mánadagur 29. apríl 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 29. apríl 2013 · Nr. 48
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kommunurnar nokta
at yvirtaka eldraøkið
ELDRAØKIÐ Kommunurnar nokta blankt at yvirtaka eldraøkið frá landinum soleiðis sum samgongan
ætlar, staðfestir Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn og formaður í Kommunusamskipan Føroya
Áki Bertholdsen
- Tað er so stór ósemja ímill
um samgonguna og kom
munurnar, at sum støðan er
nú, kemur ikki upp á tal, at
kommunurnar
fara
at
yvirtaka
eldraøkið
frá
landinum.
Tað
staðfestir
Heðin
Mortensen
borgarstjóri
í
Havn og formaður í Kommu
nusamskipan Føroya, KSF,
har átta kommunur eru limir,
sum
tilsamans
umboða
tríggjar fjórðingar av Føroya
fólki.
Samgongan hevur sett
sær fyri at kommunurnar
skulu yvirtaka alt eldraøkið
tann 1. januar, tað er longu
um átta mánaðir.
Í langa tíð hava samráð
ingar verið ímillum sam
gonguna og kommunurnar
um treytirnar fyri at kom
munurnar skulu yvirtaka
eldraøkið.
Men nú er rættilig nagga
tódn komin í samráðingarnar,
tí tað sum støðan er nú, er
eingin loysn í eygsjón, sigur
Heðin Mortensen.
Vandi fyri ruðuleika
Borgarstjorin og formaðurin
í KSF staðfestir, at tað
eru fleiri viðurskifti, sum
kommunurnar vilja hava
fulla greiði á, áðrenn eldra
økið kann yvirtakast.
Men tað hevur gingið illa
at fáa greiði á hesum viður
skiftum.
– Sostatt er yvirtøkan í
stórum vanda, tí sum støðan
er nú, kemur ikki upp á tal, at
kommunurnar yvirtaka økið.
Samstundis ávarar Heðin
Mortensen um, at tíðin er av
álvara við at renna undan, tí
talan er um eitt rættiliga
stórt og umfatanti øki, sum
kommunurnar
mugu
fáa
góða tíð at fyrireika seg til at
yvirtaka.
– Vit skulu skipa øki og vit
skulu seta starvsfólk, so tað
krevst ein ávís fyrireikingar
tíð.
Harafturat er greitt, at nú
fara kommunurnar undir at
leggja fíggjarætlanirnar fyri
næsta ár, so skal eldraøkið
yvirtakast, er avgjørt eingin
tíð at søpla burtur, sigur
borgarstjórin í Havn og og
formaður í Kommunusam
skipan Føroya.
– Sostatt veksur vandin
alsamt fyri, at tað tað fer at
enda í tí bera ruðuleika,
skulu kommunurnar yvir
taka eldraøkið á nýggjári
num, verður og tað vilja vit
heldur ikki leggja rygg til.
100 milliónir ov lítið
Spurningarnir, sum kom
munurnar krevja at fáa svar
á, áðrenn tær vilja yvirtaka
økið, eru bæði av fíggarligum
og bygnaðarligum slagi.
– Tað eru spurningar, sum
ikki eru loystir enn, og sum
eingin loysn er í eygsjón fyri,
sigur Heðin Mortensen.
– Í hesum sambandi eru
samgongan og kommunur
nar nevniliga heilt langt frá
eini
semju
um,
hvussu
nógvur peningur skal fylgja
við frá landinum til kom
munurnar fyri at tær kunnu
átaka sær eldraøkið.
– Jørgen Niclasen, lands
stýrismaður í fíggjarmálum,
hevur roknað seg fram til, at
eldraøkið kostar 320 milliónir
krónur at umsita og at hetta
verður upphæddin, kom
munurnar fáa frá landinum
tá ið tær yvirtaka eldraøkið,
staðfestir Heðin Mortensen.
Men hann leggur dent á,
at hetta alt ov lágt sett.
– Okkara kanningar í KSF
staðfesta, at eldraøkið kostar
minst 400 milliónir um árið
at umsita, sigur hann.
