týsdagur 23. apríl 2013síða 52
Tekstur á síðuni
l ý s i n g a r • a p r í l 2 0 1 3
tunnilsblaðið
Sosialurin
24
agar
V
Vilmund Jacobsen
Handilin Frítíðarklæðir í Miðvági, sum
Jákup Magnussen eigur, selur bæði
renniklæðir, ítróttarklæði og skógvar,
og í handlinum fæst eisini ein vakur
jakki, um tað skal vera.
Ymisk merki
- Merkini, vit selja, eru serliga
Hummel, Bergens-klæðir, sum vit rópa
tað - og Color Kids, ið serliga er
ætlað børnum.
Jákup Magnussen sigur, at handilin
hevur eitt stórt og breitt úrval av
frítíðar-og ítróttarklæðum.
Eisini Sjóbúð
Í kjallaranum í handlinum í Miðvági er
eisini Sjóbúð, sum selur eitt nú tráður,
húkar og reiðskap annars til ymiska
stuttleikaveiði og fiskiveiði.
- Her hava vit eisini sjóklæði, sigur
Jákup Magnussen, ið bjóðar øllum
vælkomnum á gátt á tunnilsdegnum,
leygardagin.
Frítíðarklæðir í Miðvági
við stórum útboði
Sandavágs Timburhandil
virkin um landið
Í Miðvági er handilin Frítíðarklæði við stórum útboði
innan frítíðar-og ítróttarklæði, og í kjallaranum er
Sjóbúð við ymiskum reiðskapi og sjóklæðum
Sandavágs Timburhandil
hevur í nógv ár verið timburhandilin
fyri nærøkið, fyrst og fremst sum høvuðsveitari av tilfari til
byggivinnuna og seinni eisini til privat viðskiftafólk í Vágum
Vilmund Jacobsen
- Nærumhvørvið hevði og hevur enn
í dag alstóran týdning fyri okkara
virksemi.
Tað verður sagt á heimasíðuni hjá
Sandavágs Timburhandli – www.
timbur.fo - um virksemið.
Lagt verður aftrat, at seinni árini
hava samfelagsligar broytingar
av ymiskum slag tó gjørt, at
viðskiftagrundarlagið er víðkað.
- Vit standa í dag fyri fleiri
verkætlanum av ymsum slag kring
Føroyar, bæði tá tað ræður um at
smíða sethús, íbúðarbygningar, hallir
og annað, og vit koyra byggitilfar til
viðskiftafólk um alt landið.
Ymiskt í útboði
Jarnhold Nattestad, sum starvast
hjá Sandavágs Timburhandli, sigur,
at tey gera einki serligt burtur úr
tunnilsdegnum leygardagin, tá opið
verður frá klokkan 10-13, men
timburhandilin er virkin hvønn dag,
sum hann tekur til.
- Vit hava eina minni amboðsbúð,
sum fólk eru vælkomin at vitja.
Hann vísir á, at tað primera hjá
Sandavágs Timburhandli er timbur,
men fyritøkan hevur eisini nógvar
aðrar spennandi vørur í sínum útboði.
- Vit hava eitt nú besta
plastklædningin í landinum, og vit
hava viðlíkahaldsfrí terassubrettir, sum
avgjørt eru tey bíligastu og bestu í
landinum, sigur hann.
Ymiskt í útboði
Sandavágs Timburhandil hevur eisini
ymiskt innan hvs og soleiðis eisini
fittings, blandingabattaríir, kranar,
brúsukranar.
Sandavágs Timburhandil selur
eisini hoyggj, graspillarar og hegn og
hegnpelar.
- Vit hava nógv spennandi og
forvitnisligt í okkara útboði. Fólk eru
vælkomin at seta seg í samband við
okkum á tlf. 332700 – ella við at vitja
okkara heimsíðu www.timbur.fo, sigur
Jarnhold Nattestad.