Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-29, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. apríl 2013síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 29. apríl 2013 · Nr. 48 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Nú ella ongantíð Taka kommunurnar ikki við eldraøkinum nú, so taka vit eldraøkið inn undir landið. Eg kann ikki liva við tí býti, sum er, sigur Annika Olsen, landsstýriskinna í Almannamálum Leo Poulsen - Vit hava langt síðani sent okkara uppskot um eldra­ økið út til kommunurnar, og eg havi ikki hoyrt eitt orð aftur! Tað sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í al­manna­ málum. Hon er av teirri meining, at eldraøkið liggur betri úti hja kommununum, tí lokala vitanin er nógv størri. - Tað sigur seg sjálvt, at lokalu bygdar- og býráðs­ limirnir hava størri lokal­ vitan, enn eg havi úti í Almannaráðnum, sigur Annika Olsen. Hon heldur, at eldraøkið er munandi lættari hjá kommununum at yvirtaka, enn tá kommunurnar yvir­ tóku barnaansingina. – Eldraøkið er so væl útbygt, at kommunurnar ikki nýtast at byggja feiri nýggjar bygningar. Vit hava bygt 630 bústaðarpláss til eldri seinastu árini, og tað nøktar tørvin, sigur Annika Olsen. Hon veit ikki, hvar KSF hevur sínar útrokningar frá, men hon sigur, at fram­ skrivingar vísa, at eldraøkið ikki verður nakað týðandi dýrari enn tað er í dag. – Kommunurnar hava ligið inni við mínum upp­ skoti í langa tíð, uttan at venda aftur. Eg havi biðið kommunurnar peika á ein persón, sum kann verða við til at tingst um yvirtøkuna av eldraøkinum. Fyri at gera arbeiðið lættari at skipa hava vit gjørt av, at tað frameftir bara vera Jørgen Niclasen og eg sjálv, sum skulu tingast fyri landið. Á tnn hátt verður tað lættari enn við einum stórum fylgibólki, sigur Annika Olsen. Krøvini tey somu Hon dugir ikki at síggja, hví kommunurnar taka so nógva tíð um at viðgera málið. – Krøvini til eldraøkið eru og verða júst tey somu, sum tey eru nú. Og tá kom­mu­ nurnar yvirtaka økið, verða tað eisini tær, sum ráða, sigur Annika Olsen. Um kommunurnar ikki vilja vera við, so má landið taka yvir. – Eg kann ikki liva tí tí tvíbýti, sum er millum land og kommunur á eldra­øki­ num, og vilja kommunurnar ikki verða við, má landið yvirtaka alt økið sum tað er, sigur Annika Olsen. Hetta er kortini ikki nak­ að, sum landsstýris­kvinn­an ynskir, tí hon heldur, at elraøkið liggur betri úti hjá kommununum. – Tað er har, at lokala vitanin er, og tí er tað nátt­ úrligt, at kommunurnar sita á økinum, sigur Annika Olsen. Tað verður tí upp til kom­ munurnar atgera av, hvar eldraøkið endar, men tað er greitt, at støðan ikki kann halda fram sum nú er. – Greiða má fáast á býti­ num, og vilja kommunurnar ikki taka yvir eldraøkið, so má eg taka tað undir landið. Eg kann ikki blíva við at arbeiða undir verandi um­støð­ um, staðfestir Annika Olsen. Er feilur í vil eg fegin síggja hann Hetta er eitt heilt einfalt roknistykki. Nettoútreiðslurnar til eldraøkið er upp á 338 milliónir, og tað eru teir pengarnir, sum skulu fylgja við økinum, sigur Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri Leo Poulsen Jørgen Niclasen skilir ikki, hvussu KFS fær eitt annað tal enn tað, sum Fíggjar­ málaráðið kemur til. – Tað er púra einfalt. Tølini hjá okkum eru veruligi kostnaðurin av eldraøkinum. Talan er um nettotøl, tí vit vita, at fólk gjalda fyri at búgva á eldrabýlunum, men nettotalið fyri eldrøkið eru hasar 338 milliónirnar, sum vit lata fylgja við eldra­øki­ num út til kommunurnar, sigur Jørgen Niclasen. Men er feilur í tølunum, vil hann fegin, at kom­mu­ nurnar vísa á hann. – Eg dugi ikki at síggja, at nakar feilur skal vera í tølunum, tí hetta er tað, sum tað kostar. Tað er púra einfalt og einki hokus pokus í tøl­ unum, sigur Jørgen Niclasen. Hann vísir eisini á, at fleiri eldrabýli eru bygd seinastu tíðina, og framrokningar vísa eisini, at eldraøkið ikki fer at dýrka nakað munandi. – Tað eru búplássini, sum kosta at byggja, men nú er tørvurin nøktaður, og tí verður ikki talan um nakrar munandi óvæntaðar út­ reiðslur til kommunurnar, sigur Jørgen Niclasen. Framskrivingarnar vísa, at útreiðslurnar til fólka­pen­ sjón fara at vaksa. – Men tað er ein heilt annar spurningur, tí tað verður framvegis landið, sum fer at halda útreiðslurnar til fólkapensjón, sigur Jørgen Niclasen. Hann vísir eisini á, at hann einki hevur sæð til tær útrokningar, sum KSF hevur gjørt, men tá tala er um nettotøl, er talan um 338 milliónir krónur. – Hetta eru tølini, sum tað kostar í netto, og tí er tað hesar 338 milliónirnar, sum fylgja við eldraøkinum, sigur Jørgen Niclasen, fíggjarmála­ ráðharri. 338 milliónir er tað, sum eldraøkið kostar, og tí eru tað hesar milliónirnar, sum fylgja við út til kommunurnar, sigur Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri Vilja kommunurnar ikki vyirtaka eldraøkið, so endar tað undir landinum, slær Annika Olsen, lands­stýris­kvinna, fast