Í hesum sambandi hava
vit fingið upplýst at fyri
tveimum árum síðani, í 2011,
kostaði eldraøkið 340 milli
ónir, ella 20 milliónir meiri
enn tað, landsstýrismaðurin
sigur, at tað kostar í dag.
– Tað merkir, at hóast
lønir og prísir eru farnir upp
hesi seinastu tvey árini,
metir samgongan, at eldra
økið kostar 20 milliónir
minni í dag enn tað kostaði í
2011 og tað er veruleikafjart.
Heðin Mortensen sigur, at
tá ið Jørgen Nichalsen hevur
roknað seg fram til, at
eldraøkið ikki kostar meiri
enn 320 milliónir í dag, er tað
tí, at tað er rættiliga aftur
úrsiglt og niðurpínt.
Men kommunurnar vilja
ikki yvirtaka eitt eldraøkið,
sum er niðurpínt og tí vilja
tær ikki góðtaka at bara 320
milliónir skulu fylgja frá
landinum til kommunurnar í
sambandi við eina yvirtøku.
– Vit vilja hava fulla trygd
fyri, at samsvar er ímillum
veruliga tørvin og fíggingina,
sum fylgir við frá landinum
til
kommunurnar,
leggur
hann afturat.
Bygnaðurin skal
broytast
Heðin Mortensen vísir eisini
á bygnaðin í eldraøkinum.
– Bygnaðurin er alt ov
stórur og sostatt eisini alt ov
dýrur. Men skulu kommu
nurnar yvirtaka eldraøkið,
vilja vit eisini hava fult frælsi
at skipa økið av nýggjum,
sum vit vilja.
Heðin Mortensen vísir á,
at eisini hetta er ein trupul
leiki, tað gongst illa at finna
semju ímillum kommunur
nar og samgonguna um.
– Tað vísir seg sum um at
landið vil leggja eldraøkið
undir kommunurnar, men vil
kortini ikki sleppa endamum
heilt. Hóast vit skulu yvir
taka økið, vil landið kortini
hava myndugleikan á sum
mum økjum, sigur hann.
– Men tað kemur ikki upp
á tal, tí kommunurnar fara
ikki at yvirtaka eldraøkið við
tí bygnaði, nú er. – Har
kommunurnar skulu gjalda,
skulu tær eisini valda, stað
festir hann.
Hann leggur afturat, at
tað hevur stóran týdning fyri
kommunurnar, at tænastan
verður jøvn um alt landið og
at tænastan er á einum
ávísum stigi.
Tí heldur Heðin Morten
sen, at vit eiga at fáa eina
eldralóg, sum ásetir nøkur
minstukrøv
til
eldraøkið,
men at so nakrar kommunur
fara at bjóða eina enn betri
tænastu, er eitt annað mál.
– Men heldur ikki eldra
lógin er komin enn, hóast
ætlanin er, at vit skulu
yvirtaka eldraøkið um átta
mánaður.
Ein annars snávingar
steinur er, hvussu samstarvið
ímillum kommunurnar skal
vera. Ætlanin var at tað er
neyðugt at leggja Føroyar
saman í sjey kommunur fyri
at tær kunnu vera førar fyri
at átaka sær at umsita
eldraøkið.
Men
kommunusaman
leggingin fór í vaskið og
Heðin Mortensen heldur, at
kanska er tað bara Tórs
havnar Kommuna, sum er
før fyri at yvirtaka eldraøkið
og tí vilja kommunurnar
eisini hava greiði á, hvussu
landið skal skipast í eldraøki.
Naggatódn
Rættilig naggatódn er komin í samráðingarnar ímillum samgonguna og kommunurnar um at yvirtaka eldraøkið.
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn og formaður í Kommunusamskipan Føroya, sigur, at talan verður undir
ongum umstøðum um, at kommunurnar yvirtaka eldraøkið, uttan at tær fáa nógv betri sømdir frá samgonguni
Sum støðan er nú, er
eingin loysn í eygsjón