbúð ynskist
Par mitt í 20unum søkir íbúð í Tórshavn.
Íbúðin skal kosta max 5000 kr við
øllum. 265119
Kamar til leigu í Havn
Kamar við atgongd til køk, bað,
vaskimaskinu, turkitrumlu, frystiboks og
internet. Gott bus samband.
004521187306
Íbúð við sjómannskúlan í Havn
Køkur,stova+3 sovikømur:
6000kr+hita&el - fegin til
friðaligir og handaligir næmingar á
sjómannskúlanum ella líkn.2m dep 2m
forut. 285679/004528922575
Til leigu
Kamar til leigu á Hoyvíksvegnum, við
atgongd til køk, bað og vaskimaskinu
211208
Býli uttanlands
Summaríbúð við strondina, Hellerup
105m2 í stovuhædd v/ hava. 4
sovipláss til vaksin,+1 barn. Millum
Hellerup Havn og Charlottenlund
Strand. Frá 10.juli-2.sept.2500kr pr.
viku. 7500/mdr +45 40776164
Umbíting av íbúd KBH / Havn
Eg havi eina hugnaliga leiligheit á
Eysturbrúgv, nær patient hospitalet ,
sum eg ynski at býta um vid einari íbúd í
Havn frá 19. juli-4. aug.
004525854210
Fundir
Aðalfundur
Djóraverndarfelagið hevur aðalfund á
Landsbókasavninum, 12. mai 2013 kl
15.00. Øll eru vælkomin.
Svimjifelagið FLOT
Aðalfundur og hugnaløta við
merkjahandan verður 30. apríl kl.
18.30 í B68 húsinum. Møtið fjølment.
Nevndin
Pløgg
Til Sølu
Kotavadmal til sølu. Ring 281296
Út- & Sjónvarp
LEIGA FLATSKERM
SO HEVUR TÚ ALTÍÐ EITT TÓL SUM
VIRKAR. 42 M.PEG4.EINKI DEPOSITUM.
ÓKEYPIS ÚTKOYRING
RADIOVERKSTAÐIÐ TLF 251160
Barsilsfarloyvisstarv sum skrivari /samskipari hjá
NATA og Ferðavinnufelagnum
Ferðavinnusamstarvið millum Føroyar, Ísland og Grønland – NATA (North Atlantic Tourism Association),
søkir eftir einum barsilsavloysara til skrivara/samskipara, at byrja 1. juni 2013. Starvið umfatar eisini
skrivarauppgávur fyri Ferðavinnufelagið, sum húsast í Vinnuhúsinum.
Starvið er tíðaravmarkað til 31. maj 2014. Arbeiðstíðin er tríkvarta tíð.
Uppgávurnar umfata m.a.:
-
At avgreiða umsóknarumfør, samskipa og ráðgeva virkjum, einstaklingum o.ø. tá umsóknarfreistir
eru.
-
At skipa mannagongdir o.a. og at marknaðarføra ferðavinnustevnuna Vestnorden Travel Mart
(VNTM).
-
At seta avgerðir hjá NATA nevndini í verk.
-
At umsita heimasíðurnar www.northatlantic-islands.com og www.vestnorden.com.
-
At vera skrivari hjá nevnd og formanni í NATA.
-
At skipa fyrisitingarlig viðurskifti hjá NATA, s.s. roknskap og mannagongdir.
-
At verða skrivari hjá nevndini í Ferðavinnufelagnum.
-
At seta avgerðir hjá Ferðavinnufelagnum nevndini í verk.
Førleikar og royndir:
-
At tú hevur relevanta hægri útbúgving á bachelor ella kandidatstøði.
-
At tú arbeiðir skipað og við nærlagdni og er før/ur fyri at yvirskoða fleiri ymiskar uppgávur.
-
At tú hevur góðan kunnleika til danskt og enskt bæði í skrivt og talu.
-
At tú hevur góðan KT kunnleika og tað er ein fyrimunur at hava kunnleika til CMS-skipanina TYPO3.
-
Tað kann vera ein fyrimunur, at tú hevur viðkomandi ferðavinnuútbúgving og royndir innan
ferðavinnuvirksemi. Harumframt kunnleika til ferðavinnusamstarvið í Útnorði og til
ferðavinnustevnuna Vest Norden Travel Mart (VNTM).
Setanarviðurskifti:
Starvsstaðurin er í Vinnuhúsinum, og Føroya Arbeiðsgevarafelag setur starvið. Løn og setanarviðurskifti
vera eftir avtalu. Roknast kann við nakað av ferðing uttanlands.
Umsókn við prógvum og cv skal sendast til:
industry@industry.fo
Vinnuhúsið
Smærugøta 9A
Postboks 1038
110 Tórshavn
Viðm.: NATA/Ferðavinnufelagið
Umsóknarfreistin er 15. maj 2013 og samrøðurnar vera stutt eftir hetta.
Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær Mette K . Kibsgaard, skrivari/samskipari hjá NATA og
Ferðavinnufelagnum, mette@industry.fo, tel. 73 99 11.
Matskráin hesa vikuna
Matstovan í Hoyvík
Tel 660058
Hósdag 25. apríl
Stongt
Fríggjad. 26. apríl Stongt
Leygard. 27. apríl
Neytakjøt
Mánadag 29. apríl Fiskafrikadellur
Karribollar
Týsdag 30. apríl
Rivjasteik
Saltað neytakjøt
Mikudag 1. mai
Stoktur fiskur
Kjøtfrikadellur