týsdagur 23. apríl 2013síða 51
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
l ý s i n g a r • a p r í l 2 0 1 3
tunnilsblaðið
Sosialurin
23
agar
V
Vilmund Jacobsen
Maria Samson, hotelleiðari, sigur, at tey
saktans kunnu smíða teir ”pakkar” saman,
sum fólk ynskja sær, bæði stórar og smáar.
- Vit kunnu bjóða túrar við Lakeside-
bátinum á Vatninum, og vit kunnu bjóða
ríðitúrar, gongutúrar og útferðartúrar við
báti, eitt nú út í Tindhólm og til Mykinesar.
Vit kunnu eisini bjóða ymiskar busstúrar - alt
eftir, hvat fólk ynskja sær.
Maria Samson vísir á, at í Vágum er
nógv at síggja, og ferðir út í Tinghólm og til
Mykinesar eru nakað heilt fyri seg.
- Vit hava gott samstarv við teir, sum
bjóða útferðir í Tindhólm og til Mykinesar,
og vit hava gott samstarv við útbjóðarar í
ferðavinnuni í Vágum sum heild, leggur hon
aftrat.
Maria Samson vísir á, at nú
møguleikarnir at ferðast út til Mykinesar
verða nógv betraðir við báti, sum tekur 70
fólk, fer hetta eisini at lata upp fyri nýggjum
og størri møguleikum í summartíðini - við
fleiri fólkum á hvørjari ferð.
- Vit hava gisting, og vit hava mat, sigur
hotelleiðarin á 62N Airport Hotel, Maria
Samson.
Tey, sum vilja vita meiri um møguleikar
í Vágum, Tindhólmi og Mykinesi, eru
vælkomin at spyrja seg fyri hjá 62N Airport
Hotel á tlf. 309090.
62N Airport Hotel bjóðar
tær útferðarmøguleikar
Nú tað stundar móti sumri og arbeiðspláss, bólkar og fólk annars leita sær eftir
útferðarmøguleikum, hevur 62N Aiport Hotel í Vágum nógvar ymiskar møguleikar at bjóða
Vilmund Jacobsen
Á Heiðavegi 5 í Miðvági húsast handilin
Sorella, ið selur klæði til kvinnur og gentur
niður í 13-14 ára aldur.
Nú tunnilsdagur stundar til, fer handilin
at hava opið hendan leygardagin frá
klokkan 10 til 22 á kvøldi.
- Vit síggja altíð nógv fólk, tá
tunnilsdagur er, og hesaferð hava vit góð
tilboð upp á vatteraðar jakkar av merkinum
Only til kvinnur, ið hendan dagin verða
niðursettir úr 429 niður í bert 199 krónur.
Eisini hava við nakað av frátiknari vøru,
sum vit fara at selja við góðum avsláttri.
Nógv nýggj vøra
Eyð Ellingsgaard sigur, at nógv nýggj vøra
eisini er heimkomin, og í handlinum er stórt
úrval av buksum, blusum, jakkum og øðrum
til kvinnur.
- Vit hava ymisk klædnamerki, men tað
er serliga merkið Pulz, sum vit hava bæði í
stórum úrvali í buksum og blusum. Sum nakað
nýtt hava vit eisini fingið merkið Culture, sum
eisini fæst bæði í buksum og blusum.
Gávulutir
Sorella eisini selur gávulutir, prýðislutir
og ymisk brúksting, eitt nú stakar, bakkar,
spegl og ymiskar pútur.
- Vit byrjaðu at handla í Sørvági í
2007 og fluttu til Miðvágs í 2009, sigur
Eyð Ellingsgaard, sum leggur aftrat,
at parkeringsviðurskiftini við handilin í
Miðvági eru sera góð.
Sorella við góðum tunnilstilboði
Handilin Sorella í Miðvági, sum systrarnar, Eyð og Annbritt Ellingsgaard eiga, hevur fingið
nógva nýggja vøru, og handilin hevur eisini góð tilboð, nú tunnilsdagur verður